hósdagur 4. mars 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ 10 ]
[ mars 2004 ]
[ mars 2004 ]
[ 11 ]
Seinastu árini hava før-
oyingar gjørt seg alt
meir galdandi á altjóða
marknaðinum. Serliga
hevur nógv verið at
hoyrt um føroyingar,
sum vinna seg fram í
altjóða tónleikaheimi-
num. Tað eru tó ikki
bara tónleikararnir,
sum hava vind í seglun-
um. Tað eru Guðrun &
Guðrun, nýggja stjørnu-
skotið innan sniðgev-
ing, prógv uppá
Fyri umleið tveimum og ein-
um hálvum ári síðani fór
Guðrun Rógvadóttir við eini
seymiuppgávu til Guðrun
Ludvig, sum gjørdi nakrar
smærri seymiuppgávur fyri
nakrar handlar. Guðrun R.
vildi hava Guðrun L. at
seyma skinnposar til smá-
børn burtur úr føroyskum
seyðaskinni. Guðruni L.
dámdi sera væl at arbeiða
við skinninum og helt, at
tað mátti kunna brúkast til
okkurt annað eisini.
Tað kundi tað - Guðrun og
Guðrun gjørdu av, at her
var okkurt, sum var vert at
arbeiða víðari við, og Guð-
run L. fór í holt við at snið-
geva klædnapløgg úr seyða-
skinninum.
Fyrsta stigið hjá Guðrun
& Guðrun var at luttaka á
stórari messu í Øksenhall-
en í Danmark. Hetta er ein
kend messa, sum nógv
søkja um at sleppa at lut-
taka í, men einans fá
sleppa. Tær sluppu tó
ígjøgnum nálareygað, og
sambært Guðrun L. vórðu
tær stak væl móttiknar.
Síðan hevur bara gingið
framá hjá Guðrununum.
Tær hava nú fimm bindikon-
ur í Føroyum, sum gera
tað, sum skal hondbindast,
meðan seymingin verður
gjørd í Danmark. Hvussu
klæðini síggja út verður
avgjørt av Guðrun L., sum
er útbúgvin sniðgevi.
Guðrun R., sum er cand.
merc., tekur sær av tí um-
sitingarliga partinum av
fyritøkuni.
Guðrun & Guðrun arbeiða
enn nógv við skinni. Tær
nýta tó eisini annað tilfar,
sum til dømis ull. Ullin er
ikki av føroyskum seyði,
men alt verður bundið við
hond her í Føroyum, og tær
leggja stóran dent á at
varðveita gomlu føroysku
bindihættirnar. Guðrun L.
sigur, at orsøkin til, at tær
ikki nýta føroyska ull, er, at
hon er heldur hvøss til
klæðini, sum tær gera.
Hóast Guðrun & Guðrun
hava stóra framgongd, eru
tað mong her í Føroyum,
sum ikki hava hoyrt um tær
fyrr. Orsøkin til hetta er, at
tær í høvuðsheitum satsa
uppá útlendska marknaðin.
Sambært Guðrun L. er
áhugin fyri heimabundnum
nógv størri í útlondunum
enn í Føroyum. Hon heldur,
at hetta møguliga kemst
av, at siðvenjan fyri at
binda sjálvur er størri í Før-
oyum, enn hon er í øðrum
londum.
Framtíðin bjóðar uppá
enn fleiri avbjóðingar fyri
Guðrun & Guðrun. Í næst-
um skulu tær sýna fram á
eini messu í París.
Guðrun L. vónar, at tær
ein dag verða so væl etab-
leraðar, at hon kann taka
sær av sniðgeving burturav.
At gerast sniðgevi er ein
barnadreymur hjá Guðrun
L., ein barnadreymur, sum
má sigast vera gingin út.
Spurd um hvørji ráð hon
vil geva øðrum, sum hava
áhuga fyri sniðgeving, svar-
aði hon, at tað ræður bara
um at blíva við. Tað er ein
hørð vinna, sum krevur
nógv arbeiði, men tá tað
eydnast, er tað alt stríðið
vert. So um tú gongur runt
við einum lítlum sniðgeva í
búkinum, er bara at koma í
gongd.
Ert tú áhugað/ur í at fáa
meir at vita um Guðrun &
Guðrun, ella ert áhugað/ur í
at síggja meir av teirra
klæðum, kanst tú fara inn á
heimasíðu teirra á
www.gudrunoggudrun.com.
SPINNA GULL ÚR ULL