hósdagur 4. mars 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 • hósdagur • 4. mars 2004 • 78. árg.
Í sambandi við at VR
Bilar nú umboða
svensku JOAB útgerð-
ina til lastbilar, var
skipað fyri einum
lastbilatiltaki á báta-
savninum í Leirvík
seinasta mikukvøld.
Umleið 70 mans frá
ymiskum stovnum og
fyritøkum møttu
hetta kvøldið
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Mikukvøldið 25. februar
skipaðu VR Bilar í Havn
fyri einum lastbilakvøldi á
bátasavninum í Leirvík.
Umleið 70 mans ymsa-
staðni frá møttu hetta
kvøldið í kavaveðrinum.
Uttan fyri stóðu fleiri
ymiskir Volvo lastbilar,
trailarar, tangabilar og bilar
viðskiftilast, teir stóðu har
sum framsýningarbilar.
Stjórin á VR Bilum,
Sverri Steintún, beyð væl-
komin og segði frá um
avtaluna, teir høvdu gjørt
við svensku JOAB fyritøk-
una.
Gestirnir fingu smyrji-
breyð og høvið at tosa
saman, meðan ein filmur
um nýggja Volvo FH eisini
varð vístur.
Síðan fekk sølumaðurin
hja JOAB, Jens Jensen,
orðið. Jens er hálvur føroy-
ingur og hálvur dani. Hann
hevur búð í Svøríki síðan
1951 og arbeitt í fyritøkuni
síðan 1969.
Hann greiddi frá, at fyri-
tøkan varð stovnað av Jan
Olsson í 1963, harav navn-
ið JOAB.
Fyritøkan hevur speciali-
serað seg í at gera skifti-
lastsskipanir til lastbilar,
soleiðis at teir kunnu skifta
ímillum ymiskar lastir,
byngjur o.a. Teir gera skifti-
lastsskipanir v. króki til
bilar í støddum frá 5 til 24
tons.
Eisini gera teir lastbilar
klárar við at montera kran-
ar, skermar og ymiskt ann-
að sum kundarnir ynskja.
Teir levera bilar til Skandi-
navia,
Norðurlond
og
nógva staðni í Evropa. Hjá
JOAB arbeiða umleið 100
fólk.
Sofus Gregersen frá KJ-
Hydraulik á Kambsdali, ið
umboða Palfinger-kranar,
greiddi síðan frá teirra ar-
beiði við lastbilum. Um-
framt at teir selja og mon-
tera kranar, eru teir eisini
serfrøðingar innan hydrau-
lik, og teir eru væl útgjørdir
til at gera umvælingar og
umbygging av lastbilum.
Seinni var farið útum at
hyggja at teimum ymisku
lastbilunum, hvussu alt
virkaði í praksis, hvørjir
møguleikar vóru við t.d.
kranunum og skiftilasts-
skipanum, byngjur vórðu
lyftar av og á lastbilarnar.
Eisini var høvið at seta
spurningar.
Eitt áhugavert og hugna-
ligt kvøld endaði við kaffi
og VR-lagkøku. Teir sum
komnir vóru úr Vágum
skundaðu sær heim, áðrenn
Leynatunnilin lukkaði kl.
23.00, og teir sum skuldu
til Klaksvíkar fóru við
Ternuni kl. 22.45.
Lastbilakvøld á báta-
savninum í Leirvík
Sverri Steintún, stjóri á VR Bilum, beyð vælkomin, og segði frá um avtaluna teir høvdu gjørt við JOAB í Svøríki
Mynd: Álvur Haraldsen
Sofus Greger-
sen, frá KJ-
Hydraulik á
Kambsdali,
greiddi frá
teirra arbeiði
við lastbilum
Mynd: Álvur
Haraldsen
Møguleiki var fyri at síggja hvussu skiftilastskipanin virkar í praksis
Mynd: Álvur Haraldsen
Jens Jensen frá JOAB greiðir her Gunnari Dølum frá skiftilastskipanini
Mynd: Álvur Haraldsen
15
14
Nr. 44 - 4. mars 2004
Tað henda so stórar
broytingar bæði hjá
landi og kommunum,
at vandi fyri upp-
sagnum lúrir, sigur
Starvsmannafelagið
ALMENN
STARVSFÓLK
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Enn er ikki talan um
uppsagnir. Men vandin
lúrir.
Gunnleivur
Dalsgarð,
formaður i Starvsmanna-
felagnum ætlar sær at verða
á varðhaldi í komandi tíð-
um.
Á
aðaldundinum
hjá
Starvsmannafelagnum
leygardagin, greiddi hann
fundarfólki frá teimum
stóru broytingunum, sum
eru hendar og fara at
henda, bæði hjá landinum
og hjá kommununum, har
Starvsmannafelagið hevur
nógvar limir.
Setti tryggleikan
til viks
Formaðurin í Starvsmanna-
felagnum helt, at tað kundi
sloppist undan trupulleik-
um, um Anfinn Kallsberg
hevði víst meiri ábyrgd, tá
ið hann útskrivaði Løg-
tingsvalið.
– Tað kann ikki góð-
takast, at fíggjarlógin ikki
varð gjørd, áðrenn avgerð-
in um nýval varð tikin, tí øll
vistu, at tíðirnar fóru at
versna segði Gunnleivur
Dalsgarð.
– ikki minst er hetta løgið
og ørkymlandi, tá ið hugs-
að verður um, at avgerðin
um nýval eina og aleina
bygdi á persónlig viður-
skifti, legði hann afturat.
Hann sigur, at hetta
hevur eisini sett síni spor á
gongdina at skipa ein fíggj-
arligan karm, tí nýggja
samgongan skuldi at kalla
byrja av nýggjum.
Hann sigur eisini, at
fráboðanir frá samgonguni
benda eisini á, at tað verð-
ur ein ein tungur burður at
gera eina fíggjarlóg. Hetta
fer eisini at hava við sær ó-
greið viðurskiftir við sær
og fer at gera, at ótryggleiki
fer at valda alt árið.
– Ongin ivi er um, at
hetta eisini kann órógva og
hava sera óhepnar avleið-
ingar fyri limir okkara. Og
seinasti boðskapurin frá
løgmanni er eisini, at vit
kunnu vænta uppsagnir í
komandi
tíðum,
segði
Gunnleivur Dalsgarð.
Hann segði, at øll hava
krav uppá at fáa tryggleik-
an og virðingina aftur í há-
sæti. Og hann vónaði at
nýggja løgtingi og lands-
stýri, fær hetta aftur á rætt-
kjøl.
Leggja alla orku í
Gunnleivur Dalsgarð vísir
eisini á, at vit nú hava
fingið tvey ráð færri í al-
mennu umsitingini. Eisini
hetta fer uttan iva at hava
munandi broytingar við
sær, kanska við uppsagn-
um.
Hann helt, at tað er ein
trupul spurningur at loysa,
tá ið arbeiðsøki hvørva og
starvsfólk kanska verða til
avlops.
– Men tað er rættuliga
greitt, at sjálvt um aðalráð-
ini eru færri, verða arbeiðs-
uppgávur óbroyttar. Tí er at
vóna, at størv ikki detta
burtur, men at loysnin
verður heldur, at fólk verða
flutt í onnur størv.
– Hetta er eisini hent.
Hetta verður sjálvsagt ikki
uttan trupuleikar, men vit
fara so at leggja alla orku í
at forða fyri, at broyting
ikki fer at hava óneyðugar
uppsagnir við sær, segði
formaðurin í Starvsmanna-
felagnum á aðaldundinum.
Men hann segði eisini, at
Starvsmannafelagið mátti
vera á varðhaldi, tí nógv ar-
beiðspláss eru mannað við
hálvum og heilum akadem-
ikarum.
– Vit mugu verða vakin,
so at okkara limir ikki
verða skumpaðir út og
arbeiðsøkini verða yvirtik-
in av hesum kreftum, segði
Gunnleivur Dalsgarð.
Hann segði, at felagið fór
eisini at venda sær til løg-
mann fyri at gera støðuna
greiða fyri honum. og hann
helt eisini, at tað var sjálv-
sagt, at myndugleikarnar
ikki
fara
framm
eftir
fummum her, men seta seg
í samband við allar avvarð-
andi partar, áðrenn nøkur
avgerð verður tikin.
Hann vísti eisini á, at
samanleggingin av komm-
ununum, kann ávirka lim-
irnar hjá Starvsmannafel-
agnum.
– Uppgávur, sum áður
hava ligið undir landinum,
vera uttan iva fluttar í
kommunala
umsiting.
Hetta kann hava óhepnar
avleiðingar við sær fyri tað
einstaka starvsfólkið.
– Tí er beinleiðis neyð-
ugt, at Starvsmannafelagið
og onnur fakfeløg, verða
tikin við uppá ráð, áðrenn
endaliga er stungið út í kor-
tið.
– Hetta ger seg eisini
galdandi í teimum førum,
tá almenn arbeiðspláss
verða flutt úr einum til ann-
an part av landinum.
Hann sigur, at Starvs-
mannafelagið hevur gjørt
landsins mynduleikar var-
ugar við hesi viðurskiftir
áður. Men tað er synd at
siga, at teir hava lurtað nóg
væl.
– Vit vóna at nýggju
fólkini í landsins stýri fara
at geva hesum spurningi
størri ans og ikki taka illa
undirbygdar avgerðir, yvir
høvdinum
á
starvs-
fólkunum, segði Gunn-
leivur Dalsgarð fyri aðal-
fundinum.
Havnin stýrir øllum
Formaðurin fýltist eisini
á, at kommunurnar eru so
truplar at samstarva við,
tær alla tíðina lovprísa
starvsfólkunum og fortelja,
hvussu stórt álit og virðing,
tær hava fyri tí arbeiði,
starvsfólkini gera.
– Trætan við Tórshavnar
kommunu um jarðarferðir
og læknaørindi, eru aftur
ein staðfesting av hvussu
ómetaliga torført, fyri ikki
at siga vónleyst, tað er at
samstarva við kommunur-
nar. Gunnleivur Dalsgarð
sigur, at í veruleikanum eru
kommunurnar stýrdar frá
ovastu leiðsluni í Tórs-
havnar kommunu, tí tað,
sum Tórshavnar kommuna
fer, breiðir seg um alt land-
ið, samstundis sum umsit-
ingin í kommunala arbeiðs-
gevarafelagnum hyggur at,
uttan at gera nakað sum
helst við at fáa viðurskiftini
í rættlag.
– Her lekur milt sagt í-
millum teori og praksis,
sigur formaðurin í Starvs-
mannafelagnum á aðal-
fundinum.
Leygardagin
hevði
Starvsmannafelagið að-
alfund á Platform.
Har varð Gunnleivur
Dalsgarð afturvaldur til
formann í Starvsmanna-
felagnum.
Hóast onki mótval-
evni er, skal atkvøðast
og formaðurin skal hava
yvir 50% av atkvøðnum.
Tað fekk Gunnleviur
Dalsgarð væl og virði-
liga
Nevndarlimirnir Heini
Joensen og Súni Selfoss
stóðu fyri vali, og eisini
teir vórðu afturvaldir. Til
eykalimir vórðu vald
Eimi
Fossdalsá
og
Kartni Ravnsfjall.
Aðalfundurin
sam-
tykti eisini eina lóg, sum
hevur til endamáls at
styrkja Starvsmannafel-
agið. Higartil hevur bara
formaðurin verið løntur
formaður. Men nú hevur
aðalfundurin samtykt, at
eisini onnur í felagnum,
kunnu fáa løn í styttri
tíðarskeið til ávísar upp-
gávur
Beint eftir aðalfundin
í Starvsmannafelagnum
varð eisini aðalfundur í
Samlagstryggingar-
grunninum. Har varð
eisini
nevndarval
á
skránni, og allir tríggir:
Gunnleivur
Dalsgarð,
John Kjær og Jákup
Danielsen vóru aftur-
valdi í nevndina fyri
Samlagstryggingar-
grunnin.
Stúra fyri uppsagnum
Øll afturvald
– Enn er ongin uppsagdur, men tað henda so stórar broyhtingar, at vasndin lúrir og tí mugu vit
øll vera á varðhaldi, segði Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum á aðalfundi
í felagnum leygardagin
Savnsmynd
C
M
Y
K
14