Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Tórbjørn Jacobsen Fyrrverandi løgtings- og lands­stýris­ maður fyri Tjóðveldi Faroes for sale Var hetta ein tíðindastubbi í fyrstu tíðindasendingini árla á morgni hjá Útvarpinum, hevði mangur stúrsað við. Tey minni bláoygdu høvdu kanska ikki hvokkið, men farið í kalendaran fyri at vita um tað var 1. apríl. Og hóast hetta tykist bakvent, paradoksalt, so er tað ikki víst, at dagurin er so fjarur, táið fiskimarkið at kalla ongan týdning hevur longur, at rættur tjóðarinnar til tilfeingið er seldur umvegis merglopnar politikarar og lúnskar kraddarasálir, strámenn, handlaður undirhonds og í keypsskálum í metropolum, har turbokapitalisman og bløðrubúskapurin húsast. Fiskimarkið – eitt hugsjónarligt stríð Stríðið um fiskimarkið var eitt hugsjónarligt stríð. Ein eksistensiellur bardagi um verðsliga tilverugrundarlag føroyinga tá – og í ókomnum døgum. Tað ráddi um at skipa spísi­kamarið, – at tryggja búskapar­liga grundarlagið undir tjóðini. Man gongur ongum ov nær við at siga, at politiski høvuðs­ eksponenturin í hesi ætlan var Erlendur Patursson. Óræddur og miðsøkin bardist hann í áratíggju fyri at røkka hesum máli, hóast mangur helt hánt um eina »svangliga« framtíð, bara burturúr tí, sum heimaleiðirnar kundu geva av íkasti til búskapin. Víðsjónin vinnur sjáldan í samtíðini, men í dag liggja globalir matadorar og sleva framvið fiskimarkinum, fyri at eiga rættin til gullgoymsluna hjá Føroya fólki. Eftir at fiskimarkið var flutt út í 1977 var Føroya búskaparliga støða greitt skilmarkað. Grundar­ lagið var 275 túsund ferkilometrar av havleið, og nú bar til at gera býtishandlar við onnur lond og at gera strandalandasáttir við grannarnar um ferðandi fiskastovnar. Svimjandi tilfeingið er bara varandi og støðugt, um stovns­røktin er optimal. Her hendi skammlopið eftir 77, táið rakstrarroknskapir hjá einum skeivt samanskrúvaðum flota, ið kom úr ymsum heraðshornum, av mið- og fjarleiðum inn á heima­leiðirnar, vann á neyðuga fyrilitinum fyri fiskastovnunum. Tá tað gekk galið, vóru bara tveir knøttar at trýsta á, um­ strukturering ella subsidiering. Valið fall á lættaru loysnina, í stutttíðaroptikkini, og seinri var hetta orsøkin til eitt tað størsta búsparskrædlið í heimssøguni – eftir at Føroya fólk, eigarin av tilfeinginum, var tvingsilshildið til at gjalda góðar 13 milliardir krónur í ymsum stuðulsveitingum. Tjóðin var endað í einari limbo. Einum svørtum holi, har fólkið hevði goldið dýrt fyri at foykja sítt egna grundar­lag burtur í royki og stáli. Fiskidagaskipanin Nú kundi ein roknað við, at onkur hevði lært av hesum dárskapi, men tað er so eiðasørt. Eftir at Føroyar vóru endurskipaðar búskaparliga, og flotin at kalla totalsaneraður, var stundin komin til eina nýggja byrjan. Nógv kjak var um, hvussu fiskiveiðan á Føroya-grunninum skuldi skipast til frama fyri fiskimenn, reiðarar og samfelag. Eftir eitt kvota-bypass bleiv semja um hesa legendarisku fiskidagaskipanina, sum onkur hevur rópt heimsins bestu fiskiveiðiskipan. So genial skuldi hon vera, at onkur politiskur flokkur hevur rikið víðfevnt missiónsvirksemi uttanlands soleiðis, at eisini aðrar fiskivinnutjóðir kundu hava hesa prototýpuna – hetta biologiska ævinliga gonguverk – til fyrimyndar. Agressiviteturin er neyðuga heimafylgjan hjá veiðimanninum, annars kann hann ikki brúkast. Lyndið skal slota fram at øllum hugsandi mørkum, men í einum annars avmarkaðum marknaði stendur og fellur langtíðarúrslitið við merginum hjá ráðandi politisku skipanini. Eru avreiðingartølini niðanfyri ein spegilsmynd av rikna fiski­ vinnupolitikkinum hesi seinastu nógvu árini, so kann lesarin sjálvur gera sær eina mynd av, hvussu tað hevur vignast, og hvussu úrslitið annars kundi havt verið, um stovnarnir vóru røktir samsvarandi tesuni um, at hesir eru varandi búskaparliga grundarlagið undir føroysku tjóðini: Samanbera vit avreiðingartølini fyri 2002 og 2011 sæst, at munurin er 70 túsund tons tann skeiva vegin. At landað eru 70 túsund tons færri av teimum trimum høvuðsstovnunum, sum búskap­ urin skal standa á, í 2011 í mun til 2002. Í eini støddfrøðiligari akkumulatión ber til at rokna seg fram til, hvat hendan politiska vanstýringin hevur kostað før­ oyska samfelagnum higartil. At tað hvørki snýr seg um krónur ella milliónir, men um milliardir av krónum, er tó greitt við fyrsta eygnabragdi. Rullandi loyvir Grundarlagið undir fiskidagaskipanini er loyvis­ skipanin. Brúksrætturin, sum skip fáa frá Føroya fólki, at reka vinnu við. Fiskiloyvini eru meira áhugaverd enn veiðiloyvini, og eftir at ein 10- ára kringekja (karussel) varð sett inn í hesa skipan í 1998, meðan Fólkaflokkurin stjórnaði fiskivinnupolitikkinum í lands­ stýrinum og Tjóðveldis­flokkurin fiskivinnupolitikkinum í vinnu­ nevndini, hamskiftust loyvini frá at vera brúksrættur til at vera ein spekulatiónsvøra. Vinnan ageraði sum um, at ognarrætturin var staðfestur, ella í minsta lagi sum um at mergurin var lopin úr rygginum á politisku skipanini, soleiðis at seráhugamálini høvdu vunnið á samfelagsatlitunum. Sølurnar síðani, har almenn loyvir eru seld fyri ørandi upphæddir, har milliardir hava skift hendur í eini óskipaðari privatari Til­feingis­ búð, tala fyri seg sjálvar. Í 2007 mátti Bjørn Kalsø gera eitthvørt við hesa spávøluna. 10-ára mótið nærkaðist. Hann royndi ein Klaksvíks-Bigga, táið hann legði uppskot fyri tingið (við fyrrverandi floksfeløgunum í Fólkaflokkinum sum sufflørum) um at gera loyvini endaliga rullandi. Vit buktaðist dagar og nætur, untu okkum ikki neyðuga náttar­svøvnin í royndini at steðga eini nationalari tragediu. Tað eydnaðist umvegis fleiri loynistíggir at venda reykinum á Javnaðarflokkinum, og stríðið var vunnið í fyrstu atløgu, ímillum aðru og triðju viðgerð – á sjálvari málstrikuni. Annars var 2018 problema­tikkurin ongantíð vorðin aktuellur. Fullkomna og endaliga avreiðingin av fólksins ogn var tá ein farin og jarðaður trupulleiki. Rullandi loyvir, makrelur og bú­skapar­liga grundar­ lag føroyinga Gravgangur er nú eftir tilfeing­ Teir tevja blóð í Føroyum, og teir vita, at fullkomið hugsjónarloysi gøllheldur politiska meirilutanum, nú ABDH- samgongan hevur ræði á fólksins ogn – tilfeinginum Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Fyrrverandi politikarar skriva upp á skift Tíðargreinar til vikuskiftisblaðið. »Føroya landsstýrið hevur á fundi í gjárkvøldið tikið avgerð um at flyta fiskimarkið. Ella rættari, føroyska heimastýrið hevur strikað fiskimarkið. Harvið verða havleiðirnar kring oyggjarnar hereftir skipaðar samsvarandi altjóða rætti annars, og skip úr øllum londum hava nú frítt at fara inn í klettin. Á sama fundi avgjørdi landsstýrið at niðurleggja Fiskiveiðieftirlitið, at lýsa vaktarskipini og »Magnus Heinason« til sølu, at laða upp í dyrnar á Havstovuni og sáttmálin við Atlantsflog um tyrluflúgving er uppsagdur. Sjómarkið er framvegis 3 fjórðingar úr beinum linjum, hóast fiskimarkið sum sagt er strikað« ...framhald á síðu 20