mánadagur 12. mars 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Tað skal ikki longur verða
ókeypis at koyra av bygd inn
í Havnina.
Tað heldur Heðin Morten
sen, borgarstjóri í Havn.
Hann vil nú hava ein
gjaldsring rundan um Havn
ina, so at øll skulu gjalda
bummgjald fyri at koyra inn
í Havnina.
Hann hevur biðið løgfrøð
ing meta um málið og ta
metingina hevur hann nú
fingið.
Sostatt fara vit at taka
málið upp til víðari viðgerð
í politisku skipanini í Tórs
havnar Býráði, sigur hann.
Stirvið
Men tað vísir seg, at hetta
kann ikki gerast uttan so, at
Løgtingið samtykkir tað.
Heðin Mortensen sigur, at
so er bara eitt at gera og tað
er at tosa við politikarar í eini
roynd at fáa meiriluta á tingi
fyri hesum.
Tað, hann allarbest kundi
hugsa sær, er, at ferðslulógin
verður broytt soleiðis, at
kommunurnar
fáa
størri
heimildir á hesum øki.
– Tað vísir seg, at vit fáa
ikki so frægt sum skipa par
keringsviðurskiftini innan
býggja Í Havn, sum vit vilja,
uttan at spyrja Løgtingið um
loyvi og tað haldi eg, er alt ov
stirvi, sigur borgarstjórin.
Eitt, hann sipar til í hesum
føri, er, at eitt mál, Tórshavnar
Býráð hevur arbeitt við, er
at seta parkometur upp á
ávísum støðum í Havn, so
at tað ikki longur skal vera
ókeypis at parkera summa
staðni.
Men tað ber ikki til uttan
at Løgtingið samtykkir tað.
Ómetaliga dýrt
Heðin Mortensen sigur, at
orsøkin til, at ein gjaldsringur
eigur at verða lagdur rundan
um Havnina, er, at tað koma
so ómetaliga nógvir bilar til
høvuðsstaðin hvønn einasta
dag.
Um veturin hava nógvir
av teimum píkar.
– Hetta slítir vegirnar í
Havnini ómetaliga illa og
avleiðingin er, at Tórshavnar
Kommuna noyðist at asfal
tera somu vegastrekki ár um
ár fyri tíggjutals milliónir.
– Øll hendan fremmanda
ferðslan til Havnar er ómeta
liga dýr, sigur Heðin Morten
sen.
Hann vísir samstundis á,
at Bussleiðin er ókeypis.
Tað dálkar eisini illa og
sostatt er tað óheppið fyri
umhvørvið.
– Asfaltdustið, sum pík
arnir elva til, er eisini ringt
fyri heilsuna, helst hjá smá
børnum, sum eru lítil og tískil
nærri vegnum enn vaksin.
Tí hugsar borgarstjórin
fyri sær, at nøkur stór par
keringspláss
verða
gjørd
í Kollafirði ella í Kaldbak,
har bygdarfólk kunnu seta
bilin frá sær og síðani koyra
ókeypis við bussi til Havnar.
Tey, sum so partú vilja
hava bilin við sær til Havnar,
skulu so gjalda fyri tað.
Hvussu stórt, gjaldið skal
vera, hevur hann onga met
ing um enn.
Men ein møguleiki er at
gera einar tríggjar gjalds
ringar, har tað er bíligast
at koyra inn um tann ytsta
og dýrast at koyra inn um
tann innasta, sum skal vera
rundan um tað, vit kunnu
kalla sjálva Havnina.
GJALDSRINGUR Borgarstjórin í Havn vil hava ein gjaldsring rundan um Havnina
Vil krevja bummgjald
fyri at koyra til Havnar
– Eg haldi ikki, at tað er eitt
gott hugskot at áleggja
teimum, sum koyra bil,
fleiri bummgjøld, ella onn
ur avgjøld.
Tað heldur Marin Katr
ina Frýdal, forkvinna í
teknisku nevnd í Tórs
havnar býráði.
Hon staðfestir, at hug
skotið hjá Heðin Mortensen
um at leggja ein gjaldsring
rundan um Havnina, er als
ikki viðgjørt í býráðnum
yvirhøvur.
– At leggja ein gjalds
ring rundan um Havnina
fer at elva til spjaðin og
øsing
í
kommununum
rundan um Havnina og
tað hava vit onki vunnið
við, sigur hon.
Hon er kortini samd við
borgarstjóran í, at besta
loysnin er, at framtíðar
undirsjóvartunlar verða
almennar
verkætlanir,
sum verða fíggjaðir um
vegis skattin.
Og hon heldur eisini, at
tað er ein spurningur um
at raðfesta íløgurnar fyri
at fáa ráð til at gera teir.
Marin
Katriba
Frý
dal heldur, at eru bilar
við
píkadekkum
ein
trupulleiki,
er
bumm
gjaldið ikki besti mátin at
loysa tann trupulleikan.
– So eiga vit heldur at
banna
píkunum,
sigur
hon.
Nei takk til fleiri bummgjøld
Øll hendan fremma
nda ferðslan til Havnar
er ómetaliga dýr
Orsøkin til, at ein gjaldsringur
eigur at verða lagdur rundan um
Havnina, er, at tað koma so ómetaliga
nógvir bilar til høvuðsstaðin hvønn
einasta dag
Ómetaliga dýrt
- Tað er ómetaliga dýrt, at so nógvir bilar koyra í Havnini
við píkadekkum, tí vit mugu asfaltera somu vegastrekki
um aftur og um aftur, sigur borgarstjórin í Havn.
Nú vil hann sleppa at krevja bummgjald frá teimum,
sum koyra til Havnar fyri at avmarka ferðsluna
Rinda
bumm
gjald
fleiri
ferðir
fyri at
sleppa til
Havnar
Tað er ongin loysn at
krevja
bummgjald
fyri at koyra ígjøgnum
Kaldbakstunnilin ella
Norðskálatunnilin.
Tað heldur Heðin
Mortensen,
borgar
stjóri í Havn.
Hann
skilir
ikki
rættiliga, hví borgar
stjórin í Klaksvík krev
ur um, at skal skulu
teir halda fram at rinda
fyri at koyra ígjøgnum
Vágatunnilin og Norð
oyatunnilin eftir at
teir
eru
útgoldnir,
skal bummgjald eisini
krevjast fyri at koyra
ígjøgnum
Kaldbaks
tunnilin,
Norðskála
tunlinum.
Hetta tvíhelt hon
um á kjakfundi í Klaks
vík mikukvøldið.
Borgarstjórin í Havn
sigur, at hetta fer bara
at raka klaksvíkingar,
eysturoyingar, vágafólk
og norðstreymoyingar
harðast.
– Skal tað verða,
koma
klaksvíkingar
at rinda bummgjald
tríggjar ella fýra ferðir,
áðrenn tey eru komin
til Havnar.
- Men er tað hetta,
Gunvá við Keldu vil,
skal eg ikki leggja henni
forðingar í vegin, sigur
Heðin Mortensen.
Hinvegin
heldur
hann, at tað einasta
rætta er, at undirsjóvar
tunlar verða fíggjaðir
umvegis skattin.
Hann heldur eisini
upp á, at tað kann ger
ast, uttan at hækka
skattin.
– Tað er ein spurn
ingur um at raðfesta.
Politikarar kunnu taka
ta støðu, at næstu 10
árini verða allar íløgur í
vegir og tunlar brúktir
til undirsjóvartunlar,
so er komið rættiliga
væl áleiðis.