Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Væl hilnaðist leygardagin, tí 20 skjúttar vóru við, sum hesa ferð bara vóru mannfólk. Av teimum vóru 12 úr Sunda Byrsufelag og átta úr Veiðifelagnum Byrsumúla, sum er góð luttøka, ið hevur skjúttunum góðar vónir um eitt vælmannað og spennandi kappingarár. Eisini kundu tey frøast um, at fleiri nýggir skjúttar vóru við hesa ferð. Eitt sindur av vindi var á breytini á Sandvíkum, men allíka­ væl gekk væl at avgreiða kapp­ ing­ina, ið endaði við, at Eirikur Elisson úr Sunda Byrsufelag vann við trimum dúgvum framman fyri Dorian Petersen úr Veiðifelagnum Byrsu­múla. Henda fyrsta kappingin, sum er ein afturvendandi táttur hjá Veiði­ felagnum Byrsumúla, er skipað so­leiðis, at skjúttarnir skjóta eftir 75 dúgvum í trimum umførum, so skjót­ast skal eftir 25 dúgvum í hvørj­um umfari. Haraftrat er kappingin serstøk á tann hátt, at skeet-skjúttar og trap-skjúttar her kunnu kappast beinleiðis ímóti hvørjumøðrum, tí av teimum trimum umførunum velja skjúttarnir sjálvir, um tvey skulu vera skeet og eitt trap, ella øvugt, tvey trap og eitt skeet. Næsta kappingin, sum byrsu­ skjúttar nú síggja fram ímóti, er Simme Cup, ið verður leygardagin 5. mai í sambandi við, at ellis­for­setin í føroyskari skjóting og heiðurs­ limurin í Veiðifelagnum Byrsumúla, Simme A. Jacobsen, verður 80 ár í mai mánaði. hilmarjan@sosialurin.fo Eftir dystirnar hetta vikuskiftið í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi stendur Havnar Telvingarfelag á gáttini at vinna meistaraheitið í fremstu deildini. Havnar Telvingarfelag er 3½ stig fremri enn Sandavágs Talvfelag, sum vann meistaraheitið í fjør. Oddaliðini møtast í seinasta umfari leygardagin 17. mars, og tá er eitt hálvt stig nóg mikið hjá havnarmonnum til at vinna føroya­meistaraheitið. Á liðnum hjá Havnar Telvingar­ felag í vetur hava Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen og Herluf Hansen verið fasta manningin, men í sein­ast­uni hava hvørki Helgi Dam Ziska ella Martin Poulsen verið við. Kortini hevur eydnast teimum at fáa 2-2 í týðandi dystum móti Vestmanna og Klaksvík. Jóan Hendrik Andreasen, Suni Merkistein, Luitjen Apol og Bjarki Ziska hava eftir tørni loyst av á havnar­lið­ num. Meistaraliðið hjá Sandavágs Talvfelag tók seg við 4-0 sigri í dag á 2. liði hjá Havnar Telvingarfelag fram á 2. pláss í 1. deild. Manningin er hin sama sum í fjør; Olaf Berg, Carl Eli N. Samuelsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Torkil Nielsen og Høgni Egilstoft Nielsen. Vestmanna Talvfelag er í hølunum á Sandavágs Talvfelag, og hevur verið frammi í oddanum allan vetur. Fasta manningin hevur verið John Rødgård, Torbjørn Thomsen, Martin Brekká og Jákup á Rógvu Andreasen. Klaksvíkar Talvfelag hevur eins og Havnar Telvingarfelag havt tvey lið í 1. deild, men 1. lið hevur ikki verið ment at gera seg galdandi í oddanum í vetur. Vanliga manningin hevur verið Ólavur Simonsen, Eyðun Nolsøe, Terji Petersen og Finnbjørn Vang. Støðan í 1. deild fyri seinasta umfar er henda: 1. Havnin 26½ 2. Sandavágur 23 3. Vestmanna 22½ 4. Klaksvík 19 5. Klaksvík 2 10½ 6. Havnin 2 6½. Í seinasta umfari leygardagin verður telvað soleiðis í 1. deild: Havnin-Sandavágur, Klaksvík-Vestmanna og Havnin 2-Klaksvík 2. Sandavágs Talvfelag stendur til at vinna 2. deild og at fáa tvey lið í 1. deild komandi kapp­ingar­ ár. Talvfelagið Rókur í Sunda­lag­ num er á odda í 3. deild, og ung­ lingadeildina hevur Sandavágs Talvfelag vunnið. hilmarjan@sosialurin.fo Havnar Telvingarfelag á FM-kós Eirikur best frá byrjan Skjóting Leygardagin byrjaði kappingarárið í byrsuskjóting, tá Veiðifelagið Byrsumúli skipaði fyri árligu várkappingini á Sandvíkum Sum vanligt, vóru karmarnir kring skjótingina á Sandvíkum leygardagin vakrir, og hóast eitt sindur av vindi var, gekk væl at avgreiða kappingina Tríggir teir fremstu í kappingini leygardagin. Frá vinstru silvurvinnarin Dorian Petersen, gullvinnarin Eirikur Elisson og bronsuvinnarin Jóannis Joensen Mynd: Ingibjørg Champagne Petersen 1 Eirikur Elisson SBF 55 2 Dorian Petersen VBM 52 3 Jóannis Joensen SBF 50 4 Johnhard Klettheyggj VBM 50 5 Alex Joensen SBF 47 6 Sámal Debes SBF 46 7 Finn Ludvig VBM 44 8 Jónstein Johannesen SBF 43 9 Ragnar við Streym SBF 43 10 Fróði Fossádal SBF 38 11 Bárður Láadal SBF 38 12 Esmar Andreasen VBM 36 13 Hanus Iversen VBM 35 14 Regin Hentze VBM 32 15 Simme A. Jacobsen VBM 30 16 Pól Johannus Jensen SBF 26 17 Høgni Árting Danielsen VBM 22 18 Regin Andreasen SBF 21 19 Jens Johan Dam VBM 20 20 Kristin Hammer SBF 12 Várkappingin 2012: Mynd: Ingibjørg Champagne Petersen