fríggjadagur 9. mars 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í dag fyllir Magnus Gunnars
son, betur kendur sum Maggi,
60 ár.
Maggi er havnarmaður,
sonur Eigil og Jenny Gunn
arsson. Hann úr Vági og hon
av Toftum. Maggi eg giftur
Birgitte. Tey eiga fýra børn
og búgva í Gæsugøtu í Havn.
Maggi fór í læru sum
bilmekanikari
hjá
Johs.
Berg seinast í sekstiárunum,
helst var tað í 1968. Hetta
var beint eftir, at Mazda-
ævintýrið í Føroyum byrjaði.
Fyrsti Mazdabilurin kom til
landið árið fyri, og skjótt var
hann populerasti bilurin í
landinum.
Maggi hevur altíð havt
áhuga fyri bilum, og hann
hevur
fingist
nógv
við
bilar. Tað fór ikki eitt kvøld,
leygardagur ella frídagur
annars, har tú ikki hoyrdi
bukan, bankan og slípan úr
garasjuni hjá Eigili í Dalatúni
við Dalavegin, har Maggi
vaks upp. Hann var altíð í
sving, og mangar buglur eru
rættaðar út har, og mangur
bilur er sproytlakkeraður
har.
Eftir
lokna
útbúgving
starvaðist
Maggi
nøkur
ár hjá Hanseman Gaard,
sum seldi Citroën bilar á
Velbastaðvegnum.
Eisini
arbeiddi hann á bugluverk
staðnum hjá Carlo Petersen
í Tórfinsgøtu í nøkur ár, til
hann fór í starv hjá á Super
Dekk Service hjá Sámali
Bláhamar. Har var hann í
fleiri á, til hann fór at koyra
buss.
Maggi hevur eisini roynt
tað, sum fáur maður hevur
roynt: Hann hevur verið
heimagangandi
húsfaðir!
Hetta var í trongu árunum
fyrst í nítiárunum. Tey høvdu
fýra børn, og Maggi tók á seg
uppgávuna at passa børnini
og halda hús og heim. Hetta
starvið røkti hann í tvey ár.
Seinni fór hann á Post
húsið, og starvaðist hann sum
bilførari hjá Postverkinum,
og kom hann víða um landið
í hesum starvi.
Meðan Maggi var á Post
húsinum, starvaðist hann
framíhjá
sum
free-lance
blaðmaður
á
Sosialinum,
har hann serliga fekst við
at skriva um bilar. Hann var
eisini aktivur limur í Føroya
Ellisakførum, og hevur verið
við til at savnað nógv søgu-
ligt tilfar saman um føroysku
bilasøguna.
Maggi er eisini rithøv
undur. Tí tá bilstøðin Auto
fylti fimmti fyri nøkrum
árum síðani, tá heittu tey á
Maggi um skriva søguna hjá
bilstøðini, sum kom út og
vakrari og greiðari bók.
Seinastu
mongu
árini
hevur Maggi verið fastur
fúsur á blaðnum. Hann
var tey fyrstu mongu árini
partur av blaðredaktiónini,
fyrst serliga við bila- og
ferðslutilfari,
seinni
við
navnatilfari. Seinastu árini
hevur hann fingist nógv
við
marknaðaruppgávur,
og hann hevur eisini sína
førstu sending á Rás2, Bila-
og vinnuradio.
Føðingardagin er Maggi
burturstaddur,
men
vit
starvsfelagar í Miðlahúsinum
ynskja
honum
hjartaliga
tillukku!
nøvn
Ung kappast á Sement. Av tí at metnógvir bólkar hava
meldað seg til í ár – heilir 27 – er neyðugt við einum
undanumfari aftrat. Hetta merkir, at tað ikki bara eru tvey
undanumfør, ið upprunaliga var ætlanin, men trý.
Økonomi fyri
ikki-Økonomar
Skeið
15. -16. marS 2012
Vilt tú betra um tína fatan av økonomi
og fíggjarstýring? So er hetta skeiðið júst
nakað fyri teg!
Tú situr kanska við eini fíggjarligari
ábyrgd í tínum arbeiði, og kortini tørvar
tær betri fatan av fíggjarligu saman-
hangunum á arbeiðsplássinum.
Kom og fá grundleggjandi orðingar og
meginreglur í búskapi upp á pláss.
Gjøgnum báðar skeiðsdagarnar verður
títt innlit í fíggjarstýring og fíggjar-
ætlanum ment, og tú verður kunnug/-
ur við grundleggjandi orðingar og
meginreglur í búskapi.
Skeiðið er viðkomandi fyri bæði privatu
vinnuna og almenna sektorin.
Á SkrÁnni
Fá betri fatan av fíggjarligu
•
samanhangunum í tíni fyritøku/
stovni
Lær trygt og einfalt at gera
•
fíggjarætlanir, sum halda
Fíggjarligar frágreiðingar
•
– les, skil og skriva tær betri
Soleiðis verður tú betri til at
•
formidla og at leggja fram
fíggjarligar spurningar
Tilmelding
Tekna teg og les meiri um skeiðið á
heimasíðu okkara - www.synergi.fo
- ella ring 322355.
Synergi | Tvørgøta 13 | 100 Tórshavn | Tel. 322355 | Fartel. 227464 | www.synergi.fo | synergi@synergi.fo
Maggi Gunnarsson seksti
Her er Maggi avmyndaður
í Trollhättan í Svøríki
saman við fyrsta Saab-
bilinum, sum yvirhøvur er
framleiddur, tað var í 1946.
Hann kallast Ursaab 92001
Sum vanligt, skipar Skóta
lið Royndin fyri grækaris
messuhaldið í Vági.
Haldið verður sunnu
dagin 11. mars kl. 14.30 á øki
num við minnissvarðan yvir
teir sjólætnu. Røðari verð
ur Johan Dalsgaard, eisini
kendur sum Johan í Kolla
firði, ella Johan í Fámará.
Sangarar
úr
kórinum
Ljómi luttaka sum vant,
og eisini er felagssangur á
skránni .
Grækarismessa
er
12.
mars, men skótarnir hava
seinnu árini hildið hana
sunnudagin, ið er tættast
við messuna, tí tá hava tey
flestu frí og kunnu luttaka.
Skótarnir í Vági hava skipað
fyri
grækarismessuhaldi
nærum á hvørjum síðan
1968, fyrr á Fløtuni Fríðu,
men seinnu árini á økinum
við minnisvarðan miðskeiðis
í bygdini.
Johan heldur grækaris
messurøðu í Vági