fríggjadagur 9. mars 2012síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 9. mars 2012
14
VIKUSKIFTI
Anna, ið er eitt av fleiri dømum um
næmingar, eg havi møtt á yrkisleið
míni, gekk í 5. flokki og hevði ringt
við at læra seg at lesa. Longu meðan
hon gekk í barnagarði sóu foreldrini, at
hon hevði torført við at samskifta við
hini børnini og tey vaksnu. Anna tímdi
heldur ikki væl at lurta eftir søgum og
fór altíð at gera okkurt annað, tá ið
hini spældu spøl, har tað var neyðugt
at hugsavna seg og samskifta málsliga.
Kortini var tað ongin á stovninum,
sum gjørdu nakað burtur úr hesum,
og foreldrini hugsaðu, at so mátti alt
fara at laga seg, tí tey, sum arbeiddu
á stovninum vistu, hvat var best, tá ið
um mál og málmenning ráddi.
Hvat er mál?
Vit hava nógv sløg av máli, t.d. mál
við ongum talaðum orðum, talað mál,
skriftmál, teknmál, kropsmál, mynda
mál, tónleik, drama, keipur og dans.
Málið er ein treyt fyri at kunna skipa
okkara hugsan, sum ger okkum før
fyri at greiða frá, hvat vit ynskja. Fyri
at børn skulu læra mál, mugu tey fáa
dagliga ávirkan, og tað, sum gjørt verður
saman við børnunum má vera stuttligt
og hugvekjandi hjá teimum, fyri at
tey framhaldandi skulu tíma og orka.
Mál er ein partur av okkara mentan,
og ígjøgnum málið bera vit hvørjum
øðrum og komandi ættarliðum okkara
sosialu og mentanarligu eyðkenni og
vitan.
Um barnið skal læra at samskifta
væl, er neyðugt at námsfrøðingar, t.d.
teir, sum vóru um Onnu, eru tilvitað
um málið. Eisini mugu teir, í samveru
síni við børnunum, gera arbeiðið við
málinum nóg sjónligt. Tað er neyðugt,
at vit fáa allar síður av málinum við,
og at hædd verður tikin fyri, á hvørjum
menningarstigi børnini eru. Stórur
kunnleiki krevst um, hvat málsnið og
hvønn málførleika vit styrkja, tá ið vit
tosa við børnini. Eisini skal málsliga
virksemið leggjast soleiðis til rættis, at
børnini halda tað vera stuttligt at spæla
við málið.
Málmenning á dagstovnum
Longu sum pinkubarn súgva børnini
vitan, lærdóm og upplivingar til sín.
Alt er spennandi, nýtt og fult av upp
livingum, og her byrjar lívslanga
læringin, sum í stóran mun byggir á eitt
væl ment mál. Í einum framkomnum
samfelagi er eitt væl ment mál og
skriftmál nevniliga ein avgerandi fyri
treyt fyri læring og eigur at vera ein
náttúrligur partur av dagligdegnum hjá
børnunum bæði heima og á dagstovni.
Neyðugt er, at børnini vaksa upp í
einum stimbrandi læruumhvørvi, sum
virðir børnini, tá ið tey vísa áhuga fyri
skriftmálinum, og sum letur børnini
sleppa at síggja, hoyra og skriva orð.
Hetta er við til at geva teimum lesi- og
skrivigleði longu á ungum árum, sum
vónandi varir alt lívið.
Serlig atlit mugu takast til børn, ið
vaksa upp í tvímæltum umhvørvi, so
tey fáa bestu umstøður at læra bæði
málini á fullgóðan hátt. Eisini mugu
serlig atlit takast til børn, sum av
onkrari orsøk eru tarnað í síni menning,
og somuleiðis mugu serlig atlit takast
til børn, ið eru illa fyri sosialt. Hesum
børnum tørvar serstaka stimbran á
nógvum menningarøkjum. Málsligir
førleikar sum t.d. fatan, frásøgn og
samskifti sum heild at duga at brúka
málið, mugu tí í fyrstu syftu raðfestast
sera høgt.
Týðiligt samskifti
Arbeiðið við málsligu førleikunum hjá
børnunum eigur at vera sjónligt í skip
anini á dagstovnunum, tvs. tað má setast
á skrá ávísar dagar til ávísa tíð. Tað, at
barnið sleppur at vera við at velja og
taka avgerðir, er sera týdningarmikið,
tí hetta er kjarnin í barnsins sjálvsfatan
og samleika. Til hetta krevst, at barnið
sleppur at menna og brúka málið og at
møguleikarnir fyri ávirkan skulu vera
týðiligir og sjónligir fyri børnunum.
Um Anna hevði verið við í skipaðari
málvenjing, hevði tað nógv fyrr verið
avdúkað, at hon í roynd og veru ikki
hevði tamarhald á hesum parti av sam
skiftinum. So kundi verið arbeitt við at
menna hennara førleika so hon slapp
at ávirka og seta síni spor á.
Førleiki og tíð
Tíð skal vera til spælið, samrøðuna,
frásøgnina, lesingina, spæliskrivingina,
putlispælið og tekningarnar og annað
mennandi virksemi, har møguleikar
samstundis eru at menna málið.
Umráðandi er, at námsfrøðingurin
dugir at fylgja málsligu menningini
hjá børnunum, og at hann í ávísan
mun tekur ábyrgdina av, at tey menna
málsligar førleikar í dagligdegi sínum á
stovninum. Hetta kann gerast við at hugt
verður at ymisku menningarstigunum
í barnsins máli við støði í, hvar barnið
er komið málsliga í mun til tað, sum
barnið hevur brúk fyri at duga í sam
skifti sínum við verðina rundan um seg.
Og vit brúka orð at fata við og at samskifta við í dagligdegnum. Tí
skulu øll børn í Føroyum hava javnbjóðis møguleika at ogna sær eitt
ríkt mál, so tey hava bestu møguleikar at menna seg. Um ikki børnini
læra málsligu amboðini longu í barnagarði, kann hetta skapa stórar
trupulleikar fyri barnið, t.d. í samband við lesi- og skrivimenning
Í fyrstuni
var orðið
VITAN & vísindi
Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum,
skriva vísundafólk á Fróðskaparsetri
Føroya um evni, tey granska í.
Hesaferð skrivar Karolina Matras.
KAROLINA MATRAS
Pd. D.-lesandi, námslektari
í sálarfrøði og mál-
og lesimenning