Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 9. mars 2012 15 VIKUSKIFTI Barnið má fáa tíð at menna mál sítt í mun til sínar fortreytir og í mestan mun samsvarandi sín aldur. Málið ein partur av menningini Málið er fjølbroytt, ein samanseting av kropsmáli, ljóði, birting, orðum og tankum, og er hetta sera týdningarmikil vitan hjá teimum, sum eru um børnini. Mál gevur møguleikar at fremja til­vit­ aðar gerðir og fata orsøkir og sambandið teirra millum. Vit samskifta sum sagt ígjøgnum kropsmál, hugburð, keipur, tekin, nýtslu av røddini og máltóna. Talaða málið brúka vit at bera fram okkara hugsanir í orðum, tað verið seg í myndamáli ella ítøkiligum máli. Fyri at at náa best møguligu málsligu menn­ ingini, mugu vit tí arbeiða við øllum síðum av málinum. Málið er nær knýtt at øðrum menn­ ingarøkjum, eins og tað styðjar undir tey og er treytað af teimum, t.d. rørslu­ ligu menningini. Um Anna hevði verið stuðlað í síni málmenning, hevði hetta stuðla fatanarligu, kensluligu og sosialu menningini hjá henni. Skal tað eydnast at røkka øllum børnum á teirra støði, má dagstovnurin gera ítøkiligt, hvørji øki ætlan skal leggjast fyri at arbeiða við. Tað vil siga, hvat tey vilja gera, og hvussu hetta verður eftirmett. Samstarv millum stovn og heim Málmenning er ein sera umfatandi til­ gongd, tí her eru bæði arvaligir og um­ hvørvisligir tættir inni í myndini. Vit vita, at seinni nevndi tátturin hevur ein stóran leiklut, tá ið henda tilgongdin byrjar. Hetta ger, at dagstovnurin, har børnini eru stóran part av vaknu tím­ unum frá ½ árs aldri og til umleið 7 ára aldur, hevur eina sera stóra ábyrgd fyri mál­menningini hjá børnunum, og má bera so í bandi, at tey fáa høvi at menna sínar íbornu málsligu eginleikar, so teirra mál fullmennist. Um hetta skal eydn­ast, mugu námsfrøðingar kenna til máls­ligu menningina hjá børnum so­ leiðis, at teir kunnu meta um teirra mál og vera førir fyri at stuðla teimum í fram­haldandi menningini. Málið hevur síni eyðkenni, fyritreytir, umhvørvisligar treytir og viðføddar frammanundan ásettar eginleikar. Alt virksemið saman við barninum er við at menna málið hjá tí, tá ið vitan er til staðar um, at neyðugt er at laga seg til barnsins menningarstig og áhuga. Hetta skal vera gjørt við virðing og kær­leika og við áliti á, at barnið í orð og talu hevur rætt at gera sína ávirkan galdandi. Dýrabaru barnaárini Harafturat skal hetta virksemið vera flættað inn í dagligdagin hjá børnunum í tryggum kørmum í samveru við vaksin og onnur børn. Soleiðis kundi Anna í barnagarðinum og heima náttúrliga havt verið stimbrað í at ogna sær málið, so hon fekk gleði av tí í spælandi til­ gongdum. Hetta er stuttlig læring, og børn­ini uppliva í einum sosialum felags­skapi allar teir møguleikar, sum málið gevur fyri einum viðkomandi og áhuga­verdum lívi, sum tey gjøgnum mál­ið fáa ávirkan á. Ein sera týdningarmikil partur í barns­ins málsligu menning eru sjálvsagt for­eldrini, sum eru »serfrøðingarnir« í sínum barni, og eru tey ein umráðandi partur, tá ið talan er um stuðul og menn­ing av málinum hjá børnum. Dagstovnurin hevur serliga stóra ábyrgd mótvegis teimum børnum, sum vaksa upp í heimum, har foreldrini ikki duga at síggja, um barnið mennir eitt nóg væl virkandi mál. Eitt mál, sum stuðlar undir týdningarmiklu lær­ing­ ina, ið er lykilin at fóta sær í eini ókend­ ari framtíð. Áhugi fyri skriftmáli Longu um 5 ára aldur vísa fleiri børn áhuga fyri skriftmáli, tølum og bók­ stavum. Orsøkin til, at børnini ynskja at læra seg skriftmálið er forvitni, hug­ urin at vera sum hini og at hava somu møguleikar sum tey vaksnu og hini størru børnini. Anna vísti als ongan áhuga fyri skriftmálinum, og tímdi ikki at spæla við málið ella lurta eftir søgum. Um ein útbúgvin náms­frøð­ ingur, ið hevði góða vitan um mál­ menn­ing – og sum í skipanini hevði fingið tíð og umstøður at arbeiða við hes­um – hevði verið um Onnu, varð hennara tørvur á málsliga økinum sæddur longu tá. Námsfrøðingurin hevði tá víst henni serligan ans og hugt at henn­ara fyritreytum, dagligdegi og málsligu menning. So kann hugsast, at tey funnu útav longu, tá ið Anna var 5 ára gomul, at hennara vantandi ansni og áhugi fyri at “læra” at lesa og skriva hevði sín uppruna í skerdum málsligum førleikum. So hevði Anna ikki skula gjøgnum eyðmýkingina at sitið í 5. flokki og sæð sínar floksfelagarnar flúgva framvið sær í teirra lesimenning, meðan hon kendi seg býtta, hóast hon í veruleikanum er ein skilagóð genta. – Tíð skal vera til spælið, samrøðuna, frásøgnina, lesingina, spæliskrivingina, putlispælið og tekningarnar og annað mennandi virksemi, har møguleikar sam­stundis eru at menna málið