Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi NORÐURLOND Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, er valdur í stýrið fyri Norðurlandahúsið á Álandi Formaðurin er púra róligur Dávur Winther í stýrið fyri Norðurlanda­ húsið á Álandi Botnkarakter Fyrra kanningin eftir valið gav nýggju samgonguni hjá Kaj Leo Johannesen aftur hægsa skotsmálið 4,6. Meðan hendan síðsta kanningin gevur samgonguni botnkarakterin 4,1. Savnsmynd Uni Holm Johannesen Fólkaflokkurin, sum hevur hildið síni vallyfti, hevur framt stórar samfelagsligar broyt­ingar seinastu mán­að­ irnar. Ágangurin hevur verið øgiligur, men tíðin fer at vísa, hvussu broytingarnar roynast. Fólkaflokkurin stend­ur seg oftast illa í veljara­kann­ ingum. Tað kemur heldur ikki óvart á Jørgen Niclasen, formannin, at Fólka­flokk­urin hevði mist tveir løg­tings­ sessir, um løgtingsval var nú. Tað vísir kanningin, sum Sosialurin kunngjørdi miku­ dagin.Hetta úrslitið fær ikki formannin upp at reika. – Tað er ongantíð hugaligt við slíkari veljarakanning, men eg vil fegin vísa á, at ein veljarakanning, sum var kunngjørd dagin fyri løg­ tings­valið í fjør, vísti tað sama – at Fólkaflokkurin fekk seks tingsessir. Dagin eftir vann flokkurin løgtingsvalið og fekk átta tingsessir, so hetta elvir ikki til rumbul, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólka­flokkinum. Samgongan hevur verið fyri stórari herferð, síðan hon legði frá landi í november í fjør. Tað hevur verið skrivað og prátað dúgliga um stór­ málini við flatskattinum, at skatta pensjónir við inngjaldi, verkfallið hjá pedagogunum og annað. Jørgen Niclasen rópar tað herferð, har fjøl­ miðl­arnir eisini hava havt ein virknan lut. Tað fær sjálvsagt borg­ arar at hugsa um tað, sum sam­gongan er farin undir, er rætta kósin. Hóast Fólka­ flokkurin missir undirtøku, fegnast lands­stýris­maðurin í fíggjarmálum um, at sam­ gongan varðveitir meiri­lutan, sambært veljara­kanningini. – Hugsar tú um ágangin, sum hevur verið á okkum, so er tað ikki nøkur vanlukka at fáa 19 prosent av atkvøðunum og varðveita meirilutan. Vit hava framt broytingar, og nú fer tíðin at vísa, hvussu tað fer at eydnast, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólka­ flokkinum. uni@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov Seinastu tvey árini hevur Jørgen Meitilberg, fulltrúi í Mentamálaráðnum verið umboð vegna Føroyar í stýr­inum fyri Norður­landa­ hús­inum, NIPÅ, á Álandi. N o r ð u r l a n d a r á ð i ð hev­ur eftir tilmæli frá Menta­málaráð­num valt Dáva Winther í stýrið fyri norður­landahúsið á Álandi. Stýrisfundur er tvær ferðir um árið og á fundinum, sum hevur verið í dag í Mariehamn, varð Dávur Winther valdur til formann fyri stýrið. Norðurlandahúsið á Álandi, sum fyri nøkrum árum síðan hevur havt Mikkjal Helmsdal sum stjóra – núverandi studenta­ skúlastjóra, hevur 25 ár á baki og hevur verið rættiliga sjón­ligt á Álandi. Men eisini í ymiskum øðrum høpi í norður­lendskum verk­ ætlanum. m. a. eru tey við í eini størri films-og sjón­ leika­verk­ætlan, Gerpla, sum flestu norðurlondinin eru við í og hevur Arni Baldvinsson frá Føroyum ein leiklut í hesi verkætlan sum ljóðsniðgevi. Eisini skulu partar av filminum takast upp í Føroyum til enda­málið. Jóhanna av Steinum hevur havt áhuga­verda fram­sýning á Álandi í sam­ starvi við Norður­landa­ húsið har í februar í ár um føroyskan bindisið – list og snið­geving. Framsýningin vakti so stóran áhuga, at tey hava skipað fyri einum bindi­ átaki, har fólk kunnu lata inn eitt bundið plagg, ið er 15 x 15 cm, sum verður seym­að saman til eitt størri, og hevur luttøkan verið góð. Rithøvundasamrøða, hevur eisini verið í februar, har Hanus Kamban og Loe Lötham frá Álandi hug­ leiddu um rit­høvunda­ arbeiði í norður­londum – hetta sum partur av verk­ ætlan hjá Norður­landa­hús­ inum í Álandi Á Álandi, sum hoyrir til Finnland, búgva 28.000 fólk, og av teimum 12.000 í Mariehamn. eirikur@sosialurin.fo Frá vinstru Erla Huld Hadaoui, Ísland (NMR) Dávur Winther, Føroyar, Lars Brunstad, Noregi - Åsa Juslin, Åland direktör, Henry Lindström, Åland, Thórunn Erlu-Vadlimarsdóttir, Ísland, Johanna Lindstedt, Finland, Annegården, Helsingfors stad Fyrsti maður í rúmdini, russiarin Juri Aleksejevitj Gagarin, hevði fylt 78 ár í dag. Hann var føddur 1934 og doyði í 1968. sum fyrsta menniskja nakrantíð, var hann 7. mars í 1961, í rúmdini í ein tíma og 48 minuttir.