fríggjadagur 9. mars 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 9. mars 2012
7
VIKUSKIFTI
Hvat er tað besta við starvinum?
Eingin dagur er líka, tí hvør dagur
hevur sínar søgur at fortelja.
Hvat saknar tú mest í gerandisdegnum?
Tíð. Kundi altíð hugsað mær at havt
eitt lítið sindur meira av henni.
Hvat gert tú
í frítíðini?
Mær dámar at
slappa av, men
sunnumorgnar
er sum oftast
orgulspæl á skránni.
Hvar dámar tær best at ferðast?
Øgiliga nógvastaðni, tí eg elski at ferðast.
Hvat er tað besta, tú fært at eta?
Fuglur er altíð góður, umframt ræst kjøt,
ræstur fiskur og annað føroyskt. Eg eri ikki
altetandi, sjálvt um tað kundi sæð soleiðis út,
men tað er nógvur matur, mær dámar væl.
Hvat er besti filmur, tú hevur sæð?
Ikki nakar serligur, tí har hava verið fleiri
góðir. Men tann besti verður neyvan nakar
virðisløntur franskur ella finskur filmur.
Hvør árstíð er
hin besta?
Ringt at siga, men
ofta er tað várið, ið
roynist frægast.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpi?
Næstan hvørjum sum helst, men sumt er frægari enn
annað. Onkuntíð er tað okkurt seriøst og onkuntíð
lættisoppur, so tað man vera sum hjá teimum
flestu. Sjónvarp er væl ikki annað enn tíðsfordrív.
Hvussu er títt sinnalag?
Hampuligt, hugsi eg. Kann vera øgiliga
ótolin, men hinvegin eisini róligur, tá harðast
leikar á. Henda spurningin haldi eg, at
onnur duga betur at svara, enn eg.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Øllum møguligum, men tað skal helst vera
okkurt melodiøst og ikki so monotont, sum
nógv av tí nýggja ofta tykist vera.
Um tú ikki búði
í Føroyum, hvar
hevði tú so
viljað búð?
Svøríki.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Havi einki náttborð.
Eru djór samkynd. Eg hugsi um
onnur djór enn menniskjað?
Ein perversur spurningur
ein keðiligan sunnudag eftir
trettanda.
Hendan sunnudagin, meðan
ein spennandi fótbóltsdystur
var í sjónvarpinum, var mær
hyggjandi út. Har beistaðust tveir
hundar, annar svartur, hin jarpur.
Sum frá leið sást, at hetta var
ikki bara spæl. Hetta var forspæl.
Og tað var eitt sindur løgið,
tí hvørgin hundurin var tík. Í
hvussu so er ikki tað, eg dugdi at
síggja úr vindeyganum.
Eg gloymdi fótbóltin, meðan
eg eygleiddi hetta veitslukenda
hundalívið.
Eisini eitt sindur við vilja, tí
støðan var 0-0, og málini koma
altíð, meðan tú ikki hyggur.
Hundaspælið uttanfyri endaði
við tí, at annar hundurin, tann
jarpi, tók tann svarta aftanífrá.
Tað vardi eina løtu. Tá liðugt
var, fór allur hugur úr tí jarpa
hundinum. Hann stóð bara har so
foyur og hugdi út í tóman heim,
ella fyri at vita, um nakar sá teir.
Tann svarti stóð og goyði eftir
ongum. Eg fór aftur til fótbóltin.
Har var framvegis 0-0, hóast eg
ikki hevði hugt eina góða løtu.
Hetta var í tí lorta mánaðinum
januar við myrkri og illveðri og
fakfelagsfólkum, sum ikki tordu
at taka avgerð, men við sínum
apatiska atgerðarloysi hevði alla
tjóðina sum gísla. Og tað sirkusið
kemur aftur longu um eitt lítið ár.
Fótbóltur er meira ítøkiligur.
Har verða avgerðir, skjótar
avgerðir, tiknar alla tíðina. Teir
tora og duga. Ein fótbóltsdystur
varar í hálvan annan tíma. Tað
vita vit longu, tá hann byrjar.
Fór eisini at hugsa um hatta
møsnið um, at samanhald gevur
styrki og saman eru vit sterk.
Bullshit og tóm orð.
Í fótbólti ráða einstaklingarnir,
teir avgera dystin. Einstaklings
avrikini avgera allar fótbólts
dystir og øll onnur lívsins viður
skifti. Samanhald ger einki mál,
kanska okkurt sjálvmál.
Fakfeløgini hava ongantíð
fingið so ússalig úrslit sum nú,
tey eru farin at samráðast saman.
Tí samanhald gevur styrki, siga
tey. Vorðin sum styrki. Og so
eru tey í fullum álvara farin at
tosa um eitt føroyskt LO, LO er
donsk (sjálvandi) stytting fyri
Landsorganisation, tí samanhald
gevur styrki. Ja, styrki hjá
arbeiðsgevarunum. Frá tí degi,
føroyska LO, ella LF, nú vit búgva
í Føroyum og hava okkara egna
mál, fer lønin bara ein veg, og tað
er ikki uppeftir. Prinsipp í staðin
fyri lønarhækking.
Samanhald my ass.
Míni bestu heimaráð? Latið
ongantíð upp brævbjálvar við
glugga um kvøldið, tí so missa tit
svøvnin.
Rokningar og kontuavrit,
sum koma í gluggabjálvum, eru
sjáldan røtt og kravdu krónurnar
eru ongantíð tín fyrimunur.
Tað er tí púra burturvið at
skuldseta bankamenn fyri ikki at
duga at umsita milliardir, tá teir
ikki megna at umsita eina heilt
vanliga, banala lønarkontu við
nøkrum túsund krónum.
Eg havi kravt bankan eftir
ómaksgjaldi ella tænastugjaldi
fyri tíðina, eg brúki til at
gera vart við skeivleikar í
kontuavritum. Men fái hvørki
pengar ella svar.
Eg hugdi út. Teir báðir graðu
hundarnir vóru farnir. Teirra
sunnudagsleysafríggj eftir
trettanda var liðugt. Teir vóru
farnir víðari í sínum sorgleysa
hundalívi.
Ein frensur spákaði so
arrogantur eftir gøtuni. Hann veit
ikki, hvat samanhald er. Lítur á
sína egnu styrki, og hann ger sum
honum lystir.
Tímir hann ikki at taka mýs,
so ger hann tað ikki.
Og fólkakirkjan er sum
fiskivinnan. Hon klárar seg ikki
uttan almennan studning. Tveir
fiskar.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Hilmar Jan Hansen
lagt til rættis: Leo Poulsen
Eg elski
at ferðast
Tað sigur Hilmar Jan Hansen sum heldur, at
hvør dagur hevur sínar søgur at fortelja. Hann
er ikki altetandi, sjálvt um tað kanska sær so
út, og í frítíðini slappar hann helst av, tó ikki
sunnumorgnar, tá orgulspæl er á skránni
Keðiligur
sunnudagur
mynd: Álvur Haraldsen