fríggjadagur 9. mars 2012síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 9. mars 2012
10
VIKUSKIFTI
er meira liberalur enn Fólkaflokkurin,
og sum sosialpolitiskt er meira sosialur
enn Javnaðarflokkurin. Samhaldsfesti
og solidaritetur eru kjarnin í henn
ara sosialu-liberalu hugsjón, og tað
er umráðandi við einum sterkum
vinnulívi fyri at skapa ein sterkan og
sjálvberandi búskap. Tað almenna skal
reka almennar tænastur sum sjúkra
húsverkið, almannaverkið, undir
støðukervið og elnetið. Tað almenna
skal ikki reka fyritøkur, men skapa
fríu karmarnar, sum vinnulívið skal
virka undir – men har eingin verulig
kapping er, má tað almenna taka sær
av virkseminum.
– Føroyar eru afturúrsigldar á
nógvum økjum. Minst 10 til 15 ár
aftan fyri hini norðurlondini. Vit siga,
at vit eru ov fá, og tí má tað bara vera
so. Tann hugburðurin er kjølfestur í
okkara mentan. Hví noyðist tað at vera
so? Hví kunnu vit sum hámodernað
smásamfelag ikki vera 15 ár framman
fyri hini norðurlondini og ganga á
odda við norðurlendska vælferðarsam
felagnum? Vit eru fá, og tí kunnu vit.
Latið okkum standa saman um eina
heildarætlan, sum politiska leiðslan
skal stýra eftir, tí tað ber væl til. Vit
skulu kunna svara, tá tað verður spurt,
hvør hugsjónin er í morgin. Um 5 ár.
Um 20 ár. Tá býðst bøtur, sigur Kristina
Háfoss.
Tjóðveldi tódnaði nógv á løgtings
valinum tann 29. oktober í fjør, tá flokk
urin misti tveir tinglimir. Tað var størsta
afturstigið fyri tjóðveldisrørsluna
síðani 1994. Tjóðveldi misti eisini
sítt fólkatingsumboð í september, tá
Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum
vann sessin frá Høgna Hoydal. Orsøkin
var ivaleyst, at Tjóðveldi valdi at geva
løgmanni sín stuðul, hóast flokkurin
kundi vent honum bakið, umframt
fiskivinnupolitikkin, sum flokk
urin førdi saman við minnilutasam
gonguni.
Stór undirtøka var kortini fyri
Kristinu Háfoss á løgtingsvalinum
hendan dagin. 451 atkvøður fullu í
hennara lut. Tað hevur eisini reist
spurningin, um flokkurin skal dúva
meira upp á hennara politisku viðgongd,
og seta hana sum oddakvinnu fyri tjóð
veldisrørsluni.
– Tað stendur altíð til flokkin at gera
av, hvør verður formaður. Tað sigur seg
sjálvt, at eg eri virkin í politikki fyri at
fáa ávirkan. Tjóðveldi stendur saman
um Høgna Hoydal sum formann, og
hann hevur fullan stuðul í flokkinum.
Kemur flokkurin í framtíðini til ta
støðu, at formaðurin skal skiftast, og
flokkurin vil brúka meg til meira enn
løgtingsumboð, so verður tann støðan
viðgjørd tá, sigur Kristina Háfoss.
Dugdi at raðfesta
AKSEL HARALDSEN
fyrrverandi svimjivenjari
Hvat kravdist fyri at vera
føroyskur elitusvimjari í 1993?
– Krøvini vóru hørð. Tær vandu 11 ferðir um vikuna. Klokkan fimm
á morgni og klokkan 17 um dagin, sama hvussu veðrið var. Tær
noyddust at eta sunnan kost og fara í song klokkan 21.
Hvussu var Kristina sum svimjari?
– Hon var seriøs. Altíð fyrireikað og konsentrerað. Hon livdi seg fult
og heilt inn í uppgávurnar. Hon var nakað still, men orðini vóru altíð
væl umhugsað, tá hon segði okkurt. Kristina var treisk upp á tann
feita mátan. Hon dugdi at raðfesta, og gjørdi síni skúlating. Altíð
skúlan fram um svimjingina. Eg minnist ikki nógvar venjingar, sum
hon forsømdi. Eg hugsi, at familjan stuðlaði henni sera væl. Annars
ber ikki til at liva so.
Fekk hon tað besta burtur úr sínum evnum?
– Tja. Eg hevði ynskt, at hon helt fram tvey ár afturat. Hon hevði nógv
eftir at geva, og hevði helst rokkið enn longri, um hon helt á. Men hon
fekk nógv burturúr, meðan hon var virkin.
Hon verður forkvinna
KÁRI MIKKELSEN
politiskur viðmerkjari
Hvussu er Kristina sum politikari?
– Hon hevur trúvirði. Hon er gløgg, væl lisin, dugir at bera seg fram,
setur seg væl inn í málini, dugir væl at grundgeva, og letur seg ikki
ræða ella skjóta av pinninum. Hon øsir seg ikki upp, men heldur
fatningin. Eg kann ikki vísa á nakran veikleika, men kenni hana tó ikki
persónliga.
Hví er hugsandi, at hon verður forkvinna í Tjóðveldi?
– Hon er heilt avgjørt besta boðið. Tá hon hevur gjørt comeback, so
er tað politikkur, hon satsar uppá, og ikki eina yrkisleið í vinnulívinum,
sum hon annars bar fram, tá hon fór úr landsstýrinum í 2008. Eg ivist
ikki í, at hon VERÐUR næsta forkvinnan í Tjóðveldi. Spurningurin er
bara nær. Tann dagurin er valla langt burturi. Og hon hevur heilt víst
ambitiónir um tað.
Hvussu kann hon blása nýtt lív í tjóðveldisrørsluna?
– Tað hevur víst seg at vera trupult hjá verandi formanni at byggja
brúgv til ein meiriluta í Løgtinginum, og harvið vera í ella halda fast
upp á eina samgongu. CHE var ein fiasko, tá tú hyggur at, hvussu
stutt lív samgongan fekk. Høgni Hoydal er ein kapasitetur í mangar
mátar, men spurningurin er, um hann, hóast sín unga politiska
aldur, ikki skjótt eigur at lata formansessin frá sær. Flokkurin fekk
tvey vánalig val, og hevur verið rættiliga anonymur eftir valið. Sum
tann kapasitetur, Høgni er, kann hann gera gott arbeiði fyri flokkin
sum “vanligur” politikari, sjálvt um hann ikki spælir fyrstu violin.
Flokkurin hevur onki tingfólk norðan fyri høvuðsstaðarøkið, misti so
at siga allar sjómennirnar har, og sjálvt í Havn misti flokkurin nógvar
atkvøður. Tjóðveldi er vorðin ein akademikaraflokkur, og kann eins
væl fyrihalda seg til tað. Í so máta er eingin munur á Høgna Hoydal
og Kristinu Háfoss. Tað verður torført at vinna tær mistu atkvøðurnar
innaftur, uttan so at flokkurin fær nøkur sera sterk valevni afturat úti
um landið. Ein nýggur sterkur leiðari sum Kristina hevur møguleika at
byggja brýr til ein meiriluta í Løgtinginum. Tað sær út til at vera passé
hjá Høgna Hoydal.
Kristina er fyrikomandi
og knívskørp
Hjørdis S. Johannessen
vinkona
Hvussu var Kristina sum smágenta?
– Hon kláraði seg framúr væl í skúlanum, uttan at hon gjørdi so nógv
meira við skúlatingini enn onnur børn, haldi bara at tað lá - og liggur -
so væl fyri hjá henni at taka við lærdómi. Kristinu dámdi væl at skipa
fyri í spæli, men ikki uppá ein dominerandi máta. Tvørturímóti. Hon
hevur altíð havt ein savnandi leiklut, og hon royndi altíð at fáa øll
við og gekk høgt uppí rættvísi. Kristina hevur altíð hugsað nógv um,
hvussu onnur hava tað, víst áhuga og vil, at øll skulu hava tað gott.
Svimjingin fór við nógvari tíð. Hon fór upp kl. 05.00 og súkklaði ella
gekk av Argjum niðan í Svimjihøllina uttan mun til veður. Tað bar við
sær, at hon ofta hálv svav fyrstu tímarnar í skúlanum, men tað hevur
ikki ávirka hennara próvtøl. Eitt sermerki hevur altíð verið, at hon er
sera ambitiøs í øllum, hon ger.
Hvussu merktist tað, at hon svam so nógv?
– Kristina hevur ótrúliga nógva orku og yvirskot. Eg merkti tí ikki
stórvegis til, at hon svam nógv. Vit vóru ofta saman og sóust nógv
í frítíðini. Tað skal tó sigast, at hon ofta sovnaði, tá vit hugdu í
sjónvarp. Tað er tað sama í dag. Kristina syrgir javnan fyri, at vit skulu
hittast, hóast hon hevur ótrúliga nógv at gera, nú hon er farin upp í
politikk.
Hava tað altíð verið greiðar ábendingar
um, at hon fór at vera politikari?
– Tá vit vóru ungar hugsaði eg ikki, at hon skuldi upp í politikk.
Minnist heldur ikki, at hon tosaði um tað. Seinni, meðan vit lósu
uttanlands, komu ábendingar um, at hon hevði kanska áhuga í at
fara upp í politiskt arbeiðið. Tá fór hon at luttaka alment í politiskum
og samfelagsfrøðiligum kjaki. Hesa tíðina skrivaði hon ofta greinar í
føroysku bløðunum. Hon hevur altíð viljað stimbra undir broytingar
og framgongd í samfelgnum, og hon hevur altíð eitt fakliga væl
grundað boð upp á trupulleikarnar. Kristina er ómetaliga vinsæl og
fyrikomandi. Hon orðar seg siðiliga og virðiliga, men tú skal kortini
ikki fara skeiv av hennara blíða fyrikomandi lyndi, tí hon er eisini
knívskørp og veit, hvat hon vil.
mynd: álvur haraldsen
Onnur um
Kristinu:
Fakta
Kristina Háfoss, fødd Danielsen, er 36 ár.
Hon er búskaparfrøðingur (Cand.polit), løgfrøðingur
(Cand.jur) og hevur eisini lisið leiðslu (CBA).
Hon búði fyrstu fýra árini í Glostrup, tá foreldruni
vóru undir útbúgving og arbeiddu í Danmark.
Kristina Háfoss er fyrrverandi elitusvimjari.
Hon var á svimjilandsliðnum, og hevur umboðað
Føroyar á fleiri Oyggjaleikum saman við Anniku Olsen,
sum nú er landsstýriskvinna.
Búskaparkreppan í 1992 elvdi til, at hennara
politiski áhugi fór at spíra. Hon gekk tá á støddfrøði-
samfelagsfrøðiligari linju í Hoydølum.
Hon og maðurin fingu sær eftirnavnið Háfoss í 2000.
Tey eiga fýra børn.
Umframt løgtingsarbeiðið, er hon í hálvtíðarstarvi
sum ráðgevi í Tryggingarfelagnum Føroyum,
Betri pensjón og TF Holding.