mánadagur 12. mars 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Talan er í veruleikanum um
ein arbeiðsreform
– Støðan er jú hon, at
tað eru alt fleiri, sum gerast
eldri, og tað eru eisini alt
fleiri, sum standa uttan fyri
arbeiðsmarknaðin – gerast
óarbeiðsfør. Og tað, sum
hendan lógin skal tryggja,
er at fleiri hendur koma til
arbeiðis, so at vit tryggja
vælferðarsamfelagið
nú
og frameftir, sigur Annika
Olsen.
Lógin leggur upp til, at
nakrar ásetingar fáast inn í
lógina sum tryggjar, at fólk
fáa møguleika at koma í ar
beiði.
– Millum annað er ein
áseting í lógini um virkisvenj
ing. Hevur tú staðið uttan
fyri arbeiðsmarknaðin í seks
mánaðar, hevur tú møguleika
at koma í eina virkisvenjing,
sigur Annika Olsen.
Tað verður Almannastov
an sum skal tryggja, at virkis
venjingiin riggar, antgin tað
so er á almenna ella privata
arbeiðsmarknaðinum.
– Støðan er jú tann, at tess
longri tú stendur uttan fyri
arbeiðsmarknaðin, tess verri
verður at koma inn í hann
aftur, sigur Annika Olsen.
Talan verður eisini um ar
beiðsbúgving, og hetta er eitt
nýtt heitið sum kemur inn í
staðin fyri endurútbúgving.
– Við hesum ber til at
tryggja, at fólk fáa arbeiði
upp á sikt, sigur Annika Ol
sen.
Tað verður eisini í hesum
føri Almannastovan sum
metir um, hvørt viðkomandi
er siktaður at fáa starv.
– Arbeiðsbúgvingin kann
verða, at hugt verður eftir,
um viðkomandi hevur brúk
fyri einari miðnámsskúla
útbúgving, ella einari fram
halds útbúgving ella kanska
eitt vanligt pláss á almenna
arbeiðsmarknaðinum, sigur
Annika Olsen.
Almannastovan
metir um
Ætlanin er so, at Almanna
stovan skal hava eftirlit við,
at viðkomandi upp á sikt
kann gerast sjálvbjargin við
einum arbeiði.
– Tað, sum hevur týdning
við hesi lógini er, at tað altíð
skal kunna loysa seg at
fara í eina arbeiðsbúgving
heldur enn at vera á einari
forsorgarveiting, og at tað
upp á sikt skal loysa seg at
taka ein vanligt arbeiði á
arbeiðsmarknaðinum, sigur
Annika Olsen.
Endamálið við lógini er
at fáa greiðari reglur um ar
beiðsbúgving, og at tryggja,
at rættartrygdin er í lagi.
– Tað eru ymiskar áset
ingar, sum kunnu nýtast til
at arbeiðsbúgva fólk. Tað
kann vera ein miðnámsskúla
útbúgving, tað kann vera
ein útbúgving ðá Fróðskap
arsetrinum, ella tað kann
vera eitt vanligt arbeiði á
arbeiðsmarknaðinum, sigur
Annika Olsen.
Og tað verður Almanna
stovan,
sum
í
hvørjum
einstøkum føri metir um
førleikar og hegni hjá tí ein
staka.
– Endamálið er at førleika
menna okkara arbeiðsfólk, at
fáa fólk, sum eru á forsorg í
eina arbeiðsbúgving, fyri at
fáa tey út aftur í eitt vanligt
arbeiði, sigur Annika Olsen.
Hetta fyri at framtíðar
tryggja arbeiðamegina.
Verða til reiðar
Fyri fyritíðar pensjónistar
er støðan hon, at teir kunnu
arbeiða við síðina av pensjón
ini, og forvinna upp til 90.000
krónur um árið, uttan at tað
verður mótroknað í pensjón
ini.
– Men tað er sjálvandi
ynskiligt, at eisini fyritíðar
pensjónistar fáa eitt arbeiði á
vanliga arbeiðsmarknaðinum
soleiðis, at teir eisini kunnu
førleikamenna seg. Og tann
vegin kanska at koma burtur
úr fyritíðar pensjónini, tí tað
hevði avgjørt verið ynskiligt,
sigur Annika Olsen.
Hon heldur tað vera av
ógvuliga stórum týdningi, at
fólk varðveita sambandið við
arbeiðsmarknaðin. Hetta fyri
at menna seg sjálvan og hava
eitt sosialt umhvørvi.
Hendan lógin, sum skal
fáa fleiri hendur í arbeiði,
verður løgd fyri Løgtingið
í einari tíð við vaksandi ar
beiðsloysi.
– Tað er rætt, men vit
skulu alla tíðina hava tað í
huga, at okkara arbeiðsmegi
skal førleikamennast. Og
konjunkturarnir skifta alla
tíðina, og hóast vit hava ein
lágkonjunktur í løtuni, so
vóna vit, at tað fer at verða
til tað betra, og meðan vit
bíða eftir tí, ræður tað um
at førleikamenna okkara ar
beiðsmegi so vit eru til reiðar,
tá konjunkturarnir skifta
aftur, sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan vísir
til, at hendan lógin fer at bøta
um hjá okkum, tí hon byrgir
upp fyri trupulleikum, sum
eisini okkara grannalond
stríðast við.
Tillagað starv
Eitt nýtt við lógini er, at vit
fáa eina leiðbeinaraskipan.
– Hendan skal tryggja,
at tær ásetingar, sum verða
settar í verk, eydnast. Vit vita
av royndum, at fólk, sum fáa
eitt aktiverings tilboð, ikki
hevur eydnast, so tað, vit
leggja upp til her er at fáa
eina leiðbeinaraskipan, sum
kann leiðbeina fólki, sigur
Annika Olsen.
Talan verður eisini um
nýggjar
fyriskipanir
við
vardu størvunnum.
– Heitið vart starv er
broytt til tillagað starv. Vit
halda, at tað ljóðar heldur
stigmatiserandi
at
kalla
tað vart starv, og tí hava vit
broytt heiti. Og tað, sum
liggur í tí er, at tað verður
eitt lønarískoyti, sum verð-
ur ásett í lógini, og tað verður
arbeiðsgevarin, sum rindar
tað, ið arbeiðstakarin leggur
eftir seg á arbeiðsmarkn
aðinum, sigur Annika Olsen.
Hetta er eitt lønarískoyti,
sum svarar til hægstu sjúkra
dagapenga veiting.
– Hetta eru eisini skipanir,
sum danir ynskja at broyta,
tí
skipanin
er
ógvuliga
dýr. Tær hava kortini ver
ið góðar, tí tær hava hildið
fólki í samband við arbeiðs
marknaðin, og tað skulu tær
eisini frameftir gera, sigur
Annika Olsen.
Tíverri hava skipanirnar
víst seg at verið rættiliga
dýrar, og tí hava tey valt at
raðfesta ørvísi.
– Tað verður gjørt á
tann hátt, at tey, sum hava
lágar lønir í dag fáa ein
betri møguleika at styrkja
um sínar førleikar. So tað
verða broytingar í sonevndu
vardu størvunum, sum vit
kenna tey í dag, sigur Annika
Olsen.
Ein av ásetingunum er, at
tað skal kunna bera til hjá
fyritíðar pensjónistum at fáa
avtalaða løn.
– Tað gongur fyri seg á
tann hátt, at ein avtalað løn
verður latin fyri fyrifallandi
arbeiði, sum liggur undir
sáttmálalønini, og tað er
sjálvandi av stórum týdningi,
at fakfeløgini eru við at
tryggja, at alt fer rætt fram,
sigur Annika Olsen.
Lógin, sum varð løgd fyri
tingið í síðstu viku, kemur í
gildi 1. januar 2013.
FØRLEIKAMENNING Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur lagt eitt umfatandi
uppskot um arbeiðsfremjandi tiltøk fyri Løgtingið. Lógin skal koma í gildi 1. januar 2013
Vil førleikamenna
arbeiðsmegina
Heitið vart starv er broytt til
tillagað starv. Vit halda, at tað ljóðar
heldur stigmatiserandi at kalla tað
vart starv, og tí hava vit broytt heiti
Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, hevur borið
eitt uppskot um arbeiðsfremjandi tiltøk niðan í Løgtingið