fríggjadagur 9. mars 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
Hjá 19 ára gamla René S. Joensen,
sum er føddur og uppvaksin í
høvuðsstaðnum, er dreymurin, ið
hann saman við mongum dreingj
um hevur havt, um at gerast
veruleiki. Í fyrradagin varð tað
greitt, at sáttmáli verður undir
skrivaður, sum ber við sær, at René
frá í summar av og tvey ár fram
verður á lønarlistanum í Brøndby,
har hann fer at venja saman við
teimum bestu og harvið fer at vera
við í stríðnum um plássini á besta
liðnum.
René M. Joensen fegnast um
henda møguleikan, men hann sær
ikki kjansin í danska felagnum, ið
telist millum tey stóru, hóast úrslit
ini hava verið soltin seinastu áriini,
sum endamál í sjálvum sær.
– Síðani eg var smádrongur havi
eg droymt um at fáa møguleika at
liva av at spæla fótbólt og harvið
ikki at hava annað arbeiði. Nú havi
eg fingið henda møguleikan í tvey
ár. Eg fari at leggja alt tað fyri,
sum eg kann, fyri at sleppa á besta
liðið, og málið er avgjørt at sleppa
longur enn í bestu donsku deildina
at spæla. At fingið møguleikan
í Onglandi hevði verið óført, og
at sloppið upp í part hjá Sir Alex
í Manchester United hevð verið
toppurin.
8. februar fylti René S. Joensen
19 ár. HB er barndómsfelagið, og
René hevur spælt á øllum ung
lingalandsliðunum. Hann verður
sagdur at vera skjótur og bólt
tryggur, og hann hevur gott eyga
fyri spælinum. René hevur spælt í
nógvum plássum. Í Brøndby rokna
teir fyrst og fremst við honum
sum miðverja. Í nýmótans fótbólti
verður tað roknað at vera týdn
ingarmikið, at miðverjarnir eru
góðir fótbóltsspælarar, og at teir
eru kropsliga væl fyri og skjótir.
Hevur arbeitt seg upp
Í 9. flokki í Eysturskúlanum gjørdi
René av, at hann skuldi fara til
Danmarkar á fótbóltsskúla og taka
10. flokk. Soleiðis hevur tað verið
hjá nógvum føroyskum dreingjum.
Teir hava droymt at skriva sáttmála
og at liva av fótbóltinum, og hjá
teimum flestu er dreymurin av
loystur av veruleika, sum hevur
verið skúlagongd, útbúgving og
arbeiði, og fótbólturin hevur verið
frítíðarítriv.
René byrjaði á botni. Hann
hevur víst áræðið, dirvið og viljan,
sum eru neyðug, hann hevur verið
heppin, og so hevur hann á heima
frontinum verið ógvuliga væl upp
bakkaður av mammuni.
– Tað hava verið løtur, tá ið mær
hevur longst illa heim til vinir
nar og hugnan í Føroyum, og tað
hevur viðhvørt kenst einsligt, tí
umhvørvið í Brøndby er eyðkent
av at vera kyniskt og av rættuliga
harðari kapping og av, at ein og
hvør er sær sjálvum næstur, tá ið
sammett verður við barndóms
felagið HB og onnur fótbóltsfeløg
í Føroyum, har tað er nógv meiri
sosialt og hugnaligt.
– Tá ið tað hevur gingið minni
væl, so hevur mær longst heim til
trygga familjulívið. Mamma flutti
so niður fyri at stuðla mær. Vit
búgva í Brøndby strand, og tað
kann ikki sammetast at fara til hús
frá venjing og koma heim til fjálgt
heim og heitan døgurða heldur
enn at leita sær inn í leigað kamar
og sjálvur at skula syrgja fyri mál
tíðunum, sigur René S. Joensen.
Hann dugir væl at greiða frá
gongdini, sum er staðfesting av, at
hann ikki kom til skorin klæði í
Brøndby, og at vilji, dugnaskapur
og hepni hava verið við til at mynda
leiðina ímóti toppinum.
– Tá ið eg bara hevði verið
nakrar vikur á skúlanum var eg við
í innanhýsis venjingardysti millum
Brøndbyliðini í 2. deild og 4. deild,
sum eg var partur av. Tað gekk væl
hjá mær, og eg skoraði tvey mál.
Tað bar við sær, at venjarin hjá 2.
deildarliðnum gav mær boð um at
venja við teimum. Eg legði nógv fyri
undir venjing, og tað bar við sær, at
eg fekk møguleikan onkrar løtur í
dystum, og so opnaðist møguleikin
at venja við U17 talentunum tvær
ferðir um vikuna. Aftur har fekk
eg í fyrstu atløgu møguleikan í
dystum at royna meg lítlar løtur,
og at enda varð eg fastur maður á
liðnum, greiðir René S. Joensen frá,
og so gevur hann einum ávísum
venjara gott skoðsmál.
– Fyrrverandi álopsspælarin hjá
Brøndby Bent »Turbo« Christensen
var venjari á U19 liðnum. Hann
vísti mær stórt álit, og á liðnum
hjá honum gekk tað mær sera væl.
Átta U19 spælarar hava seinasta
mánaðirnar havt møguleikan at
venja saman við teimum í super
liguni. Tvær ferðir um vikuna hava
fýra okkara vant saman við besta
hópinum, og so hevur venjarin,
Auri Skabelius, eygleitt okkum,
eisini tá ið vit hava spælt á næst
besta liðnum. Nú er Bent »Turbo«
Christensen
hjálparvenjari
hjá
Auri, og tað hevur kanska havt
sína ávirkan á, at tað nú er vorðið
til tað, at tvey ára sáttmáli í næstu
viku verður undirskrivaður, heldur
René Joensen.
Uppskriftin
Allir teir unglingarnir, sum droyma
um at liva av fótbóltinum, kunnu
lurta eftir uppskriftini hjá René
Joensen fyri at kunna seg um,
hvat skal til, um nakar møguleiki
skal vera fyri at sleppa framat í
superliguni.
– Eg havi lagt alt annað til síðis.
Nakrar heilt fáar lærugreinar í
stakgreina HF er tað rúm fyri.
Annars ber tað ikki til at hugsa um
nakað annað. Hetta er sinniliga og
kropsliga sera krevjandi. Mínar
royndir eru, at um annað órógvar
gerandisdagin,
so
kennist
tað
beinanvegin á avrikunum, um fokus
verður flutt frá fótbóltinum. Tí
ræður um at vera hundrað prosent
fokuseraður, og tá hevur tað hjá
mær verið ógvuliga kærkomið, at
hava mammu undir liðini. Hon
hevur dugað at uppmuntrað, so
eg eri komin úr aftur dalunum og
havi funnið lívsgleðina aftur, tá ið
okkurt er komið á leiðina, og tað
hevur beinanvegin sæst aftur í
avrikunum á vøllinum.
Teir, sum hava evnini og viljan,
sum René Joensen hevur víst, hava
møguleika at sleppa framat. Aðrir
føroyingar hava áður víst tað sama.
Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson
hava verið við til at vunnið DM.
Jón Rói Jacobsen er einasti
føroyingur undan René Joensen,
sum hevur verið á besta liðnum í
Brøndby. Hann varð illa skaddur í
knænum, og tað bar við sær, at aðrir
unglingar fóru framvið honum
og vunnu sær pláss í miðverjuni á
besta liðnum, har tað annars varð
roknað við Jón Róa Jacobsen. Ein
av hesum var ein unglingi, ið eitur
Daniel Agger, og sum nú spælir í
Liverpool og á danska landslið
num.
René Joensen vil fegin sleppa
á føroyska a-landsliðið, og tað fer
ivaleyst at eydnast rættuliga skjótt.
Um hann – eins og Daniel Agger –
fer at fáa møguleikan at spæla í
Onglandi, valdast um, hvussu tað
fer at gangast í Brøndby, og um René
fer at sleppa undan skaðunum,
sum plágaðu nógv hjá bæði Toda
Jónsson og Jón Róa Jacobsen.
Ivaleyst hevði René tikið av, um
Liverpool um nøkur ár sendi boð
eftir honum, men hann dylir ikki,
at dreymurin er at spæla við Man
chester United.
– Í fyrstu atløgu fegnist eg um
møguleikan at fáa høvi at venja átta
ferðir um vikuna saman við hinum
í Brøndby. Haraftrat havi eg alla
tíðina vant fyri meg sjálvan, og tað
geri eg framvegis. Tað er fínt ikki
at hugsa um annað enn at spæla
fótbólt og hvíla. Tað fer at taka tíð,
men eg rokni avgjørt við, at tað fer
at eydnast at røkka langt. Trýstið
er stórt og ferðin stór, men hetta er
fantastisk avbjóðing, og so er tað
spennandi!
René ætlar sær at
spæla við United
Fótbóltur Men í fyrstu atløgu fegnast 19 ára gamli havnardrongurin René
Shaki Joensen um, at hann og Brøndby í næstu viku fara at undirskriva tvey ára
sáttmála, sum hann heldur, at mamman eigur størsta heiðurin fyri