Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvør skal gjalda? nógv ava bil um hugskotum til, hvussu vit kunnu loysa hetta tunga takið, leggur hann afturat. Íløguætlanin hjá land­ inum eru einar 280-300 millión­ir um árið. Men íløgutørvurin er minst tvær ferðir so stórur, so tað verður neyvan nak- að avlop á fíggjarlógini til at gera undirsjóvartunlar fyri. – Ein máti er so, at Eystur­ oyartunnilin verður gjørdur fyrst og at inntøkurnar frá honum verða við til at fíggja Sandoynartunnilin. – Men aðrar inntøkur skulu eisini til fyri at fíggja tunl­ar­nar og ein møguleiki er at gjaldið fyri at koyra ígjøgn­um Vágatunnilin og Norðoya­tunnilin, heldur fram. Ein møguleiki er eisini at hækka avgjaldið á brenni­ evni. Verður tað hækkað eina krónu fyri liturin, merkir tað eina eyka inntøku upp á 29 milliónir. – Tað kann í besta føri verða ein hjálp, tí tað er alt ov lítið til at fíggja nakra út­ bygging fyri. – Tað er bláoygd athugsa sær, at vit kunnu byggja undir­sjóvartunlar fyri 1,7 milliard, uttan at tað merkist onkustaðni, tí tað er ómøgu­ ligt at fíggja tað á fíggjar­lóg­ ini, legði hann afturat. aki@sosialurin.fo Stórar rokningar Í næstum skal støða takast til, hvussu nógv øll, sum eiga bil, skulu rinda eyka fyri at fáa ráð til at gera fleiri undirsjóvartunlar. Seinastu árini hevur Løg­ tingið í ólukkumát niður­ raðfest íløgur í okkara sam­ ferðslukervið. Tað harmaðist Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løg­ mað­ur, um á kjakfundi í Klaks­vík, mikukvøldið. Hann vísti á, at í 1978 vórðu 28% av fíggjarlógini brúkt til at íløgur. Nú verða bara 4% av fíggjar­lógini brúkt til íløgur. – Stóri trupulleikin er, at vit eru farin at brúka peng­ar­nar til at økja um almenna raksturin heldur enn at brúka teir til at út­ byggja samferðslukervið fyri. Hann helt ikki, at hetta var tí at vit vóru blivin og nógv fátækari. – Hetta er ein spurningur um raðfesting, heldur Anfinn Kallsberg. Absalon í Búð nevndi sum eitt dømi, at í 1964-1965, hevði landskassin eina inn­ tøku upp á 49,4 milliónir til­ samans. Men í sekstiárunum vórðu fýra tunlar gjørdir, har kommunurnar, tunlar­ nir vóru til, rindaðu eini 15% av kostnaðinum. Í sekstiárunum varð eisini nýggjur studenta­skúli bygdur, nýtt Lands­sjúkra­ hús og mangt annað. Í sekstiárunum komu yvir 80 nýggj skip til land­ið, øll við studningi úr lands­ kass­anum. Fyrst í sjeytiárunum varð brúgvin um Streymin bygd- og goldin í hondina. – Alt hetta kláraðu vit tá og høvdu ein sunnan bú­ skap. Men hví klára vit onki nú? – Eru vit blivin so nógv fætkækari? – Ella er niðurstøðan kanska, at vit eru blivin eitt sam­felag av sjálvsøknum for­brúks­dýrum, sum liva dyrja øvundssjúku, spurdi Absalon í Búð. aki@sosialurin.fo Minkað niður í 4% Norðoyingar og vágafólk tví­halda um, at tá ið undir­ sjóvartunlarnir eru goldnir, skal tunnilsgjaldið avtakast, tí tað var tað politisk semja um, tá ið farið var undir teir. Men Páll á Reynatúgvu minti á, at tað eru eisini onn­ur politisk lyfti, sum eru brotin. Hann vísti á, at tá ið tunla­r­nir vórðu lagdir í al­menn partafelag, sam­ tykti Løgtingið at seta 395 milliónir í hesi bæði parta­ feløgini. Men tað var politiska av­talan, at táið tann pen­ ing­urin var goldin, skuldi land­ið halda fram at rinda 30-40 milliónir um árið, at gera Sandoyartunnilin fyri. Men tær samgongur, ið hava sitið síðani, hava ikki hildið hetta lyftið og upp­ hæddin er strikað á fíggjar­ lógini. Hann mælti til, at Løg­ tingið fekk hesa upphædd aftur á fíggjarlógina, sum gjørligt. – Tá ið Løgtingið gavst at seta hesa upphæddina á fíggjar­lógina, vaks trýstið um at koyra ígjøgnum tunl­ ar­nar, segði hann. Hinvegin helt hann eis­ini, at tað er undarligt at krevja, at tað skal vera ókeyp­is at koyra undir firð­ ir og sund, samstundis sum tað skal kosta at sigla um firðir og sund. aki@sosialurin.fo Brotin lyfti Ein máti er at halda fram við bumm­gjaldinum fyri at koyra ígjøgnum Vágartunlinum og Norðoyatunnilin