Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 lær oljuenskt! skeið 18. -20. apríl 2012 Kemur tú, í tínum arbeiði, í samband við oljuvinnuna onkursvegna? Skalt tú av og á tosa enskt og følir tú onkuntíð, at tær væntar orðatilfeingi og kanska eisini yvirblik yvir, hvussu arbeitt verður innan oljuvinnuna? So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg. Á skeiðinum fara vit at seta fokus á enskt í oljuvinnuni. Aftaná skeiðið hevur tú eina størri vitan og eitt størri orðatil- feingi innan oljuvinnuna og harvið eisini “oljuenskt”. Tú skilur betur málið og mannagongdir innan oljuvinnuna, sæð út frá einum tekniskum, vinnuligum og umhvørvis- sjónarhornið. Skeiðið gongur fyri seg á enskum og tú kanst velja mil- lum 2 ella 3 daga skeið. Málbólkur Øll, sum í sínum arbeiði, onkursvegna koma í samband við oljuvinnuna, og sum føla, at tey treingja til at uppfríska sítt enska og sum kundu hugsa sær, at fingið størri innlit í oljuvinnuna og størri orðatilfeingi innan vinnuna, hava fyrimun av at luttaka á hesum skeiðinum. Eitt nú starvsfólk og umboðsfólk hjá oljufeløgunum, politikarar og fólk í umsitingini. Starvsfólk, ið starvast í havnunum og undirveitarar til oljuvin- nuna annars, eru eisini málbólkurin til hetta skeið. tilMelding Tekna teg og les meiri um skeiðið á heimasíðu okkara - www.synergi.fo - ella ring 322355. Synergi | Tvørgøta 13 | 100 Tórshavn | Tel. 322355 | Fartel. 227464 | www.synergi.fo | synergi@synergi.fo Fiskimálaráðið Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki: • Burðardyggur fiskiskapur • Royndarveiða og virðisøking av fiski • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni Serligur dentur verður lagdur á, at: • vinnan tekur lut í verkætlanini • eginfígging ella onnur fígging er • tilsvarandi kontant fígging er í verkætlanini • samstarv er við felagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og ella uttanlands • verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini Hetta umfarið er serliga ætlað vinnufyritøk- um, sum mugu vísa á tilsvarandi egna kontanta fígging, sum søkt verður um frá Fiskivinnuroyndum. Fiskivinnuroyndir kunnu útluta tilsamans 1,1 mió. kr í hesum umfari. Fyritøkur, almennir stovnar og ein- stak lin gar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum. Umsóknir skulu vera samskiparanum í fiski vinnugransking í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. mars 2012 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið Samskiparin í fiskivinnugransking Postsmoga 347 Bókbindaragøta 8 110 Tórshavn Meir fæst at vita: Áhugað eru vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møgu ligum spurningum til jakupmo@fisk.fo ella á 35 30 30. Eisini kann meira lesast á www.fvg.fo FISKIVINNUROYNDIR 2012 LÝSING EFTIR VINNUUMSÓKNUM Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum Listaleypurin er verkætlan, sum hevur til uppgávu at bjóða fólka- skúlanæmingum kring landið fjølbroyttar listaligar upp livingar. Listafólk kunnu nú søkja um luttøku fyri skúlaárið 2012–2013. Umsóknarblaðið liggur á www.nlh.fo undir „Listaleypurin.“ Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar nýta nevnda umsóknar blað og við hefta skjalprógv, sum lýsir listaverkið. Ein úrvalsnevnd velur 10–12 verkætlanir, ið fáa 10–40.000 kr. í part at nýta til fi mm skúlavitjanir. Listaleypurin velur somuleiðis skúlarnar og avtalar framsýningartíð í samráði við skúlar og listafólk. Fyriskipararnir kunnu velja fl eiri enn 12 verkætlanir og avtala fl eiri enn fi mm sýningar fyri serliga nógv umbidnar verkætlanir. Fyriskipararnir skila sær rætt til at velja færri verkætlanir, um støðið ikki verður mett nøktandi. Gjølligari kunning um Listaleypin fæst á www.nlh.fo og frá verk ætlanar leiðaranum, Hedvig Westerlund-Kapnas, á hedvig@nlh.fo ella á tel. 210125. Freistin at søkja er 4. apríl 2012. Listaleypurin 12–13 Norðurlandahúsið í Føroyum Tað siga Poul Michelsen og Janus Rein, tingmenn fyri Fram­sókn. Teir halda, at ikki kunnu út­seta pensiónsreformin long­ur. – Og slett ikki, eftir at samgongan við síni óstortligu framferð hevur gjørt seg so nógv inn á pensiónsøkið, at tað er meira enn ivasamt, um fólk yvirhøvur hava hug at spara upp sjálvboðið longur, siga teir. Teir halda, at føroyska sam­felagið skríggjar eftir nýskipan, alt sum tað er. Kortini hendir alt ov lítið á reformøkjunum. Vit kunnu ikki halda á at sjúgva ný­skip­ ingarnar út í fram­tíð­ina. Tað seinasta er, at sam­gongan hevur skotið kommu­nal­ reformin niður. – Hóast tekniskar grund­ ir og tíðarætlanir gera, at stundir ikki eru til at fremja allar tær neyðugu pen­ sións­broytingarnar nú, so mugu vit ið hvussu er ikki seinkað tí partinum, sum snýr seg um at seta gongd í uppsparingina. Hetta fyrsta stigið má verða samtykt í ár. Júst hvussu fyrsta stigið í pensiónsnýskipanini skal síggja út, kunnu vit tosa um, og vit vænta eisini at sleppa at verða við til at orða endaligu lógina. Framsókn er reformflokkur burturav. Vit vilja ikki skáka okkum undan at fremja tær nýskipingar, sum eru avgerandi fyri fram­tíðina hjá landi og fólki. Heldur ikki, um vit ikki fáa alt við í fyrstu syftu. Pensiónsreformurin skal í gongd nú Politikkur – Fara vit ikki undir eina kravda persón­ liga pensiónsuppsparing nú, fer hetta at koma okkum aftur um brekku í ólukkumát um nøkur ár – Tí endurtaka vit slag­orðini frá valstríði okkara: »Kom til arbeiðis!«, siga teir í Framsókn.