mánadagur 12. mars 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
mánadagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fríggjadagin boðaði løgmað
ur frá, at eitt starv í Vinnu
málaráðnum hevði verið leyst
– og varð sett fríggjadagin.
Persónurin, sum varð settur
í starvið, var aðalstjórin, sum
samstundis varð koyrdur frá
sum aðalstjóri.
Tað er ikki fyrstu ferð, at
Kaj Leo Holm Johannesen
finnur fram onnur størv til að
alstjórar, sum ikki kunnu brúk
ast sum aðalstjórar. Í fjør setti
løgmaður Herluf Sigvaldson
sum serligan ráðgeva í Fisk
imálaráðnum, eftir at hann
varð koyrdur frá sum aðal
stjóri, tí hann ikki kundi brúk
ast sum aðalstjóri.
F y r i
t r i m u m
vikum síð
ani koyrdi
aðalstjór
in í Vinn
umálaráð
num, Arne
Poulsen, fullur, rendi á ein garð
og rýmdi av staðnum. Sambært
politinum var hann »dýrandi
fullur«. Fríggjadagin boðar løg
maður frá, at hann hevur gjørt
semju við Arna Poulsen um, at
hann fer frá sum aðalstjóri,
men »at Arne Poulsen verður
settur í annað starv í lægri løn
arflokki í landsfyrisitingini, við
fyribils staðseting í Vinnumál
aráðnum.«
Tá vaskikonur ella skriv
stovukvinnur verða spardar
burtur fyri at behaga spari
krøvum frá fíggjarnevndini,
so verða tær tveittar á dyr.
Tær fáa einki tilboð um annað
starv, og ein vaskikona hevur
at kalla onga uppsagnartíð.
Men tað er eftir øllum at
døma synd at koyra ein stjóra
til hús. Sjálvt um hann ikki
kann brúkast, ella um hann
hevur forbrotið seg so álvor
liga móti landsins lógum, at
hann ikki kann virka sum
stjóri meira.
O p i n b æ r t
eru
treytirnar
so góðar at vera
aðalstjóri, at tú hevur inntøk
una trygga fyri lívstíð. Ikki
minni enn tríggir frákoyrdir
aðalstjórar hava sítt trygga og
fasta lívstíðarstarv í landsfyri
sitingini:
• Petur Petersen, frákoyrdur
aðalstjóri
í
Mentamálaráð
num
• Herluf Sigvaldson, frákoyrd
ur aðalstjóri í Uttanríkisráðn
um
• og Arne Poulsen, frákoyrd
ur aðalstjóri í Vinnumálaráð
num.
So er spurningurin, um tað
er systemið, sum rotið, ella um
vit hava løgmann, sum ræð
ist embætisveldið – sum ikki
hevur rygg til at taka rættar
avgerðir.
Tað er bæði synd og skomm.
Men mest av øllum eitt óhugn
aligt symptom upp á eitt fólka
ræði, sum slett ikki er líka fyri
øll.
Men
kanska
løgmaður
hugsar sum George Orwell
gjørdi í 1945: »All animals are
equal, but some animals are
more equal than others...«
Kjakið um undirsjóvartunlar og
tunnilsgjald er rættiliga gingið
borgarstjórunum í Klaksvík og í
Havn til høvdið. Á pallborðsfundi
í Klaksvík í síðstu viku helt Gunvá
við Keldu uppá, at skulu vit gjalda
fyri at koyra gjøgnum Norðoya
tunnilin, eisini tá hann er útgold
in, so skulu vit eisini gjalda fyri at
koyra ígjøgnum eitt nú Kaldbaks
tunnilin og Norðskálatunnilin.
Og í blaðnum í dag kemur Heð
in Mortensen við einum enn betur
boð – sum kanska er inspirerað úr
Danmark, og sum er um at kosta
danska Javnaðarflokkinum stjórn
arvaldið – at leggja ein gjaldsring
rundan um høvuðsstaðin.
Hann sær fyri sær, at Tórshavn
ar Kommuna ger nøkur stór park
eringspláss, eitt nú í Kollafirði og í
Kaldbak, har bygdarfólk so kunnu
parkera og koyra við ókeypis bý
bussunum til Havnar.
Borgarstjórar í Vágum og í Norð
oyggjum hava eisini alment boðað
frá, at vit eiga at leggja eitt gjald
oman á vegskattin, soleiðis at øll
koma at gjalda tunlarnar gjøgnum
vegskattin.
Álvaratos. Nú er hetta kjakið
rættiliga farið út av sporinum. Vit
eru eitt pinkuland, við einum sera
avmarkaðum vegakervi. Vit hava
brúkt milliardir upp á at menna
undirstøðukervið, sum er sera væl
útbygt, soleiðis at tú upp á ein góð
an tíma kanst koyra frá einum enda
til hin. Skulu vit nú fara at seta upp
bummar og gjaldstøðir, so steðgar
øll menning, og tá missa vit nógv
meira fyri minni – og tá er frælsið
at ferðast eisini farið.
Men sjálvandi skulu vit øll verða
felags um at gjalda fyri hesa út
bygging. Og sjálvandi fáa summi
fólk meira gleði av hesum vegasam
bandi, enn onnur. Soleiðis er tað í
einum samhaldsføstum samfelag.
Vit gjalda øll til skúlaverkið, men
øll hava ikki børn. Vit gjalda øll til
sjúkrahúsverkið, hóast øll ikki ger
ast sjúk. Tí skulu vit sjálvandi eisini
øll gjalda til undirstøðukervið, hó
ast vit øll ikki nýta tað eins nógv.
Men tað skal valdast. Skulu vit hava
brúkaragjøld, so skal tað sjálvandi
vera eitt gjald, sum vit sjálvi í ávís
an mun kunnu stýra.
Men at hækka vegskattin – sum
frammanundan er púra óneyðugur
og átti at verið avtikin – er tað mest
ósolidariska tiltakið, vit kunnu
finna uppá. Og at leggja allar inn
tøkurnar til tunlarnar oman á
brennievnið er heldur ikki serliga
samhaldsfast, tí tá verður tað nógv
tyngri hjá teimum, sum noyðast at
koyra.
Ein møguleiki er sjálvandi at
hava eitt lutvíst lágt brúkaragjald
– sum saman við einum samhalds
føstum samferðsluskatti fíggjaði
samferðslukervið.
Mugu hava samhaldsfasta
skipan at fíggja tunlarnar
Nýggj teoribók til persón
bil.
– Stórur dentur er lagdur
á, at nýggja teoribókin er
løtt at lesa, sigur Maria
Heradóttir, sum er ritstjóri
í Námi.
– Teoribók til persónbil,
sum heitið er, fer at leggja
lunnar undir, hvussu vit
orða okkum í bili og ferðslu
annars við ótilgjørdum orð
um sum kopling, spitari og
gir, sum jú øll siga í dagligari
talu.
Nám hevur staðið fyri
útgávuni, sum Erling Is
holm, studentaskúlalærari,
umsetti úr donskum. Hans
Jacob Hermansen, koyri
lærari, og Jákup Jacobsen
og Asbjørn Berg á Akstov
uni, hava veitt málsliga
og fakliga ráðgeving. Sum
nakað nýtt hevur Trygging
arfelagið Føroyar stuðlað
útgávuni.
Hósdagin 15. mars kemur
teoribókin á marknaðin.
Bókin er til allar næmingar
í
koyriskúlunum
kring
landið, men er samstundis
eisini ein hent handbók til
allar bilførarar og tey, sum
hava áhuga í ferðsluviður
skiftum.
Bókin er 243 síður býtt
yvir 10 kapitlar og hevur
ferðsluskelti og drúgvan
leitorðalista aftast. Sølu
prísurin er 350 krónur.
Nýggja teoribókin verð
ur løgd fram í hølum hjá
Tryggingarfelagnum Føroy
um á Kongabrúnni í Havn,
hósmorgunin
15.
mars
klokkan 9.00.
Spitari, gir og kobling
Yvirdrivið tos um bummgjald
Einaferð aðalstjóri – og
tú hevur starv fyri lívið
Mugu
átala Stolt
enberg
Levi Mørk
kjak á síðu 28
Snork
sova
tingmenn?
Heðin Mortensen
kjak á síðu 26
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000