fríggjadagur 9. mars 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvør skal gjalda?
Krevja bummgjald fyri
at koyra til og úr Havn
SAMHALDSFESTI Fólk í Streymoy og í Eysturoy eiga ikki at sleppa undan at gjalda fyri
at útbyggja okkara samferðslukervið, staðfestir borgarstjórin í Klaksvík
Áki Bertholdsen
– Eysturoyingar og streym
oyingar eiga ikki at ganga
fríir, tá ið vit tosa um at út
vega fígging til at byggja
fleiri undirsjóvartunlar.
Tað staðfesti Gunvá við
Keldu, borgarstjóri í Klaks
vík.
Nú kjakið aftur er kyknað
um at gera undirsjóvartunnil
í Sandoy og Eysturoy, hevur
tann møguleikin eisini verið
nevndur, at tunnilsgjaldið
fyri at koyra ígjøgnum Vága
tunnilin og Norðoyatunnilin,
skal halda fram, eisini eftir at
tunlarnir eru goldnir.
Men tað tekur borgar
stjórin í Klaksvík undir ong
um umstøðum undir við.
– Tað kann ikki vera mein
ingin, at vágafólk og norðoy
ingar einsamøll skulu rinda
fyri at byggja samferðslu
kervið út, segði hon á kjak
fundinum í Klaksvík miku
kvøldið.
– Tað ber ikki til at gera
so stóran mismun á landsins
borgarum, sigur hon.
Nýhugsan neyðug
Hon sigur, at skal talan verða
um eina samhaldsfasta skip
an, skulu tey, sum búgva
í miðstaðarøkinum eisini
rinda sín part.
Hon sigur, at norðoyingar
taka fegnir lut í uppgávuni at
fíggja fleiri undirsjóvartunlar,
men tað skal ikki vera við eini
skipan, har bummgjald bara
skal vera í Norðoyatunlinum
og Vágatunlinum.
– Vit hava 18 tunlar,
tvær byrgingar eina brúgv
og 487 kilometrar av lands
vegi.
Tí er tað burturvið, at
pilka tveir undirsjóvartunlar
burtur úr, sum bara eru 11
kilometrar
tilsamans,
og
krevja, at bara tey, sum brúka
teir, skulu rinda bummgjald
og ikki tey, sum brúka allar
hinar 476 kilometrarnar av
landsvegakervinum.
– Hvar er samhaldsfesti
í eini slíkari skipan, spurdi
hon.
Gunvá við Keldu heldur,
at tað er neyðugt at hugsa
nýtt.
– Tað er veruleikafjart at
hugsa sær, at øll samferðsla
á sjógvi og landi skal verða
ókeypis, samstundis sum
vit hava stórt hall á fíggjar
lógini.
– Sostatt eri eg samd í at
vit skulu øll vera við til at
gjalda. Tað kann ikki verða so,
at bara ein partur í landinum
skal vera við til at fíggja
framtíðar útbyggingar.
– Tí er tað øgiliga umráð
andi, at vit seta nakrar bumm
ar upp í Føroyum og eg haldi
ikki, at tað skal vera forboðið
at tosa um at seta ein bumm
upp í Norðskálatunlinum og
í Kollafjarðartunlinum, segði
borgarstjórin í Klaksvík.
Hinvegin ivast hon í,
hvussu gott tað er at blíva
við at hækka avgjøldini á
brennievni og á vegskatti.
– Vit síggja uttanlands, at
tey, sum koyra, gjalda fyri tað
og tað er ein tryggari vegur
at fara, heldur enn at hækka
avgjøldini alla tíðina.
aki@sosialurin.fo
– Tey, sum eiga bil, rinda
einar 230 milliónir um árið í
Landskassan í skrásetingar
gjaldi, vegskatti og avgjaldi á
brennievni.
Tað
staðfesti
Anfinn
Kallsberg, fyrrverandi løg
maður á kjakfundinum í
Klaksvík í mikukvøldið um
undirsjóvartunlar.
Síðani Anfinn Kallsberg
fór úr politikki, hevur hann
avgjørdur sýtt fyri at gera
viðmerkingar til samfelags
mál við teirri grundgeving, at
hann var farin úr politikki, so
hann blandaði seg ikki upp í
longur.
Men spurningurin um
tunnilsgjaldið hevur kortini
havt so stóran týdning, at
hóast hann var næstan mál
leysur av krími, hevði hann
sett seg við pallborðið á kjak
fundinum í Klaksvík miku
kvøldið, at geva sína hugsan
til kennar.
Nýskipan á
samferðsluøkinum
Og hann mælti til at gera eina
samferðslunýskipan,
sum
kundi knýtt bæði Sandoy og
Suðuroy upp í meginøkið.
Anfinn Kallsberg stað
festi, at av teimum 240
milliónunum, landið fær inn
í avgjøldum av teimum, sum
eiga bil, fær Landsverk ikki
meiri enn 49 milliónir aftur
til at gera nýggjar vegir fyri.
– Tað sigur seg sjálvt, at
tað fíggjar ongan undir
sjóvartunnil, sigur hann.
Somuleiðis verða bara 50
milliónir brúktar til ábøtir á
vegakervið um árið. Sostatt
er niðurstøðan, at av teimum
230 milliónunum, bileigarar
rinda í landskassan, fáa teir
bara slakar 100 aftur.
– Av tí sama rinda før
oyskir bileigarar einar 130
milliónir krónur um árið,
beint í landskassan, sum
síðani verður brúkt til al
mennan rakstur.
– Ella sagt við øðrum orð
um, hevur landskassin 130
milliónir í vinningi hvørt ár
av teimum, sum keypa og
koyra bil.
Nóg mikið
Anfinn Kallsberg sigur, at
taka vit ístaðin hesa upp
hæddina úr almenna rakstr
inum og marka hana til at
útbyggja vekakervið fyri, er
tað nóg mikið av pengum at
arbeitt við, eisini til at gera
undirsjóvartunlar fyri.
Hann staðfestir eisini, at
verða fleiri undirsjóvartunlar
gjørdir, sparir landið rætt
iliga fitt av útreiðslum til
ferjusamband við øllum, sum
hongur uppi í tí.
Fyri Suðuroyar- og Sand
oyarleiðina, er talan um yvir
100 milliónir til samans.
– Tá ið tunlarnir eru goldn
ir, eigur landskassin eisini at
binda seg til at rinda upp
hæddina, sum verður spard
við tað, at ferjurnar ikki sigla,
í hesa somu pulju í eini 15 ár.
– Tað hevði verið ein rætt
ilig samferðslunýskipan og
ikki bara ein lappaloysn, helt
Anfinn Kallsberg.
– Hugsa vit um, hvussu
nógv hetta kostar lands
kassanum hesi næstu 20-30
árini, eru upphæddirnar so
stórar, at vit hava als ikki ráð
at drála við at byggja undir
sjóvartunlar, heldur Anfinn
Kallsberg.
Hinvegin er hann eisini
sannførdur um, at soleiðis
sum støðan er í dag, ber rætt
og slætt ikki til at fíggjar
nýggjar
undirsjóvartunlar
umvegis fíggjarlógina, tí har
er ikki rásarúm fyri tí.
Sostatt staðfesti hann, at
vórðu Norðoyatunnilin og
Vágatunnilin ikki lagdir í al
menn partafeløg, vóru teir
ongantíð komnir.
aki@sosialurin.fo
Vit hava pengarnar
Við nýhugsan hava vit nóg mikið av pengum at gera undirsjóvartunlar fyri, sigur
Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, sum annars avgjørdur hevur noktað
fyri at siga sína meining um samfelagsmál. Men her situr hann við pallborðið á
kjakfundi í Klaksvík, ímillum Páll á Reynatúgvu, vm og Kára P. Højgaard.
Mynd: Olivur Joensen
Mugu tora
Vit mugu tora at viðgera spurningin um at seta ein bumm upp í Norðskálatunlinum og í
Kollafjarðartunlinum, segði borgarstjórin í Klaksvík á tunnilsfundi í Klaksvík. Her situr hon
við pallborðið ímillum Kára P. Højgaard, ytst vinstrumegin, Anskar Hansen og Ewald Kjølbro.
Mynd: Olivur Joensen