hósdagur 4. mars 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 44 - 4. mars 2004
Nr. 44 - 4. mars 2004
11
Nú vit í eina tíð nærum bara hava hoyrt um myrk skýggj
og ringar veðurvánir á búskaparliga økinum, ber ikki til at
fella í fátt og missa trúnna uppá framtíðina. Tí soleingi her
býr gott fólk og soleingi vit eiga lut í stórum tilfeingi, ið
náttúran hevur latið okkum, so er ljós fyri framman. Sjálv-
andi skulu vit vera realistisk og viðgera tey krepputekin,
sum eru og sum koma, í størsta álvara, men hetta má ikki
sleppa at taka áræði og dirvi, vit og skil frá okkum.
Frálíka sendingin í Útvarpi Føroya týskvøldið um nýggju
røkurnar í fiskivinnuni, um gransking og framtíðar troyt-
an av okkara stóra og ríka tilfeingi, eigur at fáa tey, sum
púra hava mist vónina, at hugsa seg um aftur. Tí her liggja
í veruleikanum ófatiliga stórir møguleikar. Tað ræður
"bara" um at síggja teir, kanna (granska) teir og troyta
teir. Tað ræður um vilja, dirvi, kunning, royndir og so
eisini trúgv og síðani pengar. Nettupp hetta við pengum er
kanska tað torførasta, og tí mugu vit til at seta ljóskastaran
á hetta eina økið serstakliga, sum jú er fyritreytin undir
øllum hinum: hvussu fáa vit kapital til at seta í gongd, til
at granska og til at fullføra! Hetta eigur at vera eitt tað
mesta umráðandi málið, sum bæði almenn og privat í Før-
oyum eiga at arbeiða við og hugsa um. Tí avgjørdi veru-
leikin er, at vit hava ikki ráð at lata vera.
So tá vit hava havt eitt stýri, sum hevur lagt alstóran dent
á at menna nýggjar vinnur sum KT og vit hava fingið eitt
nýtt stýri við einum løgmanni, sum undir øllum valstríð-
num legði størsta dentin á nettupp hetta sama: at menna
vinnuna uppá longri sikt og harvið eisini økja um
granskingina, so skuldi verið lagamanni, tá skuldu tær
politisku barrierurnar verið burtur, tá skuldi borið til at
arbeitt uppá tvørs av flokspolitiskum forðingum. Tí skal
tað vera vón okkara, at øll tann politiska skipanin tekur
saman hendur við privata vinnulívinum og góðum
kreftum í útlandinum um at raðfesta hægst framtíðar
granskingina, sum skal føra til nýggj arbeiðspláss og
meirvirði úr okkara verandi tilfeingi.
ÚF sendingin viðgjørdi høvdavirkið í Lorvík og víðari
ætlaninar hjá Atlantic Marine Products. Eitt virki, sum
fremur nýhugsan og leitar á nýggjar marknaðir. Eitt felag,
sum á høgum støði vil hava uppaftur meira burtur úr tí vit
longu eiga frammanundan, fiskinum. Men ein forðing er:
kapitalur. Her má vend koma í. Vit hava longu sæð tað al-
menna taka nýggj tøk, t.d. granskingarætlanin hjá Fiski-
málaráðnum. Frálíkt. Men hetta er ikki nokk. Vit mugu og
skulu hava uppaftur meira kapital til at koma víðari. Eitt
uppskot kundi verið, at peningurin til førleikamenning frá
oljuvinnuni, eisini varð brúktur til gransking á fiski-
vinnuøkinum, umframt at hann eisini kom mentanini til
góðar. Mentan og vinna eiga og skulu fylgjast at, tí tey eru
eitt og tað sama í samfelagsmmenningini, sum bæði
verðslig og andalig. Sjálvandi skulu vit førleikamenna
okkum til eina komandi oljuframtíð. Tað gera vit longu.
Men hví ikki stovna ein grunn, sum kann stuðla "íløgum"
í framtíðina, ein grunn, har almennir, privatir og olju-
pengar í felag eru við til at styrkja okkara høvuðsbein,
fiskivinnuna, meðan vit arbeiða fram ímóti at fáa hitt
beinið, eina oljuvinnu, fast undir fótum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Bjartskygni og framburður
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kristina Samuelsen
løgfrøðingur
Nú letur til, at tað skjótt eru
advokatar frá øllum skriv-
stovunum í býnum, ið hava
ført fram, at landsstýris-
málanevndin tekur sær
leiklut sum dømandi mynd-
ugleiki.
Valdsbýtislæran
hjá
Montesquieus, sum vit við
stýrisskipanarlógini hava
staðfest at galda fyri okkara
stýrisskipan, býtir valdið í
trý, soleiðis at lógirnar
verða gjørdar av løgtingin-
um og løgmanni í felag,
umsitingina av lógunum
skal landsstýrið taka sær av,
og tulkingin av lógunum er
løgd til dómstólarnar.
Men kann man hugsa
sær, at Løgtingið ger sínar
lógir so neyvar, at rása-
rúmið verður tikið frá um-
sitingini, ella at lógirnar
kanska enntá blíva dómar í
sær sjálvum? Kann man
hugsa sær, at landsstýrið
ikki letur seg binda av
lógarinnar karmum, ella
ikki broytir sínar manna-
gongdir í samsvari við ein
sagdan dóm? Og kann man
hugsa sær, at dómstólarnir
ikki leggja lógirnar hjá
løgtinginum ella kunngerð-
irnar hjá landsstýrinum til
grund fyri sínar avgerðir?
Kunnu reglurnar í stýris-
skipanarlógini í sær sjálv-
um tryggja at hetta ikki
hendur, og hvussu vita vit
nær eitt av teimum trimum
- Løgtingið, landsstýrið ella
dómstólarnir - eru farin út
um mark?
Svarið til hendan spurn-
ingin finna vit eisini í
valdsbýtislæruni,
hvørs
grundhugsan er ikki bara at
skapa eitt valdsbýti, men
eisini at tryggja ein valds-
javna millum tey trý veld-
ini, ið kann verja borgarin
ímóti tilvildarligum inn-
trivum.
Uppgávan hjá løgting-
inum, landsstýrinum og
dómstólunum er sostatt
ikki bara ávikavist at lóg-
geva, útinna og døma, men
minst líka nógv at hava
eftirlit við og tryggja, at
valdsjavnin millum mynd-
ugleikarnar verður hildin.
Fer Løgtingið t.d. inn um
markið hjá landsstýrinum,
og landsstýrið letur hetta
henda, so merkir hetta eina
forskjóting í valdsjavnan-
um.
Tað er sostatt løgmaður
sjálvur, ið setur rættar-
trygdina í vága, um hann
t.d. staðfestir eina útinn-
andi ella dømandi lóg.
Somuleiðis setur Løgtingið
rættartrygdina í vága, um
tað t.d. ikki hevur eftirlitið
við og tryggjar, at lands-
stýrið fylgir teimum lógar-
karmum, ið Løgtingið hev-
ur ásett.
Løgtingið útinnir sítt
eftirlit við landsstýrinum á
ymiskan hátt. Tað kann
verða við fyrispurningum
til løgmann og landsstýris-
menn, við at løgtingsins
umboðsmaður tekur eitt
mál upp, við grannskoðan
av landsins roknskapum,
við at eitt mál verður lagt til
kanningarstjóra, ella við at
mál verða tikin upp í
landsstýrismálanevndini.
Landsstýrið hevur ikki
skyldu til at fylgja niður-
støðunum hjá løgtingsins
umboðsmanni,
løgtings-
grannskoðarunum, kann-
ingarstjóra ella landsstýris-
málanevndini, og dómstól-
arnir kunnu til eina og
hvørja tíð koma til eina
aðra niðurstøðu.
Tað at løgtingsgrann-
skoðarnir leggja frágreið-
ing fyri Løgtingið, har teir
gera vart við og føra síni
sjónarmið fram um møgu-
lig frávik millum fíggjarlóg
og roknskap, gevur ikki
hesum niðurstøðum døm-
andi eginleika. Heldur ikki
hóast Løgtingið tekur undir
við einum uppskoti til sam-
tyktar um góðkenning av
roknskapinum, har víst
verður til frágreiðingina frá
løgtingsgrannskoðarunum.
So mikið minnið gevur
tað
niðurstøðunum
hjá
landsstýrismálanevndini
dømandi eginleika, hóast
tær verða gjørdar í og av
eini tingnevnd.
Spurnartekin kann setast
við hvørt skipanin við
landsstýrismálanevndini er
tann rætta skipanin fyri
okkum, eins og spurnar-
tekin kann setast við eina
og hvørja skipan, alt eftir
tíð og stað. Men orsøkin til,
at landsstýrismálanevndin
ikki skuldi verið rætta skip-
anin, er ikki tann, at hon
tekur sær dømandi egin-
leika, tí tað ger hon ikki.
Orsøkin er heldur ikki tann,
at skipanin ikki kann veita
tingmonnum trygd fyri, at
avgerðirnar,
ið
tiknar
verða, ikki kunnu broytast
av dómstólunum, tí tað
kann eingin skipan júst av
tí somu grund, at avgerð-
irnar ikki eru dømandi.
Norra og Týskland hava
eisini skipanir, ið líkjast
landsstýrismálanevndini,
og sum entá eru meira
víttgangandi. Ein hevur ilt
við at fáa seg at trúgva, at
hesi lond skulu hava mis-
skilt innihaldið í valds-
býtislæruni.
Valdsjavnin millum teir
tríggir myndugleikarnir er
ikki givin frammanundan.
Tað vilja altíð kunna førast
ymiskar meiningar fram
um, hvar markið skal ganga
millum tað lóggevandi,
útinnandi og tað dømandi
valdið. Hvør av hesum
meiningunum vinnur frama
vil til eina og hvørja tíð
verða stýrt av styrkislutfall-
inum millum Løgtingið,
landsstýrið og dómstólar-
nar. Heldur Løgtingið so-
statt, at løgmaður fer út um
mark við ikki at staðfesta
eina lóg, ið Løgtingið
hevur samtykt við stórum
meiriluta, so má Løgtingið
seta sína styrki aftanfyri
avgerðina við at geva
løgmanni misálit. Fæst ikki
meiriluti fyri hesum, so
nyttar tað einki at vísa sína
ómegd við at lasta skip-
anina, tí hon virkar í einum
slíkum føri júst sum hon
skal.
Trýstið á tann ella tey, ið
fáa tað í sín lut at verja borg
fyri
valdsjavnanum,
er
stórt. Tað skal tí nógv til,
áðrenn løgmaður letur vera
við at staðfesta eina lóg, og
áðrenn dómstólarnir døma
eina lóg ella kunngerð at
vera stríðandi móti yvir-
skipaðari reglu. Somuleiðis
krevur tað dirvi at verða
nevndarlimur í landsstýris-
málanevndini. Men vald
fæst ikki uttan ábyrgd.
Hvat rætta løgfrøðiliga
niðurstøðan er í einum
ávísum máli, er ein heilt
annar spurningur, ið helst
ikki skal koyrast av sporin-
um, við grundgevingum
um, at skipanin ikki virkar.
Møguliga kunnu sakar-
mál um slík mál tykjast
margháttlig, men tað, sum
eftir mínum tykki er tað
margháttliga, er, at báðir
partarnir føra samsvarandi
sjónarmið fram, um at
niðurstøðan hjá lóggevandi
valdinum er skeiv.
Hava vit øll misskilt grundarlagið aftan fyri
stýrisskipan okkara?
Johan Dahl
løgtingsmaður
Hósdagin fyri eg var frá-
koyrdur sum landsstýris-
maður í fiskivinnumálum,
hevði eg ein óformellan
fund á fiskavirking við
Meinhard Jacobsen, stjóra,
um støðuna í Vági og
hvussu lunnar kundu leggj-
ast undir støðugt arbeiði, ið
kundi samansjóðast við
verandi framleiðslu á fyrr-
verandi Polarfrost.
Niðurstøðan
varð,
at
besta boðið upp á støðuga
framleiðslu var at fara
undir at virka vøru burtur
úr russaratoski í Vági, men
fyri at hetta skal lata seg
gera, so er neyðugt, at
fiskivinnumenning á landi
fær størri upphædd á ráða
yvir, so tær 1,10 pr. kg sum
áður vóru veittar sum ein
refusión upp á eykatollin av
3. landsvøruni aftur verða
veittar.
Meinhard metti, at hetta
virksemið kundi byrja við
heilt stuttum skoðbrá.
Avtalað var at tosast
skuldi saman aftur, eftir at
eitt roknistykki varð sett
upp hesum viðvíkjandi,
sum lýstu fíggjarligu av-
leiðingarnar fyri landið og
fiskavirking.
Verður hendan ætlan sett
í verk, sum eg vóni, so
verða tað ca. 40 støðug
arbeispláss í Vági, eins og
at javnvág kann finnast
millum slátur av laksi og
virking av russarafiski, so
arbeiði verður hvønn dag.
Eisini er avgjørdi eg í
samráð við løgmann og
umboð fyri samgongu-
flokkarnar at seta ein
arbeiðsbólk við limum úr
samgonguni, sum saman
við vinnuni í Suðuroynni
og ørðum skal royna at
finna berandi loysnir fyri
oynna.
Hesin bólkur fer eftir ætl-
an á virkisvitjan í Suðri í
næstum.
Framleiðsla av russaratoski vil skapað støðugt arbeiði í Vági
Eyðun á Borg
Argir
Ein kanning vísir, at mið-
námsnæmingar duga illa at
stava. Teir duga ikki at seta
ð á rætt pláss.
Sum mállærari (fø/en/da)
noyðist eg at staðfesta, at
rættskrivingin hjá nógvum
føroyingum er heldur vána-
lig. Her verður ikki bert
hugsað um næmingar. Fjøl-
miðlafólk og eisini fleiri
skúlafólk og onnur við góð-
ari útbúgving hava trupul-
leikar við t.d. eddinum.
Spurningurin er so, hví
so nógv fólk duga so illa at
stava!? Ja, neyvan er tað tí,
at føroyskt er torført at
stava. Tað kann ikki vera
orsøkin. Samanbera vit t.d.
við enskt mál og nevna eini
tvey orð, t.d. teacher (lær-
ari) og beautiful (vøkur), so
sæst, at føroysk stavseting
er lættari /einfaldari, tí hon
líkist framburðinum (úttal-
uni) so nógv. Franskt mál,
t.d., er uppaftur truplari enn
enskt, tí munurin millum
stavseting og úttalu er sera
stórur. Kortini ber til at
læra at skriva hasi málini,
hví so ikki føroyskt? Ann-
ars hevur danskt mál eisini
bókstavir, sum ikki verða
frambornir (d og g)!
Málslig líkasæla ella - - - ?
Hvat er so galið hjá okkum
í Føroyum? Er okkurt, sum
ikki ruggar rætt við undir-
vísingini í fólkaskúlanum,
miðnámsskúlanum og Lær-
araskúlanum? Gera vit okk-
um ikki nóg stóran ómak at
læra næmingarnar føroyska
rættskriving? Tað er ikki so
torført at seta hatta eddið á
rætt pláss (sí snarskeið
seinast í greinini!). Er
kanska talan um málsliga
líkasælu? "Hatta er bara
føroyskt, og tað er so sera
torført at læra", vil onkur
kanska vera við. Leggja vit
so stóran dent á onnur mál,
sum vit sjálvandi eisini
skulu duga, at vit hava
lyndi til at gera ov lítið við
okkara egna mál? Hava vit
ov lítið av føroyskum und-
irvísingartilfari? Verða vit
kanska í hesum talgildu
fylgisveinatíðum so undir-
oyst av útlendskum máli
(sjónvarp, Alnet o.s.fr.), at
vit leggja minni dent á egið
mál og egna stavseting?
Fjølmiðlafólk mugu á
málskeið!!
Tað eru alt ov nógvar stavi-
villur (ð-villur) í føroysku
bløðunum! Har má okkurt
gerast! Útvarps- og sjón-
varpsfólk sleppa frá at vísa,
hvussu væl/illa tey duga at
stava, men málsliga eru
fleiri av teimum ikki nóg
væl fyri! Hægri málslig
krøv mugu setast fólki, ið
hava
móðurmálið
sum
starvsøki í útvarpi, sjón-
varpi, bløðum o.s.fr.
Lærarar, sum lesa niðri,
mugu á móðurmálsskeið,
áðrenn teir sleppa at undir-
vísa í Føroyum. Fjølmiðla-
fólk áttu avgjørt at farið á
málskeið, tá tey eftir lokna
útbúgving koma aftur av
Flatlondum. Blaðfólk við
ongari útbúgving mugu
sjálvsagt eisini á málskeið.
Gerið okkurt við "málið",
bløð og fjølmiðlayrkisfe-
løg! Bløðini mugu eisini
hava málsligar ráðgevar. Ja,
eg veit, at tað er trupult við
evstamarkinum. Í hesum
viðfangi má eg eisini nevna
sjónvarpsbløðini
hjá
Dimmalætting og Sosialin-
um. Í teimum er ein løgin
vavgreytur av føroyskum,
donskum og enskum. Sum
støðan er, hevði tað kanska
verið betri ikki at umsett
sjónvarpsskráirnar til før-
oyskt!?!
Dagbløðini, Dimmalætt-
ing og Sosialurin, hava
sínar stavivillur, men eg
verði eitt sindur kløkkur, tá
eg síggi onkra ð-villu á
fyrstu síðu í vikublaðnum
Fregnum!?! Ikki minni
kløkkur gjørdist eg, tá eg í
sjálvari oddagreinini, sum
snúði seg um stavseting og
lærarar, fann eina ð-villu!?!
Líkasæla!?! Nei, eg hugsi,
at talan mundi vera um eina
prentvillu! Annars frálík
oddagrein!
Skúlaøkið
Stavivillurnar í føroyskum
eru ov nógvar, tá næming-
arnir fara úr 9. fl. og 10. fl.
Duga vit lærarar ikki nóg
væl at læra næmingarnar at
seta ð? Duga summir lær-
arar ikki nóg væl sjálvir at
seta ð? Er tað okkurt annað,
sum bagir?
Sjálvur noyðist eg at taka
í egnan barm. Tað hendir
ikki so sjáldan, at eg ógvist
við, tá eg síggi til dømis ð-
villurnar hjá einum næm-
ingi, sum eg havi verið lær-
ari hjá í 9 ella 10 ár !?! Er
talan um líkasælu, dugna-
loysi, ella er tað bara so
trupult at vera eitt so lítið
mál, sum verður kroyst og
hótt av øðrum størri mál-
um?
Mangt gott og virðismik-
ið hevur til dømis Bóka-
deild Føroya Lærarafelags
givið út. Tó harmist eg um,
at til dømis Skúlablaðið
ikki altíð er heilt lýtaleyst
málsliga. Okkurt orð, sum
eg havi havt í blaðnum,
hevur enntá verið skeivt
"rættað".
Dunnaldur Dunna (And-
ers And) er umsettur til
føroyskt (frálíkt tiltak, væl
umsett, haldið fram við tí!),
men hví eru fleiri stavi-
villur í bløðunum, m. a. ð-
villur? Líkasæla ella - - -?
Í Pisubókini lærdu/læra
vit bókstavirnar, til dømis
fyrra a, apa, seinna æ, ær. Á
bókstavatalvum nú á døg-
um stendur tó: a, appilsin.
Hava vit nú á døgum lyndi
til at gloyma fyrra a, sum í
t. d. aling, akur, atkvøða,
spaki, hav, garður, tak?
Fleiri næmingar skriva
seinna æ í áðurnevndu orð-
um. (Sjálvandi skulu næm-
ingarnir eisini læra, at vit
siga a í takk, tvs. tá 2 hjá-
ljóð koma aftaná).
Løgið er annars at hoyra
sjálvt starvsfólk á Dimma-
lætting siga "Dimmalett-
ing". Einans suðuroyingar
eiga at siga "Dimmalett-
ing"!
Andsøgnin: Tey "ólærdu"
duga at stava!?!
Rættiliga
ørkymlaður
gjørdist eg einaferð, tá eg í
Dimmalætting
las
eina
grein hjá málfrøðingi og
o r ð a b ó k a r r i t h ø v u n d i
(Donsk/føroysk orðabók,
Fróðskaparfelagið, hin "frí-
lynta"). Stavivillur vóru í
greinini (ð-villur)! Mundi
tað vera við vilja, fyri at
arga, ella bert líkasæla?
Her má eg samanbera við
eina gamla skyldkonu, sum
býr og hevur búð á Flat-
londum meginpartin av lívi
sínum. Lítla og onga undir-
vísing hevur hon havt í før-
oyskum, men hon dugir at
skriva føroyskt og veit, hvar
eddini skulu standa. Eg
veit um fleiri onnur dømi,
har tann vanligi, tilkomni
føroyingurin við 7 ára
skúlagongd dugir at seta ð.
Tú spyrt teg sjálvan, um
okkurt er heilt galið við
málundirvísing okkara nú á
døgum!?!
Kanska kann tað tykjast
eitt sindur smáligt at leita
eftir villum, soleiðis sum
eg havi gjørt í hesi grein.
Fólk, sum skriva og hava
málið sum sítt starvsøki,
gera sum heild eitt gott
arbeiði, og gott er, at onkur
arbeiðir við málinum; men
kortini eiga vit at seta størri
krøv til fólk, sum alment
arbeiða við móðurmál-
inum.
"Er det oppebåret?"/
Málsligur hugburður
Ein tíðindamaður spurdi
ein dana, um okkurt var
"oppebåret". Føroyingar á
gosi! Tú kanst ikki fara so
við tí danska málinum.
Sjálvur fegnist eg um, at
tað onkuntíð er danskt, sum
verður ávirkað av føroysk-
um, tí tað er so sera, sera
sjáldan. Men hvussu hevði
føroyingurin sagt á "før-
oyskum"? Jú, hann hevði
sagt: "Var tað fortjent?" Tað
heldur fjøldin vera í fínasta
lagi.
Ein fyrrverandi løgmað-
ur tosaði í Útvarpinum um
"vanskiligar forhandling-
ar". Vit varnast tað neyvan.
Hugsið tykkum, um vit
vendu byttuni, at Fogh ella
Nyrup tosaðu um "torføre
samrådinger"!?!
Sjálvur
undirvísi
eg
ensktalandi útlendingum í
føroyskum. Tað er sera for-
vitnisligt. Teir duga ikki
danskt og eru tí púra "ó-
spiltir" av danskari ávirkan.
Í kvøldskúlanum hava vit
m.a. tosað um kylling,
høsnarunga og kjúling.
Hesir næmingarnir vita, at
kyllingur úttalast "tjidling-
ur" og hevur okkurt við
hoyggj at gera.
Vit vóru á matstovu í
høvuðsstaðnum
nú
ein
dagin. Á matseðlinum stóð
m.a. orðið kylling. Næm-
ingarnir kjakaðust dúgliga
um hetta orðið, men tann
fryntliga gentan, sum borð-
reiddi fyri okkum, segði, at
tað æt bara kylling, og at vit
ikki máttu fjasast við so-
vorðið "grótføroyskt" sum
høsnarunga ella kjúling.
Tað æt eisini sugerør, og
ikki súgvirør, sum eg hevði
lært næmingarnar at siga.
Ja, mangt er!!
Hvat er til ráða at taka?
Hvønn ákæri eg? Ja, m.o.
meg sjálvan og Føroya
skúla! Er okkurt galið við
undirvísingini? Eru vit ov
námsfrøðilig, ella kanska
ikki nóg námsfrøðilig? Er
móðurmálshugburðurin
ikki tann rætti, ella ger líka-
sælan um seg? Er málsliga
ávirkanin uttaneftir á okk-
ara lítla, viðbrekna mál ov
stór? Ber ikki til at verja
borg?
Skúlafólk,
málfólk,
mugu viðgera støðuna og
royna at finna gongdar
leiðir burtur úr stavióskilin-
um. Okkurt má kunna
gerast, sjálvt um eg ikki
dugi at geva eitt einfalt svar
upp á spurningin um hvat
og hvussu!?!
Ð-trupulleikin
hevði
næstan horvið, um vit fóru
at úttala eddið, sum ís-
lendingar gera; men ikki
hugsi eg, at tað er ein
gongd leið. Nei, latið
heldur eddið fáa frið! Í
kvøldskúlanum hava vit
onkuntíð tosað um, at bók-
stavurin, g, kann vera eitt
sindur trupul í orðum sum
sá-sóu, lá-lógu, dró-drógu,
sló-slógu. Kanska kundu
vit gjørt okkurt meira ein-
falt her!?!
At fáa alt undirvísingar-
tilfar á føroyskum má vera
okkara greiða stavnhald!
Føroyskt eigur ikki bert at
verða lært í føroysktímun-
um! Móðurmálsundirvís-
ingin í fólkaskúlanum má
styrkjast meira, soleiðis at
hon fær minst líka nógvar
tímar sum móðurmálsund-
irvísingin í okkara granna-
londum! Danskundirvís-
ingin kann byrja í 4. flokki,
soleiðis at vit fáa grundfest
móðurmálið, áðrenn vit
byrja við fremmandamál-
um! Havi sjálvur royndir á
tí økinum.
Allir sjónvarpstekstir í
SVF mugu vera føroyskir,
soleiðis at eygað eisini
kann venja seg við føroyska
málið! Hetta er sera týdn-
ingarmikið!
Annars havi eg í hesum
skrivi als ikki viðgjørt
bendingina, sum heldur
ikki hevur so góðar um-
støður í hesum tíðum. Har
er eisini vandi á ferð!
Lat meg enda við einum
snarskeiði í ð-seting!
Ðið
Eg ákæri (onkran), tí føroyskt er ikki torført at stava!
Snarskeið í ð-seting
Húsið er málað
Huset er malet
Samanber við danskt (ella íslendskt)! Íslendingar út-
tala eddið!
Eitt NAVNORÐ í hvørkikyni, bundið, eintal, hvørfall
og hvønnfall, endar við ð!
Ert tú í iva, um hvørkikynsorðið skal enda við ð, set
so orðið, BÁTUR, inn í setningin! (BÁTURIN OG
BÁTIN geva Ð!)
DØMI: Húsið er svart. (Báturin er svartur).
Eg sá húsið. (Eg sá bátin).
Eitt SAGNORÐ í tátíðar lýsingarhátti endar við ð!
Ert tú í iva, um eitt sagnorð skal enda við ð, set so
orðið, DØMA, inn í setningin! (DØMT og DØMD
geva Ð!)
DØMI: Eg havi málað. (Eg havi dømt).
Hurðin er málað. (Hurðin er dømd).
C
M
Y
K
11
10