fríggjadagur 9. mars 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Í annaðkvøld, leygarkvøldið, klokkan 21 verða
Divaz í Løkshøll. Tær tríggjar, Anna Maria Olsen,
Malan Eyðunsdóttir og Laila Carlsen, hava tikið
øll á bóli við sínum serliga tónleikauniversi.
Føðingar
Tann. 10. febr. fingu Jona Dahl og Magnus Bjarnason ein
son. Hann vigaði 4010 gr og var 52 cm langur. Á myndini
sita Bjarni og Helena undir lítlabeiggjanum.
19. januar fingu Hjørdis og Erla ein lítlan beiggja, ið
eitur Marius. Hann vigaði 3400 gr og var 52 cm langur.
Foreldrini eru Sára og Linn Augustinussen, tey búgva í
Keypmannahavn.
19. januar fingu Helga og Jón á Borg, Valby, eina dóttur.
Hon eitur Marin, var 50 cm long og vigaði 3028 gr.
23. februar fingu Haidi T. og Harley Joensen, Fuglafirði,
eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigar 4125 gr.
24. februar fingu Eilin Mørkøre og Andrass W. Reinert,
Eiði, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3350 gr.
Alborg Jacobsen, Kolbeina
gjógv andaðist mikudagin
7. mars á Eysturoyar Ellis-
og
Røktarheimi,
84
ára
gomul. Farið verður av Ellis
heiminum sunnudagin 11.
mars klokkan 16:30 í Sjóvar
kirkju. Jarðarferðin verður
úr Sjóvar kirkju mánadagin
12. mars klokkan 14. Sungið
verður úr sálmabókini.
Sverri Hentze, ættaður av
Sandi, búsitandi í Liseleje
andaðist 3. mars, 73 ára gam
al. Jarðaferðin verður mána
dagin 12. mars klokkan 12 frá
Skovlunde frikirke, millum
føroyingar kent sum Berøa,
Metalbuen 42, 2750 Ballerup.
Hans Hansen úr Sandavági
andaðist í Noregi 3. mars,
90 ára gamal. Jarðarferðin
verður úr Sandavágs kirkju
leygardagin klokkan 13. Tey,
ið vilja minnast Hans kunnu
lata Meinigheitshúsinum í
Sandavági eina gávu. Konta
í peningastovnunum.
Sigmundur í Dali, vanliga
nevndur Simmi, andaðist 6.
mars, 93 ára gamal.
Johan Joensen, ættaður úr
Nýggjustovu við Gjógv, bú
sitandi í Havn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum leygar
dagin, 94 ára gamal.
Marin Sivertsen, ættað úr
Sørvági andaðist 4. mars, 92
ára gomul
Edil Larsen, Porkeri andaðist
á Suðuroyar Ellis- og Røktar
heimi mánadagin, 79 ára
gomul.
Jovina Jacobsen, Haldórsvík
andaðist á Mørkini í Streym
nesi
leygardagin,
98
ára
gomul.
Jóhannes Kristian Poulsen,
ættaður frá Ljósá, búsitandi í
Havn andaðist á Tjarnagarði
leygardagin, 92 ára gamal.
Hallbera Petersen, vanliga
nevnd Bia, ættað úr Fuglafirði
andaðist á Helsingør sjúkra
húsi 26. februar, 78 ára gomul.
Páll Djurhuus, ættaður úr
Kollafirði, andaðist í Keyp
mannahavn, 85 ára gamal.
Ragnhild Andersen, vanliga
nevnd Ragnhild í Gørðum,
Strendur, andaðist í heim
inum fríggjakvøldið 2. mars
84 ára gomul.
Mourits
Daniel
Joensen,
Vági andaðist hósdagin á
Suðuroyar sjúkrahúsi, 90 ára
gamal.
Alisa Petersen, fødd Hammer,
ættað úr Hvalba, búsitandi í
Tórshavn, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum, fríggjadagin,
80 ára gomul.
Andlát
Skótalið Sigmunds Brest
issonar skipar fyri Græk
arismessuhaldi
í
Havn
sunnudagin, har skótarnir
saman við borgarum í bý
num, heilsa várinum og flyti
fuglunum vælkomnum til
landið. Frá gamlari tíð er sagt,
at tjaldrið, tjóðfuglur okkara,
kemur á grækarismessu.
Tað var Sverri Patursson,
sum fyrstur helt fólkafund á
hesum degi í seinnu helvt av
tríatiárunum. Loysunar orð
hansara vóru:
Latið smáfugl og heiðafugl
hava frið!
– Tað var Sverri Patursson,
sum heitti á skótarnar um
at halda henda dagin í 1942,
tí hann meinti, at skótarnir
livdu eitt við náttúruna. Nú
halda
vit
grækarismessu
við
skótaskrúðgongu
og
fólkafundum fleiri staðni í
Føroyum og heilsa tjaldrinum
vælkomið til land okkara
aftur, sigur Høgni Jensen,
fylkisstjóri í Skótaliði Sig
munds Brestissonar.
Allir skótar, úlvar, og
títtlingar í Havn og á Argjum
fara at ganga skrúðgongu,
og
Havnar
Hornorkestur
spælir.
– Øll skulu møta í skóta
hølum sínum klokkan 14.
Klokkan 14.45 fer skrúð
gongan úr Vágsbotni. Gingið
verður eftir Bøgøtu, síðani
eftir Tróndargøtu, Niels Fin
sensgøtu og oman á Vaglið.
Sjálvt
grækarismessu
haldið verður á Vaglinum í
Havn klokkan 15.
Í ár verður tað Poul
Michelsen,
løgtingsmaður
og stjóri, ið fer at halda græk
arismessurøðuna.
Poul Michelsen heldur
grækarismessurøðu
í Havn
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá okkara kæra mamma, vermamma,
omma og langomma
Elin Rigmor Zachariasen
Vestmanna
doyði og varð jarðað.
Takk til Ingu Poulsen Dam, prest, fyri góð
orð í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar,
sangarar, berarar og gravarar.
Takk fyri alla góða hjálp við ervið.
Takk fyri blómur, kransar og heilsanir og takk til
tykkum øll, ið fylgdu Elin til gravar.
Eina serliga tøkk til heimahjálpirnar, sum í
gjøgnum árini hjálptu mammu so væl.
Bente, Pauli Vestmann, Bergliot,
Tove, karin og Poul
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!