mánadagur 12. mars 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Fríggjadagin 16. mars 2012
fyllir pápi okkara, Terje Vest
ergaard 70 ár.
Pabba er føddur og upp
vaksin í Hørg í Sumba, Son
ur Dánjal Johan og Onnu
Sofíu Vestergaard í Hørg.
Pabba er næstelstur í ein
um systkinaflokki av 5, hini
systkini eru Brynjolf, Ing
vard, Páll og Eybjørg
Í 1960 møtti pabba mammu
okkara, Emly, dóttir Martin
og Elsebeth Olsen í Vági. Tey
giftust í 1963 og fingu fyrstu
dóttrina, Joan. At lívið ikki
altíð lagar seg sum ein ætlar,
fingu pabba og mamma skjótt
at sanna, tá Joan andaðist
stutta tíð eftir at hon var fødd.
Hetta tók tó ikki mótið frá
teimum, og 21 mánaðir seinni
man gleðin hava verið stór, tá
tit aftur fingu eina Joan. Tit
búsettust síðani í Kerinum
í Sumba, í barnaheiminum
hjá ommuni, Onnu Sofíu, og
fingu tvíburðarnir Eydnu og
Anniku og seinni sonin Terja.
Í stóru andaligu vekingini
í seinnu helvt av 70’árunum,
komu pabba og mamma til
persónliga trúgv á Jesus,
og fekk hetta ein avgerandi
týdning og ávirkan á framtíð
teirra og okkara. Tey gjørd
ust íðin í arbeiðinum í missi
ónshúsinum í Sumba, og gekk
pabba m.a. á odda fyri at seta
kjallaran í missiónshúsinum
í stand, og gjørdist seinni eis
ini formaður í missiónshús
inum. Tá Pabba og mamma í
1989 fluttu inn á Skálafjørðin,
gjørdust tey ein partur av
samkomuni Kelduni í Skála
firði. Vit børn og barnabørn
teirra hava eisini fylgt teim
um eftir, og eru eisini virkin
innan trúarlívið bæði her
heima, og í útlondunum, so
ikki kann sigast annað, enn
at træið hevur borið miklan
ávøkst.
Pabba var eisini íðin limur
í Framburðsflokkinum, og
var virkin har øll árini, líka
til Kristiligi Fólkaflokkurin
datt niður fyri.
Pabba var eisini íðin í
stríðnum fyri at fáa berghol
til Sumbiar. Hetta var serliga
aftan á ræðandi hendingina,
har skúlabussurin fullur av
skúlabørnum, var tikin av
vindi sumbiarmegin Hestin,
á veg til Vágs skúla.
Barnaárini hjá pabba í
Sumba, vóru sum hjá dreingj
um flest tá á døgum, merkt
av stórfingnu náttúruni, hav
inum, bjørgunum, haganum
osfr. og hevur hetta altíð
verið ein týðandi partur av
lívi hansara.
Í 1956 fór pabba til sjós
fyri fyrstu ferð, einans 14
ára gamal. Hetta var við
Vágs
sluppini,
Maritanu,
ella vanliga nevnd Martena.
Hesin fyrsti túrurin gekk til
Íslands at royna við snøri,
men longu árið eftir fekk
Maritana, sum eitt av fyrstu
skipunum í Føroyum, snellur
umborð. Hetta, fyrst at up
pliva endan á slupptíðini,
og síðani at verða við til eitt
av stóru frambrotunum í
føroysku fiskivinnuni, má
metast at vera forkunnugt.
Í 1959 skuldi okkurt ann
að roynast, og fór pabba til
Vestmannaoyggjarnar
at
royna við gørnum, við ís
lendskum garnabáti. Seinni
sama ár, var hann eisini við
týskum sildabáti í Norð
sjónum, og tá hesin túrurin
var liðugur, endaði hann
árið, sum portørur á Nørre
hospital á Nørrebrúgv í
Keypmannahavn.
Tað var tó havið sum dró,
og fyrst í 60’unum fór pabba
aftur til Íslands at royna
við gørnum, hesaferð út frá
Sandgerði. Hetta árið var
pabba eisini onkran túrin við
Norska línubátinum Mels
horn undir Grønlandi. Í fyrru
helvt av 60’unum, var Pabba
eisini við Vágs skipunum
Magnusi á Gørðunum og Óla
Horn.
Millum túrarnar lá pabba
heldur ikki á latu síðuni,
men fekst nógv við útróður,
og sigst hann at hava fiskað
størstu kalvaflundru, sum
fingin er í Sumba, hon vá 248
pund og var fiskað við snellu
á Sumbiargrynnuni.
Í Seinnu helvt av 60’un
um, fór Pabba upp á land at
arbeiða, har hann m.a. ar
beiddi hjá Danberg og Sør
ensen, og var við til at byggja
stásiliga flakavirkið í Vági,
Polarfrost.
Í 1970 keypti Pabba saman
við brøðrunum 20 tonsaran,
Havalduna, sum teir fyrstu
tíðina nýttu til útróður, og
seinni til brugduveiðu.
Í seinnu helvt av 70’unum,
fór Pabba at arbeiða upp
á bilar, og arbeiddi fyrst á
bilverkstaði í Vági í nøkur
ár, og byrjaði fyrst í 80’unum
egið lakk verkstað í Sumba.
Í seinnu helvt av 80’unum,
fór Pabba saman við øðrum
sumbingum í gongd við at ala
smolt í Víkabyrgi, og gjørdist
alivinnan yrki hansara fram
til dagin í dag.
Í 1989 flutti Pabba og
mamma inn á Skálafjørðin,
har hann kom í starv í
alingini hjá Bakkafrost á
Glyvrum.
Í 2000 fekk Pabba boði
arbeiði hjá danskari alifyri
tøka í Holstebro í Danmark,
har hann skuldi arbeiða í eitt
hálvt ár, men væl man hava
verið arbeitt, tað hálva árið
gjørdist til 5 ár.
Afturkomin á klettarnar
fekk Pabba starv á smolt
støðini hjá Marine Harwest á
Hellunum, har hann starvast
enn og er hetta eitt starv,
sum pabba hevur verið sera
takksamur og glaður fyri.
At Pabba er ein álitismað
ur, sum í øllum hann fæst
við vísur hegni og trúfesti,
man fáur, sum hevur starv
ast saman við honum ivast
í. Eisini sæst hetta aftur í
stásiligu húsunum í Skála
firði, sum hann keypti og
bygdi fullkomiliga um, tá tey
fluttu aftur til Føroyar.
Pabba hevur eitt stórt
hjarta fyri øðrum menniskj
um, og man hansara lætta
og skemtingarsama lyndi,
og hansara útrætta og hjálp
sama hond, mangan hava
verið øðrum til gleði og sign
ing, og eru tey eisini mong,
sum halda nógv av honum.
At Pabba er sera familju
kærur, er ongin av okkum
sum ivast í og trívast abba
børnini væl við hansara lið.
Góði pabba, tú ert ein
maður, sum hevur stríðst
og syrgt væl fyri okkum,
og hevur æruna, saman
við mammu, fyri at vit eru
tey sum vit eru í dag. Fyri
okkum og mammu hevur tú
verið ein góður maður, pápi,
abbi og nú eisini langabbi, og
eru vit øll sera takksom fyri
alt tú hevur verið og ert fyri
okkum. Vit gleða okkum at
halda dagin saman við tær
og mammu , og vóna at vit
fáa nógv góð og rík ár saman
við tykkum framyvir.
Føðingardagurin verður
hildin í matstovuni í Kelduni
í Skálafirði fríggjakvøldið
16 mars kl. 19.00, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
Vónandi verða mong, sum
nýta høvið at heiðra Pabba
saman við okkum, og vóna
vit at síggja fleiri av bygda
og oyggjafólkum hansara
eisini.
Góði
Pabba
vit
vilja
ynskja tær hjartaliga tilluku
við degnum, og heilsa tær
við hesum lívgandi orðum úr
Jesaja 46, 4 “Alt at ellisárum
eri eg hin sami; eg beri
tykkum, til hárini á tykkum
grána; eg lyfti og fari undir
tykkum, eg beri og bjargi
tykkum.”
Børnini
Joan, Eydna, Annika
og Terje v/familjum
Terje Vestergaard 70 ár 16. mars
Ein heilsan til pabba
Tøkk
Øllum tykkum, ið sýndu samkenslu, tá ið okkara
kæra og góða kona, mamma, vermamma, omma
og langomma
Brynhild Marie Næs
andaðist og varð jarðað, senda vit bestu takk.
Vit takka fyri ta tignarligu hátíðarløtuna í
Fuglafjarðar kirkju á veg til Havnar og tann
hátíðarliga dámin við sálmasangi og tónleiki
jarðarferðardagin í Dómkirkjuni.
Vit takka fyri minnisgávur til KFUK,
blómur, samtalur, brøv, vitjanir og annars
samkenslu á ymsan hátt.
Takk øll, sum fylgdu henni og
sum høvdu okkum í huga.
Vegna tey avvarðandi
Johannes
Unna, Martin, Uni og Julianna
Andlát
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og
kenningum, at kæra kona, mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Mathilda Poulsen
Klaksvík
andaðist í heiminum 9. mars, 89 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar
sjúkrahúsi mánadagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Betesda
(við Klaksvíksvegin) týsdagin kl. 13.00.
Fríðrik,
Maria, Jóhan og Dánjal við familju.
tey, ið vilja minnast Mathildu, kunnu lata eina
gávu til Zarepta, konta í peningastovnunum.