Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Seinastu átta árini var Leila Sol­unde forkvinna í Megin­fe­ lag teirra brekaðu, og framm­ an­undan var hon í 16 ár for­ kvinna í Giktafelag Før­oya. Hon var bara 18 ára gomul, tá ið hon fekk liðagikt. Anna Sofía Durhuus, dag­ ligur leiðari á skrivstovuni hjá MBF arbeiddi tætt saman við Leilu Solmunde. – Hon var eitt framúr gott menniskja at arbeiða saman við, altíð við tí góða orðinum og við sínum positiva lyndi, sigur Anna Sofía Durhuus. Boðskapurin hjá Leilu var greiður. Eitt av hennara grundsjónarmiðum var, at tað ber væl til at liva eitt gott lív hóast brek. Eitt annað var, at fólk við breki skulu hava somu rættindi sum onnur, men ikki framíhjárættindi. Sam­stundis skulu fólk við breki hava somu skyldur sum aðrir samfelagsborgarar. Hevði tign Soleiðis lýsir Anna Sofía Dur­ huus Leilu Solmunde. – Hon var altíð bein­rak­ in í sínum orðum. Hon var tignarlig í sínum atfinn­ ing­um, var hvørki tvør ella grenjaði, og tað er heilt vist, at politikararnir høvdu stóra virðing fyri henni. Leila Solunde bleiv sjúk fyri nøkrum vikum síðan, fekk lungnabruna og kom nakað fyri seg aftur. Hon slapp heim, men fór aftur á sjúkra­húsið, og leygardagin doyði hon. – Hon var so positiv, og tá ið eg tosaði við hana í sein­ astu viku, gleddi hon seg til at fara aftur til verka, sigur Anna Sofía Durhuus. Hon nevnir, hvussu ar­ beiðs­som hon var, og hon dugdi tað, sum nógvir leið­ arar ikki duga, at melda aftur, tá ið gott arbeiði er gjørt. Leila Solmunde var ógvu­ liga virkin. Hon var ein av høvuðspersónunum í Dugna, har hon var stýrislimur og tað sama í Ráðnum fyri brek­ að. Hon virkaði fyri javn­ rættindum fyri fólk við breki, at útvega teimum arbeiði og bústað, so tey ikki skuldu noyðast at búgva heima hjá foreldrunum sum vaksin. – Eisini her í MBF er sakn­urin stórur. Hóast brek hoyrdu vit hana ongantíð siga, at hon ikki tímdi hetta arbeiðið meira. Tvørturímóti ætlaði hon sær at halda fram sum forkvinna í MBF, sigur Anna Sofía Durhuus. Leygardagin andaðist stríðskvinnan Leila Solmunde, forkvinna í MBF 50 ára gomul. Tað ber væl til at liva eitt gott lív hóast brek, var eitt av grundsjónarmiðum hennara Lurtað varð eftir Leilu Heilbrigdi vil í Mjørka­dal Tá ið Færøernes Kommando flytur út úr Mjørkadali, kunnu hølini ikki brúkast betur enn sum viðgerðarstað fyri ungar misbrúkarar og familjur, heldur Árni Rein, dagligur leiðari á Heilbrigdi Randi Jacobsen Um nakrar mánðir flytur Færøernes Kommando úr Mjørkadali. Eft­ir verð­ ur tá bara Arrest­húsið í Mjørkadali, og tveir trið­ ingar av húsinum fara at standa tómir. L a n d s s t ý r i n u m stend­ur í boði at keypa hús­ið, men enn liggur einki fast viðvíkjandi keypi. Óivað fara fleiri stovn­ar og felagsskapir at leggja framvið at sleppa at flyta inn, og ein teirra er Heilbrigdi á Velba­stað. Sum landsstýris­ kvinna kom Rósa Sam­ uel­sen við hugskotinum um at gera støðina í Mjørka­dali til heim fyri ung fólk við atferðar­ trupulleikum, men tann ætlanin varð slept. – Eg nevndi tað á stóra fundinum hjá Heilbrigdi í Norðurlandahúsinum, at húsið hevði verið sera væl egnað sum við­ gerðar­stað fyri ung fólk við rústrupulleikum og fyri familjur hjá mis­ brúk­arum, sigur Árni Rein. Hann sigur, at hann nevndi hetta hug­skot­ið fyri Aksel V. Jo­hanne­ sen, tá hann var lands­ stýrismaður og so aftur fyri John Johannesen. Nú hevur hann eisini nevnt tað fyri Karsten Hansen. – Húsið er í góðum standi, og tað hevði borið væl til at verið har og havt Arresthúsið í hinum endanum, sigur Árni Rein. Gott hús Tað vanliga er, at tá ið hervaldið fer úr ein­um bygningi, skal bygning­ urin javnast við jørðina, um myndugleikarnir ikki taka yvir. Tað hevði verið spell, um støðin í Mjørka­dali fær slíka lagnu, heldur Árni Rein. Hann heldur ikki, at Heilbrigdi í longdini kann halda fram undir so trongum umstøðum á Velbastað. Tað kann ikki vera rætt, at stovnurin stríðist við at gjalda rent­ur og avdrøg, tí landið fær inntøkur burtur úr tí, hvørja ferð eitt menniskja verður hjálpt úr síni misnýtslu. Hann sær eisii fyri sær, at um Heilbrigdi fær støðina í Mjørkadali at húsast í, kann viðgerðar­ staðið taka ímóti fólki úr øðrum londum at viðgera og soleiðis fáa inntøkur burturúr. Heilbrigdi hevur gott orð á sær í øðrum londum sum viðgerðarstað, sigur Árni Rein. Av tí at landsstýris­ fundur var fyrrapartin, bar ikki til at fáa orð á Karsten Hansen, lands­ stýrismann, hvat hann sigur um hugskotið. Húsið hjá Heilbrigdi á Velbastað er alt ov lítið, sigur Árni Rein Leila Solmunde fer at verða mint fyri sítt stóra arbeiði fyri korunum hjá fólki við breki