mánadagur 12. mars 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Jóannes Hansen
Í dag verður sáttmálin millum René
Shaki Joensen og Brøndby undir
skrivaður. Harvið verður føroyski
U21 spælarin sáttmálabundin at
Brøndby IF fram til á sumri í 2014. Í
vikuskiftisblaðnum varð sagt, at tað
serliga er við atliti til kappingina um
plássini í miðverjuni, at Brøndby
hevur knýtt René aftrat felagnum.
At René S. Joensen nú er vorðin
partur av teimum gulu og bláu í
vestara útjaðaranum av danska
høvuðsstaðnum
ber
sjálvandi
við sær, at tað millum føroyskar
fótbóltsfjepparar fer at verða hildið
serliga vakið eyga við, hvussu tað
gongst hjá stórfelagnum, sum hesi
seinastu árini ikki hevur staðið seg
so væl, sum felagið gjørdi í áttati og
nítiárunum.
Tað verður ikki roknað við, at
René S. Joensen fer at spæla á besta
liðnum hesu megin summarsteðgin.
Í fótbólti kann tað ganga rættuliga
skjótt, og tí eigur einki at verða
útihýst, men sum tað sær út í
løtuni, so verður tað ikki fyrr enn
eftir summarfrítíðina, at føroyski
spælarin í Brøndby verður við í
kappingini um plássini á besta
liðnum.
Í gjár hevði Brøndby vitjan av
AGF, og tað endaði við málleysum
javnleiki. Tað gongur illa hjá
Brøndby at skora mál, men eftir
málleysa javnleikin fegnaðist venj
arin um, at tað nú hevur eydnast í
tveimum dystum á rað at halda tætt
í verjuni. Í fyrsta umfarinum eftir
vetrarsteðgin sigraði Brøndby 1-0
ímóti Sønderjyske, og tey fýra stigini
í tveimum umførum eftir vetrar
steðgin bera við sær, at fjarstøðan
til niðurflytingarstrikuna nú er sjey
stig.
Tað er framvegis møguleiki fyri,
at Brøndby ikki verður partur av
bestu deildini, tá ið René S. Joensen
rættuliga fer at bjóða seg fram, men
í løtuni tykist tað ikki so sannlíkt,
at tað skal ganga so illa.
Lamhauge við aftur
Mánakvøldið fyri einari viku síðani,
var tað rættuligt bragd av Silkeborg
IF, tá ið tað eydnaðist at vinna eitt
stig á útivølli ímóti OB, sum hevði
verið frammanfyri við tveimum
málum.
Í gjár var tað stórt vónbrot, tá
ið Silkeborg á heimavølli tapti 1-0
ímóti HB Køge, sum er botnlið.
Hetta var bara onnur ferðin í hesum
kappingarárinum, at HB Køge, har
fyrrverandi MB venjarin Tommy
Møller Nielsen hevur ábyrgdina,
hevur vunnið fulla úrtøku. Eisini
í fyrra førinum gekk tað út yvir
Silkeborg, sum á útivølli tapti 3-0
ímóti HB Køge.
Christian
Lamhauge
Holst
hevur verið skaðadarvaður, men
nú tykist hann vera við at koma
fyri seg. Í gjár var føroyski lands
liðsspælarin á beinkinum, inntil
tað restaðu seytjan minuttir. Tá
varð hann settur inn í vónini um,
at tað skuldi eydnast honum at fáa
hol á. Silkeborg hevði stóra leikliga
yvirvág
og
nógvar
upplagdar
málmøguleikar, men tað eydnaðist
ikki at skora.
Á beinkinum
Tá ið AaB í fyrsta umfarinum
eftir vetrarsteðgin megnaði 1-1
á heimavølli ímóti FCK, var Pól
Jóhannus Justinussen als ikki í
hópinum. Tað var hann í hesum
vikuskiftinum, men hann var alla
tíðina á beinkinum, tá ið AaB við
1-0 heimasigri á Lyngby lyfti seg
eitt sindur nærri toppinum. AaB er
á fimta plássi – tvey stig frá bronsu
plássinum.
Næstu ferð skal AaB spæla
á útivølli ímóti HB Køge. So
fæst at síggja, um Pól Jóhannus
Justinussen verður partur av ferða
lagnum yvir á Sjællandi, og nær
hann fer at fáa møguleikan í lands
kappingardysti.
joannes@sosialurin.fo
Føroyingarnir
lítlan leiklut
Fótbólt Christian Lamhauge Holst spældi lítla løtu, tá ið Silkeborg óvæntað tapti á heimavølli, og Pól
Jóhannus var á beinkinum alla tíðina, tá ið AaB við sigri á heimavølli lyfti seg nærri teimum fremstu
Føroyski landsliðsleikarin, Pól Johannus Justinussen, sat á AaB beinkinum
allan dystin, tá felag hansara vann heimadystin móti Lyngby
Mynd: Álvur Haraldsen
René Shaki Joensen
Christian Lamhauge Holst