Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Sunset Deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 20 634 461 173 36 2 Stjørnan 20 521 460 61 28 3 VB 20 505 463 42 26 4 Kyndil 20 527 503 24 19 5 VÍF 19 465 508 -43 13 6 StÍF 19 451 495 -44 12 7 Tjaldur 20 442 655 -213 4 Neistin - VB 26-23 Stjørnan - Kyndil 23-26 StÍF - Tjaldur 35-30 Uni Holm Johannesen Tað eru nú nøkur ár síðani, at StÍF hava myndað oddin í før­oyskum hondbólti. Í bæði mans­deildini og kvinnudeildini hava liðini havt ein heldur anonyman leiklut, og hetta kapp­ingarárið er einki undantak. Tá fáir dystir vóru spældir varð greitt, at liðini hjá StÍF fóru at verða partur av niðastu liðunum á stigatalvuni. Tað eru onkuntíð nakar vikur ímillum, at StÍF hevur nakað at frøast um, tá umræður flagg­ skipini hjá felagnum. Hesa­ferð rakk tó til ein sigur í kvinnu­ deild­ini, men menninir taptu greitt. Vunnu á botnliðnum Tjaldur vitjaði í høllini á Skála í gjár. Kvinnurnar úr Runa­vík vunnu púra óvæntað á Neist­ anum síðsta vikuskiftið, men tað hiln­aðist ikki eins væl hesaferð. StÍF vann við fimm málum, 35-30, og fekk síni fyrstu stig síðan 15. februar. Besta úrslitið, sum liðið kann fáa hetta kappingarárið, er nummar fimm, sum VÍF situr á í løtuni. Eitt stig skilja liðini. Tað var millum lítið og einki, sum mansliðið hjá StÍF kundi gera við KÍF í gjár. Kollfirðingar vóru stórspælandi og vunnu við níggju málum. Úrslitið var 31-22. uni@sosialurin.fo Misjavnur dagur á Skála HONDBÓLTUR Bæði mansliðið og kvinnuliðið hjá StÍF hava stríðst í botninum í hesum kappingarárinum. Hesaferð fekk kvinnuliðið aftur stig í skjáttuna, men menninir taptu greitt fyri oddaliðnum úr Kollafirði Vágskvinnur senda takkarkvøðu til Havnar HONDBÓLTUR Við tveimum ósigrum upp í slag fyri ovaru liðunum, Stjørnuni og Neistanum, var lítið sannlíkt, at VB fór at verða partur av finalunum um føroyameistaraheitið leygardagin. Kyndil gav tó vágskvinnum eina hjálpandi hond í gjár Uni Holm Johannesen Hetta vóru sjey dagar, sum fóru at avgera, um vágskvinnur fram­ hald­andi skuldu verið við í tætta stríðnum at røkka dystunum um gullmerkini, varð sagt – men avgerðin er ikki fallin enn. Helst er hetta eisini ein vika, sum hond­ bóltskvinnurnar úr Vági vilja gloyma sum skjótast. Ósigrar fyri bæði Stjørnuni og Neist­anum, sum eru á ovastu plássunum á stiga­talvuni, bera við sær, at VB hevði veikt samband við finalu­ pláss­ini eftir dystin leygardagin. Tvey stig skiltu tær frá Stjørnuni, sum var stórfavorittur at koppa Kyndli á heimavølli í gjár, og átta stig eru eftir at spæla um. Men púra óvæntað vann Kyndil á Stjørnuni, og tí var eingin broyting í oddastríðnum hetta vikuskiftið. Hóttu ongantíð Kravið var heilt einfalt ein sigur í borgini hjá oddaliðnum Neist­ anum, tá VB vitjaði í høllini á Hálsi leygardagin. Tað eydnaðist tó ongantíð at hótta oddaliðið stór­ veg­inum. Neistakvinnurnar vóru uppsettar eftir óvæntaða tapið fyri botnliðnum Tjaldri síðsta viku­ skiftið, og tær fingu sína uppreisn. Trý mál vóru á muni tá avtornaði, úrslitið var 26-23. Heimaliðið var omaná allatíðina. Neistin skjeyt seg trý mál framum beinanvegin, og tann støðan helt sær so líðandi. Tað var sjáldan, at VB hótti leiðsluna. Neistin stóð væl í verjustøðu, og meðan Barbara Brauer tók ábyrgdina á seg um málskjútti, var tað lítið, sum gestirnir kundu gera fyri at bróta niður spælið hjá heimaliðnum. Brauer var eisini toppskjúttið við átta málum. Gott kappingarár Skuldi tað ikki eydnast VB at vinna seg upp á tindin í hes­um kapp­ ingarárinum, kann hond­bólt­felagið í Vági í øllum førum ugga seg við, at úrslitini í hesum kappingarárinum hava verið munandi betur enn í fjør. Tað rakk til silvur í steypa­ kappingini, og enn er møguleiki fyri at røkka finalunum um føroya­ meistaraheitið. Tað er munandi frægari enn í fjør, tá vágskvinnur als ikki hóttu oddaliðini. Sum venjari hevur Kári Horn, sum fekk møguleikan í vetur, prógv­að sítt virði. Hann hevur verið ábyrgdarmaður í fremstu røð á fyrsta sinni, og úrslitini hava verið góð. Framvegis eru fýra dystir eftir at spæla, og enn ber til at skava nøkur stig saman afturat og fara framvið Stjørnuni á stigatalvuni. Tað er uppgávan hjá VB nú. At vísa, at tað er uppiborið, at vágskvinnur skulu spæla finalurnar um gullið. uni@sosialurin.fo Claus Rasmussen og Harald Bjørgvin, sum standa á odda fyri føroyska U23-landsliðnum, hava nú gjørt av, hvørjar skulu umboða Føroyar í Challenge Trophy. Dagarnar frá 22. mars til 25. mars skulu Føroyar royna at vinna seg víðari í bólka­spæl­ inum í Challenge Trophy fyri U23-landslið. Mótstøðuliðini eru Ísrael, Estland og Malta. Dystir­nir skulu avgreiðast í Bulgaria. Claus Rasmussen og Harald Bjørgvin, landsliðsvenjarar, hava sent boð eftir 16 spælar­ arum. Tær, sum hava fingið lands­liðsboð, eru Erla Eliasen, Bára Hansen, Marjun Falkvard Danberg, Brynja Høj og Eir Martinsdóttir Berg úr Neistanum, Bjarta Osberg Johansen, Birita Mortandóttir og Turið Arge Samuelsen úr Kyndli, Lovisa Lassen og Judit Hansen úr Stjørnuni, Helga Eyðunsdóttir Kjærbo úr VB og Liljan Djurhuus, Viviann Petersen, Tóra Seloy, Agnas Olsen og Linda Davidsen úr VÍF. Um tað eydnast at vinna bólkaspælið, skulu Føroyar spæla móti vinnaranum úr hin­um finalubólkinum. Har eru liðini Bulgaria, Letland, Moldova og Armenia. Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum tann 20. mars og verður burtur seks dagar. uni@sosialurin.fo Landsliðsvenjararnir hava valt Uni Holm Johannesen Púra óvæntað stevndu kyndils­ kvinnur í gjárkvøldið úr Klaksvík aftur til Havnar við tveimum stig­ um í viðførinum. Kyndil tók øll á bóli og vann við trimum málum á útivølli móti Stjørnuni, sum hevði upplagdan møguleika at seta VB av í stríðnum um finalupláss. Tað er gott dømi um, at Kyndil tekur upp­ gávuna at arga oddaliðini í størsta álvara. Við hesum sigrinum syrgdu kyndils­kvinnur fyri, at vágskvinnur enn kunnu vinna seg í finaluna – nakað, sum tóktist vónleyst, tá Neist­in vann á VB leygardagin. Um­ framt glaðu havnarkvinnurnar, var lagið sanniliga eisini gott í Vági, tá dysturin var liðugur í Klaksvík í gjár. Gjørdu bart Tað var uppiborið, at Kyndil koppaði Stjørnuni í gjár. Grønlittu gestirnir úr Havn fóru framum alt fyri eitt, og munurin var greiður allatíð. Kyndil hevði tamarhald á støðuni, meðan Stjørnan ikki tóktist ressast við fyrr enn eftir hvíldina. Seks mál vóru á muni í hálvleikinum, tá var støðan 16-10, og gloppið var ov stórt til, at heimaliðið megnaði at hótta leiðsluna. Munurin tódnaði niður í trý mál í seinna hálvleiki, men tað var ikki nógmikið. Stórspælandi Randi Wardum, sum skeyt 11 mál fyri Kyndil, og hennara liðfelagarar vóru omaná. Stórdystur bíðar Tapið kom sera dátt við hjá Stjørn­ uni, sum kundi økja um munin niður til VB við fýra stigum, um tað lukkaðist at vinna dystin. Nú er munurin tvey stig, og næsta av­ bjóð­ingini hjá klaksvíkskvinnum er móti Neistanum í Klaksvík. Tann dysturin í annað kvøld, týskvøldið. Um Neistin vinnur í Klaksvík, og VB vinnur sín dyst á Tjaldri næsta vikuskiftið, eru liðini aftur ájøvn í stigum. Tað er í øllum førum lagt upp til ein spennandi endabrest í lands­kappingini hjá kvinnum. uni@sosialurin.fo Kyndil blandar seg uppí HONDBÓLTUR Kyndilskvinnur hava sum so einki at spæla fyri í hesum kappingarárinum, uttan æruna og stuttligu avbjóðingina at arga oddaliðini. Tað eydnaðist til fulnar hetta vikuskiftið, tá Kyndil syrgdi fyri, at vágskvinnur enn hava møguleikan at vinna seg í finalurnar um føroyameistaraheitið