Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ 14 ] [ mars 2004 ] [ mars 2004 ] [ 15 ] Frakland hevur alt, sum hjartað tráar eftir. Hugsa vit um Frakland, leita hugsanirnar ser- liga til teirra ser- merkta mat og vín- mentan. Hetta er ikki av tilvild. Tosa vit um franska vínið er nógv at taka fatur í, tí Frak- land er nevnliga kent fyri sína fjølbroyttu vínmentan Henda mentan er elligomul, so gomul, at fólk hava funn- ið veggjamálningar av vín- framleiðslu í m.a Egypta- landi. Gamlar vín krukkur við havbotninum eru eisini funnar við Marseille, sum eru ættaðar úr Rom. Sum skilst, er Frakland serkønt í vínframleiðslu og útflytir harvið mest vín í heiminum. Orsøkin til hetta er, at Frakland liggur so væl fyri, og tað ger tað gjørligt at dyrka stórar, vælsmakkandi víndrúur. Framleiðslan av víninum krevur nógva fyrireiking og nógv arbeiði. Drúurnar skulu handfarast ymiskt, so at tær geva ymisk úrslit. Flestu vínsløgini stava frá samtøkum, har bóndarnir arbeiða í felag, men ávísar vínborgir ella chateu bryggja alsamt dýrari vín- sløg. Les Huttes! Hetta er ofta at hoyra á vínmarkunum. Hetta eru fólkini, sum samla drúur saman í kurv- um. Hetta arbeiði krevur nógva orku, og samstundis gerst tann sosiala samver- an er góð. Tá ið sevjan er kroyst úr vínberunum, verður hon sett til at gerða í stórum tangum ella í vínføtum, til alt er liðugt. Aftaná hetta verður vínið latið í fløskur. Vínframleiðsla er eitt na- túr fyribrigdið, tískil er úrslitið sera heft at veður- viðurskiftum. Jørðildið er sera týdningarmikið, tí drú- urnar skulu venda ímóti sól- ini, og samstundis mugu bløðini ikki skugga fyri drú- unum. Veðurlagið hevur alt at siga, tí er ógjørligt at dyrka víndrúur í Føroyum, tá ið vit hava eitt so skift- andi veður. Jørðin skal verða rættiliga drenað, tí- skil er hetta enn ein forðing fyri vínframleiðslu í Føroy- um, tí her er jørðin sera vát. Tá ið vit ikki kunnu dyrka vín her á landi, mugu vit leita okkum niðan í Rúsuna fyri at keypa innflutt vín. Eg gjørdi eina vitjan niðan í Rúsdrekka sølu landsins fyri at spyrja nakrir vín- kennarar, hvørji fronsk vín tey vildu viðmæla til ein rímiligan kostnað. Hetta var úrslitið: Reyðvín: Beaujolais 73,25 kr. Hetta er eitt ljóst, lætt og turt vín við frukt kendum dámi og góðum ráka. Hóskar væl til kjøtrættir, flogfevnað og fisk. Calvet 88,00 kr. Hetta vínið hevur ein ríkan berjaanga, langan frukt- kendan smakk, samstundis er tað kryddað og hevur fyllu. Hóskar til kjøtrættir, flogfevnað og ost. Hvítvín: Alsace Risling 68,25 kr. Vínið er miðal turt, hevur fylla og fruktkendan smakk. Vínið hevur ein frískan og reinan anga. Hóskar til for- rættir, skeljadjór ella bert at drekka bert. Chablis 100,25 kr. Hetta vínið hevur ein strá- gulan lit, er frískt og hevur ein fruktkendan, bleytan og rundan smakk , sum er blívur betur við tíðini. Hósk- ar til skeljadjór, fisk ella til forrættur. Foret Bourgogne Blanc 91,50 kr. Hetta vínið er turt við miðal fyllu, er heitt, fruktkent og hevur kryddaðan smakk við drúgvum ráka. Hóskar væl til ljósan flogfevnað, laks hvasskvoysu, ljóst kjøt og kraftamiklar fiskarættir. Sum nevnt omanfyri so er Frankaríki eisini kent fyri sín forkunnuga, góða mat. Og tað er ikki uttan orsøk. Fronskmonnum dámar væl mat, og leggja stóran dent á, at dygd- in er høg á matinum, ið verður borðreidd- ur. Matsiðirnir eru tó ymiskir alt eftir, hvar tú ert í Frankaríki, og hvør landspartur hevur sínar egnu specialitetir. Her fáa tit uppskriftina til Quiche, sum upprunaliga stavar úr Lorraine (harav navnið), men sum í dag verður etin í øllum Frankaríki, og Crêpes, sum er ein dessert, sum minnir rættiliga nógv um pannukøkur. VÍNMENTAN Í FRAKLANDI QUICHE LORRAINE Til 6 persónar: Deiggj: 150 g smør 3 dl (180 g) hveitimjøl 1-2 ssk vatn Fylla: 200 g bacon terningar 3 egg 2 1/2 dl mjólk 1 lítlan punt av rivnum hvítleyki 2 ssk frískar kryddarurtir, t.d. oregano Mannagongd: 1. Sker smørið í puntar og elt tað saman við mjøli og vatni til deiggj. 2. Koyr deiggið í ein posa og legg í køliskápið í 30 minuttir. 3. Pressa deiggið út í ein stóran tertuform ella 6 portiónsstórar formar. 4. Breið baconpuntarnar á deiggjbotnin. 5. Set formin inn í ein 200 stig heitan ovn í 10 minuttir. 6. Píska egg og mjólk saman og koyr hvítleyk, salt og pipar í. 7. Stoyt blandingina yvir baconið og stroy kryddarurtirnar yvir. 8. Baka tertuna 25-30 minuttir afturat. 9. Borðreið tertuna lunkaða. CRÊPE NUTELLA Crêpes verða seldar á gøtuhornunum í París við søtari ella saltari fyllu. Her fáa tit uppskriftina til ta søtu útgávuna. Vanligar pannukøkur kunnu nýtast. Minst tó til at falda tær, sum tey gera í París: Fyrst í helvt og so aftur í helvt, so víddin minkar niður í ein fjórðing. Ístaðin fyri nutella ber eisini til at fylla við banan, hakkaðum nøtum, sukur, sjokolátu ella onkrum heilt øðrum - einans hugflogið setur mørk. Uml. 8 crêpes Tilfar: 2 egg 5dl mjólk 3 dl (180 g) hveitimjøl 1 knívsodd salt 25 g smør til steiking 2,5 dl nutella Mannagongd: 1. Píska egg og 3 dl mjólk í eini skál 2. Píska mjølið í til eitt javnt deiggj. 3. Koyr restina av mjólkini og saltið í og rør. 4. Lat deiggið standa tildekkað í køliskápinum í uml 1/2 tíma. 5. Steik crêpesirnar sum pannukøkur á eini pannu við smørinum. 6. Smyr eitt lag av nutella á hvørja køku og falda í helvt og so aftur í helvt. 7. Crêpesirnar eru nú klárar at eta. OKKURT GOTT AFTURVIÐ VÍNINUM