mánadagur 12. mars 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
19
527
427
100
34
2 VÍF
19
507
480
27
24
3 H71
18
488
474
14
22
4 Neistin
19
495
495
0
18
5 StÍF
18
431
475
-44
12
6 TeamKlaksvík
18
485
530
-45
12
7 Kyndil
19
445
497
-52
8
Neistin - Team Klaksvík 38-28
H71 - Kyndil 35-27
StÍF - KÍF 22-31
Uni Holm Johannesen
Annað liðið er undir trýsti, hitt liðið
hevur bara æruna at spæla fyri.
H71, sum stríðist fyri at sleppa í
finalurnar um føroyameistaraheitið,
og botnproppurin Kyndil vóru full
komiliga í hvør sínari støðu undan
dystinum í Hoyvík leygardagin.
Tað er so ymiskt, hvønn týdning
ein slík blanding av liðum kann fáa
undan einum dysti. Tað kann vera
ein greiður fyrimunur, at tú hevur
einki at spæla fyri, um tú dugir at
gagnnýta fríu teymarnar, meðan
mótstøðumenninir hugsa ov nógv
um, hvørja ávirkan, hvørt mál kann
hava.
Tað tóktist eisini ávirka leik
gongdina fyri hvíldina. Dysturin
var javnur. Gestirnir vóru væl
upplagdir, og fleiri ferðir spældu
teir seg til upplagdar skotstøður.
Hoyvíkingar vóru tó sera lítið
sannførdir í sínum verjuspæli. Tað
stóð á jøvnum í hálvleikinum, 17-17.
Bogdan upp í ferð
Við sínum 13 málum gekk Bogdan
Florea undan í álopsspælinum
hjá hoyvíkingum hesaferð. Hann
ivaðist ikki, tá hann tók av møgu
leikunum, og mest sum allar hans
ara skotroyndir fóru í málið. Tað
var serliga umráðandi í teimum
løtunum, tá spælið hjá heimaliðið
var stirvið. Tá fór Florea sjálvur og
setti ferð á aftur.
Avrikið eftir steðgin var munandi
lakari hjá Kyndli. Teir megnaðu ikki
at verja fyri álopsspælinum hjá H71,
og munurin varð ov stórur sum
fráleið. Seinastu løtuna var spurn
ingurin mest sum bara, hvussu
trivaligur sigurin fór at verða. 35-27
var endaliga úrslitið.
Spæla fyri møguleikanum
H71 er á triðja plássi, tvey stig og
ein dyst færri enn vestmenningar,
sum eru á øðrum plássi. Krøvini
eru tíski heilt einføld í Hoyvík. Tað
ræður um at vinna allar dystirnar,
sum resta í. Eydnast tað, so er lagt
upp til eitt brak í Vestmenna tann 5.
apríl, tá hoyvíkingar vitja har.
Men eitt fet í senn, verður van
liga sagt í ítróttarhøpi. Næsta upp
gávan er mikudagin, tá Neistin
vitjar í Hoyvík.
H71 gjørdi sítt
HONDBÓLTUR Sambært stigatalvuni var hetta tann
lættasta uppgávan, sum H71 skal loysa í síni stremban eftir
at røkka finaluni. Hoyvíkingar vunnu greitt á botnliðnum
Kyndli og otaðu seg tvey stig nærri gulldystunum
H71 vann trivaligan sigur leygardagin, tá Kyndil vitjaði
Mynd: Álvur Haraldsen
Uni Holm Johannesen
Tað eru samfullir tríggir mán
aðir síðan, at Neistin koppaði
vestmenningum í høllini á
Hálsi. Tað var tann 7. desember
í fjør. Tá skrivaði Sosialinum, at
blálittu havnarmenninir hóttu
aftur í stríðnum um at røkka
finalunum. Neistin vóru tá
næstir í røðini á stigatalvuni.
Eingin væntaði tá, at næsti
sigurin var heilar tríggjar
mánaðir burtur. Men soleiðis
var tað.
Fyri tveimum døgum síðani,
leygardagin tann 10. mars,
vann Neistin loksins aftur ein
landskappingardyst. Keðiligi
stimin hevur borið við sær, at
vónin at røkka finalunum er nú
ómetaliga lítil. Tí er sannlíkt, at
føroyameistarin í fjør verður
ikki føroyameistari í ár.
Vunnu greitt
Team Klaksvík var nakað
skert hesaferð. Serliga var
saknur í Zarko Pejovic, sum
hevur roynst væl í hesum
kappingarárið. Hann spælir
ikki aftur hetta kappingarárið.
Orsøkin er persónlig, frættist
úr
Klaksvík.
Klaksvíkingar
hava heldur ikki annað enn
æruna eftir at spæla fyri nú, og
tað kann ávirkað avrikini. Tað
var í øllum førum uppiborið,
at Neistin vann greiðan sigur.
Úrslitið var 38-28. Gestirnir úr
Klaksvík vóru á odda 8-5 eina
løtu, men tá tók heimaliðið sær
um reiggj. Neistin var omaná
allatíð og hevði fult tamarhald
á dystinum.
Eydnast neyvan
Neistin er nú á fjórða plássi við
18 stigum. Tað eru seks færri
enn vestmenningar, sum eru
næstir oddaliðnum. Seks stig
skilja liðini, og 10 stig eru eftir
at spæla um. Tað skal hilnast
óvanliga væl, um havnarmenn
inir skulu koppa bæði VÍF og
H71, sum eru á bronsupláss
inum.
Næstu ferð, tað er miku
dagin, skal Neistin til Hoyvíkar.
Har er kravið heilt einfalt tvey
stig, um møguleikin at fáa
finaluplássið ikki skal hvørva
fullkomiliga. Vónin og kjans
urin er lítil, men tað ber enn til.
Spurningurin er so, um verandi
føroyameistararnir eru sinn
aðir at elta tann møguleikan.
uni@sosialurin.fo
Umsíðir bar til
HONDBÓLTUR Fyri fyrstu fer
síðan tann 7. desember í fjør
eydnaðist Neistanum at fáa fult í
einum landskappingardysti. Hóast
uppreisnina er tað lítið sum bendir
á, at verandi føroyameistararnir
endurvinna gullmerkini í ár
Undan dystinum móti klaksvíkingurm vóru tað gott og
væl tríggir mánaðir síðani, at Neistin hevði vunnið ein
landskappingardyst. Hesaferð eydnaðist aftur at fáa fult
Mynd: Álvur Haraldsen