hósdagur 4. mars 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ 12 ]
[ mars 2004 ]
[ mars 2004 ]
[ 13 ]
Tá flestu okkara droyma
um fronsku Rivieruna,
ímynda vit sum oftast okk-
um liggjandi á sólríkum
strondum, skoðandi tær
róligu miðjarahavsbylgjur-
nar, ið blíðliga skola yvir
suðurfranska meginlandið.
Eisini er tað eftir hesari
paradísstrond, ið tú finnur
heimsins mest romantisku
býir. Næststørsti býurin í
Fraklandi eitur Marseilles,
og hesin havnarbýur liggur
eisini eftir teimum gyltu
strondunum, tó at hann ikki
er meinlíkur hinum býunum.
Nei, ofta hevur verið tikið
til, at meðan aðrir býir við
dreymakendum og dragandi
lyftum um glitrandi náttar-
gongutúrar eftir Rivieruna
lokka ferðafólkið til sín,
kundi Marseilles við sín-um
ráa lyndi ikki lagt pettið í,
um ferðafólkið kom til sín
ella bara gjørdi av at verða
heima. Í hesari greinini fara
vit at hyggja nærri at
spennandi býnum, Marseill-
es, ella sum hann hevur
verið nevndur: Fraklands
óslípaði gimsteinur.
Frá hevnandi
rómverjum til
landfarsótt...
2604 ára gamla søgan hjá
Marseilles byrjar, tá ið
grikkar bygdu býin uml.
600 f.kr við tí fyri eyga at
gera ein handilsbý. Flutn-
ingur sjóvegis gjørdist
hornasteinurin í handilinum
í Marseilles, og mong
handilsskip sigldu til og frá
Marseilles. Marseilles varð
vorðin ein blómandi havnar-
býur, og hetta kom at seta
dám á lívið og mentanina -
enntá tann dag í dag.
Marseilles fekk tó ikki frið
at blóma, men varð niður-
brendur av rómverjum í ár
46 f. Kr. - rómverjar endur-
reistu hann eisini stutt
eftir. Rómverjar hava ikki
verið teir einastu, ið hava
gjørt seg inn á Mar-seilles,
men aðrir víðagitnir menn
sum Charles d’Anjou, Lud-
vík 14. og Adolf Hitler hava
eisini hertikið og gjørt seg
inn á Marseilles.
Ólukkan kemur sjáldan
einsamøll - heldur ikki í
Marseilles. Miðskeiðis í 18.
øld herjaði sóttin og beindi
fyri helvtina av býarfólki-
num. Eftir hesari ræðuliga
vanlukku kom býurin fyri
seg aftur og stóð skjótt
aftur í blóma.
Trupulleikarnir stinga seg
upp aftur, tá Frakland miss-
ir síni hjálond og samstund-
is sín størsta handilsfelaga
í Afriku eftir seinna ver-
aldarbardaga. Marseilles
kom skjótt í eina búskapar-
liga kreppu, ið var í hæddini
í sjeytiárunum. Arbeiðsloys-
ið var stórt og einki tamar-
hald var á innflytarum frá
eitt nú Algeria. Lógarloysi
og skøkjulevnaður vaks eis-
ini stórt í hesum tíðar-
skeiði.
Av somu orsøk var ferða-
vinna ikki nakað, ið Mar-
seilles gjørdi sær stórar
vónir um. Ferðastovur kring
heimin mældu fólki frá at
fara til Marseilles í áttati-
árunum og kístu tey ístaðin
til hinar býirnar nærindis.
Býarsálin
Búskaparligu kreppurnar,
tær mongu mentanirnar og
tað, at býurin er ein havna-
býur, hevur verið við til at
sett ein serstakan dám á
Marseilles. Tú hevði kunnað
kallað hann fyri ein kosmo-
politiskan skansa við Miðj-
arahavið.
Tó at fransmenn leingi
hava hildið lítið um Mar-
seilles-búgvar, so er líkt til,
at hesin hugburður er um
at broytast - ið hvussu so
er millum tey ungu í Frak-
landi. Ein kanning staðfesti,
at Marseilles var tann best
umtókti býurin í Fraklandi -
París lá á triðja plássi sam-
an við Bordeaux.
Meðan grannabýirnir vón-
leyst jagstra sínar innflytar-
ar út av landinum - við
kendum politiskum odda-
monnum sum Jean Marie
Le Pen - so fagna Marseill-
es-búgvar teimum fjøl-
broyttu mentanunum, ið
leita sær hagar. Hvør íbúgvi
hevur sína serstaku ættar-
søgu, ið hann við stoltleika
sigur tær, um tú spyrt
hann.
Tað er tað sjarmerandi
sinnalagið og mentanin, ið
hevur havt við sær eina
framgongd innan ferðavinn-
una á heili 14% síðstu trý
árini. Glæsiligu ferðaskipini
eru nú byrjað at leita sær
til Marseilles, og ferða-
skrivstovurnar hava broytt
hugsan um ráa arbeiðara-
býin í Golfe du Lion og eru
farnar at senda ferðafólk í
hópatali hagar.
Alt er líkt til, at Marseill-
es enn einaferð man fara
at blóma.
Zidane og hini í
Marseilles
Tær ósemjur, ið hvør íbúgvi
man hava sínámillum, ger
fótbólturin semju við. Fót-
bóltsliðið í Marseilles,
L’Olymique de Marseilles,
er nakað, ið øll eru errin av
og ganga sera høgt uppí.
Sagt verður, at um liðið
tapur, hvørvur sólin í nakrar
dagar. Liðið hevur vunnið
franska meistaraheitið
tíggju ferðir og harafturat
eisini vunnið UEFA-cup í
1993. Størstu dystirnir
verða leiktir á risastóra
Velodrome vøllinum, ið
rúmar 60.000 áskoðarum.
Sami vøllur, har navnframi
fótbóltsleikarin Zinedine Zi-
dane gjørdi sítt gjøgnum-
brot.
Samanumtikið kann sig-
ast, at fólkið í Marseilles er
fjøl-broytt, opinskárað og
bersøgið. Sum íbúgvarnir
sjálvir taka til: "Tað er ikki
eitt idylliskt, men eitt sen-
suelt, uppreistrarsinnað og
kensluborið lív, ið tú livir í
Marseilles, Fraklands óslíp-
aða gimsteini".
Høvuðsstaðurin í
Fraklandi, París, liggur
miðskeiðis har norðuri
í landinum við Seine-
ánna. Seine-áin býtir
býin í tvey, og í ánni
liggja tvær smáar
oyggjar, Ile de la Cité
og hin minna St. Louis.
Upprunaliga varð París
grundlagt við oynna Ile de
la Cité og við vinstra áar-
bakkan, hóast ein føroying-
ur helst hevði sagt á norð-
ara áarbakka. Men hetta
sipar til rætningin, vatnið
rennur, og verður henda
vending dúgliga nýtt.
Í fyrstu øld e.Kr grund-
løgdu rómararnir París
sum landspartahøvuðsstað.
Sum tíðin leið, vaks býurin í
rundum skapi.
Miðbýurin í París er býtt-
ur upp í 20 arrondisse-
ment. Louvre liggur í 1.
arrondissement og er mið-
depil í einum "spirali". Sein-
ast í spiralinum er 20.
arrondissement, og tað er
hitt minst "fína". Henda být-
ingin speglar nøkunlunda
menningina í býnum. Hvørt
arrondissement hevur sína
egnu lítlu stjórn við egnum
býráðshúsi, posthúsi, løg-
reglustøð og øðrum.
Tað milda veðurlagið hev-
ur stóra ávirkan á býarlívið.
Tað ger tað møguligt at
hava uttandura caféir og
marknaðir umframt nógv
annað.
Fólk og tilflytan
Støðugt hevur París vaksið
- bert avbrotið av kríggi og
sjúkum - síðani París varð
kosin høvuðsstaður í 10.
øld. Í 19. øld eru alsamt
fleiri fólk flutt til býin orsak-
að av árinunum av ídnaðar-
kollveltingini. París hevur
leingi verið eitt friðskjól hjá
teimum, sum hava flýggjað
undan kríggi og forfylging
úr ymsum pørtum av Eu-
ropa. Tó komu fólk í stríð-
um streymum eftir 2.
heimsbardaga og væl inn í
70-árini úr Italiu, Spaniu,
Portugal og Jugoslavia eins
og fyrrverandi hjálondunum
Norðurafrika, Senegal, Viet-
nam og aðrastaðni. Henda
nýggja tilflyting hevur skapt
hópin av búskaparligum og
sosialum mótsetningum.
Parísiska
býarmyndin
Politiska og mentanarliga
støðið hjá París sæst aftur
í minnisvarðum og arkitek-
turi. Hetta avspeglar ta
longu søguna hjá býnum.
Millum elstu bygningarnar
telist katedralurin Notre
Dame á Ile de la Cité, sum
menn fóru undir at byggja í
1163.
Men kendast av øllum er
sjálvandi Eiffel-tornið. Hetta
tornið, sum er 320 m
høgt, varð bygt í 1889 av
fraklendinginum Gustave
Eiffel. Upprunaliga var ætl-
anin, at tað bert skuldi
standa eina stutta tíð, men
tað var so mikið væl dámt,
at tað stendur enn.
Millum nýggjastu stóru
bygningar í París telist La
Défense. Hesin er ein ný-
mótans triumfbogi; hann er
fýrakantaður og sera stór-
ur.
La Defénse, nútím-
ans trimumf bogin
Louvre er eitt stórsligið
listasavn mitt í býnum, sum
var kongshús í miðøldini.
Millum annað hýsir hetta
listasavnið Mona-Lisu, sum
da Vinci málaði í síni tíð.
Louvre, Pompidou mið-
depilin og d’Orsay savnið
eru tey kendastu, men tó
eru søvn í øllum støddum,
sum borðreiða við alskyns
áhugamálum.
Um romantikkur
hevði ein høvuðs-
stað...
París er uttan iva ein av
vakrastu, mest romantisku
og mentanarríkastu býun-
um í heiminum. Ein ør-
grynna av søvnum eru at
finna bert eitt hanagleiv frá
hjartanum í býnum. Nógv
listafólk, høvundar og hugs-
arar hava búð í ‘Dreym-
arinnar býi’ onkuntíð í lívi
teirra. Teirra millum teljast
Picasso, Rodin og Victor
Hugo.
Nógv hava roynt at lýst
vakurleikan hjá París, men
øll hesi løgd saman koma
ikki upp á knøini av kensluni
at spáka eftir teimum
steinløgdu gøtunum, teim-
um stórslignu boulevardun-
um ella fram við áarbakkun-
um.
ÓSLÍPAÐI GIMSTEINURIN Í FRAKLANDI
Heilin, hjartað og sálin í Fraklandi:
EIN LÝSING AV HØVUÐSTAÐI FRAKLANDS, PARÍS
Atlantic airways
pdf.