Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 56

‹ fyrra síða allar 56 síður

Tekstur á síðuni

Divur í Løkshøll Divaz hava tikið øll á bóli við sínum heilt serliga tónleikauniversi. Tær tríggjar songkvinnurnar Anna Maria Olsen, Malan Eyðunsdóttir og Laila Carslen eru á odda fyri hesum serstaka tónleikabólki. Tónleikurin, ið tey spæla, er eitt bland av Pop/Rock/R&B/Soul og Diva. Divaz Løkshøll í Runavík Leygarkvøldið 10/3 kl. 21.00 baksíðan... Dómadagur? Seinasti dagurin í Betesda nordlysid.fo Stóra uppgerðin Seinasta løtan í Betesda Sosialurin Øll vildu sleppa við! Fullsettur salur til seinasta møtið nordlysid.fo Nýggj tænasta Facebook avdúkar finaluna Planet.fo Smáfiskur ella nøgd? Lítil fiskur í dag Portal.fo Í ranga strúpan lagt til rættis: Eyðun Klakstein Boyle sleppur ikki at syngja Madonnu-sang Susan Boyle gjørdist heimskend, tá ið hon vann talentkappingina Britain’s Got Talent í 2009, men tað eru ikki øll, sum tíma at samstarva við gomlu gentuna úr Skotlandi. Susan Boyle hevði ætlað at sungið sangin You’ll See hjá Madonnu í einum sangleiki um lívið hjá sær, men Madonna noktar henni at brúka sangin. Boyle avdúkar sjálv, at Madonna hevur sagt kortanei til, at hon kann brúka sangin í sangleikinum. Dýr klæði eru spill av pengum Oscar-vinnandi sjónleikarin Meryl Streep sigur tað, sum tað er Fólk sum snýta DR2 hevur leygarkvøldið tema um snýtarar. Í sendignum verður hugt eftir fólkum, sum á merkisverdan hátt hava lumpað og snýtt onnur fólk. Eitt nú verða Milena Penkowa, heilagranskari, Per Ulrich Karpf og Bruno Køldal-Eriksen umrødd í sendingini. Team: Snýtarar DR2 Leygarkvøldið 10/3 frá kl. 19.00 Sement roynir aftur Tónleikakappingin Sement, sum varð útsett vegna verkfall, er farin í gongd, og hetta vikuskiftið eru innleiðandi umførini í kappingini. Fyrsta umfarið var í gjárkvøldið, og hildið verður fram í kvøld og leygarkvøldið. Finalan verður 17. mars. Sement Perlan í Tórsgøtu 8/3, 9/3 & 10/3 kl. 20.00 Tað er neyðugt, at húsarhaldini aftur fara at keypa lutir, sum kunnu kallast hálvtíðar- og langtíðarkeyp. Tað eru lutir sum møblar, sjónvarp, byggitilfar, húsarhaldstól og líknandi. Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum Verður friður um rættindini at fiska, so tað aftur fer at bera til at arbeiða, síggja vit ljóst uppá framtíðina Hanus Hansen, stjóri í JFK samtakinum við Norðlýsið