Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Fyrrverandi sovjetiski aðalskrivarin, Konstantin Ustinovitj Tjernenko, doyði 10. mars í 1985. 73 ára gamli politikarin og aðalskrivarin leiddi samveldi frá 13. februar í 1983 til deyðadagin í 1985. Rættar­ skipanar­ nevndin av ongum Leo Poulsen Á tíðindafundi í gjár kunn­ gjørdi Føroya Tele, at fyri­ tøkan hevði skrivað undir tveir sáttmálar um fjarskiftis samband við oljufeløgini, Maersk Oil og Hess. – Hesir sáttmálar eru fing­nir í lag gjøgnum eina langa tilgongd, har vit hava etabler­að kaðalviðurskifti og etablerað kontaktir til olju­feløg, og roynt at fing­ið samstarv. Og tað er í høv­ uðsheitinum starvs­fólkini á FT Net, sum hava fingið hesar kontaktirnar í lag saman við uttanhýsis fólki, eitt nú Johan Mortensen, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele. Hann heldur, at felagið hevur verið dugnaligt at fing­ ið í lag hesar sáttmál­arnar. – Vit meta, at vit hava verið kappingarfør, og gjøg­ num tær avtalur, vit høvdu framman undan hava kunna veitt ta tænastuna, sum vit hava lovað, sigur Kristian R. Davidsen. Avtalan, sum stjórin sipar til, er ein líknandi avtala við BP. – Vit halda, at tann av­ talan hevur havt støran týdning í hesum sambandi, tí tann fyrsta avtalan er altíð tann truplasta at fáa. Tað at samstarva við einum oljufelag og at liva upp til tey strongu krøv, sum eitt oljufelag setur, er rættiliga týdningarmikið, sigur Krist­ ian R. Davidsen. 15 ára sáttmálar Avtalurnar við BP, og nú eisini við Maersk Oil og Hess, kunnu skapa grundarlag fyri enn fleiri avtalum. – Vónandi kann tað gera tað. Vit hyggja alla tíðina eftir, um nýggir møguleikar eru fyri at fáa nýggjar kundar, og tað eru øki har nærhendis, sum kundu komið upp á tal, sigur Kristian R. Davidsen. Tað er tó einki ítøkiligt í løtuni. – Tað, sum vit hyggja eftir, er øki, ið liggja væl fyri í sambandi við tí neti, sum Føroya Tele hevur, og tað vil siga oljuboripallar, sum liggja nærhendis Cantat-3 kaðalinum ella SHEFA-kað­ al­inum. Men eisini gass­ terminalar á landi í Hetlandi havi vit fingið sum kundar, sigur Kristian R. Davidsen. Men hóast teir sáttmál­ ar­nir, sum nú eru gjørdir við Maersk Oil og Hess, røkka yvir 15 ár, er bara peningaupphædd sett á trý tey fyrstu árini. – Støddin á avtaluni er góðar 50 milliónir krónur yvir trý tey fyrstu árini. Aftan á hesi trý árini koma vit eisini at hava oljufeløgini sum kundar, men í hesum tíðarskeiðinum gera vit royndir, hvørjar tænastur teir skulu hava, hvussu nógv teir brúka, og hetta fer at vísa, hvussu stóran kapasitet, teir hava brúk fyri, sigur Kristian R. Davidsen. Prísurin fyri veitingarnar til tey bæði oljufeløgini verð­ ur so ásettur eftir nýtsl­uni. Prísurin lækkar Sáttmálin hevur stóran týdn­ ing fyri Føroya Tele. – Vit kunnu taka SHEFA sum eitt dømi, sum vit hava royndir við. Har er tað so­ leiðis, at føroyskir kundar gjalda umleið ein triðing av teimum inntøkum, vit hava á SHEFA, meðan útlendingar gjalda tveir triðingar, sigur Kristian R. Davidsen. Hann sigur, at soleiðis kunnu vit lýsa týdningin av at fáa útlendingar við á kaðalin. Nú verða so 50 milliónir krónur eyka at gera gott við hjá Føroya Tele, spurningurin er so, hvussu føroysku kund­ arnir fara at merkja hetta. – Vit arbeiða alla tíðina við at fáa betri og bíligari tæn­astur til føroyska kund­ an, og vit kunnu siga tað, at prísindeksið á fjar­skiftis­ tæn­astum er lækkað, har tað gene­rella prísindeksið er hækk­að, sigur Kristian R. David­sen. Stjórin á Føroya Tele held­ ur, at soleiðis eigur tað eisini at vera. – Tað er í hvussu er nakað, sum vit hava sum eitt mál, at fylgja altjóða rákinum, har fjarskiftisprísirnir lækka, sigu Kristian R. Davidsen. Leo Poulsen Tað stóðst nógv kjak í Løg­ tinginum mikudagin, tá eitt uppskot hjá Kára P. Høj­gaard um ikki at seta eina rættarskipanarnevnd, nakað, sum Løgtingið ann­ ars hevði samtykt. Orsøkin til, at eingin rætt­arskipanarnevnd verð­ ur vald á hesum sinni er, at landsstýrið skal spara, og Kári P. Høj­gaard finnur ikki tær 1,7 milli­ón­irnar innan fyri sínar fíggj­ar­ karm­ar, sum ein rættar­ skip­anarnevnd kostar. Hetta helt serliga Bjørt Samuelsen var ein undan- førsla, tí sambært henni var ikki neyðugt við so nógv­um pengum. Hon helt hinvegin, at 400.000 krón­ ur var nóg mikið, og um vilji var til staðar átti at bor­ið til at funnið hendan pening innan karmarnar hjá Innlendismálaráðnum. Kári P. Højgaard vísti á, at talan er um eitt stórt og umfatandi arbeiði, tí øll revsilógin skal gjøgnum­ gangast og lagast til føroysk viðurskifti. Hann lovaði tó, at arbeitt verður víðsri við málinum innan fyri orkuna hjá Inn­ lendismálaráðnum. Landsstýrismaðurin fekk hjálp frá óvæntaðari síðu, tá Gerharg Lognberg úr Javnaðarflokkinum vardi avgerðina. Løgtingsmaðurin úr Skop­un helt, at hetta ar­ beiðið var so mikið um­ fat­andi, at tað kom bæði at kosta nógvar pengar og taka langa tíð. Bjørt Samuelsen helt hin­vegin upp á sítt, og tað tóktist henni marg­ hátt­ligt, at tað júst skjuldi verða á hesum øki, at landsstýrismaðurin valdi at spara, tí tað var hann sjálv­ur, sum bæði einsa­ mall­ur og saman við øðr­ um hevði lagt uppskot fyri tingið um at seta eina rætt­ anarskipanarnevnd. Sambært uppskotinum skuldi talan vera um eina stóra nevnd við 12 lim­ um. Nevndin skuldi gjøg­ nu­mganga tær fleiri enn túsund paragraffirnar í revsilógini og laga tær til føroysk viðurskifti, so einki er at ivast í, at talan er um drúgt arbeiði. Nær setan av einari rættarskipanarnevnd aftur kemur á breddan er ikki greitt í løtuni, men tað sigur seg sjálvt, at tað kemur at taka langa tíð, skal ein einsamallur juristur í Innlendismálaráðnum gera tað arbeiðið, sum ætlað var 12 persónum. Eftir eina drúgva tilgongd er tað nú eydnast Føroya Tele at fáa sáttmála við Maersk Oil og Hess um fjarskiftis samband til oljuboripallar hjá feløgunum, sum fyrstu trý árini gevur Faroe Tele 50 milliónir krónur í vinningi Eitt tað fyrsta, Kári P. Højgaard ger sum landsstýrismaður, er at stegða at seta samtyktu rættarskipanarnevndini Tríára sáttmálar fyri 50 milliónir Sáttmálin við Maersk Oil og Hess er verdur góðar 50 milliónir krónur fyrstu trý árini Kári P. Højgaard sparir nú rættarskipanarnevndina, sum hann sjálvur stríddist við at fáa samtykta, burtur