Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 44 - 4. mars 2004 Nr. 44 - 4. mars 2004 13 Jón Ellendersen Eitt fyribrigdið hevur stungið seg upp í föroysk- um politikki og samfelags- orðaskifti: Viðurskiftini hjá teim samkyndu verða mett sum gott kjakevni, somu- leiðis verður vinnulívið mett sum gott kjakevni, meðan brekað og gomul verða mett sum eitt vánaligt kjakevni, tí tað gevur ikki eins nógv stig sum hini fyrru. Ikki tí, at eg meti, at við- urskiftini millum samkynd og samfelagið og vinnu- lívið ikki skulu viðgerðast, men tá tað hendir, at tey fullkomiliga stjala myndina í einum valkjaki, tá er okk- urt spinnandi galið í samfe- lagnum. Neyvan er tað tí, at val- evni og greinskrivarar ikki vita, hvussu viðurskiftini hjá teimum brekaðu og teimum gomlu eru í Føroy- um - út av lagið vánalig. Ferð eftir ferð var tað í val- stríðnum haft á loftið, og nærum í hvørjari valsend- ing í Útvarpinum ringdi Elin Vang inn og segði valevnunum frá, hvussu mong fólk sótu við óvið- gjørdum heilaskaða, í hes- um føri apopleksi ella slag, sum tað eitur á føroyskum. Og viðurskifti teirra brek- aðu vóru havd á loftið ferð eftir ferð uppundir valið, tí landsstýrismaðurin í al- mennamálum hevði spælt hasard við viðurskiftunum hjá teim brekaðu. Nú hoyrdu vit í SvF herfyri, í sendingini "Ikki pláss fyri Martu", at for- maðurin fyri felagnum DAMP í Føroyum segði, at hon ikki mælti til, at foreldur at børnum, sum vantandi høvdu DAMP ella AD/HD, ikki vendu sær til Sernámsdepilin á Frælsin- um, tí har fingu tey onga staðfesting av hvat barn- inum bagdi. Foreldrini hjá Martu høvdu runnið sum rukkur í fleiri ár, men Ser- námsdepilin hevði lítið annað at koma við, enn undanførslur og uttanum- tos. Men tað var eyðsæð, at lítið skil var á deplinum. Nú eri eg í teirri støðu, at hetta er ikki fyrstu ferð eg hoyri, at Sernámsdepilin ikki røkir sínar skyldur mótvegis teim brekaðu og avvarandi teirra. Óteljandi ung við heilaskaða vera vegna "vi alene vide" støð- una hjá deplinum, blakað runt í eini skipan, sum ístaðin fyri at vera teim skaddu og avvarandi teirra til hjálpar, gerast eitt satt haft um beinini. Og sama skilið er við fleir øðrum stovnum, sum avgera við- urskiftini hjá teim brekaðu. Herfyri hoyrdu vit eisini um ein 5 árs gamlan drong, sum noyddist at fara av landinum, tí eingin hjálp fekst her heimi. Hesin drongur hevði eisini DAMP. Undanførslurnar vóru, at tey vóru í ferð við at gera okkurt. Men hetta er vána undanførsla, tí trupul- leikin er minst 15 ára gamal. DAMP ella AD/HD er einki nýtt í Føroyum, og viðurskiftini hjá børnum við hesi diagnosu, eru ikki batnað tey seinastu mongu árini. Heldur eru tey versn- aði. Og ikki kemst tað av, at vit ikki hava gott fólk at taka av, fólk, sum fegin vilja sleppa til verka. Nei, orsøkin er, at vit hava eitt almannaverk, sum einki skil er á. Eitt gott dømi var Marta, sum fekk Ritalin uttan nakra aðra viðgerð ella venjing, hóast tað ná- greiniliga stendur í við- merking frá læknanum, sum hevur ordinerað Rita- lin, at tað má ikki gevast uttan samstundis rehabili- terandi tiltøk. Eg liggi inni við eini søgu um eini foreldur og dóttir teirra, sum hevur fingið heilaskaða sum vaksin tannáringur. Dóttirin eigur sjálv børn, og øll søg- an sum hon er, er ein gølu- søga, ein skomm fyri alt tað føroyska almannaverkið. Søgan er merkt av líkasælu, persónligum aggi, vantandi samstarvi millum teir ymsu stovnsleiðararnar og full- komnan blindleika. Hin heilaskadda gentan hevur verið bukað av sjeikinum ferð eftir ferð, somuleiðis er hann dømdur fyri harð- skap av álvarsligum slag, men ikki einaferð hevur almannaverkið givið sær fær um hetta, men ístaðin givið sjeikinum øll rættindi og alla hjálp. Gentan hevur nærum onga hjálp fingið. Og tá tú lesur frágreiðing- arnar frá ymsum "vitandi persónum" sum hava gjørt metingar av breki hennara, fært tú illgruna um, at al- mennaverkið ikki setur nøkur sum helst krøv um dugnaskap, royndir og eitt minimum av innliti. Tað er eins og fólk koma inn av vegnum og beint í arbeiði. ------------------ Eg eftirlýsi við hesi grein eitt orðaskifti um viður- skifti teirra brekaðu, tí tað er ikki bert hjá teim sálar- sjúku, at viðurskiftini eru so vánalig, at útlendsk fe- løg ætla at blanda seg uppí, hendir ikki okkurt. Nei, viðurskiftini hjá teim brek- aðu sum heild eru so vána- lig, at tað er stór skomm. Lítið nyttar at sita og gremja seg um viðurskiftini í Rumeniu, tá tey eru lítið frægari her. VIÐMERKINGAR Einki skil á viðurskiftunum hjá brekaðum Á tekniska skúla í Klaksvík verður ein áhugaverdur fund- ur týsdagin 9. mars, har ljós verður varpað á, hvussu kann gerast fyri at fáa meiri burtur úr tilfeing- inum av feskum fiski FUNDUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Á fundinum kemur millum annað Kári Hansen, reiðari á útróðrarbátinum Grunn- ingi at greiða frá. Hann hevur arbeitt við hesum málinum í eina tíð og eru broytingar framdar umborð á Grunningi við atliti til innrætting, út- búnað og mannagongd- um, sum gera tað lættari at fáa fiskin skildan eftir vekt, stødd og góðsku. Til at stýra hesum, hevur Com-Data ment ein teldu-skipan (VML), sum skrásetur og skjal- festir allar upplýsing- arnar um fiskaríið hjá Grunningi. Á fiskivinnufundinum 9. mars verður møgu- leikin fyri at fáa meiri burtur úr feska fiskinum við útgangsstøði í royndunum, sum Grunn- ingur higartil hevur gjørt, viðgjørdur. Eisini verða umboð frá fiskivinnuni við á fundin-um, umframt at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø eisini er boðin við. Og umboð frá Com- Data og Looknorth fara somuleiðis at greiða frá ávíkavist telduskipanini og menning av pakkitil- fari. Fundurin byrjar klokkan 19. Fáa meiri burtur úr feskum fiski Klaksvíkar býráð hevur tikið støðu til, at grót úr Norð- oyatunlinum til verkætlanir í Klaksvík skal flyt- ast um Leirvíks- fjørð. Og verður tað at byrja sum skjótast BÝRÁÐSFUNDUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: 160.000 rúm- metrar av gróti úr norð- oyatunlinum skulu flyt- ast úr Leirvík til Klaks- víkar. Afturímóti fær Leirvíkar kommuna 25 til 30 rúmmetrar av verjugróti, sum er í grótbrotinum í Klaks- víkar kommunu. Hann sigur, at byrjað verður at flyta grót heilt skjótt, og so kann J & K Petersen fara í gongd við fjórða byggistig á góðs- havnina í Ánunum. Fjórða byggistig er atløgusíða. Dýpið fram- við atløgusíðuni verður 12 metrar. Steinbjørn sigur, at tá hendan verkætlanin stendur liðug, hevur Klaksvíkar kommuna eina fína atløgusíðu í Ánunum. Og sær hann fyri sær, at avskiping av serliga fiski fer at fara fram í Ánunum. – Vit ætla ikki at fisk- urin skal fara í gjøgnum tunnilin, tí tað er bak- vent, at partur av fiskin- um úr fiskivinnuhøv- uðsstaðnum í landinum skal avskipast í Havn, heldur borgarstjórin í Klaksvík. Hann ásannar tó, at sum gongdin í samfelag- num er, er góðshavnin í Ánunum í seinna lagi. – Vit hava arbeitt so hvørt sum fíggjarlig orka er til tað, men jú, tað er rætt. Hon er í seinna lagi, sigur Stein- bjørn, sum tó er bjart- skygdur um virksemið við nýggju góðshavnina í Ánunum. Nú verður grótið flutt Losjan Glotti er í hesum døgum karm- ur um skemtileikin Hin sjúkuræddi, sum hevði frumframførslu leygardagin tann 28. februar SJÓNLEIKUR Tíðindaskriv Leikurin er um múgvandi mann, Argan, sum billar sær inn at vera sjúkur. Hetta mala hansara tankar um meginpartin av tíðini, og apotekarar og læknar eiga stóran leiklut í lívi hansara. Teir fáa eisini av at vita, men sum Bèr- alde, bróðir Argans, eina- staðni sigur um Molière og hansara sjónleikir: Tað er ikki læknunum, hann flenn- ir at, men tí, sum er látur- vert í læknakynstrinum. Og sjálvandi er sjúk- mamman í húsinum, sum bara er eftir pengunum hjá Argan, og fáa børnini út úr húsinum. Alt snýr seg kortini ikki bara um sjúkur og læknar, fals , svik og býttisskap. Har eru ung fólk, ið hava tokka til hvørt annað, og tær fløkjur, ið av tí kunnu standast. Eisini hetta leggur Argan seg útí. Hann vil hava lækna til verson. So er lækni jú í húsinum, og peningur at spara, og tað er ikki minni umráðandi. Alt hetta rokið í húsinum, leggur upp til ein sera stutt- ligan leik. Hin sjúkuræddi, Le Ma- lade imaginaire, er skrivað- ur av Molière. Molière var fransmaður. Hann varð føddur í 1622 og doyptur Jean-Baptiste Poquelin, men gjørdist kendur leikhøvundur og sjónleikari undir navninum Molière. Upprunaheitið á leikinum, sum fyrstu ferð varð framførdur í París í 1673, var Le Malade imaginaire. Molière leikti sjálvur høvuðsleiklutin, men longu á fjórðu fram- førslu gjørdist Molière sjúkur á pallinum. Hann varð fluttur til hús og doyði fáar tímar seinni. Síðan tá er leikurin fram- førdur í París meira enn 1500 ferðir. Leikurin varð framførdur fyrstu ferð í Keypmanna- havn í 1724 við heitinum Den indbildte syge. Hetta er um tað mundi, Holberg var uppi við sínum sjón- leikum. Leikurin verður fram- sýndur í losjuni í Gøtu. Men tað eru ikki bara gøtufólk, ið hava verið við til at seta leikin upp. Leik- stjórnað hevur gøtumaður- in Magni Poulsen, sum hevur drúgvar royndir við sjónleiki. Saman við leikarum og øðrum, sum eru úr ávíka- vist Saksun, Fuglafyrði, Tjørnuvík og Gøtu, hava tey fingið lív aftur í losj- una. Og hetta rokið heldur fram alla vikuna, hvørt kvøld kl. 20, uttan týskvøld og mikukvøld. Hin sjúkuræddi Mánadagin 1. mars var ein hugnaløtu í kantinuni hjá Post- verki Føroya á Óðins- hædd í Havn í sam- bandi við at Inga Ellingsgaard, dagligur leiðar á lønardeildini, hevði 40 ára starvs- dag Inga byrjaði tann 1. sep- tember 1962 á "Indlever- ingsposthus 1" í Holbergs- gade í Keypmannahavn. Eftir at hava verið á Post & Telegrafskúlanum fekk hon starv á Postgarðinum í Købmagergade, har hon var til 1970, tá hon fór í barns- burðarfarloyvi. Í 1972 fekk hon starv á posthúsinum í Værløse, har hon var, til hon 1. mars 1977 fekk starv hjá Post- verki Føroya, sum varð yvirtikið árið fyri. Hennara starv er at av- greiða lønir og at avrokna millumlanda postflutning. Meðan Inga arbeiddi hjá danska postverkinum, fekk hon sær útbúgving sum yvirkontórassistentur. Hon er eisini virkin í kvinnurørðsluni og situr í NOKS (Nordiske Kvinde- organisationer i Samar- bejde), sum er ein felags- skapur undir Norðurlanda- ráðnum. Í frítíðini spælir hon eisini bridge. Inga er fødd á Kirkju á Fugloy, dóttir Palmu, f. Soldal, ættað úr Sumba, og Rasmus Rasmussen, van- liga nevndur Rasmus í Fugloy. Hon gekk í skúla í Klaksvík og tók realprogv í 1960. Hon arbeiddi í handli og á Sjómansheiminum í Klaksvík, áðrenn hon fór til Danmarkar í 1962. Hon er gift Einari Ell- ingsgaard, ið er ættaður av Eiði. Tey búgva í Havn og eiga tvær døtur, Randi, sum er lækni og býr Herfølge, og Beintu, sum er sjúkra- systir á Ríkissjúkrahúsin- um, og býr í Keypmanna- havn. Inga og Einar eiga fýra ommu- og abbabørn. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Jens Andrésson bussførari andaðist týsdagin 2. mars, 79 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin 6. mars kl. 14.00. Familjunnar vegna Selinda, Signý og Hildur Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri pápi, verpápi og abbi Niels Peter Djurhuus andaðist mánadagin 1. mars 81 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju fríggjadagin 5. mars kl. 13.00. Familjunnar vegna Jónleyg, Julius, Anna Sofía, Anvør og Femja Jarðarferð Kistan við Hans Oluf Johannessen í Klaksvík fer úr kapellinum heim í Christianskirkjuna hóskvøldið klokkan 18.00. Jarðarferðin verður fríggjadagin klokkan 13.00. Inga Ellingsgaard: 40 ára starvsdag hjá Postverkinum Dagurin 4. mars. Adrianus, deyður umleið ár 300. Keisarligur rómverskur embætismaður, sum gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum. Navnið merkir maður úr Adria í Norðuritaliu. Navn á fleiri keisarum. Magnus Heinason føddur hendan dagin í 1545. Inga Ellingsgaard 40 ára starvsdag hjá Postverkinum Mynd: Magnus Gunnarsson Inga saman við Birnu Dahl og Svanbjørg Manai frá Frímerkjadeildini Mynd: Magnus Gunnarsson Roymer Lamhauge, deildarleiðari, og Johannes A. Ellingsgaard frá Frímerkjadeildini Mynd: Magnus Gunnarsson Inga millum tveir pensioneraðar deildar- leiðarar, A.G. Nielsen og Mortan Rasmussen, ið er bróðir Ingu Mynd: Magnus Gunnarsson C M Y K 13 12