Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ mars 2004 ] [ 5 ] [ 4 ] [ mars 2004 ] Tann 9. mars verður eitt megnaravrik fram- ført í Norðurlandahúsi- num. Aftur í ár stendur Studentaskúlin fyri at framføra ein sangleik. Flestu okkara minnast Skeyk og Godspell, og nú koma vit sterkt aft- ur við leikinum Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið Hesin sangleikur varð í 70’unum skrivaður av An- drew Lloyd Webber og Tim Rice. Upprunaheitið er Jo- seph and The Amazing Technicolor Dreamcoat, og týtt til føroyskt hava Anna Kristin Bæk og Dánial Hoy- dal. Søgan er hin vælkenda bíbliusøgan um Jósef, sum av øvundsjúku brøðurs sín- ar varð seldur sum trælur til Egyptalands, har hann fór ígjøgnum nógv ymiskt og at enda gjørdist hægsti maður Faraos - varafarao. Men eingir hestavagnar og tílíkt verða at síggja, tí leik- urin er nútímansgjørdur. Tað eru mest studenta- skúla- og HF næmingar, sum eru við í leikinum, men eisini er nógv hjálp komin uttanífrá. Kórið í skúlanum stuðlar nógv undir við sanginum, stjórnað av Zachariasi Sørensen. Heilt fitt av dansarum hava vit eisini, har Jóna Thomsen, sum í Onglandi hevur lisið innanfyri dans, er venjari. Jákup Veyhe er leikstjóri, og Anna Kristen, sum eisini týddi leikin, stendur eisini fyri at gera búnarnar til kórið, leikararnar og dans- arnar. Hesi ungu, evnaríku fólk- ini venja dúgliga næstan hvønn dag í vikuni og hyggja spent fram ímóti einari framúrskarandi frumfram- førslu týsdagin 9. mars. Jóannes Lamhauge fekk orðið á tveir av leikarunum, Høgna Reistrup og René Bischoff. Høgni Reistrup, hvør ella hvørjir eru tínir leiklutir í sangleikinum? Ja, altso, fyrst og fremst eri eg Siméon, ein av teim- um tólv beiggjunum, ið eis- ini er hin mest lærdi av teimum øllum. Akademikar- in, um ein so má siga. Hansara stóri áhugi liggur m.a. í franskari mentan og teimum ymsu egyptisku mosasløgunum. Eisini skal eg leika ein av lívvakarmonnunum hjá Fár- ao. Men um tú skal leika ein av egyptisku vaktunum hjá Fár- ao, so inniber tað óivað, at tú skal framføra nærum nakin omanbeltis. Er tað nakað, ið tú stúrir fyri, ella hevur tú kanska roynt tað áður? Stúri fyri? Nei, als ikki. Eg havi, sum tú sigur, roynt tað áður. Á jólum var eg t.d. við í einum dreingja- bólki, ið æt Hunang 5. Her skuldu vit millum annað vera á palli í berum yvir- kroppi. Tó var endamálið við bólkinum kanska fyrst og fremst at hála í smíli- bondini á fólki, sigur Høgni og smírist. Hevur tú annars nakrar sjónleikaraligar royndir, burtursæð frá hesum sangleikinum? Ja, fleiri. Eg havi valt mær leiklist, við Jón Thorstein- syni, sum lærugrein her á studentarskúlanum. Og har hava vit havt nógv jørn í eldinum seinastu tíðina. Vit hava millum annað leikt ein leik hjá Samuel Beckett. Og vit fara í næstum í holt við ein skemtileik, ið kallast "Hvør skal hava ommuna?", so eg vil siga, at eg ikki eri heilt óroyndur sum sjónleik- ari. Men eg má tó við- merkja, at eg hóast alt havi ment meg ótrúliga nógv leikliga hesa tíðina, eg havi vant til sangleikin, tí vit hava jú vant so nógv. Nær- um hvønn dag frá fyrst í januar. Hetta við SANG-leiki er jú hóast alt eisini spild- urnýtt fyri meg. Men tú hevur jú spælt og sungið rættuliga nógv í tín- ari tíð. Vit kunnu m.a. nevna Prix Føroyar, har tú var frontfigurur í bólkinum Lawetz, og so eisini sing- er/songwriter kappingina, har tú so dyggiliga sang teg inn í finaluna og inn í hjørt- uni á áhoyrarunum. So tað tónlistarliga átti í øllum før- um at verið í lagi. Men hvussu verður, tá tú nú skal seta tínar tónlistarligu og leiklistarligu dygdir saman í sangleiki? Tað er heilt avgjørt ein møtismikil avbjóðing. Men framum alt er hon sera spennandi og markarbrót- andi. Nú nærkast framførslurnar uppi í Norðurlandahúsinum alsamt, og fólk royna sum vargar at skava undir seg atgongumerki til tær av- markaðu sýningarnar. Hvat heldur tú um seriøsitetin hjá fyriskiparunum og stig- takarunum, ið fáast við leik- in? Samsvarar hann á nakr- an hátt við hin stóra áhugan hjá fólki? Ja, tað ger hann so av- gjørt. Eg haldi at seriøsitet- urin kring verkætlanina er ógvuliga stórur, og tí havi eg eisini stóra virðing fyri. Tað hevur ótrúliga nógv at siga, at øll eru seriøs hvør á sínum posti, serstakliga tá talan er um eina so stóra og ófatuliga dýra verkætlan. Hetta er jú ein verkætlan í milliónaklassa, ið fíggjast skal, og so eru tað eru jú eisini gott og væl tilsamans 100 sangarar, blásarar, tóleikarar, sjón- leikarar, dansarar, listafólk, timburmenn og seymikonur, ið dagliga royna at gera sítt ítasta fyri at fáa endar- nar at røkka saman og tingini at rigga. So ein er næstan í tí støðu, at ein ikki torir at gera annað enn at spenna seg út sum frægast. Tað liggur tá eisini eitt eyka stórt trýst á mær og okkum sjónleikarum, ið skulu virka sum hin berandi parturin í verkætlanini. Nú er stutti steðgurin longu at enda komin, og tropparnir verða aftur bið- nir um at savnast til kór- venjingar í kórvenjingarhøli- num. Tað sæst, at øll her uppi taka kórsangin í djúp- asta álvara, og eg ivist ikki í, at úrslitið uppi í Norður- landahúsinum fer undir ongum umstøðum at standa aftan fyri forvænt- ingarnar hjá nøkrum. Seinni hetta sama kvøldið var eg so mikið heppin, at eg eisini fekk eitt lítið prát við René Bischoff, ið, burt- ursæð frá at sjálvur vera sjónleikari í sangleikinum, eisini hevur staðið fyri ein- um fittum parti av fyriskip- ingararbeiði. T.d. hevur hann sniðgivið og uppsett ta væl umtóktu sangleiks- heimasíðuna www.hoydalar.fo/josef og plakatina, ið er at síggja á nærum hvørjum gøtuhorni í Havnini. René Bischoff, kanst tú greiða eitt sindur frá tíni serstøku uppgávu handan verkætlanina? Ja, sjálvandi. Burtursæð frá at vera leikari havi eg, sum tú sigur, fingið tað álit at evna bæði sangleikspla- katina og heimasíðuna til, og má hetta sigast at hava verið ein avbjóðing hvør í sínum lagi, tí tað hevur jú nógv at siga, hvussu ein skapar reklamu fyri eini so stórari verkætlan sum hesa. Tað skal jú bæði app- ellera til fólk og siga okkurt í sær sjálvum. Tað krevst til dømis, at plakatin er litrík og fangar eygað á fólki alt fyri eitt, og havi eg til sama endamál roynt so vítt gjør- ligt at skorið hana til, so at hon verður so einføld sum gjørligt, men samstundis so spennand og forkunnug sum gjørligt. Hitt gylta sniðið er tildømis ein gjøgn- umgangandi tráður í bæði plakat og heimasíðu. Er hetta so fyrstu ferð tú fæst við tílíkt arbeiði? Nei, tað er tað ikki. Eg starvist dagliga sum forrit- ari á Kervinum, og har er uppgávan hjá mær m.a. hetta at gera líknandi forrit og annað innan kunningar- tøkni og alnót. Eg havi skilt á lagnum at hetta er eitt rættuliga stórt mentunartiltak tit eru farin í holr við. Hvussu ber tað til, at ein so stórur táttur verður tikin upp? Ja, rætt hevur tú. Hetta er ein risaverkætlan í størsta Broadway lutfalli, ið føroy- ingar ongantíð hava sæð áður. Tað eru fleiri grunnar, ið standa fyri fíggingini og fyriskipingini. Tað er kanska, tí at hildið verður, at ov fáir sangleikir verða framførdir á okkara leiðum sum heild, og kanska alt ov lítið av tílíkum stórum sangleikum sum hesum. Tað er jú ikki hvønn dag, at ein Andrew Lloyd Webber/Tim Rice sangleik- ur verður sýndur á okkara oyggjum. Ein sjónleikur sum hesin umboðar nevniliga allar aldursbólkar og allar smakkir, um so ber til at siga. Vit síggja fyrst og fremst bíbilsku søguna um Jósef og dreymakotið, samstund- is sum vit hoyra eitt hav av frálíkum tónleikassløgum og temum, gomlum sum nýggjum. Eitt nú kunnu nevnast swing, calypso, rock‘n roll, disko, country, og mangt annað. So á ein hátt ber til at siga, at sjón- leikurin er tíðarleysur í allar mátar. Eisini eru goymd fleiri smá loynilig yvirraskilsi, ið verða avdúkað í sangleiki- num, ið munnu fara at vekja nógv bilsni ímillum áskoðararnar. Til síðst vil eg spyrja, hvørjir tinír leiklutir í sjálvum leikinum eru? Mínir leiklutir eru: Gád, ið er ein av beiggjunum hjá Jósefi, tænari hjá Potifár, og Fárao. Hin síðsti leiklut- urin hjá mær er eitt av mongu loyndarmálunum, ið eg nevndi áður, og sam- stundis er hann eitt sindur av kryddinum í sangleiki- num, sigur René og blunkar smírin við øðrum eyganum. Atgongumerki eru til sølu í Norðurlandahúsinum og í Kunningarstovuni fyri 150 kr stykki. ÓTRÚLIGA LITFAGURT Smyril Line pdf. J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo 1 vika í Danlandi Íroknað er: ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari við wc/bað, innan. Uppihald í Danland-íbúð í Hirts hals, Blokhus ella Ebeltoft í 1 viku fyri 2 vaksin og 2 børn við bili. Fráferð 01.04 ella 08.04. 6.995,- Easterhoull í Hetlandi 1 vika Íroknað ferð við gisting fyri 2 vaksin og 2 børn við bili fram og aftur úr 4.500,- Danland – er vorðið eitt hitt best umtókta ferða- málið hjá føroyingum Danland frítíðardeplarnir hava vælinn- rætt aðar íbúð ir við køki og nógv frítíðar- tilboð eru fyri bæði vaksin og børn. Summarhúsini hava køk og baði rúm og eru væl útgjørd ann ars. Tey hava 2 ella 3 kømur og kunnu hýsa upp til 6 fólkum. Danland Danland Pers Hotel Pers Hotel páskaferð, páskaferð... 1 vika á Pers Íroknað er: Sigling Tórshavn-Bergen og aftur í 4-koyggjukamari innv. við wc/bað. Hartil 7 gistingar í smáttu, uttan kost og 2 gistingar í Bergen á út- og heim ferðini fyri 2 vaksin og 2 børn við bili. úr 6.000,- Pers Hotel er ein av teimum fáu frítíðardeplunum í Noregi, ið hava baðiland. Depilin liggur í tí avbera vakra Gol-økinum. Sera barna vinarligt við einum hópi av frítíðarmøguleik um. Koyri tíðin frá Bergen er einar 4-5 tímar.