Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi 9. mars í 1202 doyði Sverri kongur av Noreg, sum varð føddur í Kirkjubø í 1145, har hann eisini vaks upp. Hann var kongur í Noreg frá 1177-1102. Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði aðalfund týsdagin, og valdi Annitu á Fríðriksmørk til forkvinnu í felagnum. Hinir nevndarlimirnir eru: Gunvør Balle, Petur í Gong, Andrea Heindriksdóttir og Brian Sjúrðarson. Løgmaður missir undirtøku Eirikur Lindenskov Løgmaður fekk skotsmálið 5,0, tá Gallup Føroyar bað fólk meta um – á einum stiga frá 1 til 10 – hvat tey halda um løgmann. Hetta er lægsta skotsmál, sum løgmaður hevur fingið í kanningum frá Gallup síðani august í 2010, og hetta er nógv minni, enn hann fekk í seinastu kann­ing, sum var gjørd ein mánað eftir løgtigsvalið, 30. november í fjør. Tá fekk løg­ maður hægsta skotsmálið nakrantíð, tá veljararnir góvu honum skotsmálið 6,2. Gallupkannigin, sum vit kunngjørdu í blaðnum miku­dagin gav samgonguni eina afturgongd upp á 6,2 pro­sent. Afturgongdin er 1,2 prosent størri, enn hon var hinari kanningini, sum er gjørd síðani valið –  sum varð kunngjørd í Sosial­ inum 10. desember í fjør. Í fyrri kanningini klára Sam­ bands­flokkurin seg eisini væl. Hann hevði tá eina framgongd upp á 0,2 prosent. Hetta er tó vent til eina aftur­ gongd upp á 0,3 prosent. Men tað er lítið í mun til stóru afturgongdina hjá Fólka­ flokkinum upp á 3,5 prosent og hjá Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum upp á tilsamans 1,4 prosent. Størsta afturgongd Men hóast Sambands­flokk­ urin heldur skansan, so kann tað sama ikki sigast um undirtøkuna hjá løgmanni. Tí hon er hevur gjørt eitt lop niður eftir stiganum frá 6,2 til 5,0. Hetta er áttanda kann­ ingin, sum Gallup hevur gjørt, meðan Kaj Leo Johannesen hevur verið løg­ maður. Bert ta einu ferðina hevur hann fingið lægri undir­tøku, enn nú. Tað var í august/september í 2010, tá veljarar góvu honum skots­ málið 4,9. Í februar í 2011 fekk hann skotsmálið 5,5, í apríl fekk hann 5,7, í august 5,9, í september 5,5 og í desember – kanningin eftir valið, fekk hann skotsmálið 6,2 á stiga­ num frá 1 til 10. Hetta er sostatt fyrstu ferð, at løgmaður hevur so stóra afturgongd í undir­ tøkuni. Samgongan setir botnmet Taka vit nøgdsemið við sam­ gonguna sum heild, so ger hon eisini eitt lop niðureftir og setir botnmet við 4,1. Í kanningini frá 30. nov­ ember í fjør (eftir valið) fekk samgongan bestu undirtøku 4,6. Tað er tað mesta, sum Gallup hevur mált, síðani tey byrjaðu at spyrja upp á hendan mátan í apríl 2010. Síðani tá hevur undir­ tøkan fyri fyrstu samgonguni hjá Kaj Leo Johannesen verið ávikavist fyri apríl 2010 4,5, fyri august/september 2010 4,4 og februar 2011 var hon 4,6. Eftir hesa kanningina fór Fólkaflokkurin úr sam­ gonguni, men tað ávirk­aði ikki so nógv undir­tøk­una, tí tvær tær næstu kann­ ingarnar góvu samgonguni millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin undir­ tøkuna 4,6. Í kanningini í sep­tember 2011 dalaði undir­ tøkan niður á 4,3. Fyrra k a n n ­ ing­in eftir valið gav nýggju sam­ gong­uni hjá Kaj Leo Johannesen aft­ur hægsa skots­ mál­ið 4,6. Meðan hend­an síðsta kann­ingin gev­ur sam­gong­uni botn­karak­ terin 4,1. eirikur@sosialurin.fo Veljarakanning Hóast Sambandsflokkurin stendur seg væl í veljarakanningini, sum annars gevur samgonguni ein frammaná, so hevur løgmaður mist nógva undirtøku síðani valið, og samgongan fær eisini lægsta skotsmál 10 9 8 7 6 5 4 3 2 1 0 10 9 8 7 6 5 4 3 2 1 0 4,5 5,1 4,4 4,9 4,6 5,5 4,6 5,7 4,6 5,9 4,3 5,5 4,6 6,2 4,1 5,0 apr 10 apr 10 aug-sept aug-sept feb 11 feb 11 apr 11 apr 11 aug 11 aug 11 sep 11 sep 11 des 11 des 11 mar 12 mar 12 Á einum stiga frá 1 til 10, hvussu væl heldur tú verandi samgonga klárar seg? Á einum stiga frá 1 til 10, hvussu væl heldur tú løgmaður klárar seg? Kelda: Gallup Føroyar