hósdagur 4. mars 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 44 - 4. mars 2004
Nr. 44 - 4. mars 2004
9
um, og tey koma eisini í
næstum. Arbeiðið er farið í
gongd við at gera parker-
ingsøki í brekkuni oman
móti Evangeliihúsinum og
gomlu Køkubúðini, og har
verður pláss fyri 68 bilum.
Hetta verður eitt sonevnt
grønt parkeringsøki við
nógvum trøum og blómu-
kassum, meinlíkt parker-
ingsøkinum á Frúutrøð.
Somuleiðis
koma
í
næstum fleiri parkerings-
básar á økinum við Skála-
trøð.
Parkeringsøkið
á
Skálatrøð verður umskipað,
og tað fer at føra við sær, at
talið av básum fer at vaksa
við 48 frá 167 upp í 215
parkeringsbásar.
Eisini
verður farið í gongd við at
gera 28 nýggj parkerings-
pláss millum Politistøðina
og raðúsini í Lon. Hetta
merkir, at í nærmastu fram-
tíð verða nærum 150 nýggj
parkeringspláss við mið-
býin í Havn, og hetta metir
býráðið fer at gera stóran
mun, sigur borgarstjórin
Jan Christiansen.
Ætlanin hjá býráðnum er
at gera øll parkeringspláss í
miðbýnum tíðaravmarkaði,
so at tey fólk, ið hava sítt
dagliga yrki í miðbýnum,
noyðast at seta bilin uttan
fyri miðbýin, eitt nú upp
við fótbóltsvøllin í Gunda-
dali, á Skálatrøð ella onkra
aðrastaðnis,
sigur
Jan
Christiansen og leggur aft-
urat, at væntandi fara eisini
stór parkeringshús at koma
í framtíðini.
Ongin forðing fyri
stórum skrivstovu-
bygningi
Sum áðurnevnt liggur í
byggi- og býarskipanar-
nevndini ein umsókn um
byggiloyvi til stóran skriv-
stovubygning, har húsini
hjá Anton Degn standa í
dag. Jan Christiansen sigur,
at hesin bygningur lýkur
allar tær treytir, ið eru í
byggisamtyktini fyri mið-
býin, og tí er eingin forðing
fyri at fáa loyvi hjá eig-
aranum. Borgarstjórin á-
sannar, at slíkar byggingar
altíð vilja skapa eitt sindur
av øsing millum manna,
men vit noyðast at hava
samtíðarhóskandi bygning-
ar í miðbýnum, sigur hann
og leggur afturat, at eftir
hansara tykki fer tann
bygningurin,
um
loyvi
verður játtað, als ikki at
verða nakað misprýði fyri
býin, heldur tvørturímóti.
Borgarstjórin viðgongur,
at málið hevur verið rættu-
liga leingi til viðgerðar í
umsitingini, og eisini at
talan er um eitt rættuliga
eymt mál. Slík mál, har eini
gomul hús verða flutt, og
ein meiri nútímans bygn-
ingur kemur í staðin, eru
altíð eym, tí slík mál hava
stóran
áhuga
millum
manna. Allarhelst kemur
eisini okkurt upplop frá
onkrum borgarum,men tá
ið bygningurin er komin
upp at standa, gongur ikki
long tíð, so er alt gloymt,
sigur borgarstjórin í Havn.
Nú býráðsvalið í heyst
nærkast, er ikki óhugsandi,
at býráðslimir hava ilt við
at ganga umsóknini á møti
fyri at tekkjast veljarunum,
og tað ásannar Jan Christ-
iansen. Slík mál eru serliga
eym í einum valári, sigur
Jan Christiansen, men han
n dugir tó ikki at ímynda
sær, at umsøkjarin ikki fær
byggiloyvið í nærmastu
framtíð. Á fundinum mána-
dagin mældu bæði býar-
arkitekturin og tekniski
stjórin hjá býráðnum til, at
nevndin gongur umsóknini
um byggiloyvi á møti,
treytað av at heildarætlanin
verður gjørd fyri økið við
Tinghúsvegin frá Jacob
Lützen niðan til Bøkjara-
brekku.
Byggideildin hjá
Tórshavnar Býráð
arbeiðir í løtuni við at
gera eina heildar-
ætlan fyri økið við
Tinghúsvegin, har
ætlanin er at byggja
stóran handils- og
skrivstovubygning
millum Havnar Bio
og gomlu handils-
húsini hjá Jacob
Lützen
MIÐBÝUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Á nevndarfundi í byggi- og
býarskipanarnevndini hjá
Tórshavnar Býráð mána-
kvøldið var ein umsókn
um byggiloyvi til ein skriv-
stovubygning í 5 hæddum á
tí stað, har Degnshúsið,
sum havnarfólk rópa tað,
standa í dag. Tekniski stjór-
in hjá kommununi og býar-
arkitekturin mæltu til at
ganga umsóknini á møti,
treytað av at ein heildar-
ætlan verður gjørd fyri økið
við Tinghúsvegin frá Jacob
Lützen niðan til Bøkjara-
brekku.
Miðbýarlund
Júst málið um heildarætlan
fyri økið við Tinghúsvegin
bleiv viðgjørt undan oman-
fyrinevndu umsókn um
byggiloyvi, og hendan ætl-
anin er rættuliga áhuga-
verd. Býráðið ætlar, at
Tinghúsvegurin skal rað-
festast væl lægri sum
ferðsluæðr,
og
vegurin
skuldi í nógv størri mun til-
lagað seg tey torg og tað
grøna
umhvørvi,
sum
kunnu verða í sambandi við
eina miðbýarlund í økinum.
Umsitingin hjá kommununi
hevur gjørt eitt útkast til,
hvussu økið kann síggja út í
framtíðini, og í næstum
verður eitt modell av økin-
um gjørt, so at borgararnir
í Havn kunnu gera sær sín-
ar metingar um ætlanina.
Endamálið við heildar-
ætlanini er at fáa lýst,
hvussu kommunan metir, at
økið við Tinghúsvegin skal
býarskipast. Finnast skal
fram til eina skipan, har
loyvi verður givið til bæði
samtíðarhóskandi bygging
við nútíðarhóskandi funk-
tiónum, sum hoyra til í
miðbýnum í einum høvuðs-
staði, men samstundis er
tað ógvuliga umráðandi at
varðveita
ymiska
eldri
bygningar í miðbýnum.
Her verður serliga hugsað
um bygningar av eldri slag,
ið eru sermerktir fyri Tórs-
havn sum høvuðsstað í
einum
byggilistarligum,
søguligum og mentunar-
ligum høpi. Sum dømi um
slíkar
bygningar
verða
nevndir bygningurin hjá
Jacob Lützen, gamli bók-
handil, Gróthúsið og ver-
andi Tinghús. Sagt verður,
at hesir bygningar eiga
náttúrliga at verða varð-
veittir sum ein partur av
einari kronoligiskari byggi-
siðarmynd.
Ætlanin er at gera eina
gongurás frá húsunum hjá
Jacob Lützen og allan vegin
niðan til Bøkjarabrekku í
einum grønum øki við torgi
og øðrum, ið ger økið
hugnaligari.
Eisini er nærliggjandi at
ímynda sær, at høvuðsinn-
gongdin hjá løgtinginum
fær betri sømdir. Sum nú er
liggur inngongdin beint út á
eina smala gongubreyt, har
tey hevði verið meiri hósk-
andi við einum lítlum torgi
sambært kommununi. Jan
Christiansen sigur, at tað
eisini leingi hevur verið eitt
ynski frá Føroya Løgtingi,
at okkurt verður gjørt við
økið kring løgtingshúsini.
Eingin livir av
romantikki aleina
Borgarstjórin í Havn, Jan
Christiansen,
sigur,
at
neyðugt er hjá Havnini at
hava ein miðbý, ið hóskar
til okkara samtíð. Hann
sigur, at tað er umráðandi at
fáa ein fjálgan miðbý, sum
eisini hevur lív í. Í hesum
sambandi fer Tórshavnar
Býráð at seta sum treyt, at í
øllum bygningum í mið-
býnum í Havn, skal í veg-
hæddini verða eitt ella
annað útatvent virksemi, so
sum handil ella matstovu,
sigur Jan Christiansen.
Gaman í hava vit nógv
gomul og vøkur hús í mið-
býnum í Havn, men ongin
livir av romantikki aleina,
sigur borgarstjórin í Havn.
Summi av teimum eldru
húsunum
í
miðbýnum
liggja eisini kroyst millum
størri bygningar og koma tí
ikki til sín rætt. Til dømis
liggur Degnshúsið millum
tveir
stórar
bygningar,
Havnar Bio og Jacob
Lützen, og neyvan eru tað
mong, ið geva húsinum
gætur í gerandisdegnum.
Júst á tí stað hevði tað
allarhelst verið meiri hósk-
andi við einum meiri sam-
tíðarhóskandi bygningi við
nógvum lívi í, so sum tað
uppskot, ið er knýtt at um-
sóknini um byggiloyvi á tí
stað.
Borgarstjórin sigur, at tað
er eyðsæð, at miðbýurin
skal gerast, so at fólk trívast
í honum, og til tað krevst
ein lívligur miðbýur, ið
hóskar til sína samtíð.
Ov nógv ferðsla í
miðbýnum
Ein trupulleiki í miðbýnum
í Havn er tann nógva
ferðslan. Fyri nøkrum árum
síðani bleiv forboð sett fyri
tungari ferðslu gjøgnum
býin, men tað forboð er
bert galdandi fyri trailarar,
tí nógvir vanligir lastbilar
hava sína dagligu gongd í
miðbýnum. Her verður til
dømis hugsað um lastbilar
hjá heilsølum, skrellibilar
og tangabilar.
Tórshavnar
Kommuna
ætlar tó at forða fyri, at ov
nógv óneyðug ferðsla fer
gjøgnum býin. Jan Christ-
iansen sigur, at sjálvandi
skal tann ferðsla, ið hevur
við miðbýin at gera, hava
loyvi til at halda fram sum
vanligt, men heldur ikki
meira enn tað. Tískil er ein
av tankunum við heildar-
ætlanini fyri økið við Ting-
húsvegin, at minkað verður
munandi um ferðsluna við
at gera torg og aðrar veg-
forðingar, uttan tó at veg-
urin verður stongdur av fyri
ferðslu. Ikki ber til at
stongja vegir í miðbýnum í
Havn fyri ferðslu, tí rættu-
liga nógvir av teimum eru
einsrættaðir, og tað hevði
viðført ferðsluruðuleika.
Nærum 150 p-pláss
afturat við miðbýin
Sum tey flestu helst vita,
hevur Tórshavnar Býráð
herfyri sett nakar parker-
ingsvørðar, og tað hevur
bøtt munandi um parker-
ingsstøðuna í miðbýnum.
Áðrenn parkeringsvørðar-
nir vóru settir, høvdu fólk,
ið arbeiða í miðbýnum,
lyndi til at seta sær bilin í
tíðaravmarkaðar básar, tí
tey vistu, at tey fingu onga
bót. Hetta er farið í søguna,
nú parkeringsvørðarnir eru
komnir, og nú er lættari hjá
fólki, ið fara til handils í
miðbýnum, at sleppa sær av
við bilin. Hetta er nakað, ið
handlarnir týðugliga hava
merkt, sigur Jan Christian-
sen.
Tórshavnar
Kommuna
ásannar tó, at stórur tørvur
er á fleiri parkeringspláss-
Stórar broytingar í miðbýnum í Havn
Eingin livir av romantikki aleina, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, og vísur við hesum á tørvin á samtíðarhóskandi bygningum í miðbýnum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Hetta kortið vísir økið við Tinghúsvegin, har ætlanin er at gera eitt nú torg og grønt umhvørvi
Húsini hjá Anton Degn, høgru megin á myndini, skulu flytast, og nýggjur skrivstovubygningur byggjast á staðnum.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
9
8