Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 44 - 4. mars 2004 Nr. 44 - 4. mars 2004 7 – Eg havi einans fingið atgongd til brotpart av tilfarinum um Før- oyar, ið liggur í russ- isku skjalagoymslun- um. Nógvar av skjala- goymslunum, ið vóru latnar upp fyrst í níti- árunum, eru í dag latnar aftur, og tí fáa vit helst ongantíð alla søguna, sigur danski søgufrøðingurin Bent Jensen, ið skrivaði Reyðubók REYÐABÓK Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Var Reyðabók komin fyrst í nítiárunum, hevði hon helst sæð munandi øðrvísi út. Upplýsingarnar høvdu bæði verið fleiri og ikki minst neyvari. Tað er Bent Jensen, ið skrivaði frágreið- ingina, sannførdur um. 65 ára gamli søgufrøðingurin hevur síðan hann var ungur havt stóran áhuga fyri og granskað í Sovjetsamveld- inum og Eysturevropa, og hann hevur verið við øll árini síðan skjalagoymslur- nar eystanfyri vóru lætnar upp fyrst í nítiárunum. Men seinastu árini er vend komin í. – Ein kann bara staðfesta, at viljin til opinleika er minkandi. Alt fleiri dyr verða lætnar aftur. Orsøkin er helst fyri stór- an part, at tað er komið óvart á myndugleikarnar, hvussu nógvir upplýsingar eru komnar undan kavi í russisku skjalagoymsl- unum. – Her tosi eg ikki einans um goymslurnar hjá her- megini ella fregnartænast- uni, men eisini í goymslum hjá kommunistaflokkinum, uttanríkismálaráðnum osv. Her hava søgufrøðingar funnið upplýsingar, ið hava skakað myndugleikarnar, greiðir Bent Jensen frá. Sjálvur fann Bent Jensen millum annað upplýsingar í skjalasavninum hjá russ- iska uttanríkismálaráðnum, ið skjalprógvaðu, at for- maðurin í kommunista- flokkinum í Danmark, Axel Larsen, lat neyvar, hernað- arligar upplýsingar til sov- jetisku hernaðarleiðsluna. – Tað kann tykjast løgið, men á nógvum økjum roynir nýggja Rusland at verja gamla Sovjetsamveld- ið. Og so hvørt sum fleiri upplýsingar eru komnar undan kavi, hava myndug- leikarnir svara aftur við at skerja atgongdina til skjala- goymslurnar, greiðir Bent Jensen frá. Úrslitaleys áheitan Eitt skifti sá so svart út hjá danska søgufrøðinginum, at hann bað føroyska lands- stýrið um at heita á russar um at vísa størri samstarvs- áhuga. Men einki hjálpti. – Áheitanin frá landsstýr- inum til russisku myndug- leikarnar var úrslitaleys. Eftir mínum tykki varð áheitanin skúgvað til viks. Eisini danska uttanríkis- málaráðið og danska sendi- stovan í Moskva hava roynt at ávirka russar, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás, heldur Bent Jensen. Bent Jensen hevur verið í Moskva tríggjar ferðir í samband við Reyðubók. Eisini ætlaði hann sær at vitja Sankta Pætursborg, har stórur partur av skjala- savninum hjá sovjetiska herflotanum liggur. Men har var eingin atgongd. Stórpolitikkur Tað var fyri fýra árum síð- an, at táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, heitti á Bent Jensen um at fara undir arbeiðið at lýsa støðu Føroya í Kalda Krígnum. Hóast hann sum nevnt ikki slapp fram at nógvum til- fari, so hevur arbeiðið verið sera áhugavert, sigur Bent Jensen. – Tað hevur verið áhuga- vert at sæð, hvussu Føroyar hava verið partur av stórpol- itiska spælinum millum Danmark, Sovjetsamveldið og USA. Øðrumegin hevur Danmark ynskt góð viður- skifti, bæði við Sovjet og USA, og samtíðis hevur Danmark skula tikið atlit til Føroyar. Og av hesum eru nakrar tvístøður íkomnar, har Danmark hevur valt ikki at spæla við opnum kortum mótvegis føroyingum. Persónar Bent Jensen greiðir frá, at í hansara arbeiði sum søgu- frøðingur hevur tað stóran týdning at vera so neyvur sum gjørligt. Og tískil eru persónar, har tað hevur verið møguligt, nevndir við navni. Til dømis, hvørjir persónar høvdu ein leiklut í ymsum rørslum og flokkum. Reyðabók nevnir nógvar persónar, ið so ella so høvdu ein virknan leiklut í føroyska samfelagnum undir kalda krígnum. Sjálvur hevur Bent Jen- sen ikki tosað við persónar- nar, ið eru nevndir í Reyðu- bók. Frágreiðingin byggir einans á skrivligt tilfar. Bent Jensen vónar, at Reyðabók, saman við Svørtubók, verður nýtt sum grundarlag hjá fólki at gera sær eina meting av leikluti Føroya undir Kalda Krígn- um. Hóast arbeiðið við Reyðubók er liðugt, so sleppur danski søgufrøð- ingurin ikki Kalda Krígn- um. Í løtuni er hann í holt við stóra frágreiðing um Danmark í Kalda Krígnum, ið skal vera liðug um tvey til trý ár. Toppurin av ísfjallinum – Nógv skjalatilfar um Føroyar liggur framvegis goymt í russiskum goymslum, sum atgongd helst ongantíð fæst til, sigur danski søgufrøðingurin Bent Jensen Royndir vísa, at ferða- fólk, sum koma til Reykjavíkar, ofta eisini fáa áhuga fyri Føroy- um og Grønlandi, meðan tey eru í Út- norði, sigur projekt- leiðarin á kunning- arstovuni hjá Reykja- víkar Kommunu FERÐAVINNA Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Reykjavík: Føroyingar eiga at gera meira burtur úr at lýsa við ferðum til Føroya í Reykja- vík, tí higar koma nógv ferðafólk, sum fyrstu ferð hoyra um Føroyar, meðan tey eru her og her fáa áhuga fyri hesum nýggja landin- um, sigur kunningarleiðari í Reykjavík. Dóra Magnúsdóttir er deildarleiðari á kunningar- stovuni hjá Reykjavíkar Kommunu. Hon sigur, at ein partur av arbeiði teirra er at styrkja Útnorðursam- starvið, og at tað verður gjørt við at upplýsa um Føroyar og Grønland og selja ferðafólki, ið kemur til Reykjavíkar, pakkaferðir til hesi bæði grannalondini hjæa Íslandi. – Tað er onkur, sum eisini tekur av slíkum tilboðum, og tey fara so einar tveir dagar ella so, alt eftir, hvussu tað passar við flutningi, til hesi londini, hóast tey ikki hava verið so øgiliga nógv í tali enn. Hetta átti at verið ein marknaður hjá føroysku feðravinnuni at gjørt burt- urúr, heldur Dóra Magnús- dóttir. Tí rákið í løtuni er, at ferðafólk vilja leita sær til ókend og friðalig ferðamál. Serliga eftir 11. september 2001. – Serliga amerikanarar eru týdningarmiklir fyri okkum at fáa, sigur hon. Og tað ber til at selja teimum pakkaferðir til Grønlands, so Føroyar mátti eisini bor- ið til at fingið teir at vitja, heldur hon. Trygdin og friðurin er tað avgerandi fyri ferðafólk í løtuni, stað- festir hon og vísir á, at her í Útnorði kenna vit einki til yvirgangsasóknir og slíkt, sum ræðir fólk bæði í Europa og í Amerika. Tað er ikki tí, at hetta ikki er roynt, at hendan ferðslan millum Ísland og Føroyar eftir hesum mynstri, sum Dóra Magnúsdóttir skjýtur upp, ikki er tann stóri marknaðurin hjá okkum, sigur Per Hansen, varastjóri á Ferðaráð Føroya. Atlants- flog hevur roynt, og vit hava onkrar møguleikar at søkja um stuðul til eitt nú marknaðarføring á økinum. Men tað hevur enn ikki givið tað stóra. Hóast tað heldur Dóra Magnusdóttir, deildarleið- ari á kunningarstovuni hjá Reykjavíkar Kommunu, at við miðvísari marknaðar- føring eigur hetta við tíðini at fara at bera til. Reykjavík sum sølupallur til Føroya Dóra Magnúsdóttir, projekt- leiðari á Reykjavík Complete, sum er kunningarstovan hjá Reykjavíkar Kommunu, heldur, at vit eiga at gera meira burtur úr at fáa fremmand ferðafólk, sum vitja Ísland eisini at taka Føroyar og Grønland við um somu leið Mynd: Edvard Joensen Hóast útvarpsgjaldið skal krevjast inn í apríl mánað, so er framvegis eingin avgerð tikin um umbønina frá ÚF um at hækka gjaldið við 200 krónum. Hendir einki, noyðist stovnurin at skerja lønarútreiðslurnar 2,5 milliónir krónur ÚTVARPSGJALD Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaður í mentamálum, hevur framvegis ikki tikið avgerð um, hvørt umbønin frá Útvarp Føroya um at hækka útvarpsgjaldið við 200 krónum skal gangast á møti. – Eg skilji væl, at útvarp- inum tørvar fleiri pengar, og at málið hevur skund. Men enn havi eg ikki tikið støðu, sigur Jógvan á Lakj- uni. Vanliga verður útvarps- gjaldið kravt inn í apríl mánaða. Harumframt er tað ein sannroynd, at møguligar sparingar verða alsamt truplari at fremja, longur líður út á árið. Útvarpið er í tí støðu, at hækkar gjaldið ikki við 200 krónum, so skal stovnurin spara 2,5 milliónir krónur í ár. Jógvan Jespersen, út- varpsstjóri, vil ikki meta um, hvørja ávirkan hetta fær á stovnin. Men hann slær fast, at øll sparingin má fremjast á útreiðslunum til lønir og samsýningar. – Vit hava ikki viðgjørt spurningin enn, tí vit vóna ikki, at støðan verður aktu- el, sigur Jógvan Jespersen. Í 1998 vóru útreiðslurnar til lønir og samsýningar 54 prosent av samlaðu fíggjar- ætlanini hjá ÚF, men í fjør var hesin partur komin upp í 70 prosent. – Peningur til rakstur, við- líkahald og íløgur skal finnast á okkara egnu fíggj- arætlan, og her ber snøgt sagt ikki til at spara meira. Lønarparturin er nú so stór- ur partur av samlaðu út- reiðslunum, at møguligar sparingar mugu finnast her, sigur Jógvan Jespersen. Umbøn í summar Tá Útvarpið í juni mánað í fjør sendi sína fíggjarætlan fyri 2004 til góðkenningar í Mentamálaráðnum, varð biðið um loyvi at hækka útvarpsgjaldið við 200 krónum. Í september mánað gav Høgni Hoydal, ið tá sat sum landsstýrismaður í menta- málum, útvarpinum tilsøgn um, at umbønin fór at verða gingin á møti. Tað váttar Høgni Hoydal fyri Sosial- inum í dag. – Tjóðveldisflokkurin ynskir eitt kringvarpsgjald, har goldið verður eftir inn- tøku, tvs. at hægstu inntøk- urnar gjalda mest, í staðin fyri útvarps- og sjónvarps- gjaldið. Men tá ikki bar til at fáa undirtøku fyri hesum í samgonguni, tók eg undir við at hækka útvarpsgjald- ið, sigur Høgni Hoydal og vísir á, at bæði útvarpið og sjónvarpið eru bundin av lønarhækkingunum í sam- felagnum, og at stovnarnir ikki fáa hesar eyka útreiðsl- ur endurgoldnar nakra- staðni. Ósemja um gjaldið Tað er landsstýrismaðurin í mentamálum, sum einsa- mallur ásetur útvarps- og sjónvarpsgjaldið við kunn- gerð. Men løgtingsval varð útskrivað, áðrenn kunn- gerðin varð lýst, og síðan hevur nýggj samgonga tikið við. – Tað er greitt, at eg sum landsstýrismaður skal áseta útvarpsgjaldið. Men sam- tíðis er tað eisini ein spurn- ingur um, hvat politisk undirtøka er fyri í sam- gonguni, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann hevur tó ikki hug at gera viðmerkingar til, um partar av samgonguni ikki taka undir við at hækka gjaldið. Jóannes Eidesgaard, løg- maður, váttar, at málið hev- ur verið fyri á samgongu- fundi, men annars vil hann ikki leggja seg út í málið. Tá Annlis Bjarkhamar, fyrrverandi landsstýris- maður í mentamálum, kom við uppskotinum um kring- varpsgjald, var Fólkaflokk- urin ímóti, og tískil fekst ikki semja í samgonguni um tann spurningin. Nakað eftir valdi Annlis Bjark- hamar so at ganga umbøn frá Sjónvarp Føroya á møti og hækkaði sjónvarpsgjald- ið upp í 2000 krónur. Jógvan á Lakjuni sigur, at spurningurin um kring- varpsgjald ella fjølmiðla- skatt ikki er aktuellur, og tí- skil ikki er við í støðu- takanini hjá landsstýris- manninum. Sjálvstøðugir stovnar Sum nevnt er tað landsstýr- ismaðurin í mentamálum, sum á hvørjum ári skal áseta útvarps- og sjón- varpsgjaldið við kunngerð. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, heldur hesa mannagongd vera sera óhepna. – Tað er óheppið, at ein landsstýrismaður einsa- mallur skal hava so stóra ávirkan á loftmiðlarnar, og tí mæla vit framvegis til at skipa útvarpið og sjónvarp- ið sum sjálvstøðugar stovn- ar undir eini nevnd, sigur Høgni Hoydal. Eingin avgerð um útvarpsgjaldið Í 1998 vóru útreiðslurnar til lønir og samsýningar 54 prosent av samlaðu fíggjarætlanini hjá ÚF, men í fjør var hesin partur komin upp í 70 prosent. Tí verður tað á hesum øki, at møguligar sparingar skulu finnast Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur enn ikki gjørt av, um útvarpsgjaldið skal hækka – Hækkar útvarpsgjaldið ikki 200 krónur skulu 2,5 milliónir sparast á lønarútreiðslunum, sigur Jógvan Jespersen, útvarps- stjóri – Tá undirtøka ikki fekst fyri kringvarpsgjaldinum gekk eg umbønini hjá ÚF um at hækka útvarpsgjaldið á møti, sigur Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum C M Y K 7 6