Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 9. mars 2012 8 VIKUSKIFTI vangamynd Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo – Her eru fleiri álvarsom vandatekin. Tað er skelkandi torført at finna eitt politiskt stev í Føroyum, har vit semjast um at halda eina kós. Tað ber ikki til at stýra einum samfelag í fýra ár, og síðani venda øllum á høvdið árini eftir. Politiski leisturin er púra tilvildarligur, og her er eingin heildarætlan, sum øll taka undir við. Tað ger, at álitið á polit­ isku skipanina minkar. Kaffikoppurin fær einki upp­merk­ semi. Hann er órørdur. Hon hevur púr­ asta gloymt kaffið, sum hon skonkti sær fyri hálvum tíma síðani. Hetta álvarsama prátið hevur nógv størri týdning júst nú. Havnarkvinnan við eyðkenda frunt­ inum sigur íðin frá, hvussu torført tað er at fáa rationellar politiskar semjur í hesum landinum. Orðini rapa úr henni hesa løtuna. Prátið fevnir víða. Hon nemur við øll tey átrokandi málini, sum miðlarnir jabba um hvønn dag, og hon grundgevur gjølla. Allir smálutir verða snaraðir. Fiskivinnan. Flogferðaseðlar. Fólkafráflyting. You name it. Hon hevur stigið inn aftur á politiska pallin við manér. Seinastu mánaðirnar hevur 36 ára gamla Kristina Háfoss funnist hvassliga at verandi samgongu, og tað ger hon aftur nú. Óskiljandi. Tað sigur hon fleiri ferðir um tað, sum fer fram í løtuni. Hóast hørðu at­finn­ingarnar, er hon eins siðilig og rólig, sum hon plagar, tá hon ber síni sjónar­mið fram. Stórt sjálvsálit. Hon er eitt stórt smíl, tá hon endar sínar setn­ingar. Bara kaffikoppurin stendur framman fyri henni á stovuborðinum í heiminum í Kálvagerði í Havn. Tað eru sjey dagar síðani, at hon fekk yvirlitið yvir evnini, sum samrøðan fór at snúgva seg um. Hon hevur ikki skrivað stikkorð ella nak­að líknandi niður á pappír. Men hon er væl fyrireikað og veit akkurát, hvat hon skal svara. Rótfest í familjuni Abbi Kristinu er gamla sjálvstýris­ kempan Louis Zachariasen, sáli. Hann er best kendur fyri sín ótroyttiliga bar­ daga at vinna føroyska málinum betri sømdir. Meðan hann virkaði sum árs­ vikarur í Kirkjubø og á Velbastað, sýtti hann fyri at undirvísa á donskum, sum var høvuðsmál og høvuðsendamálið við frálæruni í føroysku skúlunum í 1913. Lóg varð brotin, og lóg skal brótast, bar hann alment fram hetta árið. Úrslitið varð, at donsku ríkismyndugleikarnir noktaðu honum fast lærarastarv, til hann hevði tikið undir lógunum og reglu­gerðunum, sum skúlin virkaði undir. Tað vildi hann ikki, og fór frá í 1915. Louis Zachariasen varð seinni blað­stjóri á Tingakrossi, skrivaði bøkur og var landsstýrismaður fyri Sjálv­ stýris­flokkin í fyrsta landsstýrinum, tá heima­stýrislógin fór at virka í 1948. Hóast hann andaðist í 1960, 15 ár fyri at Kristina Háfóss varð borin í heim, hava hugsanirnar um einar frælsar Føroyar altíð verið rótfestar í familjuni. Sum ein bjartskygdur spíri var hon yngsta konufólk nakrantíð, sum varð vald í Løgtingið fyri Tjóðveldi í 2002. 26 ár var hon tá. Løgtingsarbeiðið var hennara fyrsta starv í Føroyum, eftir at hon og maðurin vóru flutt heim eftir loknan lestur. Tjóðveldi hevur sitið á politisku síðulinjuni síðani 2004, sæð burtur frá tíðarbilunum við CHE-samgonguni í 2008 og minnilutasamgonguni saman við Sambandsflokkinum, Javnaðar­ flokkinum og Framsókn í fjør. Onkurs­ vegna hevur áhugin fyri at samstarva við Tjóðveldi verið sørur hesi árini. – Vit eru ikki bombastisk. Vit hava greið mál og líta frameftir. Framstigini eru so smá í Føroyum, tí vit mangla eina politiska leiðslu, ið megnar og torir at seta sær stór mál fyri landið og at skapa neyðugu semjurnar. Ein spurnar­ kanning í 2008 vísti, at 80 prosent av føroy­ingum vilja hava fullveldi, men ivamálið millum fólk er, nær løtan er tann rætta. Eg ivist heldur ikki í, at ein fólka­atkvøða í morgin hevði prógvað, at undir­tøka er fyri fullveldisleiðini. Vit royna at flyta okkum nærri røttu løtuni, men tað krevur greið mál, samstarv og nýskipanir, nakað politiska leiðslan als ikki hevur framt hesi seinastu árini. Politisku avgerðirnar eru ofta stutt­ skygdar og grundaðar á lokal áhuga­ mál. Tað forðar menningini í hes­um land­inum. Eg eri landspolitikari og vil menna alt landið. Tað krevur mill­ um annað nakrar stórar og sterkar komm­unu­eindir, og at vit hava eina heildarætlan, sigur hon. Kristina nevnir sum dømi, at tá sam­ferðsluútbyggingar verða framdar, skal ein heildarætlan gerast, so økið og landið fáa sum mest burturúr. Eitt nú átti avgerð um nýtt arbeiðsbýti og samstarv millum útbúgvingarnar í Kambsdali og Klaksvík, og samstarv millum Klaksvíkar Sjúkrahús og Lands­ sjúkrahúsið, verið partur av ætlanini at binda norðuroyggjar saman við Eystur­ oynni. Tá høvdu norðoyingar og landið fingið munandi meira gagn av undir­ sjóvartunnlinum. – Men tað verður fyrst hugsað um hetta, tá samferðsluíløgan er gjørd, og tá tykist verða trupult at fáa lands­ politiskar avgerðir, slær hon fast og minnir nakrar ferðir á, at landspolitik­ arar skulu føra politikk fyri alt landið. Kristina varð ikki afturvald á løgtingsvalinum í 2004. Hóast hon legði stórt arbeiði eftir seg, var hon ikki nóg eyðsýnd, sigur hon í dag. Tá Visjónir vanta í føroyskum politikki. Besta prógvið er, at vit tosa enn um somu nýskipanir sum fyri 40 árum síðani. Framstigini eru so smá, tí vit hava ikki eina leiðslu í landinum, ið vil seta sær greið mál, skapa semjur og úrslit fyri at røkka málinum. Tað forðar menningini í hesum landinum. Tað var fremsta orsøkin til, at Kristina Háfoss aftur fór upp í politikk EG VIL BRÓTA STUTTSKYGDA POLITIKKIN