hósdagur 4. mars 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ 8 ]
[ mars 2004 ]
[ mars 2004 ]
[ 9 ]
KOMANDI LANDSDYSTUR ÍMILLUM
FØROYAR OG FRAKLAND TÓRSVØLLI
Landsdystur: Føroysku
dreingirnir contre Les
Bleus
Í dag er hin sjeyndi sep-
tembur 2004. Klokkan er
júst vorðin 15.00, og dóm-
arin bríkslar dystin ímillum
Føroyar og Frakland í
gongd.
Rúni H. Olsen og
Jóannes Lamhauge.
Í dag er hin sjeyndi sep-
tembur 2004. Klokkan er
júst vorðin 15.00, og dóm-
arin bríkslar dystin ímillum
Føroyar og Frakland í
gongd. Veðrið hevur hildið
sær í allan morgun og út-
sýnið er gott henda lagnu-
dag. Fullsett er á Tórsvølli,
og fólkið er á gosi. Spenn-
ingurin hongur so tættur í
luftini, at næstan ber til at
klúgva hann við knívi. Teir
føroysku leikararnir í teim-
um vælkendu hvítu lands-
liðstroyggjunum seta dystin
ígongd, og áskoðararnir
fara upp at kóka. John Pet-
ersen hevur spælt bóltin
yvir til Christian Høgna, ið
síðan ger eitt legg yvir í
høgru síðu til Jákup á Borg.
Hann temur bóltin væl,
men so kemur ein stórleyp-
andi Patrick Vieira í bláari
troyggju, og við einari harð-
ligari takling kvettir hann
bóltin frá Jákupi. Hann
sendir síðan bóltin fram við
einum ovfarnum Juliani
Johnson til Thierry Henry,
ið stendur ytst í vinstra
borði. Hann temur bóltin og
sendir hann síðan inn í
brotsteigin, har David
Trézeguét er klárur við
høvdinum. Men Jákup
Mikkelsen hongur í leysari
luft og bjargar í stórum
stíli.
Lutakastið
Hin 5. des 2003 varð trekt
um, hvørji lið komu í bólk
við hvør øðrum.
Spenningurin var stórur í
stovunum kring landið, tá ið
beinleiðissendingin við luta-
kastinum varð varpað kring
allan heimin.
Bólkarnir gjørdust átta í
tali, við seks og sjey lond-
um í hvørjum. Í bólki saman
við Føroyum komu Ìrland,
Sveis, Kypern, Ísrael og so
Frakland. Tað var serstak-
liga tað seinasta, ið vakti
stóran ans ímillum føroy-
ingar. Frakland eru jú fyrr-
verandi heimsmeistarar og
núverandi evropameistarar.
Ein hópur, ið nærum bert
er samansettur av elitu-
spælarum úr kendastu lið-
unum í heiminum, eitt nú
Real Madrid, Arsenal og
Juventus. Kremi av kremi-
num, um ein skal mæla við
fáum orðum.
Vanir at sigra
Fransmenn hava í mong ár
verið millum bestu liðuni í
heiminum. Hvør minnist
ikki, tá fransmenn gjørdust
evropameistarar við einum
2-1 sigri á Italia? Men
hetta er ikki tað einasta, ið
fransmenn hava at reypa
sær av: Ígjøgnum tey sein-
astu árini hava fransmenn
átt eitt hav av elituleikar-
um. Platini, Tigana og aðrir
rúnabundu áskoðararnar við
framúrskarandi, álops-
sinnaðum fótbólti í 80’un-
um.
Men óivað størsta bragd
teirra man vera lagnudagin
12. juli, tá fraklendingar við
einum brennandi 3-0 sigri
bastu táverandi, og núver-
andi, heimsmeistarunum,
Brasil.
Ætla at berjast
sum fyri lívinum
Føroyska landsliðið fekk fyri
einari tíð síðan nýggjan
venjara, nevniliga danan,
Henrik Larsen, ið er fyrr-
verandi danskur yrkis-
landsliðsleikari. Hann hevur
higartil víst bæði góðan
ítróttaranda og góð úrslit.
Samanumtikið kunnu vit øll
vera samd um, at tað at
velja júst hann til venjara,
var eingin pattleikur.
At føroyingar skulu møta
fraklendingum í fótbólts-
dysti kann sjálvandi líkjast
dystinum ímillum Dávid og
Goliat í forum.
Men vit hava fyrr prógv-
að, at vit væl kunnu standa
ímóti, tá ið harðast leikar
á. Hvør minnist jú ikki
megnar úrslitið vit fingu í
Landskrona á sinni?
Og fyri ikki at gloyma
javnleikin føroyingar leiktu
ímóti skotum herfyri.
12. maður ger
nógv burturúr
dystinum
Ein fastur táttur hjá fjepp-
arafelagnum, 12. maður,
hevur verið at skipa fyri
ymsum tiltøkum, tá lands-
dystur er í Føroyum. M.a.
verður upphiting áðrenn
dystin við máling í Eclipse,
sum ætlanin er at leiga.
Men eisini fraklendingar
eru ídnir fótbóltsfjepparar.
Væntað verður, at minst
600 franskir áskoðarar
fara at koma hendavegin,
og helst vilja teir allir verða
væl harðmæltari enn
føroyingar.
Fótbóltssamband Føroya
væntar, at dysturin ímillum
Føroyar og Frakland niðri í
Fraklandi møguliga verður
leiktur í franska stórbýnum,
Lyon.
Franska landsliðið er tá á
heimavølli, og kann avbjóð-
ingin tá tykjast føroysku
dreingjunum eyka stór.
Men trúgvu føroysku
fjeppararnir ætla tá ikki at
smæðast burtur. 12. mað-
ur hevur nevniliga stórar
ætlanir um at skipa fyri eini
ferð, har føroysku áskoð-
ararnir fáa møguleikan at
verða við til eitt risastórt
fótbóltstiltak sum ongantíð
áður. Og munnu vit ikki fara
at síggja ein kátan Oskar,
díkjandi á trummu sína,
rópa "koyr á Føroyar!!!"?
Innkast til Føroyar..
Jann Ingi Petersen hevur
fingið bóltin, men missir
hann av einum í so harðlig-
um Phillipe Mexés, ið tykist
at koma ongastaðni frá.
Bólturin rullar út um lin-
juna. Linjuverjin hevur reyð-
gula flaggið á lofti og siktar
kaldliga ímóti føroysku hálv-
uni.
Jann Ingi kastar bóltin
fram um Helga L. Peter-
sen, ið rennir um kapp við
Thuram. Helgi rekur inn í
franska brotsteigin, men
fraklendingar tola ikki álops-
hugin hjá føroyingum, so
teir fella Helga.
Helgi verður liggjandi, og
rok verður á vøllinum.
Dómarin er á staðnum,
og her er ongin ivi.
- "Brotsspark!", geylar
Jógvan Arge hásur á
málinum,
"Tað er brotsspark til
føroyingar!!"
Føroysku áskoðararnir
eru á gosi, og kátu frans-
menninir gjørdust nú brád-
liga heilt hvítir í andlitinum.
John Petersen leggur
bóltin stillisliga á brots-
sparksblettin, og allur
Tórsvøllur situr sum á nál-
um. Tigandi.
John Petersen stendur
eina lítla løtu og slotar,
men mannar seg síðani upp
og ger eitt renningarlop og
langar til. Franski málmað-
urin, Barthéz, hevur ongan
møguleika. Hann tveitir
seg, men velur skeiva síðu.
Hann hoyrir bert súsið av
bóltinum, ið fer syngjandi
framvið. Hann blundar og
roynir at taka rómin hjá før-
oysku áskoðarunum í røtt-
um ítróttaranda.
HM-undandystirnir
millum lítlu Føroyar og
fótbóltsrisan Frakland
verða størstu og tor-
førastu avbjóðingar
higartil í føroysku fót-
bóltssøguni
Víst hava mótstøðulið før-
oyinga í altjóða luttøku fyrr
itið Spania, Týskland, Russ-
land, Danmark, Rumenia,
Jugoslavia o.s.fr., men ong-
antíð áður hevur føroyska
landsliðið havt torførari
uppgávu fyri framman, nú
teir 11 fyrstu føroysku
landsliðsleikararnir 8. sept.
á Tórsvølli skulu standa
andlit til andlits við stjørnur
sum Zinedine Zidane úr
Real Madrid, David Treze-
guet úr Juventus og Thierry
Henry, Robert Pires og
Patrick Vieira úr Arsenal.
Franska landsliðið
betri enn nakrantíð
Franska landsliðið er í løt-
uni á øðrum plássi á altjóða
FIFA styrkilistanum aftan
fyri sambafótbóltin úr Bra-
silia á fyrsta plássi. Frak-
land gjørdist heimsmeistari
í 1998 á heimavølli, har
teir í finaluni sera sannfør-
andi vunnu á Brasilia við
trimum málum móti ong-
um, og í europameistara-
kappingini í 2000 í Hollandi
og Belgia vann Frakland 2-
1 á Italia í eini sera spenn-
andi finalu og staðfestu
harvið støðu sína sum
besta landslið í Europa,
sum teir til dagin í dag
kunnu kalla seg hóast mis-
eydnaða heimsmeistara-
heitið í 2002 í Japan og
Suðurkorea. Í løtuni sýnir
franska landsliðið betri av-
rik enn nakrantíð við sera
undirhaldandi, tekniskum og
offensivum fótbólti.
Spælistílurin
ein trupulleiki
Júst hesin háttur fraklend-
inga at spæla fótbólt kann
gerast ein stórur trupulleiki
fyri føroyingar í heyst, tí
hóast vit eitt nú bert taptu
2-1 og 0-2 móti vara-
heimsmeistarunum úr Týsk-
landi, hava vit nú við eina
grundleggjandi øðrvísi fót-
bóltsmentan at gera. Lið
sum Týskland og Skotland
leika fótbólt, sum minnir
um tann føroyska og tískil
er lættari at laga seg eftir
og verja seg ímóti hjá før-
oyska liðnum, og júst hetta
hevur søgan prógvað.
Hvussu ofta eru Føroyar
ikki eyðmýktar við stórtap-
um og tennisúrslitum móti
tekniskum, kombinatións-
leikandi londum sum Jugo-
slavia, Russlandi, Rumenia
o.ø., júst tí hesi hava ein
spælistíl, sum fellir føroy-
ingum torførari at fyri-
byrgja? Hetta hóast hesi
lond als ikki í styrki kunnu
sammetast við t.d. Týsk-
land, sum vit jú mundu
fingið javnleik ímóti, um
Hjalgrím Elttør bert
hevði…
Superstjørnur
Júst sama trupulleika
stendur føroyska fótbólts-
tjóðin yvirfyri í dag móti
einum fronskum liði, sum
er so eyðkent av kreativum,
tekniskum, offensivum
sjampagnufótbólti við stóra
kreatørinum Zinedine Zi-
dane á odda. Aftan fyri
hann ruddar ævigi stríðs-
vognurin Patrick Vieira upp,
meðan Frakland við áleypar-
unum Thierry Henry og
David Trezeguet hevur alt,
ein venjari kann ynskja sær:
Ómenniskjaligan skjótleika,
dribliteknikk, evnir at skapa
og skjóta mál, luftstyrki
o.s.fr. Eins og Zidane er
Robert Pires eisini upphav
til mong mál á franska
landsliðnum við sínum frá-
líku teknisku styrki. Um-
framt hesar superstjørnur
skulu føroyingar eisini fáa
tamarhald á Claude Maka-
lele úr Chelsea, Bixente
Lizarazu úr Bayern Mun-
chen, Lilian Thuram úr Ju-
ventus og møguligum av-
loysarum í álopinum sum
Louis Saha, Steve Marlet,
Djibril Cissé og øðrum.
So er bert at vóna
Hóast ein ræðumynd ikki
eigur at verða málað
frammanundan, stendur
størsta fótbóltsuppgáva
føroyinga nakrantíð fyri
framman, tá føroysku leik-
ararnir verða heimsøktir av
bestu fótbóltsartistunum í
heiminum, og so er bert at
vóna…
Heini í Skorini
Frakland - Føroyar:
STØRSTA AVBJÓÐINGIN NAKRANTÍÐ
OH, EG ELSKI TYKKUM!
Stefanie E. Sager er
skiftisnæmingur úr
Sveits. Hon gongur nú í
2.ð á studentaskúlanum
í Hoydølum. Vit hava
her sett henni nakrar
spurningar um tíð
hennara í Føroyum, og
hvussu henni dámar
land okkara
Hví Føroyar?
Upprunaliga ætlaði eg mær
at fara til okkurt land í
Skandinavia. Eg las eina
bók um Skandinavia og kom
fram á Føroyar. Hetta land-
ið hevði eg ongantíð hoyrt
nakað um, jú fótbóltsliðið
hoyrir man onkuntíð um.
Hetta, sum eg las um
Føroyar, helt eg vera øgiliga
spennandi. Tað virkaði sum
ein lítil verð, mitt í havi-
num, við einari ríkari ment-
an, og alt hetta ljóðaði øgi-
liga innbjóðandi, og eg
angri slettt ikki, at eg eri
komin.
Hvussu leingi hevur tú nú
verið í Føroyum?
Nú havi eg verið her í 6
mánaðir. Og tað er løgið at
hugsa sær til, at so nógv
tíð longu er farin, tí eg havi
upplivað so nógv, meðan eg
havi verið her.
Hvussu var í byrjanini?
Tær fyrstu vikurnar vóru
ræðuligar. Eg longdist so
illa heim, og eg skilti einki.
Eg kendi ongan, og eingin
var, sum visti hvussu eg
hevði tað. Men tá eg byrj-
aði at læra málið, gekk
nógv betri.
Tað, at skilja fólk, hevur
øgiliga nógv at siga. Man
veit ikki, hvat fólk hugsa,
ella hvussu fólk eru, tá man
ikki skilur málið. Og um-
vent.
Er tað lættari nú?
Ja! Nú dugi eg eitt sindur
føroyskt, og eg føli meg
heima. Eg føli meg ordiliga
heima.
Leingist tær heimaftur?
Nei. Ikki meir. Tað er løgið
at hugsa sær til, at eg
einaferð skal heimaftur. Tí
mær dámar so væl her.
Men lívið í Sveits dámar
mær eisini væl. Eg hevði
viljað, at man hevði kunnað
koyrt hesir báðir ymisku
heimarnar saman í ein.
Hvat dámar tær ta føroysku
mentanina og tað føroyska
fólkið?
Eg haldi, at Føroyar hevur
eina ógvuliga spennandi og
spesiella mentan. Tit eru
ikki so ávirkaði frá umheimi-
num, sum t.d. Sveits er. Tit
hava enn traditiónir, sum
føroyskan dans og grinda-
dráp.
Eitt annað, sum mær
dámar so væl við Føroyum
er, at øll kenna hvønn ann-
an. Um man fer oman í
býin við onkrum, so ganga
øll og siga "hey" og heilsa
uppá hvønn annan. Alt er
so persónligt her.
Eisini eru øll í familju við
hvønn annan. Eg havi lagt
til merkis, at familjan hevur
nógv at siga her, og familj-
an ger nógv saman.
Ì byrjanini var tað løgið at
hugsa sær til, at Havnin er
høvuðsstaður í Føroyum.
Býurin er so lítil.
Í býnum eg komi frá
búgva 60.000 fólk, og tað
er ein lítil býur í Sveis.
Hvat er tað besta upplivilsi,
tú hevur havt í Føroyum?
Tað er ringt at siga, tað er
so nógv. Mær dámdi væl
jólini. Eg var í Suðuroy hjá
ommu og abba.
Tað var øgiliga hugnaligt,
og øll familjan var har.
Eg gleði meg øgiliga nógv
at fara við klassanum til
Frankaríkis, og eg eri glað
at sleppa við teimum.
Eg kann ikki siga, at tað
er ein uppliving, sum hevur
havt nógv at týða fyri meg.
Tað eru heldur tey smáu
tingini, lívið í Føroyum sum
heild. Eg eri komin at kenna
nógv fitt fólk, meðan eg
havi verið her. Her er so
deiligt, oh, eg elski tykkum!