Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 J av n a ð a r f l o k ku r i n vil broyta lógina um vinnuligan fiski­skap, so kravið fyri at fáa før­ oyskt fiskiloyvi verð­ur, at manningin verður lønt sam­ bært føroyskum sátt­mál­um. Endamálið við lógarupp­ skotinum er at tryggja, at mann­ingar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar samsvarandi teim­um sáttmálum, sum eru gald­andi á føroyska arbeiðs­ markn­aðinum. Seinastu árini hava fleiri og fleiri skip valt at mynstrað við bíligari útlendskari mann­ing, sum ikki eru løntir eftir føroyskum sáttmálum. Sambært galdandi lóggávu ber hetta til, so leingi skipini halda seg uttanfyri 12 fjórð­ing­ar og ikki regluliga kemur í føroyska havn. Tekin eru um, at hetta vind­ur uppá seg. Gongd­in hevur skeiklandi av­leið­ing­ar fyri føroyska arbeiðs­markn­ aðin og verður einki gjørt beinanvegin, kunnu vit vænta, at frameftir verða færri og færri føroysk fiski­skip við føroyskari manning, løntir eftir føroyskum sátt­málum. Hetta vil Javnaðarflokk­ ur­in broyta við at broyta treyt­irnar fyri at fáa fiski­ loyvi. Lógaruppskotið knýt­ ur saman fiskiloyvið og føroyskar sáttmálar soleiðis, at frameftir verður tað ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi, at manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar samsvarandi sátt­ málum, sum eru gald­andi á føroyska arbeiðs­mark­ naðinum. Sí lógaruppskotið her: http://www.logting.fo/ casenormal/view.gebs?me nuChanged=16&type=4&co mmitteeId=0&caseNormal. id=2048 kjak Stig fyri stig burtur frá ábyrgd E itt hitt fyrsta upp­ skot­ið, landsstýris­ mað­urin hjá Sjálv­ stýr­is­flokkinum bar í Løg­tingið, var at av­taka lóg­ina um rættar­skip­anar­ nevnd. Eitt mál, hann sjálv­ ur fleiri ferðir hevur biðið Løg­tingið samtykkja. Enn eitt syndarligt stig burtur frá ábyrgd av egnum viður­ skiftum. Í fjør samtykti Løgtingið við hollum meiriluta lógina um rættarskipanarnevnd. Nevnd­in skuldi gera upp­ skot til føroyskar lógir um rætt­argang og revsing, og tilmæli um, hvussu vit best skipa dómsvaldið her a landi. Løgmaður setti sína undir­ skrift á lógina hin 26. mai 2011. Grund undir fólkaræði Flestu okkara fata Føroyar sum fólkaræði. Vit smíða okkara egnu lógir, sum vit skipa samfelagið eftir. Tørv­ urin á føroyskari rættar­skip­ an verður alsamt størri, jú fleiri málsøki verða yvirtikin, og lógir, viðmerkingar og ting­viðgerðir eru á før­oysk­ um. Og, hóast revsilógin er yvirtikin, so er talan um danska revsilóg, skilt á tann hátt, at hon ongantíð er tillagað føroyska sam­fe­lagið. Tá uttanlandsnevndin við­ gjørdi yvirtøkuna av revsi­ lógini, skrivaði hon einmælt: “Nevndin er samd um, at tal­ an er um stóra avbjóðing at fara undir at orða føroyska revsi­lóggávu, ið er grundað á føroysk viðurskifti, men eisini á ta norðurlendsku revsi­rættartradisjónina. Slíkt arbeiði eigur at verða fyrireikað og skipað í eini serkønari rættarskipanarnevnd. Vit eiga at luttaka í norðurlendskum samstarvi, samstundis sum vit skipa innlendis samskifti um revsimál, herundir gransking og undirvísing. Neyðugt er tó alt fyri eitt at fara undir eina bráðfeingis endurskoðan og neyðugar dagføringar av galdandi revsilóg.” Vit tosa, um tær mest grund­leggjandi lógirnar í einum fólkaræði. Hvør kann vera ímóti, at hesar verða skraddaraseymaðar til júst okkara samfelag, sum vit hava ábyrgdina av? Sterk kort á hondini Kári P. Højgaard hevur sjálv­ur lagt uppskot um at seta rættarskipanarnevnd fyri Løgtingið fleiri ferðir. Í farnu tingsetu vóru tað tó Kári á Rógvi og undirritaða, sum løgdu málið fram. Fimm flokkar atkvøddu fyri, eisini núverandi landsstýris­ maðurin. Og tá samgonguskjalið hjá ABDH kom í ljósmála, stendur allar fremst undir Inn­lendismálum: “Føroysk rætt­argangsskipan skal ger­ ast. Revsilógin skal lagast til føroysk viðurskifti”. Við samgonguskjalinum hevur landsstýrismaðurin sostatt eitt ógvuliga sterkt kort á hond­ini, til at seta nevnwdina og fáa arbeiðið í gongd. Væntandi vilji Men, landsstýrismaðurin ynsk­ir ikki at seta nevnd­ ina. Grundgeving hansara er væntandi játtan. Tjóð­ veldi legði tí fram eitt broyt­ ingaruppskot, soleiðis at nevnd­arsamanseting og arbeiði hjá nevndini kann gerast fyri eina ógvuliga avmarkaða árliga upphædd. Hetta millum annað við, at Innlendismálaráðið sjálvt hevur umboð í nevndini og umsitur skrivstovuarbeiðið. Og umboðini frá Fróð­skap­ ar­setrinum, granskarar í løg­frøði, kunnu virka sum nevndarlimir, sum part av dagliga starvi sínum. Hetta er ein vinn-vinn støða, tí arbeiði kann tá eisini brúkast til at uppbyggja vitan og royndir frá so grundleggjandi lógar­ arbeiði, bæði í Inn­lendis­ mála­ráðnum og hægsta læri­ stovni okkara. Eftir var so bert at finna eina minni upphædd til sam­ sýning tveimum “uttan­hýsis” nevndarlimum, tilnevndir av Advokatfelagið Føroya og BLF. Var ein vilji, so hevði tað eisini lættliga borið til, at funnið nøkur oyru til arbeiðið. Tað vóru hóast alt fimm av sjey flokkum, sum sam­ tyktu lógina. Men lands­stýris­ maðurin førir, saman við Fólkaflokkinum, stig fyri stig politikk. Enn eitt stórt stig aftureftir hæli fyri fólkaræðið, sjálvbjargni og ábyrgd av egnum viðurskiftum. BJØRT SAMUELSEN Tingkvinna fyri Tjóðveldi Javnaðarflokkurin: Løn sambært føroyskum sáttmálum umborð á føroyskum fiskiskipum AKSEL V. JOHANNESEN formaður Javnaðarfloksins inum í føroyska sjó­ økinum, sum einaferð var so lítið umhildið. Teir stóru fremmandu aktørarnir eru komnir upp undir loftið í egnum nationalum avmarkingum og slota tí eftir øllum møguleikum fyri ekspansión. Teir tevja blóð í Føroyum, og teir vita, at fullkomið hugsjónarloysi gøllheldur politiska meirilutanum, nú ABDH­sam gongan hevur ræði á fólksins ogn – tilfeinginum. Kampurin stendur um rættin, um ævinliga rættin til tilfeingi undir Føroyum. Skal hann fram vegis verða ogn Føroya fólks ella skal hann umvegis ússaligar stressmappudreingir í strámannabúna frameftir verða matrikuleraður í treytaleysum skeytum til Pacific Andes, Már´in á Akureyri, Parlevliet og Van der Plas, – bara fyri at nevna nakrar av teimum, sum vit longu bera kenslu á? Kampurin um rættin er kampurin um búskaparliga grundar lagið undir tjóðini. Eksistensielli bardagin um framtíðina hjá føroyinginum. Skal ognarrætturin, avkastið og virðisøkingin avreiðast til útlendingar ella ætla vit sjálvi at stjórnað lunnindunum, sum víðsjónin álegði okkum, tá vit ásettu okkum egið spísikamar innanvert 200 fjórðingar úr ytstu landamørkum? Makrelurin kámar nú fyri útsýninum til veru liga trupulleikan í fiski vinnu­ politikkinum. Nýggi gull­ kálvurin, sum dregur vitið úr høvd inum. Klondyke hevur bast skynseminum. Van lig um skili. Tað er rætt at brúka hvøss vápn í til feingis krígnum ímóti ES og Noreg, men í hesum intermezzo, við eini óvanliga stórari kvotu, er ovurstóri kapitaltørvurin kanska atvoldin til, at systemið boygnar, prin­ sippini vera slept og frum­ rætturin hvørvur. Sjálvt patriotar sum Kristan Martin og Dunga­Jákup kunnu í ringasta føri koma undir eitt so ovurhonds stórt trýst, at teir fara at ivast í, hvat ráðiligt er at gera. Vit standa við eitt vega mót. To be or not to be. Hugsjónin hjá Erlendi í stríðnum fyri fiskimarkinum var greið. Fiskimarkið skuldi vera búskapar liga grundarlagið undir Føroyum. Undir einum sjálvberandi búskapi, sum aftur kundi vera fundamentið undir føroyska national­ statinum. Ongin ivingur er um hetta. Á hesi slóð krevst, at ognirnar fram­ haldandi verða tryggjaðar á føroyskum hondum. Merkantilistarnir í Fólka­ flokkinum eru líkaglaðir við alt, bara mammon trívist á fremstabeinki, táið landsfundur er. Klaksvíks­Bigge royndi seg sum løðarstein hjá strámonnunum. Royndin miseydnaðist í fyrstu syftu, men allar súður eru ikki syftar. Fiski vinnulóggávan má broytast soleiðis, at møguligi útlendski ognar rætturin, knýttur at sjálvum loyvinum (nú 1/3), verður útraderaður í lóggávuni (0%), og hartil mega fiskiloyvini av­ lúsast fyri alt sum líkist spekula tiónsvanda. Til­ feingisbúðin er eitt boð til eina loysn, men eru fleiri og betri boð, so mega tey leggjast fram í ljósan dag sum snarast. Um løgmaður hevur sæð skriftina á bróstinum veit eg ikki. Hann situr á mangan hátt á ein um uriasposti. Fylgir hann Fólka flokkinum, stendur hann eftir í søgu ligu annalunum sum maðurin, ið avreiddi frum burðar­ rættin á fremmandar hendur. Tá kann tað gangast honum sum Belsazzar, Kaldeakonungi, eftir at Dánjal hevði týtt honum skriftina á vegginum. »Mene, mene, tekel ufarsin !« »Guð hevur talt ríkisár tíni og leitt tey at enda. Tú ert vigin á vágskál, men funnin ov lættur. Ríkið títt er sundur­ skift og givið Medum og Persum.« Mátti Kaj Leo, polit­ iski oddviti landsins, annað hvørt lagt frá sær ella vent um í fiski­ vinnu spurninginum, so var alra ringasti skaðin bastur. Nú ein dagin var eg so óskettin, at eg misti fløguna »Beatles for sale« á gólvið, og hon støkk sundur. Hon fæst aftur, kann tvítakast. Transparenturin, »Faroes for sale«, sum skyggir út um allan heimin í hes um døgum, má roytast niður úr neonglæmuni, tí eru tær fyrst farnar, oyggj­ arnar, tjóðin, verðsliga grundarlagið, koma tær ongantíð aftur, – og stríðið, knossið og tankagóðsið hjá meira enn 40 ættarliðum hevur tá verið til fánýtis. ...framhald frá síðu 19