Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 rás2 í keypmannahavn X Factor politikkur og kaffismakking Rás2 hevur hesa vikuna sent úr Keypmannahavn, har tey hava havt mangt og hvat á skránni Seinastu tríggjar dagarnar hevur Rás2 sent útvarp úr danska høvuðsstaðnum. Rás2 hevur hildið til í Føroya­ hús­inum, og haðani hava tey sent 15 tímar av útvarpi heim til Føroya. Bæði føroyingar og danskarar vitjaðu fyri­bils studio hjá Rás2 í Føroya­ húsinum, og tað varð bæði prátað, kjakast og sungið. Tónleikararnir Dagfinn Joensen, Páll Oddur Rubeksen og Høgni Reistrup spældu live. Burtur úr longu røðini av gestum kunnu nevnast Øssur Berghamar, Sjúrður Skaale, Annika Smith, Sam­ røður frá sendingunum úr Keypmannahavn verða endursendar á Rás2 leygar­ dagin og mána­morgunin. eydun@sosialurin.fo Noam Halby var sangari í poppbólinum Johnny DeLuxe, sum nú er givin at spæla – men hann er nú farin undir eitt nýtt soloprojekt og ætlar at geva tónleik út seinni í ár Randi Johannesen hevur í eitt mannaminni arbeitt á Ráðgevingini fyri føroyingar, sum heldur til í Føroyahúsinum. Hon greiddi frá, at nógvir føroyingar í hesum døgum stríðast við danska skattavaldið orsaka av broytingum í frádrátti Barbara í studio Fótbóltsspælarin René Shaki Joensen og mamma hansara Mena fegnast um, at René hevur fingið boðið fulltíðarsáttmála frá Brøndby. René segði seg hava nógv at takka fyri mammu síni fyri