fríggjadagur 9. mars 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Mistreysti skapar
ongan trivna
A
nnfinn
Brekkstein
tykist
ótroyttiligur
í síni roynd at sáa
mistreysti í borgarar í Tórs
havnar kommunu. Nú eru
viðmerkingarnar
hansara
tó bara politiskar, ikki faktu
ellar. Endamálið tykist vera
at trútta niður í fólk, at “økt
skuld minkar um møguleik
arnar fyri at lækka skatta
prosentið”, sum hann tekur
til.
Hetta er sjálvandi rætt
isolerað sæð, men hetta er ikki
støðan í Tórshavnar kommunu.
Lánini hjá Tórshavnar komm
unu forða ikki fyri, at skatta
prosentið lækkar aftur. Tað er
bert ein spurningur um rað
festingar. Sum áður nevnt, so
er rakstrarstøðið ikki stórvegis
broytt farnu árini, hóast fleiri
nýggjar
tænastur.
Heldur
eru tað íløgurnar, sum hava
sveiggjað.
Hækkaða skattaprosentið
er, sum fleiri ferðir víst á, farið
at gjalda íløgur í eldarøkið,
fyrst og fremst Boðanesheimið.
Hetta var tað, sum borgarar í
kommununi fingu at vita, og
hetta er tað, sum er gjørt.
Eitthvørt lán fer inn í
gjaldførið. Tað er tað góða
gjaldførið og góðar avtalur
um kassakredit, sum hava
gjørt tað møguligt hjá komm
ununi at bíða við at taka
lán til 2012 – eitt lán, sum er
partur av fíggjarætlanini hjá
kommununi fyri 2010.
Íløgur heldur
enn afturhald
Ja, kommunan hevur havt
yvirskot farnu árini. Hetta
hevur
sitandi
samgonga
valt at lata fara útaftur í
samfelagið – serliga soleiðis
sum tíðirnar hava verið við
búskaparligum aldudølum.
Kommunan hevur valt at
gera íløgur í undirvísing,
byggibúning og trivna og at
halda virkseminum uppi, so
borgararnir hava merkt sum
minst til kreppu.
Eg veit ikki, hvørjar íløgur,
Annfinn
Brekkstein
vildi
verið fyriuttan. Vit hava bygt
skúlan við Løgmannabreyt,
Skúlan á Argjahamri, umvælt
og útbygt Eysturskúlan eitt nú
við Nám X, útbygt Kollafjarðar
skúla, gjørt smábarnaskúla
hjá Sankta Frans, bygt fim
leikahøll í Gundadali, bøtt
um ítrottarhøllina á Hálsi og í
Hoyvík, útbygt fótbóltsvøllin á
Argjum, bygt Boðanesheimið
og gjørt stórar íløgur í byggi
búning, bæði til privat og
vinnulív, útbygt havnalagið og
gjørt stórar ábøtur og útbygg
ingar á kloakkir og vegakervið
í kommununi. Vit hava endur
nýggjað barnagarðarnar, vit
hava sett av til Musikkskúlan,
Stadionøkið og nýggjan Svimji
hyl.
Alt hetta kemur arbeiðs
megini og borgarunum til
góðar. Yvirskotið hjá komm
ununi hevur síðstu farnu fýra
árini ikki svarað til 200 mió. kr.
So tað hevði ikki borið til at
sloppið undan at tikið lán fyri
at kunna gera hesar íløgur, ella
hevði verið neyðugt at bíða í
mong ár.
Lántøka er tí ikki bara av tí
ringa, men er ofta neyðug, til
tess at reka okkara virksemi.
Og í mun til restina av land
inum
hevur
Tórshavnar
kommuna ikki høgt skatta
trýst. Skattaprosentið í Tórs
havnar kommunu er 20,75%.
Meðalskattaprosentið
fyri
landið er 21,34%. Um hugt verður
at
meðalskattaprosentinum
fyri tær stóru kommunurnar,
so er tað nærri teimum 22%.
Bíligur rakstur
= status quo
Fólkaminkingin er ein av
bjóðing, sum er eri samdur
við Annfinn Brekkstein um.
Men har er nógv annað enn
skattaprosentið, sum spælir
inn. Tí ger kommunan alt
hon orkar, fyri at gera íløgur
og skapa tær umstøður, sum
gera, at fólk trívist.
Annfinn Brekkstein kundi
bara sum eitt uppskot heldur
nýtt sína politisku orku til at
ávirka sínar politisku parta
menn í landsins leiðslu at
stuðla undir framtíðarvisjónir
fyri høvuðsstað okkara, sum
t.d. ein depil fyri gransking
og hægri útbúgvingar í høv
uðsstaðnum, og at virðvirka
til at gera tað bíligari hjá fólki
at fíggja sín egna bústað.
Tað sigur mest av øllum
nakað um politisku ambi
tiónirnar hjá Annfinn Brekk
stein, tá hann staðfestir, at
“strategiska avbjóðingin” hjá
Tórshavnar kommuna er at
“reka kommununa bíliga og
effektivt”. Tað kann ongantíð
vera einasta endamál í sjálv
um sær. Strategiska avbjóð
ingin er hinvegin at motivera
og aktivera, at skapa virksemi,
at gera íløgur og byggja út
og menna okkara tænastu
veitingar fyri at fáa vinnu og
borgarar at trívast í býnum,
og samstundis tryggja, at
kommunan
verður
rikin
skynsamt, og tað er júst tað,
sum hevur verið og er enda
málið hjá sitandi samgongu í
Tórshavnar býráði.
Nevndu íløgur og avleidda
virksemið hava skapt arbeiði
til hundraðtals arbeiðsmenn,
handverkarar, verkfrøðingar
og arkitektar, sum annars
høvdu gingið arbeiðsleys ella
flutt av landinum. Tí seta vit
eisini av til framtíðina fyri
áhaldandi at tryggja hesum
virksemi.
Nevnda virksemið skapar
ikki bert arbeiði til hundraðtals
hendur, men er samstundis við
at skapa tann trivna, vit ynskja
fyri okkara smæstu, okkara
ungu og okkara gomlu, okkara
ítróttarfólk, listafólk og ikki
minst okkara vinnu.
Ongin orsøk er til at sáa
mistreysti og skapa eina ræðu
mynd, sum ikki er til.
HEÐIN
MORTENSEN
Borgarstjóri
Góðskan
av okkara
matvørum
og rávøru má
hava hægstu
raðfesting
Johan Dahl
landsstýrismaður
við vinnumálum
F
yri
okkum,
hvørs
vøruútflutningur
í
stóran mun eru fisk
ur og fiskavørur, er tað av
serliga stórum týdningi,
at spurnartekin ikki kann
setast við dygdina á okkara
fiskavørum.
Vit hava i dag framleiðslu
av landbúnaðarvørum og øðr
um matvørum, sum eru undir
strongum eftirliti, har krøvini
til góðsku og hagreiðing eru a
støði við okkara grannalond
og vit framleiða sera góðar og
umbidnar vørur
Innan
aling
hava
vit
heimsins bestu rávøru og eru
vorðin heimskend fyri góðsku
og dugnaskap innan økið
Vit hava gott sjófólk og eru
kendir kring knøttin sum góð
sjovinnutjóð, men mangla tó
at tryggja í nóg stóran mun, at
okkara fiskatilfeingið verður
hagreitt soleiðis, at vit eisini
kunna siga, at vit framleiða
heimsins bestu matvøru úr
fiski og fiskaúrdráttum
Tað fer at hava við sær, at
tann lidna vøran verður høgt
í metum, umbiðin og harvið
løtt at selja og gevur gott um
dømi millum keyparar, men
líka týdningarmikið er tað,
at góð góðska hevur við sær
hægri prís og minni svinn og
harvið nógv betur fíggjarligt
úrslit.
Sambært metingum, so
kunnu vinnast einar 90 mió
kr um árið í beinleiðis eyka
inntøkum, verður føroyski
línufiskurin handfarin væl
umborð á skipunum og í fram
leiðsluni. Eisini kann vinnast
nógv hjá hinum partinum av
flotanum, verður allur fiskur
handfarin væl, heilt frá veiðu
til lidna vøru. Her er eitt stórt
potentiali hjá fiskivinnuni.
Fyri at at hetta hann røkk
ast í verki, er umráðandi,
at bæði vinnan og mynd
ugleikarnir hava hin rætta
hugburðin
og
samvirka.
Harumframt má tryggjast,
at tær lógir og reglur, sum
skipa økið, altíð eru á hægsta
stigi og altíð er í samsvari
við tey krøv, sum brúkarin
og myndugleikar – føroyskir
eins væl og útlendskir – seta
til matvøruframleiðsluna.
Eftir øllum at døma hevur
gingið afturá, síðan vrakara
stovnurin varð avtikin í sínari
tíð. Matvøruframleiðsla og
framleiðslan umborð á okkara
fiskiførum eru øki, sum liggja
undir Vinnumálaráðnum at
hava eftirlit við og hondhevja
og fari eg tí í næstum at
taka stig til - í samstarvi
við vinnuna - at fáa skipað
regluverkið
og
eftirlitið,
soleiðis at føroysk rávøra og
føroyskar fiskavørur fara
at verða kendar fyri at vera
hagreiddar
fyrimyndarliga
og har góðskan er á høgum
støði.
Vit hava øll sum vara av
hesum øki ábyrgd av í verki at
føra hetta út í livið og standa
saman um at gera tað, sum
skal til og vænti eg eisini, at
vinnan og teir myndugleikar,
sum skulu samstarva, taka
saman hendur og fremja
hetta neyðuga átak.
At “reka kommununa bíliga og effektivt” kann ongantíð vera einasta
endamál í sjálvum sær. Okkara stóra avbjóðing er tvørturímóti at motivera
og aktivera, at skapa virksemi, at gera íløgur og byggja út og menna
okkara tænastuveitingar fyri at fáa vinnu og borgarar at trívast í býnum.