Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kistil og vinnulívs-einglar FAKTA Pharmacologiskur virkningur Virkningshátturin er torgreiddur um farið verður út í æsir, men í stuttum kann sigast, at fyrst bindur heparin seg til ein enzym-inhibitor ella ein enzym-hindrara, sum eitur antithrombin III. Harvið verður antithrombin III mýlið broytt nakað í skapi soleiðis, at tað verður virkið og harvið fær gjørt thrombin og aðrar blóðstorknandi proteasur, eitt nú factor Xa, óvirkin. Proteasur eru enzymir ella kveikar, ið niðurbróta proteinir. Fær thrombin loyvi at virka, so kann tað í ávísum førum umgerða upployst fibrinogen í blóðinum til óupploysiligt fibrin. Fibrin er eitt langskapað protein-mýl, ið kann polymeriserast til ein blóðtøpp ella eina sárskorpu. Ein polymerisatión er ein samanrenning av fleiri smáum mýlum til heilt stór mýl. Heparin strukturur Isolerað og óviðgjørt heparin er eitt polymert mýli við eini mýlvekt, sum kann verða frá 3 kDa til 30 kDa ella 30.000 Da. Eitt Da (dalton) er ein atommassa-eind, eisini kallað U. Eitt hydrogen- atom vigar umleið 1 Da. Mýlvektin á fleiri kommerciellum heparin-úrdráttum er tó millum 12 kDa og 15 kDa. Mýlvektin á hydrolyseraðum ella sundurkappaðum og aktivum heparini, sokallað LMWH (low-molecular-weight-heparin) er tó niðan fyri 8 kDa. Heparin er partur eini familju av carbohydratum, sum kallast glycosaminglycanir (GAG), og tað sum sermerkir hesi evni er, at tey eru samansett av ymiskt sulfatiseraðum disaccharidum. Glycosaminglycanir hava altso eitt varierandi tal av sulfat-bólkum á ymsum støðum (sí mynd 1). Við pH liggjandi millum 7,35 og 7,45 í blóðinum, so hava sulfat-bólkarnir (-SO4-2) og carboxylat- bólkarnir (-COO-) á heparini negativar løðingar, og av tí at hesir bólkar eru lutfalsliga nógvir í tali, so hevur heparin hægsta løðingartættleika av øllum lívfrøðiligum og lívrunnum mýlum (sí mynd 1). Umleið 85% og 75 % av heparini úr ávikavist neytalungum og svína-innvølum hevur sulfatiseraða disaccharidið, IdoA(2S)-GlcNS(6S) (sí mynd 1). Mynd 1. Disaccharid-eind samansett av 2-O-sulfatiserað iduronsýru og 6-O-sulfatiserað- N-sulfatiserað glucosamin, sum í stuttum formi kann skrivast sum IdoA(2S)-GlcNS(6S). Heparin er samansett av nógvum disaccharid-eindum. kjak hávirknum heparini. Aðrar aktivitetsgrundaðar ella pro­ cess-relateraðar eindir verða eisini nýttar, men tað verður ov drúgført at útgreina tær í hesum sambandinum. Heparin-prísur Prísurin á heparini skiftir nakað alt eftir merki og fram­l­eiðsluhátti, men talan er um eitt lutfalsliga dýrt evni. Á alnótini ber til at finna eitt nú eitt 250 mL glas við upploystum natriumsalti av svínaheparin, styrki 5000 U/mL, fyri 4200 Dkr. Svarar eitt U til 0,002 mg, so er nøgdin í 250 mL á 5000U/mL tann sama sum 5000 x 0,002 mg/mL x 250 mL = 2,5 gram. Tað merkir altso at 2,5 gram kosta 4200 Dkr. Eitt gram kostar so 1680 Dkr, og eitt kg 1,7 milliónir Dkr. Møgulig fíggjarlig úrtøka Fleiri av neyðugu tølunum eru ikki alment tøk fyri laks, og tí er niðanfyristandandi útrokning bert eitt mett git ella ein guestimering. Í litteraturinum ber til at finna fram til, at innihaldið av heparini í svína-mucus (svína-slími) er umleið 0,01%. Tilsvarandi tal fyri laksa-mucus tykjast at vera alment ókend enn. Vekt- brotparturin av mucus, útvunnið frá havtasku- høvdum, er leysliga mettur til at verða umleið 1.0% av høvda-vektini. Tað er ikki vist, men møguliga kunnu hesi tøl eisini nýtast fyri laksa-restrávøru. Hugsa vit okkum, at laksarestrávøran frá ali-ídnaðinum í Føroyum er áleið 10.000 tons svarandi til 20% av 50.000 tonsum, so er mucus-innihaldi ájavnt við 100 tons, heparin-innihaldið 10 kg og prísurin 10 kg x 1,7 milliónir Dkr/kg = 17 milliónir Dkr. Talan er um virði, sum vit ikki hava ráð til at lata verða ógagnnýtt. Fyri at fáa enn stórri úrtøku, so kundi restrávøra frá laksa-alingini í hinum norðanlondunum ella umheiminum verði keypt heim, umgjørd til heparin, og seld á heimsmarknaðinum. Annar møguleiki er seta verksmiðjur upp uttanlands, har nógv aling fer fram. Ein triði møguleiki er at kanna um onnur fiskasløg í havinum kring Føroyar kunnu verða grundarlag undir heparin- framleiðslu. Her er nógv granskingararbeiði eftir at gera. Universitet og granskingargarður Øll framkomin lond, hava langt síðani ásannað, at skulu livilíkindi og lívsdygd borgaranna betrast, so má hátøknilogisk gransking og menning fremjast í verki fyri millum annað at fáa eitt framkomið vinnulív. Og hetta mentala virksemið verður avrikað á fyrst og fremst á universitetum og nýggjari tíð eisini á granskingargarðum, sum vanlig virka í tøttum samstarvi við universitetini. Á henda hátt verða góð hug­skot umsett í verki til smáar fyritøkur, sum undir góðum umstøðum og við pro­fessionellari hjálp kunnu vaksa til altjóða vinnurisar. Virkis-varmakistlar Business incubatorar, busi­ ness kuvøsir ella virk­is- varmakistlar eru menn­ing­ arskráir ætlaðar til at styðja menningina av nýklaktum fyritøkum fyrstu tíðina, við hollari vitan og tænastum, sum leiðslan á virkis- varmakistlinum kann veita. Sjálvt um leiðslan ikki er mannsterk og ikki alvitandi, so ber hetta hjálpararbeiðið til, av tí at slíkar leiðslur ofta hava eina ørgrynnu av yrkis- sambondum og netverkum. Vitan og tænastur verða veittar eftir tørvi, og kunnu umfata eitt nú grundreglur í handilsskapi, yrkisnetverk, marknaðarhjálp, snar-inter­ net, roknskaparskil, fíggjar­ stýring, hjálp til bankalán, hóskandi fíggingargrunnar, framløgu-dugnaskap, sam­ band við Universitet við serligum førleikum, stra­ teg­iskar partnarar, ser­køn ráð­gevandi stýri, lógar­hjálp, hand­faring av intellek­ tuellum ognarrætti, com­ mersiali­seringshjálp og busi­ ness-einglar. Business-einglar Hóast eingla-hugtakið er rímuliga vælkent í Føroyum, so hava business-einglar ikki verið serliga sjónligir í før­ oyska samfelagnum. Hvørjir eru so hesir vinnulívs-eingl­ arnir? Vinnulívseinglar eru ofta eldri arbeiðstakarar, entre­preneurar, ið hava vunn­ ið gilt av peningi, t.d. nakrar hundrað milliónir Dkr, við sínum virksemi og/ella sølu av egnari fyritøku. Hesi fólk vilja, eftir lokið lívsverk, fegin gera nyttu í samfelagnum við síni servitan, royndum, netverkum og pengum. Teir seta vanliga part av ríki­ døminum í hald­felagsskapir, sum hava til endamáls at investera og menna fyri­ tøkur. Business-einglar in­ vestera ofta í bólki og fáa harvið stórri ávirkan á fyritøkuleiðslurnar. Fæið, einar 10 til 20 milliónir Dkr, sum business-einglar skjóta inn í fyritøkur er vanliga hávága-íløga og er tí oftani sera hent hjá nýbyrjaðum fyritøkum. Business-einglar spæla ein týðandi tátt í innovatión og menning av nýggjum vinnufyritøkum. Business-einglar stuðlar fegn­ir gransking og menning. Sannir business-einglar flyta ikki pening teirra uttan­lands í krepputíðum, tá mesti tørvur er á teimum í móður­ landinum, teir fremja ikki fíggjarundandrátt, og teir hava einki ímóti at gjalda skatt til fedraland sítt.