fríggjadagur 9. mars 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvør skal gjalda?
tað verður
dýrari at ha
Áki Bertholdsen
Eru føroyskir bileigarar til
reiðar at rinda fleiri túsund
krónur meiri um árið í veg
skatti fyri hvønn bil?
Ella yvir fýra krónur meiri
fyri ein litur av bensini ella
diesel?
Hetta er tveir spurningur,
sum tað allarhelst verður at
taka støðu til í næstum.
Hetta kom týðiliga til
sjóndar á kjakfundinum í
Badmintonhøllini í Klaksvík
mikukvøldið um undirsjóvar
tunlar og fígging.
Har vóru eini 100 fólk
komin saman at lurta eftir
ymsum
áskoðanum
um
samferðsluútbyggingar
og
tunnilsgjøld.
Og summi av teimum
vóru eisini komin at siga sína
meining.
Nógv dýrari
Kjakið um at gera undirsjóv
artunlar ímillum Streymoy
og Eysturoy og ímillum
Streymoy og Sandoy, er rætt
iliga kyknað upp aftur.
Men talan er um risa
íløgur upp á 1,7 milliard, um
framt tað, sum tunlarnir
kosta at halda.
Og enn er ongin komin
við einum boði upp á, hvussu
hetta skal fíggjast.
Tó hevur Landsverk víst
á, at skal eitt privat felag gera
og fíggja Eysturoyartunnilin,
verður hann minst 40% dýr
ari enn hann verður vissi tað
almenna ger hann.
Kári P. Højgaard, lands
stýrismaður í innlendismál
um, er sannførdur um, at skal
tað yvirhøvur lata seg gera at
knýta fleiri oyggjar saman við
undirsjóvartunlum, verður
tað er so kostnaðarmikið, at
vit mugu øll vera við til at
gjalda gildi.
Men spurningurin er bara,
hvussu tað skal gerast.
Ein máti er at halda fram
við bummgjaldinum fyri at
koyra ígjøgnum Vágartunl
inum og Norðoyatunnilin,
eisini
eftir
at
teir
eru
goldnir.
Ein annar máti er at leggja
avgjald á bensin og diesel og
at hækka vegskattin, ella
ein samanrenning av øllum
hesum.
Men tað er greitt, at skulu
framtíðar undirsjóvarunlar
fíggjast við eyka avgjaldi á
brennievni ella hægri veg
skatti, fer tað at svíða fast
hjá bileigarum.
Landsverk, sum hevur
gjørt eitt stórt útgreiningar
arbeiði í hesum sambandi,
hevur roknað seg fram til, at
at verða Eysturoyartunnilin
og
Sandoyar
tunnilin
almennar
verkætlan,
og
skulu teir fíggjast við bumm-
gjaldi, fer tað at 67 krónur
at koyra ígjøgnum hvønn
av hesum tunlum aftur og
fram.
– Men skulu teir hinvegin
fíggjast við avgjaldi á brenni
evni fer tað at merkja, at
bensin og diesel mugu verða
4,22 krónur dýrari enn tað er
í dag.
– Skal fíggingin til tunl
arnar útvegast við at hækka
vegskattin, merkir tað, at
vegskatturin skal hækkast
4.000 krónur um árið fyri
hvønn bil.
Kortanei til bummgjald
Lokalpolitikarar úr Vágum
og í Norðoyggjum, vilja ikki
hoyra talan um, at bumm
gjaldið fyri at koyra ígjøgn
um tunlarnar, skal halda fram
eftir at teir eru útgoldnir.
Teir eru allir samdir um,
at allir føroyingar skulu vera
við til at fíggja undirstøðu
kervið.
Men
tann
brennandi
spurningurin er bara, hvussu
tað skal gerast.
Anskar Hansen, formaður
í Handverksmeistarafelag
num og stigtakari til tunnils
fundin, vil heldur ikki hoyra
talan um at lata tunnilsgjøld
ini halda fram.
Hann
vil
heldur
ikki
hoyra talan um at bensin
og diesel skal verða dýrari,
tí tað revsar tey, sum koyra
langt, ímeðan tey, sum búgva
í høvuðstaðarøkinum, og ikki
hava tørv á at koyra, lítið og
onki koma at rinda.
Sjálvur
koyrir
hann
40.000-50.000 kilometrar um
árið, so skulu tunlar fíggjast
við avgjaldi á brennievni,
verður
tað
ein
dyggur
smeitur fyri hann og hansara
líkar.
Frægasta, samhaldsfasta
loysnin heldur hann vera at
hækka vegskattin, tí so rinda
øll, sum hava bil.
Hendrik Old, sum eisini
sat við pallborðið, helt lítið
um at hækka vegskattin, tí
hann helt, at tað var ivaleysa
dýrt at eiga bil.
Hann vildi av neyð góð
taka, at brennievnið dýrkaði
nakað, tí so kundi hvør bileig
ari, í ein ávísan mun, sjálvur
stýra nýtsluni.
Øll mugu gjalda
Sjálvur er Kári P. Højgaard
sannførdur um, at fleiri
undirsjóvartunlarnir verða
ikki gjørdir í Føroyum, uttan
eina samhaldsfasta skipan,
har øll eru við til at gjalda, so
ella so.
Spurningurin
er
so,
hvussu tað skal gerast og
landsstýrismaðurin staðfest
ir, at hevur onkur eitt hug
skot, er bara at koma við tí.
– Eg lurti fegin eftir góð
KNOKKROYTTIR Bileigarar skulu vit byggja fleiri
undirsjóvartunlar, er stórur vandi fyri, at ein stórut
partur av rokningini endar hjá teimum, sum koyra bil
Tað er bláoygd at hugsa sær,
at vit kunnu byggja undirsjóvar-
tunlar fyri 1,7 milliard, uttan
at tað merkist onkustaðni
Skulu vit tosa um at fíggja
nýggjar undirsjóvartunl
ar, er ein gongd leið at
áleggja øllum føroyingum
yvir 18 ár at rinda ein ser
ligan samferðsluskatt.
Tað var eitt uppskot,
sum varð nevnt á kjak
fundinum
í
Klaksvík
mikukvøldið um tunnils
gjøldini.
Tað var Ólavur Hansen
sum skeyt upp at skipa ein
nýggjan samferðslustovn
eftir sama leisti sum
Heilsutrygd, har hvør før
oyingur yvir 18 ár so skal
rinda eina ávísa upphædd
í um árið.
Hann
nevndi
sum
dømi, at rinda 20.000 før
oyingar 250 krónur um
mánaðin í ein samferðslu
grunn, gevur hetta eina
inntøku upp á 60 milliónir
um árið.
Eftir 10 árum hevði
hetta blivið til 600 milli
ónir og til 1,2 milliard eftir
20 árum.
Tann peningurin skal
so markast til at byggja
undirstøðukervið út fyri.
Inntøkan hjá stovn
inum verður so sett í eina
fyritøku, sum vit kunnu
kalla »Føroyskir tunlar«,
og sum hevur til enda
máls til at gera undir
sjóvartunlar til oyggjar,
sum enn ikki eru knýttar
upp í meginøkið.
Uppskotið varð ikki
blankt afturvíst.
Eitt nú vísti Páll á
Reynatúgvu, tingmaður
fyri Tjóðveldi, á, at hans
ara flokkur hevði einaferð
skotið upp at áseta eitt
serligt
samferðslugjald
og tað sama hava summi
javnaðarfólk eisini tosað
um.
– Í krónum og oyrum er
hetta so rættvíst, sum tað
far verið, tí so rinda øll tað
sama, hóast tað sjálvsagt
er ymiskt, hvussu nógv
fólk
koyra
ígjøgnum
undirsjóvartunlar, heldur
Páll á Reynatúgvu.
aki@sosialurin.fo
250 krónur
Mynd: Norðlýsið