fríggjadagur 9. mars 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Laksa-heparin, virkis-varma
Heparin
Heparin er eitt evni, sum verð
ur nýtt í heilsuverkum kring
knøttin, og verður vanliga
framleitt úr innvølinum
úr grísum og lungunum úr
neytum. Onnur djór kunnu
tó eisini verða nýtt sum
rávørukelda.
Heparin
er
ein sokallaður anti-coagu
lantur, og hevur tann evna
frøðiliga eginleika, at tað
forðar fyri, at blóð loypir
saman í mannakroppinum
(in vivo) og í royndarglasi
ella reagensglasi (in vitro).
Evnið verður nýtt í medi
cinskum høpi, eitt nú í sam
band við hjarta- og æðra-
skurðviðgerðir, blóðflutning
(blóðtransfusión) og fyri
byrging móti blóðtøppi eftir
skurðviðgerð, viðgerð í sam
band við óregluligan hjarta
slátt, blóðsíling og katetur-
viðgerð. Meginparturin av
heparini fer tó til viðgerð
av blóðtøppi/blóðtøppum í
lívæðrum (arterium) og blá
æðrum (venum). Heparin
upploysir tó ikki blóðtøppar,
men tað loyvir kroppsins
náttúrligu tilgongdum og lív
evnafrøðiligu evnum at upp
loysa blóðtøppar, sum longu
eru formaðir.
Søgan um heparin
Evnið heparin varð uppdagað
í 1916, men varð ikki nýtt í
kliniskum høpi fyrrenn 1935.
Granskingin, sum førdi fram
til uppdagingina av heparin
var í høvuðsheitum framd
av tveimum monnum, Jay
McLean og William Henri
Howell á John Hopkins Uni
versitetinum í USA. Heparin
var upprunaliga isolerað úr
hundalivra-kyknum. Av hes
um hevur evnið fingið heitið
heparin, tí hepar merkir
livur á grikskum. Grikst og
serliga latín vóru fróðarmál í
gomlum døgum, og tessvegna
hava nógv, heilt nógv faklig
frøðiheiti sín uppruna í
hesum málum. Í 1930-unum
kannaðu fleiri vísindafólk
heparin ymsa staðni í heim
inum.
Svenskarin
Erik
Jorpes, ið arbeiddi á Karo
linska Instituttet í Stokk
holm
kunngjørdi
síni
granskingarúrslit um mýlska
strukturin av heparin í 1935.
Hetta
rannsóknararbeiðið
gjørdi
tað
møguligt
hjá
svensku fyritøkuni Vitrum
AB at framleiða tann fyrsta
heparin-úrdráttin,
sum
kundi gevast beinleiðis inn
í bláæðrarnar ella intra
venøst.
Millum
1933
og
1936 gjørdi Universitetið í
Toronto sær stóran ómak
av at perfektionera ta tøkn
ina, sum var neyðug fyri at
framleiða ikki-toxiskt hep
arin, og í 1937 eydnaðist at
framleiða ein tryggan og góð
an blóð anticoagulant.
Laksa-heparin
Meginparturin
av
øllum
commerciellum
pharma
ceutiskum heparini verður
framleitt úr rávørum av
neytalungum
og
svína-
innvøli. Men orsakað av fram
haldandi ótta fyri møguligari
smittu av neytaøði (BSE:
Bovine Spongiform Encep
halopathy)
á
menniskju,
so er framleiðslan av hep
arini grundað á neyta-úr
dráttir
minkað
munandi.
Harafturat hava fleiri eyst
urlendsk merki av svína-
heparin
ikki
verið
nóg
rein í seinastuni, og hevur
hetta elvt til trupulleikar í
heilsuverkinum. Dálkingin
umfatar upploysingarevni,
tungmetalónir, virus, bak
teriuframleidd
eiturevni,
lipidir, proteinir og DNA. Og
í muslimska heiminum verða
svína-úrdráttir
skýggjaðir.
Av tí at nýtslan av heparini
er økjandi, so er til tíðir ov
lítið til á marknaðinum fyri
at nøkta tørvin. Tessvegna
hevur verið leitað eftir øðrum
valmøguleikum av ráevnum,
t.d. úr skeljadjórum, rækjum,
hvalum,
dromedarum
og
laksi.
Norskar rannsóknir
Fyri stuttum funnu norsk
vísindafólk
fram
til,
at
heparin úr laksa-táknum
og
laksa-innvølum
hevði
serliga góðar eginleikar at
binda seg til anti-thrombin
og er av tí sama væl egnað
sum blóð anti-coagulantur.
NMR-spektra vístu greitt, at
laksaheparin er nakað øðrvísi
enn svína- og neyta-heparin.
Í laksa-heparini er lutfalsliga
nógv av stutt-ketaðum hep
arin (LMWH) við einum heilt
unikum
pentasaccharid-
sekvensi, sum bindir seg væl
við
antithrombin.
Penta
saccharid-sekvensur er ein
røð av fimm sukurmýlum.
Av tí at nógv er til av aldum
laksi, eins og at henda rá
vøran er rímuliga støðug, so
verður arbeitt við at nýta
sekunderar rávørur frá laks
framleiðsluni til heparin-
framleiðslu.
Patent og
vísindagreinar
Norsku vísindafólkini, Per
Olav Skjervold, Ole Rasmus
Ødegaard, Frank Brostad og
Ragnar Flensrud søktu um
og fingu amerikanskt pa
tent (U.S Patent no 7618652
B2)
uppá
úrvinning
og
karakterisering
av
laksa-
heparini 17. nov. 2009. Úr
vinningin
umfatar
fleiri
trin: 1) homogenisering av
laksarestrávøru,
2)
kon
centrering av homogenati,
3) fraktionering av homo
genatinum við antithrombin-
klæddari
kolonnu,
4)
útvasking av antithrombin-
ikki-bindandi
glucosam
inglycanum, 5) isolering og
reinsan av antithrombin-
bindandi
glucosaming
lycanum, tvs., heparin. Í 2010
skriva Ragnar Flensrud frá
Universitetinum í Ås, Mette
Lie Larsen og Ole Rasmus
Ødegaard frá Universitets
sjúkrahúsinun í Oslo eina
grein um uppreinsing og
karakterisering
av
laksa-
heparini í vísindaliga tíðarrit
inum, Thrombosis Research.
Kanningarnar í hesi grein
vísa, at laksa-heparin hevur
longri helvtartíð enn svína-
heparin og aktivitetur tess
er
munandi
meiri
støð
ugur. Laksaheparin er tess
vegna ein góð alternativ
rávørukelda til framkomna
heparin-framleiðslu.
Eind fyri heparin
Ein gomul eind fyri mongd
av heparin er ein Howell
eind ella Howell Unit, HU.
Ein HU av heparin er áleið
tann mongd av heparin,
sum svarar til 0,002 mg av
heilt reinum heparini, ið er
tann nøgd, sum krevst fyri
at halda ein millilitur (1 mL)
av katta-blóði sveitafrítt í 24
tímar við 0oC. Ein onnur eind
er USP eindin. Ein USP eind
av standard heparini er 0,006
mg av rá-produkti, og umleið
0,002 mg av processeraðum
HÓRALDUR
JOENSEN
februar 2012
Heparin hindrar blóði at gerast sveitalivur, forðar fyri blóðtøppum, verður nógv nýtt í heilsuverkinum
og er eitt lutfalsliga dýrt evni. Evnið verður vanliga vunnið úr svínum og neytum, men nú hevur laksur
eisini víst seg at verða ein góð rávørukelda. Í Føroyum er heparin-framleiðsla ókend vinna, hóast
fitt av peningi kann fáast burtur úr. Tætt samstarv millum universitet, granskingargarðar, virkis-
varmakistlar og vinnulívseinglar kann verða hollur stuðul hjá nýggjum óroyndum vinnufyritøkum.