hósdagur 4. mars 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ 6 ]
[ mars 2004 ]
[ mars 2004 ]
[ 7 ]
SUNLEIF RASMUSSEN Í FRAKLANDI
Sunleif Rasmussen var
herfyri í Fraklandi, har
hann var eitt av høv-
uðsnøvnunum á stórari
tónleikastevnu í París.
Har framførdi hann
nøkur av verkum sín-
um. Millum annað varð
nýggja verk hansara, La
nuit des Eplorés, frum-
framført. Í hesum sam-
bandi hava vit tosað við
Sunleif
Fyri hálvum øðrum ári síð-
ani var Sunleif biðin um at
skriva eitt verk til eina av
árligu tónleikastevnunum í
París. Stevnurnar hava ver-
ið í fjúrtan ár, og eru tær
av teimum størstu í Evropa
innan fyri nútímans klass-
iskan tónleik við symfonisk-
um ljóðførum.
Umbiðingin kom frá Radio
France, sum skipar fyri
hesum stevnunum. Uppgáv-
an hjá honum var bundin.
Hon skuldi skrivast til sym-
foniorkestur og barnakór.
Verk hansara skuldi vera
opningsverkið á stevnuni.
Hvørt ár er eitt høvuðsevni
á stevnuni, og hetta árið
var evnið Tónleikur úr Norð-
urlondum. Allar konsertir-
nar vóru fullsettar. Salirnir
rúmaðu 2500 til 3000 fólk.
Sera nógv ung fólk møttu
upp til konsertirnar.
Tá stevnurnar vórðu
stovnaðar, var avgjørt at
geva tveir triðingar av at-
gongumerkjunum ókeypis.
Einans tey bestu setrini
skuldu seljast fyri lítlan
pening. Uml. 75,00 kr. til
150,00 kr. Hetta fyri at fáa
so nógv fólk inn sum til bar.
Røðirnar vóru ómetaliga
langar, og fólk stóðu í bíði-
røð við bók í hond í fleiri
tímar fyri at fáa atgongu-
merki. Atvoldin til hesir
lágu prísirnar var, at at-
gongumerkisinntøkan í
roynd og veru einans er eini
15% av fíggjarætlanini. Við
at lata atgongumerkini so
bíliga ella ókeypis, sleppa
tey næstan undan at lýsa,
sum er ein stórur partur av
fíggjarætlanini. Fólk eru jú
altíð áhugað í at sleppa til
okkurt ókeypis tiltak.
Tá vit spurdu Sunleif,
hvat hann helt seg hava
fingið burturúr, segði hann
seg hava fingið nógv aftur-
svør. Bløðini skrivaðu um
stevnuna, og kjak varð eftir
hvørja konsert. Tíggju lond
útvarpaðu stevnuna bein-
leiðis, meðan tjúgu onnur
høvdu keypt rættindini til at
senda hana. Hetta vil siga,
at tónleikur hansara verður
sera nógv útbreiddur. Sun-
leif fekk eisini burturúr, at
tvey fronsk orkestur keyptu
rættindini at framføra
nýggja verkið, La nuit des
Eplorés. Eitt teirra var
franska radiosymfoniorkest-
rið.
Ein av orsøkunum til, at
Radio France, so at siga,
kann hava eina ókeypis
stevnu fyri áhoyrarar, er, at
Frakland hevur størstu
mentanarfíggjarætlan í
heiminum. Frakland veitir
næstan 4% av bruttotjóð-
arúrtøkuni til mentan og
list. Til samanberingar kann
sigast, at Danmark brúkar
umleið 2% av BTÚ til ment-
an og list. Almenni hug-
burðurin er tann, at fólkið,
og serliga tey ungu, skulu
hava bestu møguleikarnar
fyri at hoyra, síggja og lesa
nútímans list. Málið er at
kveikja áhugan hjá fólkinum
fyri nútímans list. Eisini
kann nevnast, at Frakland
hevur tríggjar landsumfat-
andi sjónvarpsrásir, har
stórur partur av tilfarinum
er kjak um bøkur, stjørnu-
frøði, tónleik og list. Frak-
land stuðlar alment tí, sum
veruliga hevur dýpi og virði.
Samanumtikið heldur Sun-
leif, at tann franski hug-
burðurin, í samband við
list, er tann sunnasti, sum
hann hevur upplivað.
Eftir at Sunleif fekk Tón-
listaheiðursløn Norður-
landaráðsins, hevur eftir-
spurningurin eftir verkum
hansara verið stórur. Í løt-
uni er hann í holt við at
skriva eina violinkonsert,
sum er bíløgd til ein festi-
val, sum verður í Finnlandi í
summar, har hann skal vera
høvuðsnavn. Annars hevur
hann umbiðingar heili 3 ár
fram í tíðina.
S E L D
S E L D
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
S E L D
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
S E L D
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
S E L D
T I L S Ø L U
S E L D
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
S E L D
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
T I L S Ø L U
– trygt og ómakaleyst til hús
P/f Inni · Meklarafelag · N. Finsensgøta 37 · Tórshavn · Tel 320410 · www.inni.fo
Við serkønum fólkum skipar Inni fyri og umsitir keyp og sølu av
sethúsum og øðrum ognum kring allar Føroyar, soleiðis at tað
verður lættari og tryggari hjá bæði keypara og seljara.
Serkøn í húsasølu
r e p r o z