fríggjadagur 9. mars 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Sunnudagin 18. mars klokkan 16.00
verður konsert við Sebastian og Eivør
í Norðurlandahúsinu. Dóttir Sebastian,
Sara Grabow, gestasangari á konsertini.
Hann er føddur sama ár sum
Dansifelagið í Havn varð sett
á stovn, Norðurlandaráðið
varð stovnað, og tað var
sama árið, sum Ford Taunus
12 og Taunus 12M við 1,2 liturs
motori komu á marknaðin.
Hvørt Maggi hevur áhuga
fyri Dansifelagnum í Havn
ella um Norðurlandaráðið
var stovnað, tað skal eg lata
vera ósagt, men at nakrir
bilar vóru gjørdir tá, tað veit
eg at hann hevur áhuga fyri.
Tað varð bara ein Maggi
føddur fyri 60 árum síðan,
men tað komu nógvir Ford
Taunus 12 og Taunus 12M við
1,2 liturs motori. Men nú 60 ár
eru liðin, kann staðfestast, at
bilarnir eru upprustaðir og
burturbeindir av elli, næstan
allir, men Maggi, ja hann
skrivar framvegis um somu
bilar.
Sjálvur er undirritaði væl
yngri enn Maggi, og hóast eg
ikki havi tosað við Maggi um
hetta fyrr, so kann eg siga
tað her, at Maggi var ein fyri
mynd hjá okkum yngru, sum
høvdu áhuga fyri bilum.
Tá man tosaði um bilar
norðuri í Klaksvík, ja so
tosaðu vit ofta um Maggi
í Havn, sum hevði tann og
tann flotta bilin. Jú, Maggi,
nú arbeiði eg saman við eini
fyrimynd, sum vit høvdu, tá
ið eg var ungur.
Tað kom meir enn so fyri,
at Eiler Rasmussen, fotograf
urin í Klaksvík, fekk eina
vitjan, so filmur og blitztern
ingar blivu keypt, áðrenn
man fór við Pride til Havnar,
tí nú ráddi um at fáa myndir
av bilinum hjá Maggi, um
so var, at vit møttu honum í
havnargøtum.
Komin aftur til Klaksvíkar
var bein leið sett niðan til
Eiler at fáa hann at framkalla
myndirnar. Ikki eru so fáir
bilar í Klaksvík lakkeraðir
eftir ‘spiónmyndum’ av bil
unum hjá Maggi. Onkur øðr
vísi ‘havnarstrípa’ bleiv eisini
sett á, tí Maggi’sa bilur eisini
hevði slíka.
Góði Maggi, tað var tann
tíð, tá ið bilar fyltu alt í okk
ara dreingjahøvdi, men tað
kanst tú ikki siga, tí fyri títt
viðkomandi var tað ikki
bara tá! Framvegis fyllir bil
urin títt høvd, ja so nógv, at
fólk frá fjar og nær ringja
og spyrja teg um ymiskar
finessir á ymsum bilum, sum
eru elligamlir og langt síðani
er gloymdir millum manna.
Tað stuttliga við hesum er,
at tú kanst siga teimum sum
ringja, uppá ár og dato, nær
bilarnir høvdu hornablink
ljós, avlong høvuðsljós, spegl
á instrumentborðinum og
hvør átti hvønn bil í 50’, 60’
og 70’unum. Tað eru ikki
nógvir, sum kunnu tað, sum
tú kanst.
Eg hoyrdi ein starvsfelaga
siga, at tað fór ikki eitt kvøld,
leygardagur ella frídagur
framvið, har grannar ikki
hoyrdi bukan, bankan og
slípan úr garasjuni í Dalatúni,
har tú vaks upp. Eg kann
bara ímynda mær,
hvussu tað hevur kenst hjá
yngri havnadreingjum, at bil-
Maggi búði í Havn. Eg kann –
uttan at eg veit tað – ímynda
mær, at havnardreingirnir
gingu niðan at lúra ígjøgnum
vindeyguni í garasjuni í
Dalatúni, har tú, sum skilst,
hevur fingist nógv við bilar.
Dreingirnir hava fylgt gongd
ini, tá ið bilarnir hava skift
ham ...
Eg veit, at Maggi enn
droymir um ta tíðina, tá ið
hann fekk loyvi at ‘spæla’ við
bilar og so koyra ígjøgnum
Havnina at vísa fram verkið,
sum hann hevði lagt alla
sálina í. Men tíðir broytast og
Maggi er ikki sørt broyttur
við tíðini. Alt er ikki bara
bilar. Vit minnast øll Maggi,
sum fór heim at vera hús
faðir. Hetta var í trongu
árunum fyrst í nítiárunum.
Tey høvdu fýra børn, og
Maggi tók á seg uppgávuna
at passa børnini og halda hús
og heim. Tá hevur neyvan
verið stundir
at
hugsa
um bilar, tí
menn klára
bara ein
u p p
gávu
í senn, siga klók fólk.
Havnarmaðurin Maggi er
sonur Jenny og Eigil Gunn
arsson, sum bæði eru farin
foldum frá. Hann er giftur
Birgitte. Tey eiga fýra børn
og búgva í Gæsugøtu í Havn.
Beint eftir at teir tiltiknu
Mazda-bilarnir kom til Før
oya, fór Maggi at læra til bil
mekanikara hjá Johs. Berg
umleið 1968. Eftir tíðina hjá
Johs. Berg starvaðist hann
hjá Hanseman Gaard, sum
seldi Citroën bilar. Í nøkur ár
arbeiddi hann á bugluverk
staðnum hjá Carlo Petersen
og seinni hjá Super Dekk
Service hjá Sámali Bláhamar.
Har var hann í fleiri ár, til
hann fór at koyra buss. Seinni
fór hann á Posthúsið, og
starvast hann sum bilførari
hjá Postverkinum.
Sum tað sæst so velur
Maggi
bara
arbeiðspláss,
sum hava okkurt við bilar at
gera, og soleiðis er eisini her í
Miðlahúsinum. Bilar og aftur
bilar hevur verið hansara
allanvegin í gjøgnum. Her í
Miðlahúsinum hevur hann
skrivað síðu upp og síðu
niður um bilar, og í fleir førum
hevur hann eisini vitjað stóru
bilframsýningarnar úti í verð.
Maggi er spakførur maður
og dugir væl at umstilla seg,
tá ið tað krevst. Í hesum
sparitíðum hevur leiðslan í
Miðlahúsinum gjørt nógvar
tillagingar, so at fólk hava
verið noydd at laga seg til
broyttu umstøðurnar. Maggi
tók hesar broytingar sum
eina avbjóðing og er nú
vorðin bilummælari og sølu
maður av blaðlýsingum. Tá
Miðlahúsið keypti Rás2, var
einki meira nátúrligt, enn at
vit fóru at gera eitt bilradio,
sum Maggi beinanvegin bjóð
aði seg fram at standa fyri.
Hevur tú givið Maggi
ein uppgávu, so verður hon
avgreidd til fulnar. Persónliga
havi eg starvast saman við
Maggi í 6 ár, og tað eru læru
rík ár fyri meg, tí Maggi er
avhildin,
skemtingasamur,
veit nógv og ikki minst, so
er hann ein ómetaliga fittur
starvsfelagi í Miðlahúsinum.
Góði Maggi: Til lukku við
60 ára degnum!
Heilsan
Birgir W Høgnesen
Maggi Gunnarsson 60 ár
Her eru nøkur av
tínum lívsverkum,
sum tú sjálvur
umrøður oftast.
Spanska Fluga á ferð. Seinastu sýning
arnar av leikinum »Spanska fluga« verða í
Løkshøll í Runavík. Leygardagin 17. mars kl.
16 og kl. 20. Og sunnudagin 18. mars kl. 16.