Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi The New iPad, sum Apple kunngjørdi fyrrakvøldið, kemur á marknaðin í Danmark 27. mai. Hjá Nema, sum er Appleumboð í Føroyum, siga tey, at hann kemur á Føroyska marknaðin stutt eftir ta tíð. Fara at rógva runt um Sjælland Randi Jacobsen Illveður fær eingin gjørt nak­ að við. – Men vit kunnu ikki liva við, at so fast portrið í Skopun ikki upp, so fer rampan á Teistanum ikki niður, og so er galið við motorunum, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandoy. Mikudagin sendi Strand­ ferðslan sendi boð út um, at vegna veður sigldi Teist­ in seinasta túr av Skop­un klokkan 16.30 og av Gomlu­ rætt klokkan 17. Sluppu ikki um fjørðin Men so komu boð um, at hesir túrar vóru avlýstir. – Væl av fólki skuldi úr Skopun klokkan 16.30, men har var eingin bátur, sigur Brandur Sandoy. Hesi fólk ætlaðu so at fara tíðliga í morgun um Skop­unarfjørð, men tá fekk Teistin ikki siglt, tí portrið í Skop­un ikki fekst upp. – Har var ein familja, sum skuldi við flogfarinum í dag, ein maður skuldi av land­ inum tíðliga í morgun til ein ís­fiskatrolara í Noregi, og ein maður skuldi mynstra í Bra­sil­ ia, sigur Brandur Sand­oy. Hann ringdi tíðliga í morg­ un til Strandfaraskip Land­ sins, sum syrgdi fyri, at tyrla kom eftir hesum fólkum. Strandferðslan syrgdi eis­ini fyri flutningi vestur á flog­vøllin, so familjan slapp avstað. Ikki til at liva við Verri var við manninum, sum skuldi til Noregs, tí av tí at hann skuldi flúgva víðari innanríkis í Noregi, kundi hann tað sama bíða til í dag at fara av landinum. – Eg ivist í, hvussu leingi ein ísfiskatrolari við 70 monn­um vil liggja og bíða eftir einum manni úr Før­ oy­um. Vandi er eisini fyri at missa kjansin, sigur Brandur Sandoy. Hann sigur, at sandoyingar nú eru frá sær sjálvum av øði. – Fleiri hótta við at stinga av og selja húsini. Eg skilji tey væl, tí vit kunnu ikki liva upp á henda mátan. Vit skriva 2012 og ikki 1912. Viðurskiftini eru als ikki tíðarhóskandi. Tað er bara ein loysn, og tað er at fáa Sandoyartunnilin gjørdan sum skjótast, sigur Brandur Sandoy. Randi Jacobsen Tað eru neyvan øll, sum vita, at í Danmark eru fýra før­oysk róðrarfelag. Eitt teirra er róðrar­fe­ lagið Neystið í Ishøj. Hetta felag hevur fingið tað hugskot at rógva runt um Sjælland á páskum. Eg eri sjálvur av Argjum, og eg visti, at Argja Róð­rar­ felag hevur varðveitt gamla áttamannafarið, sum vann so nógvar sigrar. Tí bóðu vit um at sleppa at læna bátin, sigur Henrik Jensen, fyriskipari. Tað hevur ikki staðið á at fáa rógvarar. Onkrir koma úr Føroyum til Danmarkar fyri at rógva, og allir venja nógv nú, tí tað verður ein harður túrur. Tveir danir við tilknýti til føroyingar verða við á ferðini. Manningarnar fara at hava skiftivakt 3. hvønn tíma. Teir hava sett sær fyri at leggja frá landi í Ishøj 4. apríl á midnátt og at rógva teinin upp á 60 tímar. Tvær manningar verða, og so verður onkrir avloys­ arar aftrat umborð á fylgi­ bátinum, um onkur rógvari skuldi legst fyri ella verður sjúkur. Umborð á fylgibátinum verða eisini fólk til at gera mat, og frívaktin skal sova umborð á tí bátinum. Henrik Jensen sigur, at teir gleða seg til ferðina, og hevur ferðin áhuga millum føroyingar fer at bera til at fylgja við á heimasíðuni hjá Neystinum. Síðan fer at verða dagførd 3. hvønn tíma. Heimasíðan eitur neystid.dk Ferðin verður gjørd í sambandi við, at Neystið er 25 ár í ár. Sambandið millum Sandoynna og meginøkið er so svikaligt, at sandoyingar nú hótta við at rýma, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi Róðrarfelagið Neystið í Ishøj í Danmark fer á páskum at rógva runt um oynna Sjølland við gamla Argjabátinum Hægstbjóðandi fær toftina Í næstan trý ár hava húsini í Sigmundargøtu 23 í Havn staðið sum eitt skendsil. Tað var tann 23. mai í 2009, at eldur kom í húsini, sum Tórshavnar Skipasmiðja hevði átt og nýtti til bú­stað til arbeiðsfólk hjá skipa­ smiðjuni. Eftir at Tórshavnar Skipa­smiðja varð seld, var tað felagið hjá gomlu eig­ ar­unum, Sp/F 14, sum átti húsini. Tað felagið hevur verið í tungum sjógvi, og hús­ini eru seinni vorðin ogn hjá Eik Banka, sum nú eigur rovini av húsunum, sum bankin nú vil sleppa av við. Politiið metti orsøkina til eldin vera eina sigarett. Og hóast eldur kom í um náttina, og hóast fólk lógu og svóvu, so spældi alt væl av, tí øll sluppu á dyr. Men húsini brunnu í grund. Súni Schwarts Jacobsen, forstjóri í Eik Banka sigur, at bankin heldur enn fegin vil av við ognina. – Vit hava verið í sam­ band við Tórshavnar komm­unu, sum vísti áhuga fyri at keypa, men vit hava einki frætt aftur, sigur Súni Schwarts Ja­cob­sen. Sandoyggin í undantaksstøðu