Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Hilmar Jan Hansen Á hvørjum ári eru tvær steypa­ kappinginar í estetiskum fimleiki, og í morgin verður tann seinna av teimum í Ítróttarhøllini á Kambs­ dali, har ikki færri enn 25 lið í fimm bólkum fara at kappast. Talan er um fimm pinkulið, sjey smágentulið, seks gentulið, trý kvinnuunglingalið og fýra kvinnulið, ið koma frá feløg­ unum Flog, Støkk, Ljósinum og Havnar Fimleikafelag. Fyrstar á gólvið eru pinkur, smá­ gentur og gentur, sum byrja klokkan 13, og tá heiðursmerkja- og steypa­ handan hevur verið hjá teimum, standa kvinnuunglingar og kvinnur fyri tørni, og teirra kappingar enda eisini við, at heiðursmerki og steyp verða handað. Tilsamans 11 dóm­ arar døma allar kappingarnar út frá tí tekniska, tí listarliga og so sjálvari framførsluni. Hesar steypakappingarnar eru skipaðar soleiðis, at trý tey fremstu liðini í hvørjari deild fáa heiðurs­ merki, og besta liðið í báðum steypa­ kappingunum í hvørjari deild fær steyp til ognar. Tá kappingarnar hesa ferð eru av, verður talt saman og á tann hátt verður funnið fram til saml­aðu vinnararnar. Fyrra steypakappingin var í Runavík tann 4. februar, og tað var av álvara dagurin hjá Havnar Fim­ leika­felag, sum vann gull í øllum fimm bólkunum. Serliga vóru kvinnu­unglingarnir sannførandi og vunnu greitt, men í hinum bólk­ unum var meira spennandi, har Støkk og Ljósið blivu ávikavist numm­ar tvey og trý í øllum. Síðani ta kappingina hava liðið óivað øll vant miðvíst og roynt at fingið fínpussað ymsar smálutir, so tey í morgin kunnu koma við ein­ um enn betri avrikið. Av tí sama er stórur spenningur um, um hini megna at bjóða vinnarunum frá fyrru steypakappingini av, tí tað er jú saml­aða úrslitið, ið telur. hilmarjan@sosialurin.fo Estetisk steypakapping Fimleikur Ikki færri enn 25 lið úr fýra feløgum fara at kappast í ítróttarhøllini á Kambsdali í morgin, tá seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki er á skránni Sunset-kappingin 10/03 14.30 Neistin-VB 11/03 15.00 Stjørnan-Kyndil 11/03 16.30 StÍF-Tjaldur Atlantic Airways-kappingin 10/03 16.00 Neistin - Team Kl. 10/03 18.00 H71-Kyndil 11/03 15.00 StÍF-KÍF Eik-ligan kvinnur 09/03 19.00 SÍ-TB 10/03 13.00 KÍF-TB 10/03 13.00 Mjølnir-Fleyr 10/03 14.00 Ternan-Dráttur 11/03 18.00 ÍF-SÍ Eik-ligan menn 11/03 16.00 ÍF-SÍ Savnsmynd Dystir um vikuskiftið: Pætur Albinus Eftir at føroyska fótbólts­lands­ liðið á seinastu dagføring av heimsstyrkislistanum fall fýra pláss, hava Føroyar aftur lyft seg tvey pláss rætta vegin á nýggja heimsstyrkislistanum, sum varð almannakunngjørdur mikudagin. Føroyar liggur nú á einum deildum 116. plássi sam­ an við Aserbaijan og Kuba. Vit eru framvegis framman fyri grannar okkara úr íslandi, sum liggja nummar 121. Dan­ mark fekk á hesum sinni bara ein mánað í topp 10 og er nú á 11. plássi. Svøríki er nummar 17, Norra er nummar 24 og Finn­ land er nummar 84. Spania er framvegis heims­ ins besta landslið, meðan Holland hevur yvirhálað Týsk­ land og er nú á øðrum plássi. Næsta dagføring av heims­ styrkislistanum verður framd 11. apríl. albinus@sosialurin.fo Landsliðið tvey pláss rætta vegin Uni Holm Johannesen Christian Høgni er sostatt ein av fleiri runavíkingum, sum hava takkað fyri seg við Løkin í Runavík og valt Svangaskarð og B68 framum. Einar T. Hansen og Jústinus R. Hansen eru farnir sama veg, umframt venj­arin av Skála, Pauli Poulsen, sum hevur staðið á odda fyri NSÍ síðstu trý árini. Frágongdin hevur verið stór í Runavík í vetur. Mamuka Toronjadze, Jonhard Frederiksberg og Heðin á Lakjuni eru eisini farnir í onn­ ur feløg. B68 hevur leitað eftir ein­ um framherja seinastu mán­ að­irnar, tí Ahmed Keita og Ibrahima Camara dragast við skaðar. Teir verða neyvan við fyrr enn í summar. Christian Høgni Jacobsen hevur royndarvant við danska B1908 síðan ársskiftið, men nú er greitt, at framherjin fer at spæla við B68 í 2012. Burtursæð frá 2007 og 2008, tá Christian Høgni spældi við HB, hevur hann bara umboðað NSÍ í føroyskum fótbólti, men niðri hevur hann spælt við Esbjerg fB, Vejle BK og AB. uni@sosialurin.fo Christian Høgni eisini út á Toftir Fótbóltur Christian Høgni Jacobsen fer nú at spæla við B68, tí hann hevur skrivað undir avtalu, sum bindir hann at felagnum á Toftum hetta komandi kappingarárið