Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 44 - 4. mars 2004 Nr. 44 - 4. mars 2004 5 Fyrstu ferð í Klaksvík FRAMSÝNING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen letur upp listaframsýning í Leikalund í Klaksvík hósdagin 4. mars klokkan 16. Høvið verður at heilsa uppá Sigrun henda dagin. Við á framsýningini eru 10 verk. Myndir- nar eru til sølu og eru annars at síggja í van- ligari upplatingartíð frá mánadag til fríggj- adag frá 10 til 17:30 og leygardag frá 10 til 13. Sigrun málar burtur- av. Hon hevur ein egn- an, ímyndandi stíl, og myndevni í verkunum er menniskja og til- vera, lív og deyði alt lýst av einum trúðar- ligum sinni. Myndir- nar fevna bæði real- ismu og surrealismu og eftir stendur ofta ein rein, sterk og graf- isk ímynd, ið gevur okkum nakað at hugsa um. Framsýningin verð- ur hangandi til fyrst í apríl. Framsýningar uttanlands Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen er fødd í 1950, hon hevur holla útbúgving innan máln- ingalistina: Tekniskúla hjá Ask- ou Jensen á Glyptotek- inum í Keypmanna- havn 1971-73, Det Kongelige Danske Kunstakademi 1973- 80 við fleiri kendum lærarum millum annað Vilhelm Freddie. Sigrun hevur sýnt fram fleiri ferðir fyrr. Hon hevur haft fleiri einkarsýningar í Før- oyum, Danmark og Grønlandi, somuleiðis sum hon eisini hevur luttikið á fleiri felags- framsýningum í Før- oyum, flest øllum Norðanlondum, Á- landi og USA. Í apríl mánaða tekur ein ørvísi og spenn- andi framsýning við eftir Sigrun. Tað eru tær trýggjar: Astrid Andreasen, Tita Winther og Guðrið Poulsen ið lata upp eina framsýning Í tær saman hava evna. Her vera fleiri fjølbroytt listaverk har ymisk tøkni er nýtt,at síggja. Hendan framsýning- in letur upp 16. apríl. Gunnar Mikkelsen, sum vann Stjerne for en aften nýtur at vera hjá ommu sínu, Ebbemiu í Havn í nakrar dagar, áðrenn hann skal framføra alment fyri fyrstu ferð í Føroyum SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Seint í fjør vann hálvi før- oyingurin Gunnar Mikkel- sen Stjerne for en aften, og líka sum hjá Guðruni Sólju Jacobsen broyttist lívið hjá honum nógv. Gunnari dámar væl at vera komin til Føroya at framføra. Hann kom til landið týskvøldið, men hansara framførslur byrja ikki fyrr enn fríggjadagin. Tá verður hann á torgi- num í SMS, fríggjakvøldið verður hann at síggja í Ec- lipse og leygarkvøldið í mentanarhúsinum í Fugla- firði. Og so gongur leiðin aftur til Danmarkar sunnu- dagin. Hetta er ein hørð skrá fyri 21 ára gamla Gunnar, men hann sigur, at hann longu hevur vant seg so nøkulunda við tað. Tí tað hevur verið ferð á, síðani hann vann kappingina. Sjálvur fegnast hann um hetta høvið at koma til Før- oyar, tí nú eru tvey ár síðani, at hann var her sein- ast. Fjalltúrar og Ólavsøka 21 ára gamli hálvi føroy- ingurin tosar danskt, men hann skilir kortini føroyskt. Mamma hansara, Kristi- anna, tosar føroyskt við hann, men hann svarar aftur á donskum. Hon og stóra systurin hjá Gunnari eru við í Føroyum og vitjað ommuna. – Eg skilji føroyskt, um tað ikki verður tosað ov títt við meg. Men eg havi ong- antíð tosað tað sjálvur, tí niðri er ikki nógv meining í at tosa tað, sigur hann. Hann er tó skjótur at rætta seg sjálvan, tí hann kemur at hugsa um, at hann gekk í skúla í Havn í eina tíð í fyrsta flokki. – Vit vóru bara ikki nóg longi her til, at eg rættuliga festi meg við málið, sigur hann. Tá Gunnar verður spurd- ur um Føroyar, sigur hann, at honum dámar væl at vera og ferðast hjá ommuni í Havn. Tað, sum hann minn- ist best aftur á, eru gongu- túrar í fjøllunum og so Ólavsøku, sum hann dugir sera væl at úttala, hóast hann sigur seg ikki tosa nógv føroyskt. Hann sigur, at upp gjøgn- um árini, hevur hann verið í feriu í Føroyum, so ofta sum tilbar. Seinast hann var her, var fyri tveimum árum síðani, og heldur hann, at nú var tíð uppá at koma aft- ur. Men hann droymdi ikki um, tá hann var her seinast, at næstu ferð fór hann at koma aftur sum tónleikari. Tónleikur fyllir nógv Tá Gunnar var liðugur á student, har hann av álvara menti sín áhuga fyri tón- leiki, vildi hann royna nak- að heilt annað. Hann fór til Kanada at ar- beiða á eini ranch, sum tað verður kallað. Har arbeiddi hann við kúm og hestum. Hetta var serliga hart kropsligt arbeiði. Úr Kanada fór hann beint í kappingina Stjerne for en aften, so tað var ein koll- velting í hansara lívi at vinna hana og so bert fáast við tónleik. – Tónleikur hevur altíð fylt nógv í mínum lívi, men hetta droymdi eg altso ikki um, sigur fryntiligi hálvi føroyingurin. Royndarferð Gunnar sigur, at hann fer at gera nógv við tónleikin nú, hann hevur fingið henda gylta møguleikan. Hann ar- beiðir saman við framleið- arum og øðrum úr Stjerne for en aften við einari fløgu. Hendan fløgan kem- ur helst út um mánaðar- skifti apríl/mai. Og um tað gongur væl við henni, og fólki dámar hansara tónleik, so fer Gunnar at seta nøsina eftir at geva eina aðra fløgu út. – Nú mugu vit fyrst síggja, hvussu hendan fløg- an verður móttikin, sigur hann tó varin. Men hann dylir ikki fyri, at dreymurin er at liva av tónleiki. Áðrenn alt hetta byrjaði, arbeiddi hann sum sagt í Kanada. Men tað var bert fyri at royna okkurt øðrvísi frá dagligu skúlagongdini og so framvegis. Hann hevði ætlanir um at taka eina útbúgving, men hann visti bara ikki, hvat tað skuldi verða. Og tað veit Gunnar ikki enn tann dag í dag. – Um tónleikurin ikki verður til tað stóra, ja, men so er tað ongin »kata- strofa«. So verður hann til mítt ítriv, og so fari eg í holt við eina útbúgving. Hvat tað so enn verður, sigur Gunnar Mikkelsen, sum er farin á sín fyrsta royndartúr innan tónleikaheimin. Vón- in og dreymurin eru, at tað verður til meira enn bara ein royndartúr, men hann sær realistiskt uppá alt hóv- astákið kortini. Gunnar fer niður aftur sunnudagin og beint aftur í studio at arbeiða víðari við fløguni. Gott at vera heima hjá ommu Tá Gunnar Mikkelsen seinast vitjaði ommu sína, Ebbemiu, droymdi hann ikki um, at hann fór at koma aftur hendanvegin tvey ár seinni sum tónleikari Mynd: Álvur Haraldsen Tvøroyar Býráð fer nú at søkja eftir bý- arverkfrøðingi, men ætlanin er at hann skal vera til taks hjá øðrum kommunum eisini KOMMUNUMÁL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tvøroyri: Nú fer Tvør- oyrar Kommuna aftur at søkja eftir býarverkfrøð- ingi. Kommunan hevur ong- an býarverkfrøðing havt í fleiri ár, men á býráðs- fundi mánakvøldið sam- tykti býráðið aftur at søkja eftir býarverkfrøð- ingi. Kommunan hevur fleiri ferðir áður roynt at søkja eftir býarverkfrøð- ingi, men ongin hevur verið áhugaður. Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at ætl- anin er, at tað skal eisini bera til hjá øðrum kommunum at brúka bý- arverkfrøðingin á Tvør- oyri ímóti gjaldi. Tað merkir, at tað skal eisini bera til hjá honum at gera uppgávur fyri aðrar kommunur í Suður- oynni. Kristin Michelsen sig- ur, at Tvøroyrar Komm- una brúkar rættiliga fitt av pengum uppá at keypa verkfrøðingartænastur aðra-staðni frá og tað sama gera aðrar komm- unur í Suðuroynni eisini. Hann heldur tí, at tað vera vert at varðveita hesa tænastuna, og so- statt eisini arbeiðspláss- ið, í Suðuroynni. Tað hevur eisini verið nevnt, at allar kommun- urnar í Suðuroy áttu at sligið seg saman um ein oyggjarverkfrøðing, men tað er ikki komið longri, so nú tekur Tvøroyrar Komm-una stigið og søk- ir eftir einum verkfrøð- ing sjálv, sum so eisini kann arbeiða fyri aðrar kommunur. Tvøroyrar Býráð hevur samtykt at taka undir við ætlanini at gera eftirskúla í Suðuroy, men tað fíggjarliga má bíða EFTIRSKÚLI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tvøroyri: Tvøroyar Býráð tekur undir við ætlanini at gera ein føroyskan eftir- skúla í Suðuroy. Tað hevur býráðið á Tvøroyri samtykt. Hesi seinastu fýra árini hevur ein arbeiðsbólkur ar- beitt við ætlanini at byggja ein eftirskúla í Suðuroy og nú er komið so lagt, at fyri- spurningur er sendur kommununum um at bera ein part av kostnaðinum. Ætlanin er at fáa allar kommunurnar í landinum at vera við og áheitan er send kommununum um at vera við. 60-80 næmingar Í upplegginum til kommun- urnar, sigur arbeiðsbólkur- in, at hann kundi hugsað sær ein eftirskúla til 60-80 næmingar og mett verður, at hann fer at kosta einar 40-50 milliónir. Arbeiðsbólkurin vísir eisini á, at eftir lógini um eftirskúlar, betalir landið 50% av byggingini og 70% av rakstrinum. Teir siga, at ein leistur kundi verið, at kommunur- nar kring landið betala sín part av byggingini eftir fólkatalinum. Av tí, at landið rindar helvtina, verða 20-25 milli- ónir eftir til allar kommun- urnar at betala. Arbeiðsbólkurin hevur sostatt roknað út, at fyri Tórshavnar Kommunu hevði hetta merkt, at hon kom at betala 2,5-3 milli- ónir um árið í trý ár, ella 8- 9 milliónir tilsamans til byggingina. Men Havnin er so stór, at Tórshavnar Kommuna hevði komið at betalt ein triðing av kostn- aðinum, ella gott tað. Verða allar kommunur- nar í Suðuroy við, koma tær sostatt at betala tríggjar milliónir tilsamans. Og á býráðsfundi mána- kvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð so at styðja ætlanini. Men Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at bý- ráðið tók ikki støðu til, um kommunan skal vera við til at betala ein part av kostn- aðinum eftir tí leisti, sum arbeiðsbólkurin hevur skot- ið upp. – Enn er ætlanin komin alt ov stutt til at støða kann takast til tað, sigur hann og at tað er ein spurningur, sum kommunan má venda aftur til, kemur tað so langt. Hann sigur, at samtyktin hjá kommununi var mest fyri at vísa, at Tvøroyrar Býráð stuðlar tiltakinum og tekur undir við, at ein eftir- skúli verður skipaður í Suð- uroy. – Tað hevur sera stóran týdning fyri at skúlin skal kunna gerast veruleiki, at kommunurnar í Suðuroynni stuðla ætlanini, eisini fyri at fáa onnur at taka undir við henni, sigur Kristin Michelsen. Vilja hava verkfrøðing aftur á Tvøroyri Taka undir við eftirskúla í Suðuroy KONSERTFERÐ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Vágur: Í dag, hósdag, fer Kirkjukórið Ljómur úr Vági til Danmarkar. Kór- ið er boðið til Lemvig til Museet for Religiøs Kunst í samband við eina Mikinesframsýnig. Kór- ið syngur, tá sýningin let- ur upp leygardagin klokkan 11. Fyrsta konsertin verður tó longu fríggjadagin klokkan 17 í Langenæs- kirkjuni í Århus. Leygar- dagin verður sungið í Lemvig. Sunnudagin syngur kórið í gomlu Vestervig kirkjuni og á kvøldi verður farið víðari til konsert í Viborg klokkan 19. Leiðin gongur aftur til Føroya mánadagin. Ein heimsfrumfram- førsla er á skránni á ferð- ini. Tónaskaldið Pauli í Sandagerði hevur sett tónleik til yrkingina »Lendið« eftir Christian Matras. Verkið verður fyrstuferð framført á konsertini í Lemvig. Tónaskaldið hevur røtur suðureftir. Abbi hansara, Pauli Dahl, var úr Vági og var bróður Edith Dahl, fyrsta kórleiðara hjá Ljómi. Skattaborgararnir á Tvøroyri hevur gold- ið tilsamans 5,3 milli- ónir fyri Nautilus-æv- intýrið, men nú skal ein endi fáast á tí søg- uni KROPSVENJING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tvøroyri: Nú skal ein endi fáast á Nautilus-ævintýri- num hjá Tvøroyrar Komm- unu. Tað samtykti Tvøroyrar Kommuna á býráðsfundi mánakvøldið. Tá ið nógv umrødda kropsvenjingarmistøðin, Nautilus, í Havn fór á heys- in, keypti Tvøroyrar Kommuna útgerðina fyri 2,25 milliónir, hetta var í 1986. Men tilsamans hevur skattaborgarin á Tvøroyri goldið 5,3 milliónir fyri hetta ævintýrið, tí umframt at keypa útgerðina, er pen- ingur brúktur til at innrætta høli fyri o.s.fr, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Kortini má ásannast, at tað er ógvuliga lítil nytta, sum tvørafólk hava fingið burturúr hesi íløguni hjá kommununi, tí útgerðin hevur verið lítið og onki brúkt. Eitt skifti varð hølið inn- rættað í kjallaranum í skúl- anum í Trongisvági til kropsvenjingarstøð, men hon var ikki opin leingi. Síðani eru ymsar royndir gjørdar at fáa nyttu burt- urúr útgerðini. Eitt nú hava ítróttarfeløg á Tvøroyri roynt eydnuna, men heldur ikki tað hevur borið til og tey hava givið skarvin yvir, sigur Kristin Michelsen. Úrslitið er, at útgerðin fyri tað mesta hevur ligið burturgoymd. Á býráðsfundi mána- kvøldið samtykti Býráðið einmælt at selja út- gerðina, tí skal kommunan verða endaliga loyst frá hesi fíggjarligu ábyrgdini endaliga. Tó hevur býráðið sett ta treyt, at keyparar av Tvøroyri hava for- keypsrætt. Men Kristin Michelsen sigur, at t a n n , sum keypir útgerðina, skal seta hana upp, so at nytta fæst burturúr henni. – Tann, sum keypir út- gerðina, skal hava eina í- tøkiliga ætlan við henni, leggur hann afturat. Hevur kommunan ikki skyldu at selja til hægsta boð fyri at bjarga sum mest innaftur av skattaborgarans pengum? Tað hevur hon helst, men áhugaður keypari hevur vent sær til kommununa við fyrispurningi um út- gerðina, sum ætlanin er at seta upp. Og býráðið heldur, at tað vildi verið spell at latið út- gerðina farið onkra aðra- staðni, nú hon kortini hevur verið borgarunum á Tvør- oyri so dýr. Men vit gjørdu kortini av at lýsa hana til sølu, so at aðrir áhugaðir eisini kundu fáa høvi at gera vart við seg. Og bjóðar ongin á Tvøroyri, eru onnur eisini vælkomin, sigur borgar- stjórin á Tvøroyri. Selja útgerðina hjá Nautilus Kirkjukórið Ljómur á Danmarkarferð Ljómur fer konsertferð til Danmarkar. Hendan summarmyndin er tikin í Ólafsvík í 2003 Regin Vágadal o. o. munnu mangan hava lyft vektirnar hjá Nautilus… Savnsmynd C M Y K 5 4