fríggjadagur 9. mars 2012síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 9. mars 2012
9
VIKUSKIFTI
fór hon í starv í vinnulívinum, har hon
hevur fingið seg roynda sum búskapar
frøðingur hjá Landsbankanum,
projektleiðari og íløguráðgevi hjá
BankNordik og deildarstjóri í Trygg
ingarfelagnum Føroyum, Betri pensjón
og TF Holding, umframt at virka sum
nevndarlimur í Smyril Line og um
sjónarráðslimur í Landsbanka Føroya.
Stóru avbjóðingarnar í vinnulív
inum bóru við sær, at hon tók ikki av
tilboðnum at stilla upp til løgtingsvalið
í 2008. Eftir valið stóð henni í boði at
gerast landsstýriskvinna í menta
málum. Eitt tilboð, hon ikki kundi
kveistra frá sær. Hon røkti starvið
í gott og væl sjey mánaðirnar, men
ásannaði skjótt, at tað var bara spurn
ingur um tíð, til samgongan millum
Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Mið
flokkin skrædnaði. Samgongan misti
meirilutan á ólavsøku, og parla
mentariska grundarlagið var snøgt sagt
ov veikt at fremja stóru ætlanirnar um
nýskipanir. Hon visti, hvønn veg tað
bar, og segði seg úr starvinum í sep
tember 2008. Síðani fór hon aftur í
starvið í Tryggingarfelagnum, haðani
hon hevði tíðaravmarkað farloyvi. 17
dagar seinni slitnaði samgongan.
Nú hevur hon aftur strítt seg inn um
tinggáttina, hesa ferð sum andstøðu
politikari. Hon hevði sitið uttan fyri í
trý ár og eygleitt politisku skipanina.
Einki er komið burturúr, heldur hon. Tí
breyt hon upp um armar, og fór aftur
upp í politikk.
Raðfestingin er skeiv
Kristina Háfoss hevði sett fleiri varðar
eftir seg, tá hon fór frá sum landsstýris
kvinna í 2008. Serligan áhuga hevði hon
fyri útbúgvingarskipanini. Hon fekk
miðnámsskúlan í Marknagili samtyktan,
hon bygdi út Fróðskaparsetur Føroya,
og setti gongd á nýggjar útbúgvingar
innan KT-verkfrøði, havfrøði, jarðfrøði
og løgfrøði.
Jóannes Eidesgaard, táverandi løg
maður, takkaði henni eisini mikið fyri,
at hon hevði loyst nøkur av átrokandi
málunum, sum politiska skipanin ikki
hevði rørt av ymsum ávum.
– Tað má eg siga um teg, at tú hevur
verið eitt arbeiðsgrev. Tú hevur í sjey
mánaðir framt áleið tað sama, sum eitt
landsstýrisfólk klárar í fýra ár, segði
Eidesgaard á samkomu í Tinganesi tann
1. september í 2008.
At hon legði so stóran dent á at
fremja nýskipanir innan skúlaverkið,
komst av, at hon vildi steðga støðugu
fólkafráflytingini úr Føroyum. Enn er
ov lítið framt á hesum økinum. Politik
arar eru ov lítið framskygnir, ásannar
Kristina Háfoss í dag.
– Tað hevur verið ein afturvendandi
trupulleiki í politisku skipanini, at rað
festingin er púra skeiv. Tað verður tosað
um somu nýskipanir, sum tosað varð
um fyri 40 árum síðani. Her er eingin
heildarætlan, og framstigini eru snøgt
sagt ov lítil. Her eru óteljandi møguleikar
at skapa eitt hámodernað smásamfelag,
sum kann vera fyrimynd hjá øðrum,
men mest sum alt verður bremsað við
klandri um lokaláhugamál og skeivum
avgerðum. Fólk í arbeiðsførum aldri fara
at minka munandi næstu árini. Kortini
velur hendan samgongan at geva
skattalætta til nøkur fá og framskunda
pensjónsskattin, og samstundis taka
meira í gjøldum og pensjónsskatti frá
teimum, sum hava minst. Hetta verður
skrumblað ígjøgnum, hóast serfrøðingar
hava víst á nógv ivamál. Kanningar vísa
hartil, at vit mugu hjúkla um møgu
leikarnar at útbúgva seg, so ungdóm
urin ikki fer av landinum. Kortini velur
hendan samgongan at spara møgu
leikarnar at nema sær útbúgving, hóast
arbeiðsloysið er stórt. Tað er óskiljandi,
sigur Kristina.
Hetta er mest sum einastu ferð, at
hon fer aftur í tíðina hendan hálvan
annan tíman, hon situr og prátar. Henni
dámar nógv betur at tosa um møgu
leikar og avbjóðingar, enn forðingar
og trupulleikar. Og tað trýtur ikki við
uppskotum.
– Fáið nú framdar nýskipanir av
vælferðarsamfelagnum og fiskivinnuni,
so vit røkka einum yvirskoti á fíggjar
lógini um tvey ella trý ár. Umleggið
nú hasa skattaskipanina, so allir føroy
ingar fáa lut í lægri inntøkuskatti.
Hetta fyri at skapa størri vøkstur og
vælferð. Gerið nú neyðugu íløgurnar
í skúlaskipanina, so vit kunnu steðga
fólkafráflytingini. Málini eru har, tað
ræður bara um at seta kósina. Hví
ikki seta okkum sum mál at verða eitt
sjálvstøðugt land, tað mest nýskapandi
vælferðarsamfelagið í norðurlondum,
ein martimur útbúgvingarmiðdepil í
Norðuratlantshavi og røkka 100 túsund
íbúgvum? Slík mál høvdu sett krøv til
politikararnar, kravt nýskipanir og stór
politiskt tøk, sum røkka longur enn fýra
ár. Heldur stevna vit nú móti einum
meira ósjálvbjargnum og ójøvnum
samfelag, har ein røð av nýskipanum
eru steðgaðar. Vit hava eina samgongu,
sum hevur sett sær sum mál at gera
Føroyar meira bundnar fíggjarliga
av Danmark, og samstundis hevur
slept ætlanini at skipa egna føroyska
grundlóg. Hví skulu lærdir útisetar seta
búgv og stovna familju í Føroyum, tá
politiska skipanin hevur so ilt við at
siga ítøkiliga, hvat hendir um fýra ár,
spyr Kristina undrandi.
Greið mál
Tjóðveldi er flokkurin í Føroyum,
sum hevur greiðastu hugsjónina og
greiðastu málini. Tað tekur Kristina
Háfoss uppaftur fleiri ferðir. Tað er
ein flokkur, sum vil skipa Føroyar sum
sjálvstøðugt land, sum vinnupolitiskt
mynd: Høgni Heinesen / Heinesenmyndir
– Ein spurnarkanning í 2008 vísti, at 80 prosent av føroyingum vilja hava fullveldi, men ivamálið
millum fólk er, nær løtan er tann rætta. Eg ivist heldur ikki í, at ein fólkaatkvøða í morgin hevði prógvað,
at undirtøka er fyri fullveldisleiðini, sigur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi