Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Klaksvíkskappingin 2012 Nógv nýtt og eisini gott gamalt Fótbóltur B36 vann kappingina í Klaksvík, sum var staðfesting av, at meistararnir eru væl samanspældir, og at NSÍ og KÍ framvegis leita eftir røttu blandingini av ungum monnum Jóannes Hansen Á síðsta leikdegi í fjør fingu teir í B36 handað FM steypið. Í gjár fingu teir fyrsta steypið í ár, tá ið teir vunnu finaluna í Klaksvíks kappingini. Tað var eftir brotssparkskapping ímóti EB/Streymi, at teir vunnu. Eftir vanliga leiktíð var 1-1. Verju­spæl­ ararnir Egil á Bø hjá EB/Streymi og Símun Joensen hjá B36 skoraðu málini. Leygardagin hittast hesi bæði feløgini aftur. Tá fara tey at dyst­ ast í Gundadali í tí, teir rópa Stór­ steypadysturin, har FM vinnararnir og steypavinnararnir hittast. B36 var meistari í fjør, og EB/Streymur vann steypafinaluna í tætt­ari og spennandi uppgerð á Summar­ festivalinum í Klaksvík ímóti ÍF. Stóra avbjóðingin hjá B36 hetta kappingarárið er at endurvinna meistaraheitið. B36 hevur verið meist­ari níggju ferðir, men tað er enn ongantíð komið fyri, at tað hev­ur eydnast árstalsfelagnum at vinna FM tvær ferðir á rað. Tí er fokus sjálvandi á hesi avbjóðingini. Setningurin í Klaksvík í viku­ skiftinum varð greiddur so mikið væl, at eingin ivi kann vera um, at B36 fer at verða roknað mill­um favo­rittarnar at vera við í kapp­ing­ ini um FM heitið. Leygardagin vann B36 4-1 á heima­liðnum, sum tað í 1. hálvleiki hekk væl saman hjá. Einki forgjørt hevði verið í tí, um KÍ hevði lagt seg fram­um, men tað eydnaðíst ikki, og so skoraði B36 tvær ferðir. Tá fekk Hjalgrím Elttør risa møguleika, men hann misnýtti brotssparkið. Meinhardt Joensen tóktist vita væl, hvar gamli liðfelagi hansara – bæði í KÍ og B36 – fór at senda bóltin, og hann bjargaði. Tíðliga í 2. hálvleiki varð Bárður Johnson Heinesen rikin av vølli, og tað bar við sær, at unga KÍ liðið ikki megnaði at svara aftur, og sum tað leið var einki forgjørt í, at B36 vann tryggan 4-1 sigur. B36 hevur umleið somu manning sum í fjør, og tað er sjálvsagt ikki so galin útgangsstøða, tá ið havt verður í huga, at tað í fjør endaði við gull­krónum. Vandin kann verða, at svongdin at vinna ikki verður nóg stór, men soleiðis verður tað neyvan. Styrkin er, at kappingin um tey ellivu plássini á vøllinum er stór. Einasta plássið, har tað at síggja til ikki er so stór kapping, er millum stólparnar. Undanfarnu árini hevur Magnus E. Poulsen verið eyka­málverji, men hann hevur ikki stundir at vera við í ár, og nú er tað Jákup Højgaard, sum er uppvaksin í felagnum og var við í U-19 hópinum í fjør, sum er eykamaður millum stólp­arnar. Hóast hann ongar royndir hevur á besta liðnum, so stóð hann seg væl í finaluni ígjár. Meinhardt Joensen var skaddur í øðrum fótinum, og tí var ungi maðurin í málinum. Hann var serliga eyðsýndur í brots­sparks­ kappingini. Jákup á Borg er plágaður av vødda­skaða í lærinum. Tí spældi hann ikki við í Klaksvík. At teir eru fleiri, sum kappast um plássini, varð undirstrikað við, at leygardagin spældu Dánjal Rói Olsen og Símun Hansen í álopinum í 1. hálvleiki, og eftir hvíldina kom Lukasz Cieslewicz á vøllin. Á miðvøllinum vóru Hørður Askham og Súni Olsen sentralir frá fyrsta bríksli leygardagin, og í gjár vóru Klæmint Matras og Atli Danielsen, sum leygardagin kom á vøllin eftir steðgin, sentralir. Í gjár var Súni Olsen í vinstru síðu á miðvøllinum, meðan Ingi Højsted og Róaldur Jacobsen spældu hvønn sín hálvleik í høgru. Jonas Flindt Rasmussen og Bárður Olsen vóru miðverjar leygar­ dagin, og Jonas Flindt Rasmussen og Titiane Soare røktu hesi plássini ígjár. Høgni Eystroy var vongverji í høgru báðar dagarnar, meðan Bárður Olsen í gjár vikarieraði fyri Símun Joensen í vinstra borði. Símun kom inn fram ímóti dystar­ enda og skoraði málið hjá B36. Talan er altso um samanspælt lið, har tað er stór kapping um pláss­ini. Royna av nýggjum Í gjár vann KÍ 4-2 á NSÍ, eftir at klaks­víkingar eitt skifti vóru framman­fyri 4-0. Leygardagin var tað alla tíðina spennandi, tá ið NSÍ legði rygg til 1-0 tap ímóti EB/ Streymi, sum Hans Pauli Samuelsen skoraði málið fyri. Í gjár ímóti KÍ setti NSÍ eftir steðgin fleiri av teimum, sum fara at vera millum teir fyrstu ellivu í landskappingini, á vøllin, og tá varð tað eina løtu heilt spennandi. NSÍ minkaði um munin til 3-2, men í yvir­tíðini staðfesti KÍ 4-2 sigurin. Felags fyri bæði KÍ og NSÍ er, at tey stríðast við at samanspæla nýtt lið, eftir at sentralir og royndir spæl­arar eru burtur. Páll Guðlaugsson tykist alt meiri at hava sett sær fyri, at teir fýra frammanfyri Gunnar á Steig í KÍ málinum skulu vera spildurnýggi Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen og Heðin á Lakjuni. Í gjár varð miðvøllurin mannaður við Filip Djordjevic, Heðin Klakstein, sum er nýggjur, Hjalgrím Elttør og Andy Olsen, meðan unglingaspælarin Petur Andreasen var undir liðini á Pálli A. Klettskarð í álopinum. Kristoffur Jakobsen taldist millum teir, sum komu á vøllin eftir steðgin. Hjá NSÍ var mest sum alt fólk­ ið óroynt í bestu deildini, har Kári Reynheim rættuliga fær seg royndan: Kristian Joensen vardi málið, og frammanfyri hann vóru ígjár Monrad Holm Jacobsen, Per Langgaard, Rógvi Højgaard og Bárður Midjord. Á miðvøllinum vóru Debes Danielsen, Ari Ó. Ellings­ gaard, Viggo Hansen, Magnus Olsen og Andrias á Liknargøtu og í álopinum var Jákup Andrias Gaardbo. Eftir steðgin komu seks aðrir spælarar á vøllin: superveteranurin Sjúrður Jacobsen, Jens Joensen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg, Andras Frederiksberg og Klæmint A. Olsen. Tað eru altso nógv nýggj nøvn og andlit, sum fótbóltshugað skulu venja seg við í gulu og svørtu troyggj­uni. Nógvir kendir Onkrir nýggir spælarar vóru á lið­ num hjá teimum í Sundalagnum, men tað eru gomlu og royndu spæl­ ar­arnir, sum eru orsøk til, at tað verður roknað við EB/Streymi sum einum av kandidatunum at vera við í kappingini um fremstu plássini. René Tórgarð er framvegis trygg­ ur aftasti skansi, og Egil á Bø og Marni Djurhuus eru framvegis mið­ verjar. Gert Hansen, Brian Olsen, Sorin Anghel, Leif Niclasen og Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen, sum ikki vóru millm teir fyrstu ellivu í gjár, eru framvegis millum álitini. Niels Pauli Danielsen, sum er uppvaksin í KÍ, men sum seinnu árini hevur spælt nógv á næstbesta liðnum hjá EB/Streymi, var á liðnum bæði leygardagin og í gjár. Ingi Højsted og B36 í nýggju útivallar troyggjuni, vunnu finaluna í Klaksvíkskappingini á EB/Streymi Símun Joensen og B36 vunnu greitt á KÍ EB/Streymur vann tepurt í fyrsta dystinum móti NSÍ Vertirnir úr KÍ vunnu dystin um 3. plássið á NSÍ