Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Tann stóru endaspurturin hjá Mjølni fyri viku síðani, tá klaksvíkingarnir í tveimum torførum útidystum fyrst vunnu 3-2 á SÍ í Sørvági fríggjakvøld og síðani 3-2 á ÍF á Kambsdali sunnudag, gjørdi avgerandi mun, tá avtornaði. Við rygginum ímóti vegginum megnaði Mjølnir ta mestsum ógjørligu uppgávuna, sum var at vinna alt sítt, samstundis sum ÍF ikki skuldi vinna meira, og tí stendur Mjølnir aftur í ár í FM-finaluni. Ikki var sørt, at klaksvíkingar vóru eitt sindur skeptiskir undan síðsta dystinum, sum var á Kambsdali í gjár, tá ÍF tók ímóti SÍ, ið var uttan tann roynda Jón Nielsen, sum er farin til skips. Her kundu sørvingar mestsum velja sær finalumótstøðuna, so um SÍ helt, at ÍF var lættari at møta í finalunum, so var bara at tapa. Men SÍ vísti seg ikki at spekulera í einum tapi, men heldur at vilja vísa »fair play« og vann dystin. Úrslitið merkti, at ÍF ikki slapp fram um Mjølnir á stigatalvuni, samstundis sum SÍ situr trygt á oddasessinum og tí eisini eigur heimadyst í Sørvági í fyrstu FM- finaluni. So fæst at síggja, um sørvingar kanska heldur velja at spæla á Giljanesi, har nógv betri pláss er fyri øllum teimum mongu áskoðarunum, ið kunnu væntast. Hvussu er og ikki, so gjørdist ÍF hjá monnum taparin í »tríkampinum« um at koma í FM- finalurnar, eftir at fuglfirðingar hava havt eitt sera svingandi kappingarár. Á aftasta plássi er Fleyr, sum bara vann ein dyst ímóti trimum teimum ovastu, og annars merkti tað kappingina í Eik-liguni hjá monnum, at TB noyddist at taka liðið úr kappingini, tí snøgt sagt einki fólk var eftir. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Longu fyri viku síðani gjørdist greitt, at FM-finalan hjá kvinnunum í ár fer at standa millum tey bæði »gomlu« feløgini, Mjølnir og Fleyr, eftir at Fleyr hevði vunnið av­ger­ andi dyst ímóti SÍ, sum leingi hevði hug at blanda seg upp í oddastríðið og til tíðir hevur verið meira enn bara væl við. Spurningurin er so, um Fleyr eisini hevur funnið FM-formin fram, tí leygardagin var aftur ein topp­dystur á skránni, hóast hesin ikki hevði sama týdning, tí alt var av­gjørt áðrenn. Men einki skal takast frá Fleyr, sum á útivølli í Bad­mintonhøllini í Klaksvík gjørdi slætt borð og vann 3-0 á Mjølni, ið annars hevur verið oddalið í allan vetur og ongan landskappingardyst hevði tapt frammanundan. Í fjør vóru tað eisini Mjølnir og Fleyr, sum spældu FM-finalurnar, men tá var talan um tveir dystir í ítróttarhøllini á Eiði, har Fleyr bara megnaði at stríðast ímóti í fyrra dystinum, men varð sópað av vøll­ inum í seinna dystinum, tá Mjølnir veruliga spældi við trumfi á mest­ sum hvørjum bólti. Nú vinnur oddaliðið sær heima­ vøll í fyrsta dystinum, so heima­ vøllurin veruliga kann fáa tyngd og týdning, tí áðrenn var tað so, at heimavøllurin ikki kom í spæl fyrr enn í einari møguligari triðju finalu. Tí var dysturin millum Mjølnir og Fleyr leygardagin at síggja sum ein verulig aðalroynd, tí hann var spældur á sama stað sum fyrsta FM-finalan skal spælast, nevniliga í Bad­mintonhøllini í Klaksvík sunnu­ dagin 18. mars klokkan 14.15. SÍ fær bronsuna Sum sagt, so gjørdist SÍ taparin í kappingini um at koma í FM-final­ ur­nar, og annað árið á rað vinnur SÍ tískil bronsu. Fríggjakvøldið vann SÍ á heimavølli trygt á TB og í gjár á útivølli líka so trygt á ÍF, so sør­ vágskvinnur fingu sett eina tjúkka striku undir, at tær avgjørt hoyra til í toppinum og at gloppið mill­ um triðja og fjórða pláss altso er rættiliga stórt. Ternan hevur í vetur gjørt rætt­iliga um seg, og hóast tað leygardagin bleiv til tap á heima­ vølli fyri Drátti, broytir tað ikki ta sannroynd, at Ternan verður numm­ ar fýra og Dráttur nummar fimm. Hetta er bara annað kappingarárið hjá Ternuni, sum síðsta vetur bleiv nummar seks og tí tekur seg fram, og hjá Drátti hevur hesin veturin hilnast munandi betur enn síðsti vetur, tá Dráttur endaði aftast av øllum. Síðsta vetur megnaði ÍF eitt skifti at blanda seg uppí heilt har frammi, men tað helt ikki, so ÍF endaði tá sum nummar fýra. Í vetur hevur gingist nógv verri hjá kvinn­ unum úr Fuglafirði, sum enda á sætta pláss við bara helvtini av stig­ unum, ið fingust til høldar síðsta kapp­ingarár. TB røkkur í vetur ikki upp á helv­tina av síni úrtøku síðsta vet­ ur, men endar næstaftast við bara fimm stigum, samanborið við fimta plássið síðsta vetur. KÍF endar í vetur aftast við ongum stigi og ong­ um sigri, sum er eitt greitt afturstig í mun til síðsta vetur, tá liðið hóast alt vann fýra dystir. hilmarjan@sosialurin.fo Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 Mjølnir 21 20 1 60 9 51 26 2 Fleyr 21 18 3 58 12 46 25 3 SÍ 21 16 5 53 15 38 21 4 Ternan 21 11 10 34 32 2 14 5 Dráttur 21 9 12 29 43 -14 13 6 ÍF 21 6 15 22 49 -27 8 7 TB 21 4 17 17 56 -39 5 8 KÍF 21 0 21 6 63 -57 0 Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 SÍ 12 9 3 33 15 18 14 2 Mjølnir 12 7 5 24 25 -1 11 3 ÍF 12 7 5 27 22 5 10 4 Fleyr 12 1 11 12 34 -22 1 09/03 SÍ - TB 3-0 (25-15, 25-12, 25-16) 10/03 KÍF - TB 1-3 (25-19, 19-25, 18-25, 13-25) 10/03 Mjølnir - Fleyr 0-3 (22-25, 25-27, 25-21) 10/03 Ternan - Dráttur 1-3 (22-25, 25-23, 21-25, 21-25) 11/03 ÍF - SÍ 0-3 (9-25, 7-25, 22-25) 11/03 ÍF - SÍ 1-3 (23-25, 21-25, 25-23, 17-25) Fleyr vann aðalroyndina Kvinnuflogbóltur Fyrsti FM-finaludysturin verður í Klaksvík millum Mjølnir og Fleyr, og tá liðini hittust har leygardagin, dró Fleyr longra stráið og vann SÍ vann í gjár á ÍF á Kambsdali, og tað merkti, at tað verða SÍ og Mjølnir, ið skulu spæla FM- finalurnar hjá monnunum Savnsmynd: Álvur Haraldsen SÍ og Mjølnir í finaluna Mansflogbóltur ÍF megnaði ikki á heimavølli at vinna á oddaliðnum og tryggja sær annað finaluplássið