fríggjadagur 9. mars 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Niðursett arbeiðstíð
innan dagstovnaøki
Samferðsla í Føroyum
F
yri dagstovnar merkir
tað, at fleiri deila teir
tímar, sum eru settir
av til virksemi, størv frá 15 til
40 tímar um vikuna, kunna
gera puslispæli at leggja
arbeiðsætlanir rættuliga tor
førar. Leiðslan skal fyrihalda
seg til fleiri fólk enn tað
átti at veri neyðugt og við
fleiri fólkum økist vandin
fyri fleiri konfliktum. Fyri
»kundan«,
foreldur
ella
barn merkir tað, at eingin
av teimum vaksnu er til
staðar nóg leingi gjøgnum
dagligdagin, tað vera nógv
skift, heildar eygleiðingar
av børnum gerast torførar, tí
tað er eingin, sum sær barni
allan dag, og boð til foreldur
kunnu lættliga blíva burtur
í meldrinum. Og so er tað
»kaosi« sum hendir tá øll hesi
skulu avvikla feriu.
Fyri samfelagið kann man
freistast at halda at hetta er
ikki so galið – fleiri hendur
til arbeiðis, minni trýst á ar
beiðsloysisskipaninar – hvat
er problemið? Jú, fleiri av
hesum »kvinnunum« hava
eina meðal langa útbúgv
ing aftanfyri seg. Ein út
búgving sum eigur at koma
samfelagnum til góðar, tí
samfelagið hevur í hesum
føri uttan iva gjørt íløgunu
í hesi útbúgving, við tí fyri
eyga at hækka støði á náms
frøðiliga økinum. Føroyska
samfelagið skal »eitast« at
mangla eina rúgvu av náms
frøðingum. Men, spurning
urin er um ikki ein stórur
partur av tí tørvinum kundi
veri loystur við at fleiri av
hesum námsfrøðingum fóru
at arbeiða fulla tíð. Tað vil
siga at samfelagið fær fulla
úrtøku av fólki við útbúgv
ing, børn og foreldur fáa
eina meira »kvalifiseraða«
tænastu.
Fyri kvinnuna merkir tað
fyrst og fremst, eitt størri
fíggjarligt frælsi.
Aðrar
»avleiðingar«
er
møguleikin at hugsavna seg
væl í sínum arbeiði, at brúka
tað neyðuga tíðina gjøgnum
dagin, at kunna útinna sítt
arbeiði. Møguleikin fyri at
levera eitt »professionelt«
arbeiði økist.
Hetta er heldur einfalt
sett upp – og er ein stórur
partur av trupulleikanum
tann
at
leiðslurnar
ikki
bjóða fulltíðar størv út, so
møguleikin er ikki til staðar
at søkja annað enn parttíðar
størv. Hetta er ikki nøktandi.
Eg vil nú enda við at
ynskja tykkum kvinnum ein
góðan Altjóða Kvinnudag.
Ólavur
Hansen
T
á
Vágatunnilin
og
Norðoyartunnilin eru
liðugt útgoldnir, fella
teir til landið, og tað verður
frítt at koyra í gjøgnum hes
ar tunlar.
Harafturímóti skal eitt
gjald, eitt samhaldfast gjald,
leggjast á okkum øll, sum nú
búgva í meginøkinum, eitt
samferðslugjald. Hetta gjald,
sum tildømis kann verða sett
til 250 kr. um mánaðin, verð
ur goldið inn til ein stovn,
sum fær til uppgávu at út
byggja samferðslukervið til
tær oyggjar, sum enn ikki
hava fast samband. Hugsa
vit okkum, at 20.000 fólk
gjalda 250 kr. um mánaðin,
gevur tað 60 mio. um árið.
Yvir 10 ár gevur tað 600 mio.,
20 ár 1200 mio., 1,2 mia og í
30 ár 1.8 mia. Fyri hendan
pening kunna vit byggja ein
Sandoyartunnil, innfalsveg
til Havnar, tunnil til Hvalbiar
og Viðareiðis og vera væl á
veg til Suðuroyar, tað einasta,
sum skal til er raðfesting.
Hesin almenni stovnur,
sum burtursæð frá rað
festingini, er óheftur av tí
politisku skipanini, kundi
passandi ligið á Sandoynni.
Nakað av tí, sum skatt
gjaldarin skal rinda sum
samferðslugjald, kundi hann
fingið í skattalætta, av ti at
landskassin ikki longur skal
brúka skattakrónur til at
útbyggja samferðslukervið
fyri.
Við hesum gjaldi koma øll
at lyfta í felag, vit í megin
økinum fyrst, sandoyingar
og suðuroyingar tá teir hava
fingið fast samband og eisini
tey, sum í dag ikki gjalda
skatt, útisiglarar og fólk, sum
arbeiða uttanlands.
Eg vóni, at hetta innlegg
kann verða við til at seta
eitt heitari ljós á tað, til tíðir
stirvna kjakið, um menning
av samferðslukervinum í
Føroyum okkum øllum at
frama.
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Ein avbjóðing fyri dagstovnar, samfelagið og kvinnuna! Tá man
starvast innan dagstovnaverðina, er eitt sum man skjótt leggur merki
til. Næstan øll arbeiða niðursetta arbeiðstíð. Ljóðar kanska ikki so
galið – tykist kanska at vísa, at her í Føroyum duga vit, at raðfesta
soleiðis at øll tíðin ikki fer til arbeiði. Men er tað nú so gagnligt?
Eg vil við hesum innleggi, geva mítt boð uppá, hvussu
samferðsluútbygging í Føroyum kann verða framd. Uppskotið
varðá fyrsta sinni borið fram á fólkafundi í Klaksvík. Eg vil her
útdýpa og klárleggja mínar tankar hesum viðvíkjandi
Landsstýrismaðurin hevur aftur og aftur sagt, at tað
er eingin munur á at skatta eftirlønir við inngjald og
við útgjald.
Sigur landsstýrismaðurin sannleikan?
Búskaparráðið skrivar í seinastu frágreiðing síni,
at skatturin á persónliga arbeiðsinntøku er lækkaður
munandi við skattastiganum galdandi frá 2012.
Búskaparráðið vísir á, at skatturin á arbeiðsinntøku
er nú ájavnur við ella lægri enn skatturin á
arbeiðsinntøku í grannalodnunum. Men, broytingin í
skattastiganum varð ikki fíggjað við at hækka aðrar
inntøkur í almenna geiranum.
Búskaparráðið ger vart við, at skattainntøkurnar
eru framfluttar úr framtíðini. Hesar
skattainntøkurnar minka, sum frálíður, tá ið
landskassin bara fær skattin frá inngjøldum til
eftirlønir. Skattainntøkurnar hjá kommununum
minka eisini, sum frá líður, tá ið tær ikki longur fáa
skattainntøkur frá útgoldnum eftirlønum.
Niðurstøðan hjá Búskaparráðnum er, at
broytingin í skattastiganum er tí grundleggjandi
ófíggjað.
Er tað rætt, at eingin munur er á skattinum við
inngjald og útgjald?
Sum dømi kunnu vit rokna út, hvussu ein árlig
eftirløn á 216.000 kr. verður skattað í ár ávikavist við
útgjald og við inngjald.
Fara vit inn á heimasíðuna hjá TAKS kunnu
vit roknað skattin út av hesi eftirløn til at verða
69.911 kr. (eftir galdandi skattastiga fyri vanligar
A-inntøkur. Um skattastigin fyri 2011 verður brúktur,
hevði skatturin verið 71.071 kr.). Samstundis ber til at
rokna út, at skatturin við inngjald av somu eftirløn
er 40% av 216.000 kr. svarandi til 86.400 kr.
Tað ber til at staðfesta, at skatturin við útgjald er
32,36%, meðan skatturin við inngjald er 40% av hesi
inntøku
Er tað rætt, at tað ber til at skatta inngjald
til eftirlønir í útlendskar eftirlønarkassar og
samstundis syrgja fyri, at hesi inngjøld ikki verða
skattað enn einaferð við útgjald?
Rættiliga nógvir føroyingar hava gjørt
bindandi avtalur við útlendskar, serliga danskar,
eftirlønarkassar um at spara saman til eftirlønir.
Ein umráðandi partur av hesum avtalum er
støddin á mánaðarligu ella árligu inngjøldunum.
Tað ber sambært galdandi avtalurætt ikki til hjá tí
eina partinum at broyta gjørdar avtalur uttan at tað
kann fáa óhepnar avleiðingar fyri tann partin, sum
misheldur avtaluna.
Skulu hesir føroyingar eisini rinda skatt av
inngjøldum, merkir hetta, at allir føroyingarnir
koma at mishalda avtalurnar við eftirlønarkassarnar
uttan so, at teir hækka avtalaðu inngjøldini við 40%.
Tað eru helst fáir føroyingar, sum megna at hækka
inngjøldini við 40%. Avleiðingin kann tí verða, at
eftirlønarsamansparingin hjá einum stórum parti av
føroya fólki, kann fara fyri bakka.
TAKS sigur seg ikki kunna tryggja, at útgjøldini,
sum koma úr útlendskum eftirlønarkassum,
ikki verða skattað enn eina ferð, hóast skattur er
tikin av inngjøldunum í Føroyum. Hetta er nakað
útlendski eftirlønarkassin sjálvur skal skipa fyri.
Mín spurningur er: Fer tað at bera til hjá hesum parti
av okkara landsmonnum at sannføra útlendskar
eftirlønarkassar at víkja frá gjørdum avtalum
og enntá at brúka tíð og pening uppá at gera
serskipanir fyri føroysku kunarnar, so teir ikki verða
dupultskattaðir í Føroyum av eftirlønum?
Tað eru nógv onnur ógreið viðurskifti, sum
standa ósvarað. Hvat hendir við eftirlønarskattingini
t.d., um ein av hesum føroyingum flytir uttanlands
at búgva, tá hann er vorðin eftirlønarmóttakari?
Livst so spyrst.
Eyðfinn
Jacobsen
Advokatur P/F
Advokatpartafelagið
Faroe Law
EYGA
MÁLIÐ
Hvat er sannleikin um broyt
ingina av at skatta eftirlønir?
Jógvan
Philbrow
Námsfrøðingur
Næstformaður í
Pedagogfelag Føroya